Um núverandi Føroysku bíbliurnar

( Hetta varð skrivað í 2008/9 )


Um tær báðar núverandi Føroysku bíbliutýðingarnar verða vit noydd at siga, at Jákup Dahl dugdi Føroyskt, Victor Danielsen var ein eldsál, men hvørgin týddi Guðs orð; hetta av teirri einføldu grund, at hvørgin týddi rætta handritið. Teir breggja sær av, at Dahl týddi úr “grundtekstunum”, men hvørjum grundtekstum? Jú, tí snildisliga korrupteraða grikska tekstinum hjá gudloysingunum Westcott & Hort, tíverri; og má tað sigast vera ófatiliga harmiligt, tí at væl er hon skrivað, tað má sigast.

Victor styðjaði seg til umleið fimm ymsar týðingar, sum allar uttan ein (KJV) vóru týddar eftir tekstinum hjá Westcott & Hort. Har sum Victor rakar rætt í kritiskum versum (í mun til KJV), hendir hetta mestsum av óvart. At hann rakar rætt, eri eg bert vorðin varur í fáum førum, eitt nú í 1. Mós. 2, 7, har hann sigur, at “menniskjað varð livandi sál”, (ikki vera), og í Jóh. 9, 35, har Jesus spyr tann áður blinda mannin: “trýrt tú á Son Guds” (ikki menniskjusonin).

Guðs reina yvirleveraða orð, Textus Receptus, er snøgt sagt ikki komið út á føroyskum enn, og tað er bæði skammiligt og sera harmiligt. Men mong bíbliuorð eru týdd, og eru útmerkað, og kunnu brúkast, t.d. glatan, endurloysing, endurføðing, sáttargerð, millumgongumaður o.s.fr., og hesi eiga sjálvandi at verða brúkt, í tann mun tey dekka tey djúpu og beinraknu orðini í KJV.

Ein bíblia sum er so nøkurlunda næstan í lagi, ella har á leið, er ikki ein bíblia. Er hon ikki perfekt, so halda vit okkum til hana sum er: KJV. Bara KJV hevur staðið tíðarinnar tonn sum fullkomiliga ófeilbarlig; og eingin hevur nakrantíð prógvað ein einasta feil í henni. Hon er Guðs varðveidda orð, eins og hann lovaði at gera í Psálma 12, 6—7: “Orðini hjá Harranum eru rein orð: sum silvur roynd í einum moldovni, reinsað sjey ferðir. Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.” Harrin hevur lovað at varðveita orð síni frá eini óndari, spiltari ætt um ævir, og hetta lyftið er bert uppfylt í KJV.

Sostatt er týðingin hjá Victor eitt vet rættari enn tann hjá Dahl, men tað lítla vetið røkkur tíverri onga leið í mun til KJV.

Tað hava funnist reinar Bíbliur í Føroyum, men tær vóru á donskum, og tað áðrenn 1904. Kanska onkrar finnast uppi á onkrum ovastaloftum runt um í Føroyum, men tað er ikki nóg gott. Guðs orð má fáast út á føroyskum!!

Síðan eyguni á mær vórðu upplatin fyri umleið tveimum árum síðani havi eg bert lisið í King James A.V. 1611. Kálvaskins NASB “Luxury Version” fyri 999 kr. datt tríggjar hæddir niður av kamarsaltanini klams niður á betongtúnið og síðan í skrellispannina, so skjótt eg var liðugur við kapitulin hjá Gail Riplinger í bókini New Age Bible Versions sum avdúkaði allar Satans følsku bíbliur. Allar hinar korruptu bíbliurnar eru síðan eisini endaðar í bálinum og eg keypi ALDRI eina korrupta bíbliu aftur! Ikki heldur hana hjá bispi sum hann arbeiðir við, ikki uttan hann hevur týtt Byzantiska tekstin trúliga til føroyskt, og tað loyvi eg mær at ivast í at hann ger. So skjótt føroyska King James kemur út, fara allar tær føroysku eisini á køstin, tí eg lesi ikki korruptar bíbliur. Ferdugt.

Tú heldur kanska, at eg eri ræðuliga ógvusligur, men tað eri eg tí hetta er ikki av lítlum týdningi. Eg eri fullkomiliga sannførdur um, at Textus Receptus nýggja testamentið hjá Erasmusi er Guðs fullkomna og varðveidda orð, sum hann hevur lovað at varðveita um ævir frá hesi ætt (Sálm 12,7 (KJV)), og at jødarnir hava varðveitt gamla testamentið reint. King James bíbliutýðararnir fóru til rabbinararnar eftir gamla testaments tekstinum, og týddu eftir Ben Chayyim tekstinum, og sama gjørdu Luther og gomlu donsku týðararnir og hinir týðararnir av reformatiónsbíblium. Í dag verður alt týtt eftir tí forfalskaða Ben Asher G.T. tekstinum, sum týskir rationalistar korrupteraðu enn meira undir Hitler-stýrinum, meðan Jødarnir vórðu massakeraðir. Opinbart lítir Guðs fólk ikki á at Guð hevur varðveitt sítt orð, nei, tey lata tað fara ígjøgnum onkur klók “rationell” høvd fyrst, tí egentliga trúgva tey ikki Guði, men vitinskapinum falsliga sokallaðum.

Tað sum hevur gingið fyri seg síðan 1881 tá teksturin hjá Westcott & Hort varð kastaður har frá sum drekin býr onkustaðni uppi í himmalrúmdini oman á jørðina er einki minni enn eitt miðvíst plott úr helviti at korruptera Guðs orð og stjala tað frá Guðs fólki. Reformatiónsbíbliurnar høvdu ALLAR tað til felags, at tær vórðu týddar eftir somu grundtekstum sum King James, og tað fingu Westcott & Hort vent øllum heiminum burtur frá, og teir VÓRU IKKI EINGANG FRELSTIR! COME ON, okkurt má siga pling og varskó!!

So eg arbeiði víðari …