Setningurin “Vit eru so saman enn” lýsir, at man hevur svartaspillu í hjartamoldini



Setningurin “Vit eru so saman enn” lýsir, at man hevur svartaspillu í hjartamoldini. Hjúnabandið er ein LÍVLANGUR SÁTTMÁLI, tað er ikki “eitt forhold”, sum má plejast av gudleysum, freudiskum, gorrandi, psykostiskum psykologgum. Heldur man tað, so er man sjúkur frá útgangspunktinum av; men hevur man Guðs sýn uppá tingini, so er man altíð frískur (eftir Guðs standardi, ið hvussu er).

Men hvør hevur Guðs sýn uppá tingini í dag?

Politisk korrektheit er Hitler umafturaftur; men hesaferð við følskum, jaligum smíli sum masku (jamen, vit høvdu ikki viljað verið ófólkalig)

Tað, tey kalla “politisk korrektheit”, er einkið annað enn “social engineering” hjá New World Order elituni (sum uttan iva annarhvør limur í Tórshavnar býrðaði er í, umframt leiðandi fólk í KVF, stýrið í hasum Sociala-urininum, og í Dimmu-selur-kropp-sín-hvønn-ein-dag).
Elitan vil stýra fólkamassanum til øll at vera líka, so sum teir sjálvir diktera; Jesus Christ og ta reinu Bíbliuna (KJB) vilja teir hava út, meðan teir vilja hava dráp av óføddum børnum, sodomi, transvisitismu, og allan annan devulskap, inn. Teir tosa nokk um ein gud, men teirra gud er gudur hesa heims, sum er Satan; (sí II. Cor. 4:4 FKJ).
Teirra lógir eru ikki lógir Guðs, men tær sum teir sjálvir smíða á teirra egna ambolti.
Teir vilja hava øll at vera leysgangarar, sum hava kynslív við hvørjumsumhelst, nærsumhelst; og teir vilja, at børnini skulu fullkomiliga vera uppdrigin eftir teirra hugmyndafrøði, og vera teirra (statsins) ogn. Teir halda altso, at teir hava rætt til at stjala okkara børn frá okkum, um teimum so lystir (og TEIMUM LYSTIR!. Júst sum Pharaoh, Stalin, og Hitler gjørdu, soleiðis vil SATAN gera aftur, ígjøgnum tað komandi heimsstýrið!!)
Stórsta forðanin fyri teirra ætlanum eru menn og pápar við sterkum Bíbilskum meiningum, og sum tora at orða tær, og teirra stórsta vápn er at villleiða tað veikara kynið við sínum devulsku lygnum. Heilt frá skapanar morgni hevur tað borið til. Ormurin fer enn eftir Evu.
“Politisk korrektheit” er dundrandi ímóti Ísrael, og pro Palestina (Philistia/Philistaraland). Alt hetta gera teir við stórum humanissusmíli á vørr, og øgiligari jaligheit, men endamálið hjá teimum er devulskapur. Soleiðis er fráfallið og villleiðingin í endatíðini.
Eg veit, at henda samtíðin tolir illa at hoyra sannleikan. Men sannleikin er hetta tó.
Eg kundi sagt so nógv, men nú síggja tit ta stóru myndina.
Hetta eru váðasamar tíðir.

Hetta viti eisini, at í hinum

síðstu døgum skulu koma

váðasamar tíðir.

2 Tí at menn skulu vera elskarar

síns egna sjálvs, ágirndarsamir,

reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar,

óhoyriligir móti foreldrum,

ótakksamir, vanheilagir,

3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar,

falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir,

vanvirðarar av teim sum eru góðir,

4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir,

elskarar av njótingum

meiri enn elskarar av Guði;

5 Havandi ein form av gudiligleika,

men avnoktandi kraftina av

honum: frá slíkum vend burtur.

