Hinar 111 Guðs-háðandi andstygdir hinna endatíðar oyrnakitlara; og samtíðar teirra, hvørji teir so glaðbeintir eftirapa



Ein kann við vissu siga, at christnin seinnu árini sum heild hevur flutt seg ikki sørt. Støðugt meiri verðsliggerð og hyklarí er at síggja allastaðni, og tykist vaksa við hvørjum ári sum fer. Súrdeiggið bólgnar og bylgist, falsbrøður óvarugt skridnir inn ímillum nærum allastaðni, tí nærum eingin boðaði sanna umvending í yvir tríati ár. Her havi eg so gjørt bart, og skrivað 111 av hesum andstygdunum upp.

  • Um tú heldur teg vera ríkan og einkið tørva,
    kann tað hugsast, at Guð tó sær teg sum fátækan?
  • Um tú ikki sært hesar lutir sum andstygdir, kann tað vera tí at tú ert blindur?
  • Um tú kennir teg raktan, man tað vera tí at tú ert nakin?

Tilráði eg tær at keypa av mær gull, roynt í eldinum, at tú mást verða ríkur; og hvítan klædnað, at tú mást verða klæddur, og skommin av tínum nakni birtist ei; og salva tíni eygu við eygnasalvu, at tú mást síggja.
( Opb. 3:18. FKJ )


  1. Gyklarar í meinigheitini,
  2. Klovnar í meinigheitini,
  3. Jólatrø í meinigheitini,
  4. Jólamenn í meinigheitini,
  5. Vanheilagir ókristiligir nissusangir rundanum eitt jólatræ í Jesu navni í meinigheitini,
  6. Skeinking av jólagløggi og cider úti í gongini til jólafestir í Jesu navni í meinigheitini,
  7. At vitnisburðurin verður tikin burtur úr meinigheitunum,
  8. At bert ein kanón-pastorur skal hava orðið kvøld eftir kvøld eftir kvøld eftir kvøld eftir kvøld eftir kvøld,
  9. Persónsdýrkan í meinigheitini,
  10. Evigt tos um tíggjund og heilagar gávur í meinigheitini, meðan man eftirletur tyngru lutirnar so sum dóm og rættvísi og sanna trúgv, og eiheldur er førur fyri at átala og írættaseta synd við áminning og heilnæmari læru, men heldur skúgvar alt yvir til smørmjúka forbøn,
  11. 40 málrættaðir dagar, skrivað av einum sleiskum ófrelstum humanist-liberalist-illuminatimanni, sum er hemmiligur agentur hjá Satani og católsku skøkjuni, og hevur sníkt seg inn í meinigheitina við reindyrkaðari súrdeigslæru,
  12. Kvinnuráðstevnur, sum leysríva konuna frá manni og børnum, taka fokus frá Sáruh, sum skriftin setur fram sum Guðs ideali, og hvar ið tey ístaðin hálova Deboruh, Jael og Esther, sum eru tær einastu sum tíðarandin kann góðtaka, – sum egentliga er tann aldan av anda, sum skeiklaðu meinigheitirnar í dag surfa á,
  13. Mannfólkamøtir, sum leysríva mannin frá konu og børnum,
  14. Ungdómsmøtir, sum leysríva tey ungu frá teimum eldru; og gera, at tey ikki koma til bíbliutímar ella sunnukvøldsmøtir, (og haravleiðandi ikki duga ella vita nakaðsumhelst),
  15. At konur yvirgeva heimið, lata seg í sum drag-drotningar, tveita síni børn inn á stovn, og fara út at realisera sínar egnu dreymar, villeiddar av tíðaranda og kvinnufrígering Satans,
  16. Kristnir handilsmenn, sum hanga skelti upp á úthurðina, at tað er forboðið at leggja traktatir í handlinum, men sum samstundis selja øl, sigarettir og donsk pornobløð, og sum eru millum teir fyrstu at hava opið sunnudag. Slíkir hava longu borið sær sjálvum tann vitnisburð, at Guð ikki er teirra Guð, men mammon! (Paulus hevði kallað Se & Hør eitt andstyggiligt pornoblað. So kann vera líkamikið, hvat dagsins gudloysingar vilja kalla tað),
  17. At dansarar sita sum elstir, og breggja sær av tí,
  18. At vanheilagir sita sum elstir, og breggja sær av tí,
  19. At talsmenn fyri alkoholi sita sum elstir, og breggja sær av tí,
