Eins og nevnt aðrar staðir á hesi heimasíðu, so er katólska skøkjan IKKI kirkja Jesu Christs, men skøkjan á skarlaksreyða djórinum í opinberingsbókini, sum varð funnin drukkin av blóði teirra heilagu. Hon er full í andstygdum, falslæru, avgudadyrkan, barnamisbrúki, morði og hori. Hon er antikrists kirkja, synagoga Satans, og hevur einkiðsumhelst við sanna Christna trúgv at gera yvirhøvur. At forveksla hana við sanna Christna trúgv hevði verið ein skandala. Og tað er ikki ov grovt sagt. Tað er bara satt. Pávaveldið er tann instansur, sum síðstu 1700 árini hevur torturerað og dripið fleiri sonn Jesu Christi vitnir enn nakar annar stovnur ella vald á jørð, og ger tað enn, millum annað gjøgnum sínar loyniligu agentar, jesuittarnar.
Hvat hevur hetta við reformatiónina at gera?
ALT!
Hvussu kundu reformatørarnir annað enn tala ímóti, siga sum var, at hon er tann skøkja hon er, ALS IKKI Jesu Christi kirkja yvirhøvur, og høvd hennara sjálvastur anti-christus, og gera sum Jesus Christus býður: KOMA ÚT FRÁ HENNI?
Hesir kendu Guðs-menn søgdu pávastólin vera sætið hjá anti-christi:
Martin Luther, 1483-1546, Lutheranararnir,
Thomas Cranmer, 1489-1556, Anglikanararnir,
John Knox, 1505-1572, Skotsku Presbyterianararnir,
John Calvin, 1509-1564, Presbyterianararnir,
Roger Williams, 1603-1683, Fyrsti Baptista pastorur í Amerika,
John Wesley, 1703-1791, Metodistarnir,
Cotton Mather, 1663-1728, Congregational.
Cotton Mather segði:
Orð Guðs segði okkum frammanundan um ein anti-christ, sum mundi rísa, og í pávanum í Rom eru allir eginleikarnir hjá hesum anti-christi svaraðir á so undursaman hátt, at um nakar sum lesur skriftina ikki sær tað, tá er ein undursamur blindleiki yvir honum.
Martin Luther segði:
Pávastólurin er sætið hjá hinum sanna og veruliga anti-christi.
Í dag venda hesir kirkjurætningar blinda eygað og deyva oyrað til læruna hjá teirra grundleggjarum. Um pávastólurin var sætið hjá anti-christi í 15. øld, hví skuldu vit dittað okkum at hildið, at hann er tað øvugta í dag?
( Samanber: Fyri 100 árum síðan sóu Føroysku kvinnubrotini at sjálvur hin bítandi Edens-ormurin svimur í brennivínsfløskuni, og hon varð bannað. Í dag sita Guð-leysu reyðsokkarnir og dragdrotningarnar, sum hava yvirgivið heim mann og børn, á tingi og í D&V og smigra fyri brygging og fríari rúsdrekkasølu!!! Altso, má hvørt ættarlið brenna seg, áðrenn tey læra? )
Hvar stendur tú í mun til katólsku skøkjuna og annan falskan kristindóm, falsliga sokallaðan?