6 Tí at av hesum slagi eru teir

sum sníkjast inn í húsˇ, og leiða

til fanga fjákutar kvinnur – løddar

við syndum, leiddar burtur við

ymsum lystum,

7 Altíð lærandi, og aldri førir

fyri at koma til kunnleikan um

sannleikan.

(II. Tim. 3:1-7 FKJ)

Ein leiðari á John Hopkins sjúkrahúsinum, sum hevur “opererað” fólk til hitt kynið, sigur nú, at “trans-gender” er einkið annað enn ein sálarsjúka

(Spola fram til 22:17)
Tað kundi eg havt sagt teimum, áðrenn tey opereraðu nakran.

EINGIN “velur sítt kyn”: man er FØDDUR við tí; og tað má sálin (psykan) bara læra at liva við.
Har, ið fólk fer at trúgva lygn, kemur faðir lygnarinnar og hansara herlið av falnum einglum, og fylla tey ennmeira við lygnum. Fara fólk at trúgva sannleikanum, og styrkna í honum, verða tey gjørd frí.
Og tit skulu kenna sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.

(Jóhannes 8:32 FKJ)

Sum sagt: “politisk korrektheit” byrjar har sunn fornuft endar; og “kynslig orientering” er ikki til: bara siðilig fólk, og hinvegin villleid pervers ólukkudýr




Og tað veitst tú er satt.
Men bløðini og Kyns Villingarstovnur Føroya (KVF) hava opinbært villleitt eitt heilt ættarlið til at trúgva eini lygn, tí at ígjøgnum tey talar Satan.
 10  Og við allari villleiðiligsemi

av órættvísi í teimum sum glatast;

av tí at teir tóku ikki ímóti

kærleikanum til sannleikan, at

teir máttu verðið frelstir.

 11  Og fyri hesa grund skal Guð

senda teimum kraftmikla villu, at

teir skuldu trúgva eini lygn:

(II. Thess. 2:10-11 FKJ)

Prentingin útsett í nakrar mánaðir

Av tí at vit enn finna feilir í tekstinum, er vorðið avgjørt, at vit útseta prentingina, til ikki fleiri feilir finnast. Hetta er rætt at gera, og hartil gott, tí at vit nú alt í einum hava nýggj amboð at kanna tekstin við, sum hjálpa einum at fínraka eftir feilum, sum loyna seg.
Havi júst fingið ein 1076 síður langan lista við øllum orðunum í FKJ, har tey standa í bókstavarøð, og tí er nú vorðið munandi lættari at fáa eyga á einstøk orð, sum eru næstan líka sum orðið áðrenn ella aftaná, og soleiðis fáa eyga á feilin.
Eg havi 500 síður eftir at rættlesa í Gamla Testamenti, (havi aftur verið ígjøgnum Nýggja), lesi 20 síður hvønn morgun; og fari so ígjøgnum 50 síður av orðalistanum um kvøldið. Hetta endaliga rættingararbeiðið kann taka um tveir mánaðir. Forbøn er kærkomin.
Mynd: Langskeggjaði knekturin við blaðsíðuni er Johannes Gutenberg, sum uppfann prent-tøknina við flytbærum prent-stavum í 1439. Takk Guð fyri Gutenberg, men við allari okkara tøkni er lesnaður enn strævin, tí amboðini eru bert ein hjálp, tey gera einkið fyri ein.

13 grundir fyri, hví øll frelst mugu vraka católska/lutherska “altarborðið” (at man etur Jesu likam bókstavliga – “transsubstantiatión”)