  20. At kvinnur eru lærarar í meinigheitini, sum sýnir fullkomiliga vanvirðing fyri Guðs orði, tí tað noktar fyri hesum,
  21. Kvinnuligir pastorar, sum er óbíbilskt, tí Guð sigur at hann skal vera einarkonumaður, og hvussu kann ein kvinna vera tað, uttan hon hevur skift hin nátúrliga umgang við mannin út við hin ímóti náttúruni?,
  22. Alt heilatómt møsn um prestar, út um hin heilaga prestaskap teirra sonnu frelstu,
  23. At elstir standa salt-leysir uppi á einum palli og spæla undir til brennivínsbrúdleyp,
  24. At elstir undirhalda til brennivínsbrúdleyp,
  25. At elstir skulu sita til brennivínsbrúdleyp og taka orðið,
  26. At elstir medvirka til verðslig ballir av nøkrumsumhelst slagi, uttan teir eru komnir beinleiðis fyri at ávara syndaran við beinum orðum,
  27. Endaleys undirhalds-sangmøtir í tveir tímar við ongum Guðs orði,
  28. At boðið verður fram til frelsu, uttan at tað sanna krossins evangelium yvirhøvur hevur verið boðað, uttan trúgv á hvat eingin kann verða frelstur,
  29. At man ikki longur brúkar almennan vitnisburð, ella tað at biðja hart, sum leið til aktivt at taka ímóti frelsuni, men ístaðin bjóðar fram til frelsu og biður fyri fólki til frelsu; sum ikki kann bakkast upp av skriftini, tí hon lærir evangeliska boðan, trúgv og játtan við munninum til frelsu, og at tað eru Guðs orði og vitnisburðinum sum vit sigra Satan við,
  30. Allar korruptar bíbliur, íroknað báðar hinar Føroysku týðingarnar, sum báðar eru týddar eftir korrupta standardiseraða Grikska tekstinum hjá Westcott & Hort, og ikki eftir Textus Receptus hjá Erasmusi (og Stephanusi og Beza), sum er besti standard Grikski teksturin sum finst, og sum allar reinar reformatións Bíbliur vórðu týddar eftir frá 1516 til 1904,
  31. At tað skal vera so, at tey flestu trúgvandi tú tosar við, eru flúgvandi líkaglað um eina reina og rætta Bíbliu, líkamikið hvussu væl tú prógvar fyri teimum, at tað finnast korrupt manuskriptir, men eisini rein manuskriptir, og at tað síðan 1881 hava verið tey korruptu sum hava verið brúkt,
  32. Páskastevnir uttan páskaevangeliið. Ófatiligt! Andstyggiligt! Forskrekkiligt!. Páskirnar eru jú størsta hending nakrantíð, tá ið Guðs Lamb gav seg sjálvan at doyggja fyri okkara syndir, sum eisini er grundin fyri at hann kom til jarðar. Hetta er størri enn nakað annað í verðini; hetta er sjálvur kjarnin í allari skriftini, ”hin reyði tráðurin”. Páskaevangeliið er sjálvur kjarnin í christindóminum, ja er evangeliið sjálvt, Guðs kraft til frelsu, og inniheldur tríggjar teir týdningarmestu liðirnar, sum okkum ber at boða klárt og týðiligt, fyri at fólk við trúgv á gleðiboðskapin kann verða frelst. Hesir tríggir liðir, sum tilsamans eru lykilin til frelsu manna, eru: 1) at Christus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar; 2) og at hann varð grivin, 3) og at hann reis upp aftur triðja dagin samsvarandi við skriftirnar (smb. I. Cor. 15,1-4). Sjálvur ivist eg alvorliga í, hvørvítt fólk, sum ikki elskar og ærir krossarverk Christs meira enn nakað annað á jørð, veruliga eru livandi limir á Christi likami, og eisini hvørt tey nakrantíð kunnu veruliga hava fingið eitt satt møti við tann krossfesta, deyða og upprisna Harra Jesus Christ, tí so høvdu tey ynskt at boðað tað, serliga á páskunum sjálvum. Ístaðin ganga sokallaðar “kanónir” og trampa aftur og fram eftir platforminum og uppgeila alt liðið um at “liva á eggini”, og at “nú skal sannleikin endiliga gera okkum frí”, o.s.fr. HVAT? Eru tit enn bundin? Hví eru tit