(2008/9)
Hvat er hetta fyri nakað, sum hevur sníkt seg inn í christnu rekkjurnar síðstu fimm árini? Tey christnu bjóðandi fíggindanum til panelfundar um dittin og um dattin at diskutera OKKARA viðurskiftir? Og allar meiningar skulu luftast, – eisini tær hjá Satan, meðan áhoyrararnir væntast at sita og mynda sær sína egnu meining útfrá hvør av panellimunum er best talandi og mest sjarmerandi. Var hetta tað, Harrin Jesus Christus kallaði okkum at gera? Eiga vit ikki heldur at sita við eini opnari Bíbliu og hoyra hvat GUÐ meinar um tingini, og ikki at diskutera hvussu vit (og Satan) vilja hava tey??
Harrin Jesus Christus kallaði okkum ikki til at diskutera okkara kristnu trúgv, men at BOÐA, at menniskju allar staðir skulu venda um, tí at Guð brátt fer at døma heimin við rættvísi av manninum Jesusi Christi!
Í seinasta Blákrossblaði stóð at lesa, at Blái Krossur í Svøríki helt panelfund herfyri, undir heitinum “Hvat siga heimsreligiónirnar um alkoholdrykkju?” Lat meg spyrja eitt: Hvat í allari víðastu verð kemur tað okkum christnu við, hvat heimsreligiónirnar siga um nakað sum helst? Altso, hatta er einki annað enn at stilla seg fram sum ein av mongum vegum til Guðs. Tað er bert EIN vegur til GUÐS, JESUS CHRISTUS, allir hinir leiða til HELVITIS!!!. Vit eru altso tey EINASTU sum hava SANNLEIKAN. Mohammed, Buddha, Bahaiullah og allir hinir falsararnir hava ikki eitt einasta orð at skula hava sagt, tí Christus segði, at ALLIR teir, sum vóru komnir undan honum vóru lygnarar og tjóvar. Eigur tað at flyta okkum eitt einasta vet hvat trúgvir heimsins meina? Eiga vit at taka tað við í nakra meting av tingunum yvirhøvur? Eg haldi ikki. Okkara EINASTI grundvøllur er GUÐS ORÐ. Okkara uppgáva er at boða tað, tí tað ER sannleikin. Bíblian (KJV) er GUÐS MEINING UM TINGINI. Lat Guð vera sannorðaðan og hvønn mann ein lygnari, ikki minst teir, sum hava faðirin at lygnini sum sín faðir. Guð orð, og EINKI ANNAÐ, er okkara einasti og evsti avgerðarmyndugleiki. Alt annað er møsn!
Vit eiga ikki at stilla okkum at DISKUTERA sannleikan, men at boða hann, TÍ HANN ER EINASTI SANNLEIKIN, hann, JESUS CHRISTUS. Alt allað er humanistisk lygn, og má boyggja seg fyri honum, um ikki her, so við ta stóru hvítu trónu FOR SURE!!
Sig mær, – er saltið vorðið totalt dovið hjá teimum trúgvandi í Føroyum??
Verður tað næsta ein panelfundur í Vaticaninum um hvussu allar trúgvir skulu sameinast í eina tolsemis-pulju? Eg verði ikki skakkur, tá ið tað hendir.
( Tá verði eg so avhøvdaður. Hvussu við tær? )
Eg meini við, – panelfundir í Norðurlandahúsinum av sokallaðum “trúgvandi”, sum vilja spýggja sítt darwinseitur inn í sanntrúgvandi sálir, ja sum enntá sleppa at skríða inn um teir elstu, beint inn í meinigheitirnar!!. Seti alvorligan spurning við ta meinigheit, sum opnar fyri sovorðnum, tað má eg siga. Har standurin so er vorðin, har skipar triðja ættarlið fyri sodomittafestini G!. Eg rokni so ikki slíkar menn sum mínar brøður í Harranum, men so beint hitt øvugta. Innsníktir tænarar, langt síðan frammanundan innskrivaðir til dóms. Mátti Guð givið slíkum monnum náði til umvendingar!! Sokallað kristin trúgv, sum ikki er rein Bíbliu-grundað trúgv, er ikki nøkur kristin trúgv yvirhøvur, heldur ikki í 2009. Slíkir eru teimum minstu sum trúgva á Jesus Christ til alvorligan meinboga, og heldur enn at skula verða tað, hevði tað verið teimum betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á teimum og teir kastaðir niður í havsins djúp. (Og har tosaði Jesus altso um HELVITI). Og jú, HELVITI er til enn, sama hvat hvør falsboðari hevur sagt tykkum!!!
Hetta panelfundar tolsemis molapykkið er skriðið inn í meinigheitina úr heiminum, fyri ikki at siga helviti, og eigur at verða sparkað út úr heinigheitini per fluks útaftur út í heimin, sum allur liggur í hinum illa, og sum IKKI EIGUR AT HAVA EITT ORÐ AT SIGA OKKUM UM, HVUSSU VIÐURSKIFTINI VERÐA RIKIN Í GUÐS ANDALIGA HÚSI. Lat so heimin diskutera síni viðurskiftir á sín sleiska, falska, jaliga, tolsemis vís við riiiisastórum tannpastasmíli, og latum okkum trúgvandi BOÐA GUÐS ORÐ, og einki annað!!!
At evangeliið ikki kann verða boðað ígjøgnum hatta Kringvarpið, eigur ikki at undra ein trúgvandi nakað vet. Altso høvdu tit veruliga væntað, at Satan fór at lova okkum at boða evangeliið ígjøgnum síni talurør?
Latum okkum nú gjalda prísin og fara út á gøturnar at boða evangeliið á nýtestamentligum vís, við lívinum sum innsats. Bað eingilin Pætur og teir bjóða hinum elstu av jødunum til panelfundar, tá ið hann opnaði hurðarnar í fongslinum? Nei! Hann bað teir stíga fram í templinum og boða øll hesi lívsins orð fyri fólkinum. Teir diskuteraðu ikki við fíggindan um tað, sum Harri teirra og Frelsari hevði boðið teimum at gera. So býttir vóru teir ikki. Vit høvdu gjørt væl í at lært av teimum.
Einaferð var eg púra svakur úti í missiónshúsinum á Toftum um at handan útvatnaða heimamissiónin nú brúkar gyklarar til at undirhalda børnunum við gandaspæli, gandahatti og gandastavi. Jamen, tað er ikki rættur gandur, siga teir. TAÐ KANN GERA TAÐ SAMA; TAÐ HOYRIR IKKI HEIMA Í GUÐS HÚSI!!!!!!!! Har er onki at diskutera!!! Kortini var einasta afturmelding eg fekk tann sama: tú burdi havt boðið til panelfundar um evnið, so hevði alt komið fram. Sovorið heimsins tíðaranda-ríðandi sataniskt tvætl!!! GYKLARAR HOYRA IKKI HEIMA Í GUÐS HÚSI, tí GUÐ sigur, at hann hatar gand, manarar og gandakallar. Har er onki at diskutera; tí GUÐ hevur longu talað.
Eg í øllum førum eri blivin deyðatroyttur av at síggja og hoyra hatta tvætlið.
Hetta skal verða ein áheitan til øll tey í Føroyum, sum kalla seg endurfødd frelst trúgvandi fólk um at BOÐA EVANGELIIÐ, og gevast við at DISKUTERA TAÐ Á HEIMSINS TOLSEMIS, HUMANISTISKA, SLEISKA VÍS.
Vendið um, mínir oyrnakitlandi, mannsleikjandi brøður. Vit tæna Harranum JESUSI, ikki heiminum.
Sjúrður Højgaard.