Annaðhvørt er frelsa í cato-lutherska gleðiboðskapinum (1), ella er frelsa í gleðiboðskapi Christs (2).
Báðir frelsa ikki.
Eg kunngeri tær, at tann fyrri er baals-tilbiðjan, ílatin hvítt seyðaskinn; og at tann seinni, sum er hin sanni, hevur einkið við hin fyrra at gera yvirhøvur.
Spyr ein lutherskan prest, um teir ikki í veruleikanum frálæra tað sama sum católskir prestar, at man etur Jesu likam bókstavliga, fysiskt og veruliga, og at henda handling frelsir..?
Jú, teir trúgva allir, at sokallaðu “sakramentini” geva frelsu, bæði nýføðingaásletting, (sum teir kalla dóp), og teirra sokallaða “altarborð”.
Teir siga sikkurt, at angur skal vera tilstaðar eisini. Men frelsir hatta?
Nei.
Bara sonn boðan av gleðiboðskapi Christs frelsir, tá ið fólk trýr orðinum, verður kallað av Guðs Anda, og ikki klára at lata vera við at takka Jesusi fyri frelsuna, og vitna um hann, alment. Tá hendir frelsan!
Vit frelstu minnast Harran Jesus við Harrans borð, – hann sum vit longu eiga av sonnum. Vit eta hann ikki!. Sum frelst eiga vit hann longu allan, andliga, í hjartanum og andanum, og skulu ein dag síggja hann likamliga, í okkara uppreisnarlikami. Hetta gerið í endurminning um meg, segði Jesus; (sí I. Cor. 11:24 FKJ).
Við Harrans borð minnast vit hansara offur; vit minnast hann, hann sum vit eiga, tí vit hava tikið ímóti honum persónliga; vit minnast, at tað var fyri okkum persónliga, at hann doyði, varð grivin, og reis upp aftur, og takka honum fyri, at tað var fyri okkum, og at hansara fullgjørda verk er nokk til okkara frelsu. Vit eta ikki Jesus.
Niðurstøða:
Tann fyrri er gleðiboðaksapur anti-christs,
Tann seinni er gleðiboðskapur Christs.
Trúgv tú gleðiboðskapi Christs, og hav EINKIÐ at gera við anti-christ, ella hans avguda-kirkju.
Trúgv á, fylg, og elska Guð og Son hans Jesus Christ í anda og sannleika.
Vert tú trúgvur framat deyðanum.

Tit skulu ganga eftir HARRANUM

Guði tykkara, og óttast hann,

og halda boðini hjá honum og lýða

rødd hansara, og tit skulu tæna

honum, og krøkjast at honum.

(Devteronomion 13:4 FKJ)

Og teir vunnu á honum viðˆ

blóði Lambsins, og viðˆ orði vitnisburðar

síns; og teir elskaðu ikki

lív síni at deyðanum.

(Opb. 12:11 FKJ)

Hví er handan upp-úr-helviti-drigna bókin hjá James White viðmæld av einum jesuiti?

Hmm?
Andlitið og eyguni á James White eru so católsk sum tey kunnu vera: og jesuitunum DÁMAR hann. Hann er í allar hægstu grad “teirra maður”!.
Teimum dámar so vissuliga ikki okkum; eiheldur okkara Bók.
Sig mær: var James White tíggju ár á munkaskúla?
Fólk er so sovandi í dag, at bara ein maður smilist, tosar blídliga, og spælir fittur, so halda tey, at alt er í lagi, og taka við allari hansara lygn.

“Politisk korrektheit” byrjar har sunn fornuft endar, – og vinnur sær lættliga tólv løg av lorti omaná!

EITT
– Tá ið man setur alt inn fyri at økja um barnsburðar-farloyvis-tíðina, enntá til MENN!!, og vil betra um dittin og dattin hjá fíggjarliga sperdu, ótrúgvu, frá-manninum-rýmdu horunum í landinum, meðan man lóggevur FYRI at DREPA tað ófødda barnið í móðurlívinum, tá kunnu tit ETA TYKKARA “POLITISKU KORREKTHEIT”, við tveim løgum lorti omaná!


TVEY
– Tá ið dagbløð gott kunnu vísa tveir MENN, sum tungumussast, á forsíðuni, og siga seg vilja “giftast”, men ein almennur persónur ikki má vísast við einari Niemeier í munninum, tá kunnu tit ETA TYKKARA “POLITISKU KORREKTHEIT”, við tveim løgum lorti omaná!