tað? Tað høvdu tit ikki verið, um tit høvdu hugt á tann krossfesta Harra Jesus Christ, bløðandi og doyggjandi fyri okkara syndir. Tá hevði sannleikin gjørt tykkum frí einaferð fyri allar! Nei, gev okkum trý gomul, Føroysk, grátandi, piprandi fólk, sum prædika tað sanna gamla krossins evangelium, og send hasar Svensku, Norsku og Amerikonsku sokallaðu “kanónirnar” retur og spar pengarnar! Gjøgnumbardi, likamliga veiki Paulus hevði nokk ikki sloppið upp á pallin hjá tykkum heldur! Men so kemur einkið fólk, mutla tey. Tað verður eingin frelstur uttanum krossin og blóðið allíkavæl!. Havna tey orði krossins, Guðs einastu kraft til frelsu, sum væl er dárskapur fyri teimum sum glatast, men Guðs kraft fyri teimum sum eru frelst (I. Cor. 1:18 (KJV)) so kanst tú dansa, hoppa, skrála og standa á høvdinum, alt í senn, EINGIN verður frelstur kortini. Av øllum andstygdunum í Christnini í Føroyum í dag, er henda tann, sum eg pínist allarmest av. Vælsignan eigið tykkum komið aftur til krossin!!. (Í ár taka teir so uppreisnina við. ”Positivt” má tað jú vera. Ein háðisligan, hálvnaknan, bløðandi, doyggjandi, neyðarsligan, tigandi mann tímir jú eingin at hoyra um. Hvat hava teir ímóti Jesu blóði og krossi? Paulus vildi einkið vita millum Corinthmanna, uttan Jesus Christ, og hann krossfestan. (sí I. Cor. 1:23—24 & 2:2; Gal. 3:1 & 13),
  33. Hvítusunnustevnir við nógvum tosi um Heilaga Andans kraft, eftir at man hevur sæð, at tey als ikki elska krossins evangelium, tí tað var so gott sum ónevnt síðstu páskir; og tí at hetta er eitt prógv um, at tey yvirhøvur ikki elska Jesus og ikki eru av sonnum andlig, men bert søkja eftir gásarholdi og holdsligari kenslustimbran,
  34. At so nógvar meinigheitir tey síðstu tíggju árini eru blivnar til tey útvatnaðu sirkus tær eru blivnar til, ja, enntá eru farnar at lýsa jólaballir á christiligum útvarpsstøðum, ljóðandi sum eitthvørt annað verðsligt ball, við dansi og verðsligum undirhaldi. Og gott skal tað ljóða: “Wow, wow, wow. Nýtt, nýtt, nýtt! Kom og ver við. Sum nakað nýtt verður dansur, Wow wow wow”. Hatta er Satans rødd, sum lokkar; tað vil eg bara siga tykkum. So hevur onkur sagt tykkum sannleikan. Ja, nakað nýtt, sum júst hevur skriðið sær upp úr avgrundarbrunninum, so beint inn í sovandi meinigheitina, tað er hvat hatta er!!,
  35. Tá ið ellivu fólk koma upp gjøgnum trappurnar heima hjá tær sjálvum, og seta seg rundan um teg í køkinum heima hjá tær sjálvum, og ætla at seta teg skák-mát, tí tú áminti so beinrakið síðsta sunnukvøld, og tí Jezebel meinar at tú bestemt manst hava ein illan anda, tí hon føldi seg so illani til passar meðan tú tosaði, og “leiðarin” egentliga er stýrdur av hennara bangilsi, heldur enn av Guðs orði og gudsótta,
  36. Tá “leiðarin” likamliga leggur á teg fyri at hava ámint, og sigur at um tú vísir teg aftur í teirra sokallaða gudshúsi, so fært tú nevan,
  37. Pastorar sum eru nakrar vatnissur, sum tú kundi trúð vóru uttanríkisráðharrar, umboðandi nógvar flokkar, og sum onga meining mugu lata skína fram, tí teir eru bert har sum maskottar, sum ikonir, sum einkið meina, og sum ongantíð mugu siga eitt øvugt orð, tí annars rýkur uppbakningurin og tíggjundin og heilagu gávurnar frá teimum ríkastu limunum og bla, bla, bla og soleiðis koyrir tað víðari..,
  38. Seeker-friendly megakirkjur, sum yvirhøvur ikki tæna Guði, men sínum egna búki, og sínum pungi, og sínum egna stóra navni,
