- Tað er ikki dópurin sjálvur sum vaskar burtur óreinskuna, tí tað stendur skrivað, .. ikki burturtøkan av óreinskuni av kjøtinum .. (I. Pæt. 3:21 FKJ)
- Tað er endurføðingin sjálv (t.e., at ein er frelstur) sum er tváanin, (ikki dópur), tí tað stendur skrivað, .. samsvarandi við miskunn sína frelsti hann okkum, við tváanini av endurføðing, og endurnýggjan av Heilaga Andanum. (Titus 3:5 FKJ)
- Rættur dópur er inn í vatn, og ikki við ásletting, tí tað stendur skrivað, .. og teir fóru niður báðir inn í vatnið, bæði Philippus og hirðmaðurin; og hann doypti hann. Og tá ið teir vóru komnir upp út úr vatninum, .. (Gern. Ap. 8:38-39 FKJ)
- Dópurin er ein útvortis vitnisburður av eini innvortis hending, sum longu er farin fram (altso, at ein er vorðin frelstur við eins egnu trúgv og játtan). Hesin vitnisburður er yvirfyri øllum umboðsaðalum, bæði andaligum og veraldligum, tær sjálvum tillíka; men fyrst og fremst yvirfyri Guði sjálvum, tí um dópin stendur skrivað, .. men aftursvarið av eini góðari samvitsku mótvegis Guði, við uppreisn Jesu Christs (I. Pæt. 3:21 FKJ). Altso: tú verður doyptur eftir at tú longu hevur eina góða samvitsku mótvegis Guði, tvs. ert vorðin frelstur.
- Vit doypa tey sum eru lærusveinar; vit gera ikki lærusveinar við at doypa, tí tað stendur skrivað, .. Farið tit tessvegna, og (1) lærið allar tjóðir, (2) doypandi tey í navni Faðirsins, og Sonarins, og Heilaga Andans: (3) Lærandi tey at geva øllum lutum ans hvørjarsumhelst ið eg havi boðið tykkum: (Matth. 28:19-20 FKJ). Vit læra fyrst (t.e. grundleggjandi evangeliið til frelsu), síðan doypa, og læra síðan frelstar læruvseinar at halda alt sum Jesus lærdi okkum. Implikatiónin er, at vit tala orðið fyri øllum, og doypa tey sum taka við trúgv á Jesus Christ. (Týðing J. Dahls sigur .. gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey ..; men orðini “við tað at tit” eru tikin út úr tómari luft, fyri at styðja undir falslæru fólkakirkjunnar.
- Hvussu við børnunum?
Børnini hjá teimum heilagu eru heilag (eisini tá ið bert annað av foreldrunum er frelst); men børnini hjá teimum vanheilagu eru órein (tvs. tá ið bæði foreldrini eru ófrelst),
.. tí tað stendur skrivað, .. Tí hin vantrúgvandi ektamaðurin er halgaður av ektakonuni, og hin vantrúgvandi ektakonan er halgað av ektamanninum: annars vóru børn tykkara órein; men nú eru tey heilag (I. Cor. 7:14 FKJ).
Tvs. um bert annað av foreldrunum er heilagt (tvs. frelst), so eru børnini heilag (tvs. frelst),
men um bæði foreldrini eru vanheilag (tvs. ófrelst), so eru børnini órein. (Órein má merkja ófrelst, tí hvussu kunnu tey vera frelst, um tey eru órein? Óreinur í Bíbliuni er altíð tann, sum hevur synd sína enn yvir sær; samanber við at vera spitalskur, sum er ofta talað um sum at vera óreinur. (Spitalskni er ígjøgnum alla Bíbliuna ein mynd uppá synd.))
- Sambært I. Cor. 7:14 eru øll børn ikki automatiskt Guðs børn óansæð um teirra foreldur eru heilag ella ikki. Øll menniskju eru gitin í synd (Ps. 51:5 KJB), arva synd frá fedrum sínum (I. Pæt. 1:18-19), og eru fødd sum syndarar eftir mynd hins fyrra Adams, og mugu koma inn í mynd hins seinna Adams gjøgnum sanna endurføðing, sum er frelsa (I. Cor. 15:45&50 ; Jóh. 3:5-6). Tí sigur Jesus, at vit skulu leiða børnini til hansara, tað er læra tey um hann frá ungum árum av, so tey koma til persónliga trúgv á hann. Hetta merkir sjálvandi ikki, at vit doypa tey áðrenn tey eru sjálvstøðug (t.e. eru um 12-14 ára gomul, samanber við Jødiska Bar Mitzva), og standa í síni egnu frelsandi trúgv. Um at vit skulu leiða børnini til Jesu stendur tað skrivað, .. Men Jesus segði, Loyvið lítlum børnum, og sýtið teim ei, at koma til mín: tí til slíkra hoyrir kongadømi himins. (Matth. 19:14 FKJ). Nøkur beinleiðis tilvísing til dóp finst ikki í hesum striftstaðinum. Í Bíbliunnar kláru boðum um dóp, t.e. í Matth. 28:19-20 og í Mark 16:15-16, síggja vit (1) prædikan (læra) av gleðiboðskapinum, (2) trúgv á gleðiboðskapin, (3) dóp í navni hins tríeinda Guðs, (4) frelsa, (5) víðari læra av doyptum lærusveinum. Onkur hevur sagt, at “tingenes rækkefølge er ligegyldig”, men tað heldur ikki rættiliga vatni ímóti Guðs orði, sum altso setur hesi tingini upp í hesi raðfylgjuni. Tað gera vit vísast í at taka so sum tað stendur.
Niðurstøða:
Tú kanst vera frelstur, um tú ikki enn ert vorðin doyptur við røttum Christnum vatn-dópi, tí frelstur ert tú aleina við at trúgva at Jesus Christus er Sonur Guðs (Gern. Ap. 8:37 FKJ), trúgva at Jesus Christus doyði fyri syndir tínar samsvarandi við skriftirnar; og at hann varð grivin, og at hann reis upp aftur triðja dagin samsvarandi við skriftirnar (I. Cor. 15:1-4); trúgva at Guð Faðirin vakti Harran Jesus upp frá hinum deyðu, og játta við munni tínum Harran Jesus (sí Rom. 10. 9-10 FKJ).
Men um tú ert frelstur, hvat forðar tær í at vera lýðin Jesu Christi boði um dóp?
Sektin?
Slektin?
Traditiónin?
Tann falska religiónin?
Míni ráð: Gakk ikki longur undir ójøvnum oki við eina rúgvu av molapykk-boðandi pávum, kardinalum, bispum, fólkakirkjuprestum; kom tær út úr skøkju-kirkjuni (Katólsku skøkjuni, og hennara døtrum .. Anglikanarar, Lutheranarar ..), ger Jesus Christ títt einasta høvd, kenst við hann yvirfyri øllum umboðsaðalum, og ver eitt sterkt vitni um og fyri tín Harra og Frelsara Jesus Christ inntil deyðan.
Tí fyri mær at liva er Christus, og at doyggja er vinningur.
(Phil. 1:21 FKJ)
(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)