Enn selur Dimma kropp sín hvønn ein dag


Sá nú ein dagin at dimman stakkalin brúkar sjálvastu forsíðuna til at lovprísa P-bollanum, at hann nú er 50 ár, við myndum av bíligum tai-tøsum, so djarvliga yvirlýsandi, at “endiliga fekk fólk frið at liva”. Ja, frið at liva í synd man vera tað, tit vilja forsvara, gera so líkatil og trútta niður í okkum. Eg gloypi so ikki tykkara óhumskuliga, gudleysa, devulska svansi, tað kann eg so beint fram siga tykkum. Teir fáu føroyingar, sum enn hava síni eygu og oyru nøkurlunda rein eftir alt svansið sum hevur skolað omanyvir okkum gjøgnum devulstýrdu fjølmiðlarnar síðstu 30-40 árini kunnu róliga siga tykkum, at tit eru ófatiliga lágt niðri. Opinbart hvatsumhelst fyri ein klink.

Horkallar og horfremjarar vil Guð døma, lovar Harrin okkum í Hebrearabrævinum 13:4.

At liva í synd hevur sítt rættvísa endurgjald; løn syndarinnar er deyði, sigur Guðs orð í Rom. 6:36, og Guð Alvaldi hevur eisini givið syndigu mannaættini rættvíst endurgjald í og við deyðiligum kynssjúkum, sum ein og hvør leyslivari forglattvekk kann smittast av og lúkst doyggja. Hví finna teir einkið andevni ímóti eyðkvæmi? Tí Guð vil tað ikki! Og hvør hevur skyldina tá ið menniskju bróta hansara fyriskipanir og doyggja? Ikki Guð, men menniskjuni sjálvi, villleidd av lygnunum sum dagsins gudshatandi fjølmiðlar spreida, – nú eisini føroysku fjølmiðlarnir.

Hin Alvaldi vil eisini døma teir, sum vilja gera tað náttúrligt og so líkatil at liva í siðloysi, horast og kalla tað at vera at “liva”, at selja kropp, og keypa kropp. HARRIN GUÐ tærdi upp Sodomu og Gomorrhu, og læt hin forna heim ganga undir við vatnflóð, og bjargaði hinum rættvísa Nóah og sjey øðrum, meðan siðloysingarnar læt hann líða ævigan revsidóm, kollrennandi teir við svávuli og eldi.

Vendið tygum so dyggilliga um, frøken Dimmalætting. Vit vóru einaferð stolt av tær, okkara elsta blaði, – einaferð so tignarligt. Hví skalt tú nú vera ein gomul teys og ein skrinda? Hinum gudrøknu í landinum stendst við tygara óhumskuliga, lága, devulska, illtølandi, illaluktandi hordóms svass.

Henda meining má so gjarna setast í Dimmu, ja sendast og setast víðahvar, hvarsumhelst, væl vitandi, at tað høvdu tit aldri torað. Hon fer hinvegin til alra mína vina, óvina, kunninga, samt til teirra feigu knorla sum eilongur vilja kennast við meg.

Ja, talu- og skrivi frælsi hava vit enn, men tað skal valdast, hvat vit vilja brúka tað til. Totalkorruptiónin í hesum landinum sæst í dag í tí, at eg fyri at skriva nøkur erlig, rein og bein rættvísisorð ímóti tykkara óhumsku kundi verið sektaður ella okkurt líknandi fyri onkra sokallaða “æru”-meiðing ella okkurt sovorið, tá ið tað so sjálvandi er mikið meiri ærusamt at nýta okkara skrivifrælsi til at átala slíka óhumsku enn at fremja hana. Men slíkt vil dagsins “kekkaði”, postmodernistiski gudloysingur sjálvandi ikki hoyra talað um.

Vendið tygum so dyggilliga um, frøken Dimmalætting, annars vil Hin Alvaldi eisini døma tygum, verið tygum vís um tað.

Sjúrður Højgaard.


Fyri tí, tú veitst er rætt, doyggj um so má vera“.
Barnadoypta, “frelstur-í-dópinum”, & æviga-frelsta, tilforkitlaða, uppsnollaða gudloysinginum bert innantóm orð, men hvørjum frelstum í dag ramasti veruleiki, .. tá krossur berst.