(Deknur: Kirkjuliðstænari í staðbundnari kirkju/meinigheit)
Meinigheitirnar í dag tykjast ætla at stýra sær sjálvum eftir reglum, sum tær sjálvar finna uppá sum best ber til, og so sum best hóskar tíðarandanum. Man uppførir seg sum um man ongar reglur hevur fingið frá Guði. Guð hevur hinvegin í orði sínum givið okkum long stykkir sum siga okkum heilt greitt, enntá í punkt-formi, hvørji krøv Guð setur til sínar hirðar, samkomutænarar og elstaráð.
Guðs meinigheit í hesi síðstu tíð núverandi hevði gjørt væl í at givið Guðs orðum um hesi viðurskiftir gjølla gætur, tí Guð meinar altso hvørt orð hann sigur; (sí Nummur 4:2 ; Jeremiah 26:2 ; Matth. 24:35 ; Titus 1:2).
8 Líkaleiðis mugu deknarnir vera virðiligir, ikki tvítungutir, ikki givnir til nógv vín, ikki grádigir eftir skitnum vinningi;
9 Haldandi loyndardóm trúarinnar í eini reinari samvitsku.
10 Og lat hesar eisini fyrst verða royndar; síðan lat teir brúka dekna-embætið, verðandi funnir ólastandi.
11 Enntá soleiðis mugu teirra konur vera virðiligar, ikki baktalarar, edrúiligar, trúfastar í øllum lutum.
12 Lat deknarnar vera ektamenninar hjá einari ektakonu, stjórnandi børnum sínum og egnu húsum sínum væl.
13 Tí at teir, sum hava brúkt dekna-embætið væl, útvega til sín sjálvs eina góða støðu, og mikið dirvi í trúnni sum er á Christ Jesus.
- Deknarnir mugu vera virðiligir
.. Líkaleiðis mugu deknarnir vera virðiligir, (v. 8)
- Deknarnir mugu ikki vera tvítungutir
.. ikki tvítungutir, (v. 8)
- Deknur má ikki vera givin til nógv vín
.. ikki givnir til nógvs víns, (v. 8)
- Deknur má ikki vera grádugur eftir skitnum vinningi
.. ikki grádigir eftir skitnum vinningi; (v. 8)
- Deknar mugu halda loyndardóm trúarinnar, t.e. kenna og varðveita evangeliið og Guðslæruna
.. Haldandi loyndardóm trúarinnar. (v. 9)
- .. Hetta mugu deknarnir gera í reinari samvitsku, altso í ærligheit og sannleika, uttan hykl
.. í eini reinari samvitsku (v. 9)
- Deknar eiga at verða royndir áðrenn teir verða innsettir
.. Og lat hesar eisini fyrst verða royndar; (v. 10)
- At vera deknur er eitt embæti í samkomuni
.. síðan lat teir brúka dekna-embætið, (v. 10)
- Deknarnir kunnu vera mangir
.. lat hesar.. (v. 10)
- Orðið deknur (gr. “diakoneo”) merkir tænari ella hjálpari
(so tað er altso ein tænari og ein hjálpari, sum ein deknur er)
.. dekna-embætið, (v. 10)
- Deknar mugu verða funnir ólastandi
.. verðandi funnir ólastandi. (v. 10)
- Deknar hava konur, so teir eru menn (ikki konur)
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera .. (v. 11)
- Konur deknanna mugu vera virðiligar
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera virðiligar, (v. 11)
- Konur deknanna mugu ikki vera baktalarar
.. ikki baktalarar, (v. 11)
- Konur deknanna mugu vera edrúiligar
.. edrúiligar, (v. 11)
- Konur deknanna mugu vera trúfastar í øllum lutum
.. trúfastar í øllum lutum. (v. 11)
- Deknar mugu vera ektamenninir hjá éinari ektakonu (aftur her: deknar eru menn)
.. Lat deknarnar vera ektamenninir hjá einari ektakonu, (v. 12)
- Deknar mugu stjórna børnum sínum væl
.. stjórnandi børnum sínum … væl. (v. 12)
- Deknar mugu stjórna egnu húsum sínum væl
.. stjórnandi … egnu húsum sínum væl. (v. 12)
(Legg annars til merkis, at húsið í Guðs orði verður altíð kallað mansins, ikki konunnar; tí at maðurin er høvdið, og hann er forsyrgjarin; hann byggir reiðrið, og bøga hansara støðast heima.)
- Embætið brúkt væl útvegar eina góða støðu
.. Tí teir sum hava brúkt dekna-embætið væl útvega til sín sjálvs eina góða støðu, (v. 13)
- .. og mikið dirvi í trúnni
.. og mikið dirvi í trúnni sum er á Christ Jesus. (v. 13)