  39. Kvinnu-domineraðar Jezebels-meinigheitir, eins væl og reyðsokkaligar, devulsinspreraðar kvinnuráðstevnur í christligum leguhúsum fyri hundraðvís av reyðsokkarembum. Verður Guðs orð latið upp í erligheit og við bønligari andakt á slíkum ráðstevnum? Verður Guðs opinberaði vilji við konuni, útgreinaður í longum stykkjum í brøvum Paulusar, kunngjørdur? … ella er tað tað nýggjasta nýggja á reyðsokkafrontinum úti í heiminum?,
  40. Allir reyðsokkar, bæði í og uttanfyri meinigheitina, so væl sum í barnaverndini, dominerandi títt heim í “kærleikans” navni, meðan tær heilt víst eru amboð hjá Satani til miðvíst at koppa familjurnar á høvdið, fáa mannin til ikki longur at vera høvdið, fáa børnini øll somul á stovn, og konuna út at arbeiða so nógv sum gjørligt, og annars vera so verðsliga og sjálvglaða og so nógv uttanfyri heimið sum gjørligt,
  41. Harry Potter,
  42. Guð-leysa ES,
  43. Pávin, tí hann er anti-christ, og sigur seg vera “Vikarur Sonar Guðs á jørð”, hvat hann so slet ikki er, men vikarur Satans á jørð; skal eitast at vera ófeilbærur, og tí hann tekur við tilbiðjan, men mest tí at Bíbilin sjálv ongastaðni sigur eitt einasta orð um nakran páva; (so av pávanogtil við hasum pávanum!),
  44. At fólk kalla prestar fyri “faðir” ditt, og “faðir” datt, tá Bíbilin klárt sigur, at vit ongan á jørðini skulu kalla faðir,
  45. Católska “kirkjan”, tí hon er skøkjan á skarlaksreyða djórinum, og sum situr á sjey fjøllum, og sum so sanniliga ER drukkin av blóði teirra heilagu, tí hon gjøgnum allar tíðir hevur dripið Jesu Christs sonnu vitni, og ger tað enn,
  46. Alt tvætl um at Pætur var fyrsti pávin, tí Paulus sigur, at Pætur var apostul til teir umskornu, (altso jødarnar), og tí at í Bíblini síggja vit hann bert í Ísrael, sum ein av elstaráðnum í Jerusalem,
  47. Alt sum so mikið sum líkist tilbiðing av Mariu,
  48. Øll manuskriptir sum católska skøkjan nakrantíð hevur nortið við,
  49. Allar católskar “bíbliur”, undantikið tann elsta Latínska týðingin, sum varð gjørd áðrenn Jerome,
  50. Økumeniska rørslan, tí hon vil føra protestantarnar aftur inn undir católskt týranni og myrkur, hvat aldri verður hjá hesum manninum, hvussu við tær?,
  51. Alt tos um kirkjufedrar og kirkjulig brøv, sum um tað skuldi verið nakað at byggja á aftrat skriftini,
  52. Alt sum kallast grundvøllur, men ikki er Guðs orð, okkara EINASTI grundvøllur í ØLLUM læruspurningum,
  53. At sannir Guðs-menn, sum Kent Hovind, aldri verða nevndir á GOD CHANNEL, og aldri koma at verða tað,
  54. Ófrelstir prestar sum lúgva at øll eru frelst,
  55. Ófrelstir prestar yvirhøvur, tí teir eru ikki prestar hjá Guði, men hjá fólkinum og statinum, og bert vilja siga tað sum fólkið sjálvt vil hoyra. Guð kann ikki eiga teir, tí teir hava ikki hansara Anda sum ófrelstir. Teir eru blindir vegleiðarar av blindum, og øll fara tey í grøvina sum er helviti,
  56. Allir prædikumenn sum siga við fólk at tey eru frelst, ístaðinfyri at biðja tey rannsaka seg sjálv, um tey standa í trúnni ella ikki,
  57. Trúgvandi fólk sum sigur seg elska Jesus, og biðja í tungum, og lata tíggjund, men ikki kunnu rætta einum menniskja á gøtuni eina traktat, eiheldur avleggja ein vitnisburð,
  58. Bispar sum vælsigna gudloysingafelagið,
  59. Trúgvandi fólk sum yvirhøvur onga frukt ber, tí tey í veruleikanum ikki eru í víntrænum,
  60. Trúgvandi fólk sum stinkar av heiminum, og hálar onnur trúgvandi við sær út í heimin,
