Almenni epistil Jákups


1     I     2     I     3     I     4     I     5



KAPITUL 1

.
Jákup, ein tænari Guðs og Harrans Jesu Christs, til tær tólv ættirnar sum eru spjaddar umkring, heilsan.

2 Brøður mínir, roknið tað fyri bera gleði, tá ið tit detta inn í ymsar freistingar;

3 Við tað at tit vita, at roynslan av tykkara trúgv virkar tolmóð.

4 Men latið tolmóðina fáa sítt fullkomna verk, at tit mega vera fullkomnir og heilrunnir, og einkið mangla.

5 Um nøkrum av tykkum fattast vísdóm, umbiðji hann frá Guði, sum gevur øllum gávumildiliga, og átalar ikki; og tað skal gevast honum.

6 Men lat hann umbiðja í trúgv, og ikki vakla. Tí hann, ið vaklar, er líkur sjóvaraldu sum rekst við vindinum og syftist.

7 Tí at lat ikki tann mannin hugsa, at hann skal fáa nakað frá Harranum.

8 Ein tvísintur maður er óstøðugur í øllum sínum vegum.

9 Bróðirin av lágari støðu fegnist í, at hann er upphevjaður:

10 Men hin ríki í, at hann er gjørdur lágur: tí sum blóman á grasinum skal hann fána burtur.

11 Tí at sólin er ikki meir enn risin við brennandi hita, so følnar hon grasið, og blóma tess fellur, og yndisleikin á skapi tess ferst: soleiðis skal eisini ríki maðurin svinna burtur í sínum vegum.

12 Signaður er tann maður sum útheldur freisting: tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum sum elska hann.

13 Lat ongan siga, tá ið hann verður freistaður, Eg verði freistaður av Guði: tí at Guð kann ikki freistast av illum, eiheldur freistar hann nakran:

14 Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin burtur av síni egnu girnd, og lokkaður.

15 Síðan, tá ið girnd hevur gitið, ber hon fram synd: og synd, tá ið hon er fullførd, ber fram deyða.

16 Farið ikki skeivir, mínir elskaðu brøður.

17 Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanífrá, og kemur niður frá Faðir ljósanna, hjá hvørjum er eingin umskiftiligsemi, eiheldur umveltingarskuggi.

18 Av sínum egna vilja gat hann okkum við sannleiksorðinum, til tess at vit skuldu vera eitt slag av frumávøkstum av hansara skapningum.

19 Av hvørji grund, mínir elskaðu brøður, veri hvør maður skjótur at hoyra, seinur at tala, seinur til vreiði:

20 Tí vreiði mans virkar ikki rættvísi Guðs.

21 Hvørsvegna leggið burtur alla óreinsku og leivd av óflýggjaskapi, og móttakið við eyðmýkt tað gróðursetta orðið, sum er ført fyri at frelsa tykkara sálir.

22 Men verið orðsins gerarar, og ikki bert hoyrarar, og harvið svíkja tykkum sjálvar.

23 Tí at um onkur veri ein hoyrari orðsins, og ikki ein gerari, er hann líkur manni skoðar sítt náttúrliga andlit í einum glari:

24 Tí hann skoðar seg, og fer sín veg, og gloymir beinanvegin hvat fyri maður hann var.

25 Men hvøriðenn lítur inn í fullkomnu lóg frælsisins, og heldur áfram harí, so at hann ikki er ein gloymin hoyrari, men ein gerari verksins, hesin skal vera signaður í síni gerð.

26 Um onkur tykkara millum tykist at vera trúrøkin, og heldur ikki síni tungu í teymum, men villleiðir sítt egna hjarta, tá er trúrøknin hjá hesum manni fáfongd.

27 Rein trúrøkni og ódálkað frammi fyri Guði og Faðirinum er hetta, At vitja tey faðirleysu og einkjur í teirra líðing, og at varða seg sjálvan óblettaðan av heiminum.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 2

.
Brøður mínir, havið ikki trúgv várs Harra Jesu Christs, Harra dýrdarinnar, saman við persónsmetan.

