Bræv til Dimmu

(Hetta bræv varð sent redaktiónini á Dimmalætting, 11. Februar 2009).


Til hávirdu redaktión Dimmalættingar

Føroysku fjølmiðlarnir tykjast vera vorðnir nøkur ófatilig antikristilig og antisemittisk avgrundarhol, haðan tit pumpa út tilfar sum alt er ímóti Guði okkara. Eru tit varir við tað?

Vit vita øll, at tað er Hamas, sum síðstu 3-4 árini hevur skotið túsundvís av bombum inn í Ísrael, og at Ísrael nú AV RØTTUM verjir seg. Kortini vísa tit okkum altíð støðuna út frá palestinskum eygum, og vilja gera Ísrael til syndabukk. Ísrael hevur ongantíð verið fyrri at loypa á. Teirra náttúr er ikki kríggj, men teir vilja bara hava frið. Teirra trúgv er ikki ein haturstrúgv, men tað er Islam harafturímóti. Sum kunnugt, kallar Koranin á týningina av øllum, sum ikki vilja venda um til Islam. Hetta ger Bíblian ikki, hvørki gamla ella nýggja testamenti.

Tað finnast túsundir av Ísaels-vinum í Føroyum. Vit lesa tíðindini frá hini síðuni og vita sannleikan.

Eg haldi tað vera ófatiligt at síggja forsíðugreinar sum smigra fyri og taka so synd í parestinarunum. Bið teir fara út í Sahara onkrastaðni at dyrka sær eitt paradís-land upp úr ongum, so sum Ísraelsmenn hava gjørt. Lat teir fáa onkran strimmil av Marokko ella Libyu. Teir blóðtyrstu eru palestinararnir; og dagsins Guðs-fíggindarligu fjølmiðlar, Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarpið allir íroknaðir!!

Sum Guðs fíggindar, vil eg lata tykkum vita, at tit koma ikki at standast, men koma við hesum at týna tykkum sjálvum. Ísraels Guð er hin sanni Guð, og hann hevur verið og er Guð føroyinga, og hann er mín Guð. Allah er ikki Guð, men ein gamal mánagudur, og í veruleikanum djevulin. Er hann nakað at smigra fyri?

Sá eina stóra grein um onkran katólskan “prest”, sum avnoktar at holocaust hevur funnið stað, og sum tit av tykkara eintingum velja at birta í blaðnum. Tað vita tit og vit øll somul, at holocaust fann stað, so hvat er hetta fyri skvaldur, tit bjóða okkum lesarum? Tað finnast túsundir av jødum, sum kunnu vitna, at tey vóru á nazistiskum týningalegum undir nazistakrígnum. Hyggið til dømis eftir filminum “Schindlers´List”.

Vita skulu tit, at katólska skøkjan er eingin kristin kirkja, men synagoga satans, og skøkjan á sjey fjøllum (Opb. kap. 17).

Tað er hon, sum var “mastermeindið” aftanfyri bæði fyrra og seinna veraldarkríggj. Hitler, Gøbbels, Von Papen og Himmler vóru allir katólskir, og vórðu stuðlaðir av Pius XI páva. Von Papen, sum var diplomatur Hitlers við Vaticanið, og hjálpti Hitleri til valdið, segði: “Triðja ríkið (nazistatýskland) er fyrsta veldið, sum ikki bert viðurkennir, men eisini setir í verk hinar høgu grundreglur pávadømisins“. (Der Völkischer Beobachter, 14. jan. 1934). Um hetta ikki virkar nóg sannførandi, so hugsa um, at Vaticanið ikki enn hevur góðtikið statin Ísrael. Vaticanið er anti-Ísrael, anti-Guð, anti-christiligt, tí har situr enn sum áður hin sanni og veruligi Anti-christ (segði Martin Luther).

Í november / desember 2008 sendi eg tykkum og Sosialinum trý lesarabrøv, sum hvørki tit ella Sosialurin hava birt. Tit sigast vera objektiv, men hava prógvað tykkum sjálv at vera sera subjektiv, veljandi frá hvat føroysk eygu skulu síggja og føroysk oyru skulu hoyra. At kringvarpið so vil taka morgunlesturin burtur, vitnar sterkt ímóti teimum, at teir eisini eru nakrir lítlir Guðs-hatarar.

Guð sigur soleiðis um Ísrael, og avkomið av røttu blóðlinjuni gjøgnum Ísaak og Jácob: “Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær”.

Dimmalætting, og føroysku fjølmiðlar annars, – hví vilja tit banna tykkum sjálvum, og draga forbannilsi yvir alt føroya land?

Sjúrður Højgaard.