  61. Tá trúgvandi fólk verða villeidd til at trúgva, at tað einkið ger, um tey arbeiða í Club 20, ella standa sum barrvertir, ella koyra limousin við barr, ella reka hotell, og av sínum frívilligu eintingum opna barr uppi á ovastu hædd og vilja “læra tey trúgvandi at drekka”. Slíkt er og verður andstyggiligt. Prøva og ímynda tær Paulus ella Pætur í teirri støðuni…! Ert tú tá ein góð fyrimynd fyri fylginum?,
  62. Øll trúgvandi fólk sum drekka so mikið sum ein dropa av alkoholi, og sum sjálvandi mugu kroysta sínar vanheilagu, liberalu, verðsligu meiningar omaná hvønn ein nýumvendan, tí teirra samvitska sigur teimum, at tey gera rangt. Sjálvur meti eg ein og hvønn sum breggjar sær av sínum syndum, og dregur onnur við sær tann vegin, sum ein innsníktan Satans tænara, og aldeilis eingin bróður,
  63. Trúgvandi fólk sum heldur við órætti og órættferð, og sum standa tær ímóti tá tú áminnir, men krógva og fjala útyvir órættvísina í meinigheitini,
  64. Falslæran “einaferð frelstur—æviga frelstur”, sum er ein lygn so beint upp úr helviti komin, og førir til útskoyilsir í tí dulda, og ikki kann annað enn tað,
  65. At trúgvandi fólk livir saman ógift,
  66. At eingin áminnir trúgvandi fólk sum livir saman ógift,
  67. At ikki eingong pastorar áminna fólk sum livir saman ógift, tí teir elska mammon og ikki Guð,
  68. Tá ið pastorar fara at koyra jeepar fyri 600 túsund, tosa nógv um tíggjund, men ikki vilja rætta tørvandi landa sínum ein 50 kr. seðil,
  69. At ein elstur kemur við eini alvorligari áminning, sum faktiskt var ein opinbering og ávaring frá Guði í dreymi, og hinir stilla seg at biðja fyri honum, ístaðinfyri at taka ávaringina í álvara, og BROYTA tey tingini sum ávaringin snúði seg um. (Hann hevði jú einkið problem, — tað var LEIÐARUNUM, sum tann ið áminti, og ØLL MEINIGHEITIN, skuldi biðið fyri, at teir máttu fingið náði til at vaknað og fingið rættað upp uppá tingini!!)
  70. At humanisman yvirhøvur skal finnast í meinigheitini,
  71. Hvussu ótrúliga pengafokuserað trúgvandi fólk í vesturheiminum eru vorðin síðstu 15 árini,
  72. Alt tos um dópsnáði, tí tað finst eingin “dópsnáði”. Guð náðar tann sum hevur trúgv á tann krossfesta og upprisna Harran Jesus Christ, og eina hann og børn hansara, inntil tey koma til ábyrgdigan aldur og mugu sjálv verða frelst,
  73. At kalla Harrans borð fyri eitt so bábyloniskt navn sum “altarborðið”, og at loyva hvørjum óumvendum, ófrelstum slurki og bukki at koma, og so leggja hondina á høvdið á honum, og háðandi lýsa allar syndir hansara at vera honum fyrigivnar. Tær eru honum IKKI fyrigivnar UTTANUM SANNA UMVENDING, TRÚGV OG FRELSU, og dagliga eftirfylgjan eftir hinum krossfesta og upprisna,
  74. Alt snakk um, at vínið (Ribena saftin) og breyðið vit eta við Harrans borð, skulu broytast til Jesu likam og Jesu blóð bókstavliga, tí hetta er gomul católsk pátrúgv, einkið annað, sum hevur sínar røtur í heidnum trúarbrøgdum við áti av skurðgudaoffurkjøti,
  75. At trúvillingar, so væl sum trúloysingar, sletta ein neva av vatni á nýføðingar, og siga teir harvið vera vorðnar Guðs børn, og nú bert skulu líta á og halda seg til “dópsnáðina” restina av lívinum, meðan tey ganga órædd fram alt lívið á breiða dómsins vegi sum bukkar, lygnarar, barnamisbrúkarar, gudshatarar, og slurkar, og siga seg vera líka væl á veg til himmals sum ein sannur frelstur,
