Falslæran, at fráfall ikki er til (1)


At ein, sum hevur trúð gleðiboðskapinum um Jesu forsónandi deyða á Golgata krossi kann liva og láta sum honum lystir og at fráfall ikki er til, tað er ein djevilsk lygn frá helviti sum ein og hvør sannur trúgvandi má og eigur at taka knívskornan avstand frá og við tinnusteinsenni at vísa frá sær. Tað kann aldri sameinast við sannleikan; tað er av lygnini.

Trúgv á evangeliið og játtan at ein trýr er ikki alt sum er at siga um tað at vera ein christin, tí uttan at eitt umvent lív fylgir við, so er trúgvin deyð og játtanin bert tóm orð. Trúgv í hjartanum á at Guð vakti upp Jesus frá deyðum førir til rættvísis, og játtan við munninum at Jesus er harri førir til frelsu (smb. Róm 10:9-10), men tað er bert byrjanin til tað nýggja lívið; men, sum teir gomlu søgdu: “Begynt er ikke endt, det må du vide”. Tað nyttar einkið at siga við munninum, at Jesus er Harri og trúgva at Guð vakti hann upp frá deyðum, um man ikki síðan vil fylgja honum og liva sum tað sømir heilagum; – tí tá er ein farin beint út í myrkrið aftur. Tað er ikki nokk at koma inn á vegin, – vegurin má eisini gangast framat enda. At hava Jesus sum frelsara má eisini viðføra, at man hevur hann sum Harra, annars ber ikki á mál. Pætur minnir okkum á, at vit eiga at halga Christ sum Harran í hjørtum okkara (sí I Pæt. 3:15). At trúgva at tingini eru so sum Bíblian sigur okkum er ikki nokk; vit mugu liva orðið, vera gerarar orðsins, annars svíkja vit okkum sjálv.

Men verið tit gerarar orðsins,
og ikki hoyrarar einans, svíkjandi
tykkum sjálvar.
( Jácob 1:22. FKJ )

Tú trýrt at tað er ein Guð; tú
gert væl: djevlarnir eisini trúgva,
og skelva.
( Jácob 2:19. FKJ )

Munurin millum illu andarnar og ein frelstan er ikki tann, at annar trýr og hin ikki; tí illu andarnir trúgva! Tað gera teir, tí orðið sigur tað, men tað er ikki ein røtt trúgv, tí hon ber onga frukt í teimum. Nei, munurin er ikki trúgv men lýdni. Illu andarnir vita og trúgva at alt er soleiðis sum Guð hevur sagt, men tað hevur onga ávirkan á teir, tí teir eru í uppreistri ímóti Guði og hansara orði. Ein sannur frelstur, hinvegin, gevur Guðs orði rætt, ikki bert við tonkum og orðum, men við at tillaga sítt lív til Guðs vilja; hann letur Guðs orð fylla sínar tankar og sítt hjarta, og vil ikki gera Guði ímót, men elska hann av sonnum, vera ein gerari orðsins, og ikki bert ein hoyrari tess. Hann ynskir at vera lýðin orðinum ikki fyri at verða frelstur av gerningum sínum, men hann ger tað sum ein avleiðing og frukt av, at hann longu er frelstur. Tann frelsti og endurføddi hevur fingið nýggja náttúru, nýtt sinni. Um hetta ikki sæst, so er hann ikki frelstur. Tað er munur á at “trúgva at” og at “trúgva á”. Frelsandi trúgv er ikki til staðar, tá ið man bert trýr at Guð er til og at hansara orð passar, men ger Jesus til sín Harra av sonnum og gerst honum lýðin.

Brøðrameinigheitin er farin skeiv tá ið hon lærir, at fráfall ikki er til og haravleiðandi kom tann kendi falslærusetningurin: “Einaferð frelstur – altíð frelstur.” Tað er uppfunnið í helviti, tí tað samsvarar als ikki við Guðs orð! Jesus segði:

12 Tey við vagkantin eru tey
sum hoyra; síðan kemur djevulin,
og tekur burt orðið út úr hjørtum
teirra, at ikki tey skuldu trúgva og
verða frelst.
13 Tey á klettinum eru tey, sum,
tá ið tey hoyra, taka við orðinum
við frøi; og hesi hava onga rót,
sum í eina stund trúgva, og á
freistingartíð falla frá.
( Lukas 8:12-13. FKJ )

Har siga hesir svikaprofetarnir, at tey ongantíð veruliga vóru frelst, men tað nyttar einkið, tí Jesus segði jú, at tey trúðu, men bert eitt skifti, – og síðan fullu tey frá. Men Jesus gjørdi mun á teimum fram við veginum og hellubotninum. Tey fram við veginum trúðu ongantíð, tað var altso ein bólkur, men hini á hellubotninum var ein annar bólkur, – tey tóku við orðinum, men høvdu onga rót; og trúðu bert eitt skifti.