TRÝ
– Tá ið menn, sum arbeiða á barnagarði, endiliga og medvitað skulu vísast fyri børnunum at gera tað, sum náttúrliga er kvinnunnar arbeiði, t.d. í køkinum, fyri at viska út kyns-mun í barnasinninum, og HARVIÐ framleiða sodomitar í trípuvís, – sum tá hava ongar fortreytir ella rollu-modell at styrkja og varðveita sín viðfødda, náttúrliga “kynsliga samleika”, (sum ALTÍÐ ER “STRAIGHT”!), tá kunnu tit ETA TYKKARA “POLITISKU KORREKTHEIT”, við tveim løgum lorti omaná!


FÝRA
– Tá ið catolikka-lortenda-“prestar” misbrúka børn í túsundavís kring heimin, og ØLL VITA AV TÍ, meðan católska “kirkjan” enn spælir siðaliga løgreglan, við so hyklisligani at tosa um abort, alt meðan tíðindafólk fagna hasum mordara-pávanum sum eini aðrari “rokkstjørnu”, tá kunnu tit ETA TYKKARA “POLITISKU KORREKTHEIT”, við tveim løgum lorti omaná!

FIMM
– Tá ið Guðleysir, samlivandi “prestar”, – sum eisini spenna sodomu-vegin í landinum, – verða toldir og tiknir fram ferð eftir ferð at tykjast kunna svara fyri Guð, meðan teir sonnu, sum geva rætt svar eftir Guðs orði, verða fjónaðir, spottaðir, og gloymdir, tá kunnu tit ETA TYKKARA “POLITISKU KORREKTHEIT”, við tveim løgum lorti omaná!

SEKS
– Tá ið borgarstjórin í høvuðsstaði landsins, – sum nú eisini spælir landspolitikkari, – sum segði ja til at tala fyri sodomitunum á Ólavssøku, tá teir gjørdu innrás í 2012, men vil hava tað báðar vegir – og knappliga spælir gudiligur og sigst hava lært sum barn, at okkurt er galið við hasum kortini, men so allíkavæl skákar sær undan at stemma, fer til Írlands, – tá ið, – um hann nú veruliga ER ímóti hasum, (sum hann nú spælir sum um hann skuldi verið), so skuldi hann havt NOSSIR til at stemma ímóti, og alt landið so heldur áfram at fylgja hasum ryggleysu drumbunum: (Jamen, stemmirnar, stemmirnar!!!. Hvat meinar maðurin?? EINKIÐ! Og hann hava tit valt til at stjórna yvir tykkum??!!!), – tá kunnu tit ETA TYKKARA “POLITISKU KORREKTHEIT”, við tveim løgum lorti omaná!


“Politisk korrektheit”, – tín heks, – tú ert so ÓKORREKT sum  yvirhøvur kundi spílað teg út til at verið!.
– Ein FLAGGANDI SKOMM, – í øllum ælabogans litum, – við politikarum, borgarstjórum, tíðindafólki, peda-gorrum, psykologg-tosshøvdum, almennum-javnaðar-nosshøvdum, prestum, (og bispi viðhvørt), í song við sær, – við tólv løgum lorti omaná!
Tykkara “politiska korrektheit” er ein lygn, givin tykkum frá tykkara faðir Satan.
Fruktina sær man á meginlandi Evropu, har 200 galsvakir muslimar kunnu standa og rópa deyða-hóttanir yvir okkum vesturlendingar, – og fáa frið til tess, undir flagginum “tolsemi”, men um ein friðarligur Christin stendur og boðar Jóhannes 14:6 og sigur, at Jesus er einasti vegur til Faðirin, so koma tveir vápnaðir politistar og taka hann (hendi fyri meg í DK í 2010). Grundgevingin var, at man kundi øst muslimarnar til dráp. Jamen takið so muslimarnar,
og latið vandaleysa christniboðan fara.
Men akk. Einkið skilja tit. Tí sum sagt: tit hava høvd full í lorti.
Ja, tykkara faðir er veruliga Satan.
Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×