  76. At fríkirkjurnar skulu vera vorðnar so naivar sum til at bjóða ófrelstum prestum at prædika hjá sær, og so standa øll aftaná møtið og tosa um hvussu ótrúliga gott tað var, og at tey vistu altíð at viðkomandi var frelst, og tú sjálvur luktar stinkin av humanismuni, og liberalismuni, og læruni um “alles frelse”, við eini korruptari stinkandi nýdanskari “bíbliu” í hondini á viðkomandi, og veitst “without a shadow of a doubt” at viðkomandi so slett og aldeilis ikki er frelst,
  77. At menn, sum hava misbrúkt børn, skjótt og lætt standa á talarastólum og læra hini, ja enntá sita sum elstar, meðan alt skal bara tigast burtur, meðan teir sjálvir siga seg vera sjúkar, og kundu ikki stýra sær, tá sannleikin er, at teir hava ein djevul, sum skuldi verðið kastaður út, og at teir ikki skuldu sloppið at talað eitt einasta orð, ella stýrt, ella nakað annað í meinigheitini,
  78. At ófrelstir prestar standa og prædika ófrelst fólk inn í himmalin úti á grøv, og siga at tað er har vit øll fara ein dag,
  79. Alt møsn um at Føroyar skulu hava verið vorðnar kristnaðar við svørði og ásletting, uttan boðan av gleðiboðskapinum og sannari umvending og trúgv á tann krossfesta og upprisna Harran Jesus Christ,
  80. Fólk sum ikki tolir eina opna og beinrakna og hart tiltrongda áminning, og sum heldur blakar teg út úr meinigheitini, enn at taka áminningina til eftirtektar,
  81. Ófrelstir høgtlærdir sokallaðir teologar, sum spilla frelstar Føroyskar prestlærlingar, í langt síðan avkristnaðu, humanistinfiseraðu Danmørk, sum síðstu 40 árini hevur gingið á odda við øllum gudloysis andstygdum, og sum treingir til tann sanna gleðiboðskapin meir enn nakað annað land í heiminum,
  82. At frelstir prestar skulu vera ein minniluti í eini sokallaðari “fólka”kirkju, sum eg eftir hondini ivist í er nakað frægari enn católska skøkjan á skarlaksreyða djórinum, og at teir fáu frelstu prestarnir sum eru í “fólka”kirkjuni javnan skulu verða noyddir at rýma av landinum, orsakað av forfylging,
  83. At so nógv sonn frelst fólk skulu enn í dag fáa seg til at sita undir følsku boðanini av ófrelstum prestum, og at tey heldur skulu forsvara tað og skava útyvir tað, enn at reisa seg upp og siga at tað heila er ein Satans lygn,
  84. At familja eftir familju má rýma av landinum, orsakað av forfylging av eini sokallaðari barnavernd,
  85. At meinigheitirnar eru stúgvifullar av vanheilagum sum ikki elska Guðs orð, og við sokallaðum demokratiskum fleirtalsrætti tveita tey rættvísu á dyr, sum vága sær at tala at gudloysis andstygdunum í meinigheitunum,
  86. Endaleys forbøn fyri forkølisum, og børnum sum ikki vilja akta, og hundum sum hava hostað for nógv síðstu tvær vikurnar, meðan man ikki boðar evangeliið til frelsu, eiheldur torir at siga at tað ikki nyttar at biðja um at børnini fara at akta, tí veruligi trupulleikin er tann at børnini ongantíð hava verið sett sett uppá pláss við Harrans aga og Guðs-ótta, so sum Paulus lærir,
  87. Manglandi longsul eftir sannari undirvísing í Guðs orði av flestøllum trúgvandi, sum heldur vilja standa við upprættum hondum og syngja Lord Lord,
  88. At ófrelstir, humanismuinfiseraðir, gott nokk væltalandi knokkar týða Guðs orð, meðan Guðs fólk tekur tað fyri góða vøru,
  89. At frelst ikki skulu vita betur enn at lurta eftir ófrelstum prestum, lesa lestrabøkur eftir ófrelstar prestar, lurta eftir morgunlestri við humanistiskum ófrelstum møsnarum, og taka sálmabók og lestrarbók javnt við Guðs orð, sum tað als ikki er, tí helvtin av tí er skrivað av ófrelstum, bannandi, brennivínsdrekkandi kirkjugangarum, sum ongantíð høvdu møtt Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara, og skrivaðu tíggju gudleysar skaldsøgur og yrkingar fyri hvønn sálm teir yrktu,
