Við at broyta Guð varð givin til kennar í kjøtinum til “hann sum birtist í holdi”, er sterkasta versið í N.T., sum lærir Jesu Christi Guddómleika, perverterað í ØLLUM nýmótans “bíblium”, báðum hinum føroysku “bíbliunum” íroknað. Eg góðtaki so IKKI slíkar “bíbliur” sum Bíbliur; ikki tí at eg hati nakað fólk, men tí at eg elski Guðs orð. Men, tað er opinbart fáur sum skilur slíkt.
Og uttan stríðsmál, mikil er loyndardómur gudiligleikans: Guð varð givin til kennar í kjøtinum, rættvísgjørdur í Andanum, sæddur av einglum, prædikaður Heidningunum, trúðin á í heiminum, móttikin upp inn í dýrd.
( I. Tim. 3:16 FKJ )