Orðið, ikki hugsanin


Gail Riplinger skrivar í bók síni ”In Awe of thy Word” at Gotiska Bíblian frá ár 350 e. kr., varð týdd úr grikskum orð fyri orð, og orðini vóru enntá næstan fullkomiliga í somu raðfylgdu sum í grikska tekstinum. Hugsanin var tann, at tað var orðið sjálvt sum var byggieindin, ikki hugsanin í setninginum. Við at samanbera Luthers týðing, donsku frá 1732 og King James Bíbliuna, havi eg sæð, at henda grundhugsan eisini var galdandi hjá teimum tá. Raðfylgjan á orðunum í teimum gomlu bíbliunum tykist mangan undarlig fyri okkum nútíðar menniskjum; ikki trúgvi eg orsøkina bert vera tann, at tey tosaðu so tá á døgum, nei, man tað ikki heldur vera trúskapurin móti orðinum sum kemur til sjóndar.

Hesa meginreglu havi eg eisini kent, at eg skal brúka. Hvørt orð má tyggjast, smakkast, og vigast, og síðan týðast við einum orði, sum smakkar eins, vigar tað sama og hevur somu “massafyllu” í munninum, huganum og hjartanum. Ein, sum ikki virðir og elskar orð Guðs, eigur ikki at koma at bíbliutýðing. Ein slíkan trúgvi eg í øllum førum ikki, Guð hevði kallað. Hvat onkur pengagrísk nevnd kann finna uppá fyri mammon og ormin hin sniðfundiga, tað má so vera teirra søk. Teir sum týða eftir sokallaðu dynamisku tilsvarandi meginreglu Satans (dynamic equivalency) koyra Guðs orð á eina grønslímuta glíðibreyt, sum tey sum stíga út á glíða svusj niður til helvitis. Sum Pætur segði um epistlar Paulusar: “júst sum elskaði bróðir okkara Paulus eisini samsvarandi við vísdómin honum er givin hevur skrivað til tykkara; Sum eisini í øllum epistlum hansara, talandi í teimum um hesar lutir; í hvørjum summir lutir eru torførir at verða skiltir, hvørjar teir sum ólærdir eru og óstøðugir brongla, sum teir gera eisini hinar skriftirnar, at teirra egnu oyðilegging.”

Eg havi valt at seta komma, semikolon, kolon og punktum í sama stað sum KJV. Hetta júst fyri betri at kunna fylgja við, hvar eg eri komin til, og fyri at tryggja, at einki orð dettur burturímillum. Tá ið eg týði ein setning, rokni eg í útgangspunktinum við at týða hvørt orð og í somu raðfylgju sum í KJV; síðan lættlesi eg kapitulin á føroyskum við atliti til føroyskar orðingar, setningsbygnað, bending, og um fornøvn og fyrisetingar nýtast at standa, ella um tær siga seg sjálvar út frá bendingini. Enskt frá 1611 líkist nokkso nógv klassiskum føroyskum, men føroyska bendingarkervið er sítt egið.

Í 1611 nýtti man ikki gásareygu ella kolon tá man skuldi skriva okkurt, ið sagt varð. Man nýtti bert eitt komma, og so byrjaði man við stórum. Bíbliuteksturin sigur sjálvur so gott sum altíð: “Og hann segði”, ella okkurt líknandi. Av hesi grund havi eg valt eisini at hava hetta júst sum King James A.V. 1611, eisini fyri at fáa eina klassiska føroyska King James Bíbliu. Tað er ikki bert hvørt orð, ið telur, men hvørt komma og hvør prikkur; eins og Jesus sjálvur segði: “Ikki ein smástavur ella ein stavkrókur skal falla burtur…”