Donsk Bíblia frá 1732/40


Á ferð í Danmørk summarið 2008, keypti eg eina rímiliga væl varðveitta danska Bíbliu í einum Antikkhandli í Thisted. (Síðan havi eg eisini bundið hana betri inn.)

Sum longu nevnt, varð fyrsta danska reformatiónsbíblian frá 1550 týdd eftir Textus Receptus hjá Erasmusi, og líkist tí King James Bíbliuni rættiliga nógv. Útgávan av 1732, fyrst prentað í 1740, (mín varð prentað í 1845), var ein endurskoðað útgáva av gomlu týðingini, ikki ein nýggj týðing. Danska Bíblian fór gjøgnum nakrar endurskoðanir, men varð hetta altíð gjørt í mun til standard tekstin hjá Erasmusi, (ella textus receptus sum heild). Til dømis hevur pápi mín eina danska Bíbliu frá 1895, og hon líkist rættiliga nógv mínari. Øll tey kritisku versini eru enn røtt, so sum I. Mós. 2:7; Jóh. 3:16; Jóh. 4:42; Jóh. 6:47; Rom. 8:1; Rom. 11:6; I. Jóh. 5:7-8; I. Pæt. 3:18, Opb. 1:11, so bert nøkur dømir verða nevnd.

Allar danskar bíbliur eftir ca. 1900 hava tíverri verið týddar eftir korrupta grikska tekstinum hjá Westcott & Hort, og tykjast bara at versna og versna.