I hinum síðstu døgum skuldu koma váðasamar tíðir; og tær eru nú 



II. Timotheus kapitul 3:

HETTA viti eisini, at í hinum síðstu døgum skulu koma váðasamar tíðir.
2 Tí at menn skulu vera elskarar síns egna sjálvs, ágirndarsamir, reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar, óhoyriligir móti foreldrum, ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar, falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar av teim sum eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir, elskarar av njótingum meiri enn elskarar av Guði;
5 Havandi ein form av gudiligleika, men avnoktandi kraftina av honum: frá slíkum vend burtur.
6 Tí at av hesum slagi eru teir sum sníkjast inn í húsˇ, og leiða til fanga fjákutar kvinnur – løddar við syndum, leiddar burtur við ymsum lystum,
7 Altíð lærandi, og aldri førir fyri at koma til kunnleikan um sannleikan.
8 Nú, eins og Jannes og Jambres stóðu ímóti Mósesi, soleiðis standa eisini hesir ímóti sannleikanum: menn av spiltum hugum, afturrekingar viðvíkjandi trúnni.
9 Men teir skulu ei fara longur fram: tí at teirra dárskapur skal verða eyðsýndur øllum monnum, eins og teirra eisini varð.
10 Men tú hevurt til fulnar kent mína Guðslæru, lívsførslu, endamál, trúgv, langmóð, vælvild, tolmóð,
11 Atsóknir, líðingar, sum komu til mín í Antiochiu, í Iconium, í Lýstru; hvørjar atsóknir eg útstóð: men út úr teim øllum Harrin útfríaði meg.
12 Ja, og allir, sum vilja liva gudiliga í Christi Jesusi, skulu líða atsókn.
13 Men óndir menn og tølarar skulu vaksa verri og verri, villleiðandi, og verðandi villleiddir.
14 Men halt tú áfram í teim tingunum sum tú hevurt lært, og ert vorðin sannførdur um, vitandi av hvørjum tú hevurt lært tey;
15 Og at frá barni av tú hevurt kent hinar heilagu skriftir, sum eru førar fyri at gera teg vísan til frelsu, gjøgnum trúgv sum er á Christ Jesus.
16 Øll skrift er givin við íblástri av Guði, og er gagnlig til Guðslæru, til írættaseting, til rættleiðing, til undirvísing í rættvísi:
17 Fyri at Guðs maðurin má vera fullkomin, fullvegis útgjørdur at øllum góðum verkum.


HIN ALMENNI EPISTIL JUDASAR:

JUDAS, tænari Jesu Christs, og bróðir Jákobs, til teirra sum eru halgaðir av Guði Faðirinum, og varðveittir í Jesusi Christi, og kallaðir:
2 Miskunn at tykkum, og friður, og kærleiki, veri margfaldað.
3 Háttelskaðu, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum, at tit skuldu álvarsamligani stríða fyri trúnni, sum varð einaferð fingin teimum heilagu.
4 Tí at tað eru ávísir menn, skridnir inn óvarnandi, sum vórðu áður frá gamlari tíð útnevndir til hesa dómfelling, ógudiligir menn, umgerandi náði Guðs várs yvirí skendsku, og avnoktandi hin einasta Harra Guð, og váran Harra Jesus Christ.
5 Eg vil tí seta tykkum í endurminning, tó at tit einaferð vitstu hetta, hvussu ið Harrin, havandi frelst fólkið út úr Egyptalandi, aftaná oyddi tey sum trúðu ikki.
6 Og teir einglarnar, sum hildu ikki sína fyrstu støðu, men yvirgóvu sín egna bústað, hevur hann goymt í ævigtvarandi ketum undir myrkri, framat dómi hins mikla dags.
7 Enntá sum Sodoma og Gomorrha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, gevandi seg sjálvar yvir til siðloysis, og farandi eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.
8 Líkaleiðis eisini hesir skitnu droymararnir óreinka kjøtið, vanvirða harradømi, og tala ilt um tignir.
9 Tó høvuðseingilin Michael, tá ið hann stríddi við djevulin, skifti hann orð um Móse likam, tordi ei føra ímóti honum eina háðandi ákæru, men segði, Harrin harti teg.
10 Men hesir tala ilt um tey ting sum teir kenna ikki: men tað, sum teir kenna náttúrligani, eins og vitleys djór, í teimum tingunum spilla teir seg sjálvar.
11 Vei teimum!  tí at teir hava gingið á vegi Cáins, og runnu grádigani eftir villfaring Bálaams fyri endurgjald, og glataðust í andmæling Cora.
12 Hesir eru blettir í tykkara vælvildar-festum, tá ið teir festa við tykkum, nørandi seg sjálvar uttan ótta: skýggjˇ teir eru, uttan vatn, drivnir umkring av vindum; trø, hvørs ávøkstur følnar, uttan ávøkst, tværreisur deyðir, slitnir upp við røturnar;
13 Øðisligar sævaraldur, froðandi út teirra egnu skomm; reikandi stjørnur, til hvørja er avlagdur myrkursins svartleiki um ævir.
14 Og Enoch eisini, hin sjeyndi frá Adami, propheteraði um hesar, sigandi, Sí, Harrin kemur við tíggju túsundum av sínum heilagu,
15 Til at útinna dóm uppá allar, og at sannføra allar sum eru ógudiligir teirra millum um allar teirra ógudiligu gerðir sum teir hava ógudiligani framt, og um allar teirra hørðu talur sum ógudiligir syndarar hava talað ímóti honum.
16 Hesir eru knarrarar, klagarar, gangandi eftir teirra egnu lystum; og teirra muður talar mikil uppblásandi orð, havandi persónar manna í metum uppá grund av frama.
17 Men, háttelskaðu, minnist tit orðini sum vórðu talaði áður av ápostlum várs Harra Jesu Christs;
18 Hvussu ið teir søgdu tykkum, at tað skuldu verða spottarar í hini síðstu tíð, sum skuldu ganga eftir teirra egnu ógudiligu lystum.
19 Hesir veri teir sum atskilja seg sjálvar, sansaligir, ei havandi Andan.
20 Men tit, háttelskaðu, byggjandi upp tykkum sjálvar á tykkara mest heilagu trúgv, biðjandi í Halga Andanum,
21 Haldið tykkum sjálvar í kærleika Guðs, væntandi eftir miskunn várs Harra Jesu Christs til ævigs lívs.
22 Og við summum havið várkunn, gerandi mun:
23 Og aðrar frelsið við ótta, hálandi teir út úr eldinum; hatandi enntá klæðið, blettað av kjøtinum.
24 Nú, honum sum er førur fyri at varða tykkum frá at falla, og at seta tykkum fram feilafríar frammi fyri nærveruni av síni dýrd við ovurhonds fagnaði,
25 Til hins einasta vísa Guðs várs Frelsara, veri dýrd og hátign, harradømi og máttur, bæði nú og ævir.  Amen.


