Jan. 2013
12 Eiheldur er tað frelsa í nøkrum
øðrum: tí tað er einkið annað
navn undir himni givið millum
manna, hvarvið vit mugu verða
frelstir.
( Gern. Ap. 4:12 FKJ )
27 Og eins og tað er fyriskipað
monnum eina ferð at doyggja,
men eftir hetta er dómurin:
( Hebr. 9:27 FKJ )
36 Hann ið trýr á Sonin hevur
ævigt-varandi lív : og hann ið trýr
ikki Syninum skal ikki síggja lív;
men vreiði Guðs verður verandi á
honum.
( St. Jóh. 3:36 FKJ )
20 Men sýndi fyrst teimum av
Damascus, og í Jerusalem, og út
gjøgnum øll umráðini av Judæu,
og síðan fyri Heidningunum, at
teir skuldu venda um og venda til
Guðs, og gera verk hóskilig fyri
umvending.
( Gern. Ap. 26:20 FKJ )
19 ¶ Tað var ein ávísur ríkur
maður, sum var klæddur í purpur
og fínt lín, og gleddist marglætisliga
hvønn dag:
20 Og tað var ein ávísur biddari
nevndur Laz´-a-rus, sum varð lagdur
við dyr hansara, fullur í sárum,
21 Og tráandi at verða mettaður
við molunum sum fullu frá borði
hins ríka mans: harafturat komu
hundarnir og sloktu sár hansara.
22 Og tað bar á, at biddarin doyði,
og varð av einglunum borin inn
í fang Ábrahams: hin ríki maðurin
doyði eisini, og varð jarðaður ;
23 Og í helviti lyftir hann upp
eygum sínum, verandi í pínslum,
og sær Ábraham langt burturfrá,
og Laz´-a-rus í fangi hansara.
24 Og hann rópaði og segði,
Faðir Ábraham, hav miskunn mót
mær, og send Laz´-a-rus, at hann
má drepa tippin av fi ngri sínum í
vatn, og svala tungu míni; tí eg eri
pínslaður í hesum loga.
25 Men Ábraham segði, Sonur,
minst til at tú í lívstíð tíni tókst við
tínum góðu lutum, og líkaleiðis
Laz´-a-rus illu lutum: men nú er
hann troystaður, og tú ert pínslaður.
26 Og umframt alt hetta, ímillum
okkara og tykkara er tað eitt
mikið svølg fest: so at teir sum
vildu ferðast hiðanfrá til tykkara
kunnu ikki; eiheldur kunnu teir
ferðast til okkara, sum vildu komið
haðanfrá.
27 Tá segði hann, Eg biði teg
tessvegna, faðir, at tú vildirt sent
hann til húsar faðirs míns:
28 Tí eg havi fi mm brøður; at
hann má vitna fyri teim, at ikki
teir eisini komi inn í henda pínslustað.
29 Ábraham sigur við hann, Teir
hava Móses og prophetarnar ; lat
teir hoyra teir.
30 Og hann segði, Nei, faðir
Ábraham: men um ein fór til
teirra frá hinum deyðu, vilja teir
venda um.
31 Og hann segði við hann, Um
teir hoyri ikki Móses og prophetarnar,
eiheldur vilja teir verða
sannførdir, tó ein reis frá hinum
deyðu.
( St. Lukas. 16:19-31 FKJ )