2 Tí at um tað kemur til savnað tykkara ein maður við gullringi, í føgrum klædnaði, og tað kemur eisini inn ein fátækur maður í vána spjørrum;

3 Og tit geva ans fyri honum sum er í kátu klæðunum, og siga við hann, Sit tú her í einum góðum plássi; og siga við hin fátæka, Statt tú har, ella sit her undir mínum fótskamli:

4 Eru tit tá ikki mismunasamir í tykkum sjálvum, og eru vorðnir dómarar av illum hugsanum?

5 Hoyrið, mínir elskaðu brøður, Hevur ikki Guð útvalt hinar fátøku av hesum heimi — ríkar í trúgv, og arvingar til kongadømið sum hann hevur lovað teimum sum elska hann?

6 Men tit hava vanvirt hin fátæka. Kúga ikki ríkir menn tykkum, og draga tykkum framfyri dómstólarnar?

7 Gudsspotta ikki teir tað verdiga navn sum tit eru kallaðir við?

8 Um tit uppfylla kongligu lógina, samsvarandi skriftini, Tú skalt elska tín næsta sum sjálvan teg, so gera tit væl:

9 Men um tit hava persónsmetan, so fremja tit synd, og verða kendir sekir av lógini sum misbrótarar.

10 Tí hvørsumhelst heldur alla lógina, og tó forbrýtur seg í einum punkti, hann er sekur í øllum.

11 Tí hann ið segði, Frem ikki hordóm, segði eisini, Drep ikki. Um tú nú fremji ongan hordóm, men um tú tó drepi, soert tú vorðin misbrótari av lógini.

12 Soleiðis talið, og soleiðis gerið, sum teir ið skulu verða dømdir eftir lóg frælsisins.

13 Tí hann skal fáa dóm uttan miskunn, sum onga miskunn hevur sýnt; og miskunn fegnast ímóti dómi.

14 Hvat gagnar tað, brøður mínir, um onkur sigi seg hava trúgv, og hevur ikki gerningar? kann trúgv frelsa hann?

15 Um bróðir ella systir veri nakin, og sør fyri dagliga føði,

16 Og ein av tykkum sigi við tey, Farið avstað í friði, verið vermd og mettað; kortini geva tit teimum ikki tey tingini sum eru neyðug fyri likamið; hvat gagnar tað?

17 Enntá soleiðis við trúgv, um hon ikki hevur gerningar, so er hon deyð, tá ið hon er einsamøll.

18 Ja, onkur kann siga, Tú hevurt trúgv, og eg havi gerningar: sýn mær tína trúgv uttan tínar gerningar, og eg vil sýna tær mína trúgv av mínum gerningum.

19 Tú trýrt, at tað er ein Guð; væl gert tú: djevlarnir trúgva við, og skelva.

20 Men vilt tú vita, O fáfongdi maður, at trúgv uttan gerningar er deyð?

21 Varð ikki Ábraham, faðir okkara, rættvísgjørdur við gerningum, tá ið hann hevði ofrað Ísaak, son sín, uppiá altarinum?

22 Sært tú hvussu trúgv virkaði við hansara gerningum, og við gerningum varð trúgvin gjørd fullkomin?

23 Og skriftin varð uppfylt, ið sigur, Ábraham trúði Guði, og tað varð tilroknað honum til rættvísi: og hann varð kallaður Guðs vinur.

24 Tit síggja tá, hvussu ið við verkum verður maður rættvísgjørdur, og ikki við trúgv eina.

25 Somuleiðis eisini varð ikki skøkjan Ráhab rættvísgjørd við gerningum, tá ið hon hevði tikið ímóti sendiboðunum, og hevði sent teir út ein annan veg?

26 Tí eins og likamið uttan andan er deytt, soleiðis er trúgv uttan gerningar eisini deyð.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 3

.
Brøður mínir, verið ikki mangir meistarar, tí at vit vita at vit skulu fáa tess sverari dómfelling.

2 Tí vit allir í mongum lutum volda meinboga. Um onkur ikki veldur meinboga í orði, tá er hin sami ein fullkomin maður, og eisini førur fyri at halda øllum likaminum í teymum.