II. Pætur kapitul 2:

MEN tað vóru eisini falskir prophetar millum fólksins, enntá sum tað skulu verða falskir frálærarar tykkara millum, sum loyniliga skulu føra inn heldømiligar ranglærur, enntá avnoktandi Harran sum keypti teir, og føra uppá seg snara oyðing.
2 Og mangir skulu fylgja teirra herviligu vegum; við grund av hvørjum sannleikans vegur skal verða ilt talaður um.
3 Og gjøgnum havisjúku skulu teir við falsaðum orðum gera handilsskap úr tykkum: hvørs dómur nú frá langari tíð drálar ikki, og teirra heldøming durvar ikki.
4 Tí um Guð eirdi ikki einglunum sum syndaðu, men kastaði teir niður til helvitis, og gav teir yvir í myrkurs ketur, at verða goymdar framat dómi;
5 Og eirdi ikki hinum forna heimi, men frelsti Nóah, hin áttanda persón, ein rættvísis-boðara, førandi inn flóðina omanyvir heim hinna ógudiligu;
6 Og broytandi staðir Sodomu og Gomorrhu yvirí øsku, avdømdi teir við eini hvølving, gerandi teir til eitt fyridømi teimum sum aftaná skuldu liva ógudiliga;
7 Og útfríaði rættvísa Lot, plágaður við hin gravskitna levnað hinna vondu:
8 (Tí hasin rættvísi maðurin, búgvandi teirra millum, í hoyrn og sjón, plágaði sína rættvísu sál frá degi til dags við teirra ólógligu gerðir;)
9 Harrin veit hvussu at útfría hinar gudiligu burtur úr freistingum, og at goyma hinar órættvísu framat dómsdeginum at verða revsaðar:
10 Men serliga teir sum ganga eftir kjøtinum í óreinsku-girndini, og vanvirða stjórn.  Frekir teir eru, eginviljaðir, teir firnast ikki at tala ilt um tignir.
11 Hvar ið einglar, sum eru størri í kraft og mátti, koma ikki við spottandi ákæru ímóti teimum framfyri Harran.
12 Men hesir, eins og náttúrlig, vitleys djór, gjørd til at verða tikin og oydd, tala ilt um tey tingini sum teir skilja ikki; og skulu fullkomiliga glatast í teirra egnu spilling;
13 Og skulu móttaka órættvísis endurgjald, sum teir sum telja tað njóting at óryggjast á deginum.  Blettir teir eru og lýtir, válkandi sær sjálvum við teirra egnu villleiðingum, meðan teir veitslast við tykkum;
14 Havandi eygu full av hordómi, og sum kunnu ikki halda uppat frá synd; tølandi óstøðugar sálir: eitt hjarta teir hava vant við havisjúkum gerðum; bølbiðin børn:
15 Sum hava yvirgivið hin rætta vegin, og eru farnir av leið, fylgjandi vegi Bálaams Bosors sonar, sum elskaði órættvísis løn;
16 Men varð hartaður fyri sína misgerð: hin málleysi asnin, talandi við mansrødd, aftraði ørskapin hjá prophetinum.
17 Hesir eru keldur uttan vatn, skýggj sum verða rikin við einum harðveðri; til hvørja myrkurs disið er goymt um ævir.
18 Tí at tá ið teir tala mikil, uppblásandi fáfongdar-orð, lokka teir, gjøgnum girndir kjøtsins, gjøgnum mikið teymaloysi, teir, sum reint høvdu komist undan teimum sum liva í villu.
19 Meðan teir lova teimum frælsi, eru teir sjálvir tænararnir hjá spilling: tí av hvørjum ein maður verður yvirvunnin, av hinum sama verður hann førdur í trældóm.
20 Tí at um, eftir at teir hava komist undan dálkingum heimsins, gjøgnum kunnleikan til Harrans og Frelsarans Jesu Christs, teir verða aftur fløktir harí, og yvirvunnir, hin seinni endin verður verri hjá teimum enn byrjanin.
21 Tí at tað hevði verið betri fyri teir ikki at havt kent veg rættvísis, enn, eftir at teir hava kent hann, at venda frá hinum heilaga boði teimum varð fingið.
22 Men tað er hent teimum samsvarandi við hitt sanna orðtak, Hundurin er vendur til egnu spýggju sína aftur; og súgvin, sum varð tvigin, til sína veltan í móruni.