Jesus segði eisini:
Um tit verði verandi í mær,
og orðini hjá mær verði verandi
í tykkum, skulu tit umbiðja hvat
tit vilja, og tað skal verða gjørt
tykkum.
( Jóh. 15:7. FKJ )

Hvussu kundi Jesus siga hetta, um ikki møguleikin var til staðar, at ein kundi vera í Jesusi eina tíð, men so falla frá? Jesus sigur altso: Tit eru í mær nú; men passið uppá tykkum, at tit verða framvegis í mær og ikki falla úr mær. Tað er púra ljóst, at møguleikin fyri tí øvugta er til staðar.

Hebrearabrævið kapitul 6:4-6 lærir okkum so klárt um fráfall, at man kann bert misfata tað við vilja.

Har stendur soleiðis:
Tí tað er ómøguligt hjá teim
sum vórðu einaferð (1) upplýstir, og
(2) hava smakkað av hini himinsku
gávu, og vórðu (3) gjørdir luttakarar
í Heilaga Andanum,
(4) Og hava smakkað hitt góða
orð Guðs, og (5) krefturnar av hini
komandi verøld,
Um teir skulu falla frá, at endurnýggja
teir aftur til umvendingar;
við tað at teir krossfesta fyri
sær sjálvum Son Guðs av nýggjum,
og seta hann til opna skomm.
( Hebr. 6:4-6. FKJ )

Um ein ikki hevur verið frelstur, tá ið ein hevur verið ígjøgnum øll hesi fimm trinini, sum hann nevnir áðrenn hann sigur “og so hava fallið frá”, so veit eg ikki, nær man er frelstur. So jú, fráfall er til, og man kann eisini vera fráfallin, men halda væl til standa. Tað gera kanska nógv í dag.

Tann, sum ikki vil og ikki ynskir at liva eftir Guðs opinberaða vilja, hann livir í uppreistri ímóti Guði. Tað nyttar einkið at siga, at hatta er kjøtið og tað kann man einkið gera við, tað er ein bílig undanførsla fyri at sleppa at halda áfram við gerningum kjøtsins.

Tí hann sum sáar til kjøts síns,
skal av kjøtinum heysta týning;
men hann sum sáar til Andans,
skal av Andanum heysta ævigtvarandi
lív.
( Gal. 6:8. FKJ ).

Uppaftur stendur skrivað:
13 Tí um tit livi eftir kjøtinum,
skulu tit doyggja: men um
tit gjøgnum Andan deyði gerðir
likamsins, skulu tit liva.
( Róm. 8:13. FKJ ).

Fráfall er til. Um so 90% av øllum trúgvandi søgdu nakað annað, so er fráfall til kortini, tí Guðs orð sigur tað so púra klárt. Les um sáðmannin, hin burturvilsta sonin, tær tíggju brúðarmoyggjarnar, ella Hebrearabrævið 6:4-6. Í opinberingini 2:7 sigur Jesus hesi orðini, Til hansara sum yvirvinnur vil eg geva at eta av lívsins træi. Tað verða altso ikki øll, sum byrjaðu ein dag, sum koma at yvirvinna, t.e. sigra, til endans. Tað verða ikki øll, sum vinna fram til málið, tað sigur Harrin Jesus so púra klárt í líknilsinum um tær 10 brúðarmoyggjarnar. Tað vóru bert tær hygnu sum vunnu fram til málið, sum tóku olju í kannur sínar umframt oljuna, sum var í lompunum, sum høvdu nokk av olju til at verða brennandi inntil brúðgómurin kom.

Læran hjá brøðrunum, “Einaferð frelstur, altíð frelstur”, kann so lættliga bera fullkomiliga av leið. Tað ber ikki til at siga seg vera barn ljósins og liva í myrkrinum.

Lat okkum taka eitt gott og langt stykki í Guðs orði um levnað teirra heilagu:

VERIÐ tit tessvegna eftirfylgjarar
Guðs, eins og kær børn;
2 Og gangið í kærleika, eins og
Christus eisini hevur elskað okkum,
og hevur givið seg sjálvan fyri
okkum ein offurgáva og eitt sláturoffur
til Guðs fyri ein søtt-angandi
royk.
3 Men leysalevnaður, og øll
óreinska, ella ágirnd, latið tað
ikki verða eingong nevnt tykkara
millum, eins og sømir heilagum;
4 Eiheldur skitinleiki, ella býttislig
tala, ella leyslátað skemting,
sum eru ikki sømilig: men heldur
veiting av tøkkum.
5 Tí hetta vita tit, at eingin
horkallur, ella óreinur persónur,
ella ágirndarsamur maður, hvør
er ein avgudadýrkari, hevur nakran
arv í kongadømi Christs og
Guðs.
6 Latið ongan mann villleiða
tykkum við fáfongdum orðum:
tí uppá grund av hesum lutum
kemur vreiði Guðs uppá ólýdnisbørnini.
7 Verið ikki tit tessvegna luttakarar
við teimum.
8 Tí tit vóru einaferð myrkur,
men nú eru tit ljós í Harranum:
gangið sum børn hjá ljósi:
9 (Tí ávøkstur Andans er í allari
góðsku og rættvísi og sannleika;)
10 Roynandi hvat Harranum er
góðtakiligt.
11 Og havið einkið samfelag
við ófruktsomu verkini av myrkri,
men heldur írættasetið teir.
12 Tí tað er skomm enntá at
tala um hasar lutir sum verða
gjørdir av teimum í loyndum.
13 Men allir lutir sum verða
írættasettir verða gjørdir eyðsýndir
av ljósinum: tí hvatsumhelst ið
ger eyðsýnt er ljós.
14 Hvørsvegna hann sigur,
Vakna tú sum svevurt, og rís frá
hinum deyðu, og Christus skal
geva tær ljós.
15 Síggið til tá at tit gangi
umhyggiliga, ei sum dárar, men
sum vísir,
16 Leyskeypandi tíðina, av tí
at dagarnir eru óndir.
17 Hvørsvegna verið tit ikki
óvísir, men skiljandi hvat vilji
Harrans er.
18 Og verðið ikki druknir við
víni, hvarí er ólátaskapur; men
verið fyltir við Andanum;
( Ephes. 5:1-18. FKJ )

Um ein sigur seg vera andaligan, má ein liva sum andligur. Drykkjumenn, lygnarar, horkallar, myrðarar osfr. arva ikki Guðs ríki, hetta sigur Guðs orð okkum púra klárt og tað kemur at døma okkum á tí eina degi. Sonn trúgv er ikki ein aksepterandi trúgv, at nakað passar, men hon má vera ein aktiv trúgv. Fruktin má síggjast, ella er man ikki í víntræinum.

Eitt fullkomiliga umbroytt lív má vera fruktin, har tað gamla dagliga verður jarðað, har man ikki líkist tí, sum man var áðrenn endurføðingina. Hetta merkir ikki, at christinlívið er eitt stríð í egnari kraft, nei aldeilis ikki, tí Guðs orð sigur:

Men so mongum sum tóku
ímóti honum, til teirra gav
hann mátt at gerast synir Guðs,
enntá til teirra sum trúgva
á navn hansara:
( Jóh. 1:12. FKJ )

Guðs náði er ikki til at brúka til at synda frítt, nei tvørturímóti; tí Paulus sigur soleiðis:

HVAT skulu vit tá siga?
Skulu vit halda áfram í synd,
At náði kann gerast ríkilig?
2 Guð sýti fyri. Hvussu skulu
vit, sum eru deyðir fyri synd,
liva longur í henni ?
( Róm. 6:1-2. FKJ )

Tað nyttar ikki, at geva eina flotta ástøðiliga frágreiðing uppá tingini, um tað ikki er veruleiki í eins lívi. Paulus talaði ikki bera ástøði! Hann livdi tað, hann prædikaði; annars hevði alt havt onga meining. Hann lærdi, at vit eru deyð frá syndini, tí vit eru grivin við Christi við dópinum (ikki barnadópinum!!) til deyðans og at syndalikamið er vorðið til einkiðs tí okkara gamla menniskja er krossfest við honum; men hetta var eisini veruleiki í hansara lívi!. Hvat nyttar tað at siga, at títt gamla menniskja er deytt, tá ið tað í veruleikanum er sprell-livandi og í veruleikanum myndar alt sum tú ert og gert? Tann, sum ikki eisini í tí veruliga lívinum livir eitt lív, har hann veruliga er deyður frá sínum gamla syndalikami og veruliga er risin upp frá deyðum við Christi nú,ja, hann er enn deyður, óansæð hvussu stóran skilning hann hevur og rætt ástøði.

Hetta sigur Guðs orð um Guðs náði:
11 Tí náði Guðs sum viðførir
frelsu er birt fyri øllum monnum,
12 Lærandi okkum at, avnoktandi
ógudiligleika og veraldligar
lystir, vit skuldu liva edrúiliga,
rættvísiliga, og gudiliga, í hesi
núverandi verøld;
( Titus 2:11-12. FKJ )

Tá ið Paulus lærir okkum lærdómarnar, er tað ikki bara tómt ástøði, men hann gevur lesaranum mangar og drúgvar leiðbeiningar um, hvussu vit eiga at liva tað nýggja lívið, dagliga jarða okkara gamla menniskja, og liva í Andanum, tí nýggja menniskjanum, sum ikki bara má vera til á blaðsíðunum á Bíbliuni, men livandi í hjarta; og er tað í hjartanum, so eisini í munninum og í lívinum øllum. Annars liva vit eina lygn, og leiðin ber ikki, eg sigi uppaftur IKKI á mál.