3 Sí, vit seta boygsl í munnin á hestunum, at teir mega lýða okkum; og vit venda runt heila teirra likami.

4 Skoðið eisini skipini, sum, hóast tey veri so mikil, og verða rikin av hørðum vindum, so verða tey vend runt við einum sera lítlum róðuri, hvagarsumhelst stýrimanninum lystir.

5 Enntá soleiðis er tungan ein lítil limur, og reypar miklar lutir. Sí, hvussu miklum evni ein lítil eldur kyndir í!

6 Og tungan er ein eldur, ein heimur av misgerð: soleiðis er tungan millum okkara limir, at hon dálkar alt likamið, og setur eld á náttúrunnar leið; og hana er settur eldur á av helviti.

7 Tí at hvørt slag av djórum, og av fuglum, og av høggormum, og av tingum í sjónum, verður tamt, og hevur verðið tamt av mannkyni:

8 Men tunguna kann eingin maður temja; hon er ein óstýrlig ilska, full av deyðiligum eitri.

9 Við henni vælsigna vit Guð, enntá Faðirin; og við henni banna vit menn, sum eru gjørdir eftir líksemi Guðs.

10 Úr sama munni gongur út signing og banning. Brøður mínir, hesi ting áttu ikki so at verið.

11 Sendir ein kelda fram á sama staði søtt vatn og beiskt?

12 Kann fikutræið, brøður mínir, bera olivinber? ella eitt víntræ fikur? soleiðis kann eingin kelda bæði geva salt vatn og frískt.

13 Hvør er ein vísur maður og klæddur við kunnleika tykkara millum? hann sýni út frá góðari atferð síni verk við vísdóms spakføri.

14 Men um tit hava beiska øvund og stríð í tykkara hjørtum, rósið tykkum ikki, og lúgvið ikki ímóti sannleikanum.

15 Hesin vísdómur kemur ikki omanífrá, men er jarðiskur, sansaligur, djevlaligur.

16 Tí at har, sum øvundan og stríð er, har er ørkymlan og hvørt ónt verk.

17 Men tann vísdómur, sum er omanífrá, er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, og lættur at bønast, fullur av miskunn og góðum fruktum, uttan partískni, og uttan hykl.

18 Og rættvísis fruktin verður sáað í friði av teimum sum íbirta frið.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 4

.
Hvaðani koma kríggj og bardagar tykkara millum? koma tey ikki haðani, enntá frá tykkara girndum sum kríggjast í limum tykkara?

2 Tit girnast, og hava ikki: tit drepa, og tráa at fáa, og kunnu ikki lutast: tit berjast og kríggjast, tó hava tit ikki, tí at tit umbiðja ikki.

3 Tit umbiðja, og fáa ikki, tí at tit umbiðja skeivt, fyri at tit kunnu upptæra tað uppá tykkara girndir.

4 Tykkara horkallar og horinnur, vita tit ikki, at vinskapur heimsins er fíggindskapur hjá Guði? hvørsumhelst tí vil vera vinur heimsins, er fíggindi Guðs.

5 Halda tit, at skriftin sigur til fánýtis: Tann andi, sum í okkum býr, lystir til øvund?

6 Men hann gevur meiri náði. Hvørsvegna hann sigur, Guð stendur dramblátum ímóti, men gevur eyðmjúkum náði.

7 Undirgevið tykkum tí fyri Guði. Standið djevlinum ímóti, og hann skal flýggja frá tykkum.

8 Dragist nær Guði, og hann vil dragast nær tykkum. Reinsið tykkara hendur, tit syndarar; og skírgið tykkara hjørtu, tittvísintu.

9 Verið nívdir, og syrgið, og grátið: tykkara látur verði vendur til syrgjan, og tykkara frøi til tyngd.

10 Eyðmýkið tykkum fyri eygsjón Harrans, og hann skal hevja tykkum upp.

11 Talið ikki ilt um hvør annan, brøður. Hann, ið talar ilt um sín bróður, og dømir sín bróður, talar ilt um lógina, og dømir lógina: men um tú dømi lógina, so ert tú ikki ein gerari av lógini, men ein dómari.