Galatararnir 3:13:

Christus hevur endurloyst okkum frá banning lógarinnar, verðandi gjørdur ein banning fyri okkum: tí at skrivað stendur, Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur:


II. Corinthararnir 5:21:

Tí at hann hevur gjørt hann at vera synd fyri okkum, sum kendi onga synd; fyri at vit máttu verða gjørdir rættvísi Guðs í honum.


II. Thessalonikararnir, kapitul 2:

NÚ, vit bøna tykkum, brøður, við komu várs Harra Jesu Christs, og við okkara savnan saman at honum,
2 At tit verði ikki skjótt skakaðir í sinni, ella verði órógvaðir, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er fyri hond.
3 Latið ongan mann villleiða tykkum við nøkrum midlum: tí at tann dagurin skal ikki koma, uttan tað komi eitt fráfall fyrst, og hasin syndarinnar maðurin verði opinberaður, glatanarsonurin;
4 Sum stendur ímóti og hevjar seg sjálvan uppum alt sum verður kallað Guð, ella sum verður tilbiðið; so at hann sum Guð situr í templi Guðs, lýsandi seg sjálvan, at hann er Guð.
5 Minnast tit ikki, at tá ið eg var enn hjá tykkum, tá segði eg tykkum hesi tingini?
6 Og nú vita tit hvat heldur aftur, at hann mátti verðið opinberaður í tíð síni.
7 Tí at misgerðar-loyndardómurin virkar longu: einans hann, sum nú heldur aftur, vil halda aftur, inntil hann verði beindur burtur av veginum.
8 Og tá skal hasin Vondi verða opinberaður, hvønn Harrin skal upptæra við andanum av munni sínum, og skal oyða við bjartleikanum av komu síni:
9 Enntá hann, hvørs koma er eftir virkan Satans við allari kraft og teknum og lúgvandi undrum,
10 Og við allari villleiðiligsemi av órættvísi í teimum sum glatast; av tí at teir tóku ikki ímóti kærleikanum til sannleikan, at teir máttu verðið frelstir.
11 Og fyri hesa grund skal Guð senda teimum kraftmikla villu, at teir skuldu trúgva eini lygn:
12 At teir allir máttu verða heldømdir sum trúðu ikki sannleikanum, men høvdu hugnað í órættvísi.
13 Men vit eru skyldigir til at veita tøkkir alvegis til Guðs fyri tykkum, háttelskaðu brøður av Harranum, av tí at Guð hevur frá byrjanini útvalt tykkum til frelsu gjøgnum halgan Andans og trúgv sannleikans:
14 At hvørjum hann kallaði tykkum við gleðiboðskapi okkara, til lutingina av dýrd várs Harra Jesu Christs.
15 Tessvegna, brøður, standið fastir, og haldið tær siðvenjur sum tit hava verðið lærdir, hvørt við orði, ella epistli okkara.
16 Nú, vár Harri Jesus Christus sjálvur, og Guð, enntá Faðir vár, sum hevur elskað okkum, og hevur givið okkum ævigtvarandi troyst og góða vón gjøgn náði,
17 Uggi hjørtu tykkara, og grundfesti tykkum í hvørjum góðum orði og verki.