Tað er algongt at síggja, serliga hesa síðstu tíð, framúr ábært millum tíðindafólks, at samtíðis sum fólk fult og aldeilis hevur mist tøkur á føroyska málinum sum heild, altso rættari bending og slíkum, so fara tey at royna at skava útyvir sína fákunnu við at nýta so “øgilga” føroysk orð inn ímillum, sum um at tað skuldi kunnað betrað støðuna nakað vet.
Sannleikin um málreinleika man vera tann, at um ein hevur tøkur á sjálvum bygnaðinum í føroyska málinum og dugir at tosa og skriva tað rætt, tað er við rættari bending, røttum kyni, og røttum endingum í ávísu føllunum sum fyrisetingarnar stýra, so tolir føroyska málið bæði væl og virðiliga, at ein heingir uppá tað eitt latínskt orð her, eitt enskt orð har, eitt íslendskt orð hérna, ja enntá eitt danskt orð der, – tó alt við máta.
Nei, tað er slettisikki slettingin sum man hótta málið, men eitt totalflatt, daniserað, kastrerað havna- og sunnananmál, eins væl og eitt skammiliga óvandað norðanmál, summir sigandi alt við “ir”, aðrir alt við “ur”, kynsvilt, ópolerað, totalspolerað svassitos. Einkið skil. Í fjølmiðlunum. Dagliga.
Ja, ein hoyrir svassitos, dagliga, uttan vit, uttan hald í nøkrum, bert ljóð, skrambul, sum ein blandimaskina við dupultari ferð. Sløkk, og byrja av nýggjum at hugsa. Guð gav tær ein heila at hugsa; ja hugsa tær, sjálvastur tú kanst hugsa!. Tú verður kløkkur av hvat tú sjálvur kanst finna fram til, óstýrdur, frælsur, óheftur, tú sjálvur; … væl at merkja við Guðs Anda í brósti, og Guðs orð í hond, KJV, tí annars er alt brostið, saltleyst, á køsti.
DÁRIN hevur sagt í hjarta sínum, Eingin Guð er. (Psálmur 14:1b)
HARRANS ótti er byrjan vísdóms. (Psálmur 111:10a)
Óttast tú ikki Guð, so ert tú blástur!
Ja, ein blástur dári: aldeilis uttan vísdóm.
Ver vísur í tí.