Rick Warren: Vandamiklasti pastorurin í heiminum



Warren er talsmaður fyri Chrislam (samansveising av kristindómi og Islam), og hevur verið talari á WEF (Word Economic Forum, sentralnervin í New World Order, komandi anti-christs ríki) hjá Klaus Schwab í Davos, Sveis. Búmerkið hjá WEF er eitt 6 tal, sum endurtekist 3 ferðir, altso 666 (prógv her>).
(Ó)kristiligi bókhandilin VITIN seldi Purpose Driven Lie, og KELDAN gloyptu úlvin Rick Warren høvd, horn, og hala. So ikki kann eg líta á teir. Tá ið Keldan so eisini hevði Bryan Houston at tala hjá sær, sum sigur, at JEHOVAH og Allah er hin sami, so sigi eg farvæl til Kelduna fult og heilt. Sum Ruckman segði: Birds of a feather flock together. Teir eru vónleyst blindir, og eg líti tí ikki leiðsluna av míni sál upp í hendurnar á blindum hirðum. Eg fylgi Jesu rødd: King James Bíbliuni sjálvari, og ávísum trúføstum boðarum av henni, so sum Leonard Ravenhill, Peter Ruckman, og David Wilkerson.