12 Tað er ein lóggevi, sum er mentur at frelsa og at týna: hvør ert tú sum dømirt ein annan?

13 Komið nú, tit sum siga, Í dag ella í morgin vilja vit fara inn í tann og tann staðin, og halda fram har í eitt ár, og keypa og selja, og fáa vinning:

14 Hvar ið tit ikki vita hvat verða skal í morgin. Tí hvat er tykkara lív? Tað er enntá ein guva, sum birtist í eina stutta stund, og so hvørvur burtur.

15 Ístaðin fyri tað áttu tit at siga, Um Harrin vil, so skulu vit liva, og gera hetta, ella hatta.

16 Men nú fegnast tit í tykkara rósanum: allur slíkur fagnaður er óndur.

17 Hjá honum sum tí veit at gera gott, og ikki ger tað, hjá honum er tað synd.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 5

.
Komið nú, tit ríku menn, grátið og ýlið um tykkara vanlukkur ið skulu koma yvir tykkum.

2 Tykkara ríkdómar eru spiltir, og tykkara klæðir eru møletin.

3 Tykkara gull og silvur er etjað; og rusturin av teimum skal verða ein vitnisburður ímóti tykkum, og skal eta tykkara kjøt, sum var tað eldur. Tit hava hópað dýrgripir saman til teir síðstu dagarnar.

4 Sí, lønin hjá arbeiðsmonnunum, sum hava skorið niður akrar tykkara, sum av tykkum er hildin aftur við sviki, rópar: og rópini av teimum, ið hava skorið, eru farin inn í oyruni á Harra sábaoths.

5 Tit hava livað í njóting á jørðini, og verið teymaleysir; tit hava nørt tykkara hjørtu, sum á sláturdegi.

6 Tit hava dómfelt og dripið hin rættláta; og hann stendur tykkum ikki ímóti.

7 Verið tí tolnir, brøður, til komu Harrans. Sí, bóndin bíðar eftir dýrabæru fruktini av jørðini, og hevur leingi tol eftir henni, inntil hann fái tað snimma og tað seinna regnið.

8 Verið tit eisini tolnir; grundfestið hjørtu tykkara: tí at Harrans koma nærkast.

9 Gremjist ikki hvør ímóti øðrum, brøður, at ikki tit fordømist: sí, dómarin stendur fyri durinum.

10 Mínir brøður, takið prophetarnar, sum hava talað í navni Harrans, til eina fyrimynd um at líða kvøl, og um tol.

11 Sí, vit rokna teir sælar, sum halda út. Tit hava hoyrt um tolmóð Jobs, og hava sæð Harrans endalykt; at Harrin er sera samkenslufullur, og av eymari miskunn.

12 Men framum alt, brøður mínir, svørjið ikki, hvørki við himin, ella við jørðina, eiheldur við nakran annan eið: men latið tykkara ja vera ja; og tykkara nei nei; at ikki tit falli inn í fordøming.

13 Er onkur tykkara millum líðandi? biðji hann. Er onkur glaður? syngi hann psálmar.

14 Er onkur sjúkur tykkara millum? kalli hann á hinar elstu av kirkjuni; og lat teir biðja yvir honum, og salva hann við olju í navni Harrans:

15 Og trúarbønin skal frelsa hin sjúka, og Harrin skal reisa hann upp; og um hann hevur framt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar.

16 Játtið tykkara feilir hvør fyri øðrum, og biðjið hvør fyri øðrum, at tit mega verða grøddir. Hin virknaðarsama, inniliga bønin av rættvísum manni megnar mikið.

17 Elias var maður sum var undirlagdur líkar sinnisrørslur sum vit eru, og hann bað inniliga, at tað ikki skuldi regna: og tað regnaði ikki á jørðina yvir skeiðið á trý ár og seks mánaðir.

18 Og hann bað aftur, og himinin gav regn, og jørðin bar fram sína frukt.

19 Brøður, um onkur av tykkum fer skeivur frá sannleikanum, og ein umvendir hann;

20 lat hann vita, at hann ið umvendir syndaran frá villfaringini av hansara vegi, hann frelsir eina sál frá deyða, og fjalir eina fjøld av syndum.


↑ upp