Jóhannes lærir okkum í fyrsta brævi sínum, at nú, ið vit eru Guðs børn, so synda vit ikki (I. Jóh. 3:6 & 9). Hetta merkir ikki, at vit aldri koma at gera eina einastu synd, men tað merkir, at vit vilja ikki hava syndina sum okkara lívsstíl, vit ynskja ikki longur at vera tænarar hennara, men vit ynskja at fremja rættvísi og elska brøður okkara. Jóhannes skrivar víðari:

LÍTLU børn míni, hesar lutir
skrivi eg tykkum, at tit syndi
ikki. Og um nakar maður syndi,
vit hava ein sakførara hjá Faðirinum,
Jesus Christ hin rættvísa:
2 Og hann er fyribøtingin fyri
syndir okkara: og ikki fyri okkara
einans, men eisini fyri syndirnar
hjá øllum heiminum.
( I. Jóh. 2:1-2. FKJ )

Nýggja testamenti lærir okkum aldeilis ikki, at frelsan kann vera uttan frukt, nei, endurføðingin og tann dagliga umvendingin hanga tætt saman; men sigur man at einkið fráfall er til, so svíkir man seg sjálvan, tí ein talar ikki sannleikan.

Guðs náði hevur ikki verið okkum givin fyri at vit skulu kunna halda áfram at válka okkum í skammleysum girndum og gerningum myrkursins. Nei, eg tigi ikki; eg fari ikki at tiga, men avsløra teir illu andarnar, og lærdómarnar av illum andum, sum svimja yvir okkum.

Jesus segði: 

Hóast hetta, eg havi nakrar
fáar lutir ímóti tær, av tí at tú loyvirt
hasi kvinnuni Jez´-e-bel, sum
kallar seg sjálva eina prophetinnu,
at læra og at tøla tænarar mínar
at fremja hordóm, og at eta lutir
ofraðar skurðgudum.
( Opb. 2:20. FKJ ).

Í dag vilja mong tola svikaligar villleiðarar, sum siga, at tað er í lagi sum trúgvandi at drekka rúsdrekka, at tað er í lagi við porno, at tað er í lagi við gyklarum í meinigheitini, at man gott kann liva saman ógiftur, at tað er í fínasta lagi at taka lut í heimsins svassi av øllum slagi osv. & osv., men slíkir svipakrophetar fáa ein dag dóm sín, tí teir villeiða ikki bert seg sjálvar, men eisini “tænarar mínar”, sigur Jesus.

Brøðralæran má vera fyri ein stóran part inspirerað av illum andum, tí hon inniheldur øll symptomini sum hendan falslæran hevur við sær. Einkið annað enn lygn og falskur tryggleiki, sum eg ikki fíri fyri at kalla falslæru frá helviti. Tit fara villir, tí tit kenna hvørki skriftirnar ella Guðs mátt.

Ongastaðni síggja vit í ápostlasøguni, at ápostlarnir tóku frí frá at liva fyri Guð, skoyaðu út, drukku seg fullar og sleptu øllum leysum. Nei, sum Jákup sigur:

Tí eins og likamið uttan
andan er deytt, soleiðis trúgv uttan
gerningar er deyð eisini.
( Jácob 2:26. FKJ )

Líka sum Ábraham trúði Guði og tað varð honum roknað til rættvísis; so verða vit rættvísgjørd við trúgv, tá ið vit trúgva á Jesu verk fyri okkum á Golgata. Men hvussu var við trúnni hjá Ábraham? Hon var ikki eitt deytt eiti! Nei, hevði hann ikki verið lýðin Guði eisini, farið úr Ur í Kaldeu úr húsi faðirs síns, so hevði hann ALDRI ognast fyrijáttanina (lyftið). Somuleiðis við okkum í dag: um vit ikki fylgja Christi dagliga og veruliga eru greinar á víntrænum, sum bera ávøkst, so verða vit avhøgd og kastað í eldin. Alvorligt er tað; ja so alvorligt, at eingin kann hugsa sær tað. Guð letur seg ikki spotta (Gal. 6:7). Frívilliga at halda áfram at liva í syndini fær avleiðingar. Jesus var ikki tespiligur við hyklararnar, ikki tí hann hataði teir, men tí hann elskaði teir; ja hann elskar teg, tú hyklari, og vil, at tú skalt venda um áðrenn tað er ov seint. Frelsa, náði og umvending, verulig umvending, eru síðir av somu søk.

Sjúrður Højgaard.


( Sitatini eru úr aðru útgávu av FKJ N.T. )