  90. Tá ið elstur skal ditta sær at sita á mikukvøldsmøti og breggja sær av sínum syndum, siga at tað ikki er synd at drekka og dansa, hann var í brúdleypi síðsta leygarkvøld og bæði dansaði og drakk eitt og tvey gløs av víni, og at tað ger einkið, meðan nýfrelstir menn sita við borðið, sum ikki eru slopnir undan brennivínsandanum enn, og sum tú nakrar dagar seinni sært standa við kølidiskin í kioskini, og berjast kampin, skal—skal ikki?…, frammanfyri ølunum; og jú, so tók hann øl. Líka ringt sum hetta er tað, at alt elstaráðið sum tað var sat rundanum borðið, og EINGIN tordi at siga eitt orð. Bert undirritaði er passaliga svakur til at siga tað SUM SIGAST MÁTTI, OG AV RØTTUM ÁTTI. NÓGV ER BROYTT SÍÐAN 1986, tá ið eg bleiv frelstur, og tey eldru stóðu og ámintu okkum ungu um ikki at fara har sum Satan ræður, ikki at drekka, ikki at dansa, varða seg fyri heiminum, bara fara har sum Jesus var; og har sum man vildi verið, um hann skuldi komið aftur nú…MÁ GUÐ RUDDA ALLAR SLÍKAR DEYÐAR VILLLEIÐANDI STEINAR ÚT ÚR SÍNI MEINIGHEIT: falskir brøður sum hava sníkt seg inn ímillum,
  91. Ein rúgva av self-esteem bless-me keep-me-happy bókum á hyllunum í kristiligum bókhandlum, meðan tú ikki kanst finna eina ta einastu bók um náðina og frelsuna og krossins einfalda gleðiboðskap, hvussu væl tú enn leitar, og at leiðarin sigur at hann veit tað væl, at størsti parturin bert er svans, men ikki tímir at hugsa seg betri um tá hann bestillir, tí egentliga er tað bara handil,
  92. Eitt ættarlið av kristnum sum duga eina rúgvu av lovsongskórum, og ganga til kristnar konsertir, (men eisini til G!), og sum ikki eru før fyri at greiða onkrum á gøtuni frá einfalda evangeliinum, tí tað er ikki tað tey hoyra boðað í meinigheitini,
  93. Fjarðafestivalurin við gykli og klovnum og verðsligum dansibandum, har farið verður upp á gólv, og sum einkið annað er enn eftirherman eftir Satans festivali í Gøtu, av kristnum sum halda at grasið er grønari hinumegin Christus,
  94. Køld øvundsjúk eygu í meinigheitini,
  95. Lúgvandi og sleygandi gamlar konur í meinigheitini sum Satan arbeiðir ígjøgnum til at stýra pastorinum og forpesta alt samfelag teirra heilagu,
  96. Darwinistar sum kalla seg kristnar. Heilatómt utopi, eftir mínum tykki. Innsníktir devuls tænarar, sum koma at knúsa bíbliutrúnna hjá mongum Føroyingi, og sum koma at skelva í buksubrøkrunum á hinum stóra dómsdegi. Líka langt úti sum at tosa um kristnar satanistar. Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna,—Guði ella Baal! Jesus siteraði fyrstu tvær blaðsíður bíbliunnar, tá hann segði: Hava tit ikki lisið, at hann sum í fyrstani skapaði tey mann og kvinnu..,
  97. Pengakristindómur,
  98. Sokallaður christindómur sum sigur at tú ikki eigur at líða nakaðsumhelst sum christin,
  99. Prædikumenn sum bara siga tær tað sum kitlar, og sum fáa teg at hoppa og klappa og kenna teg rúsaðan av gleði, meðan veruleikin er tann, at tann sum livir gudiliga í Christi Jesusi í hesum heimi, skal verða atsøktur,
  100. Lygnin um at vit ikki longur eiga at tosa um synd og rættvísi og dóm og helviti, men bert at boða náði og frið og gleði og humanistiskan positivitet, sum einkið annað er enn lygn so beint úr helviti, og er komið inn í meinigheitina frá New Age positive-thinking,
  101. Alt tvætl um fleiri dispensatiónir enn tvær: Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti,
  102. At teologisera Christnu trúnna so mikið, at hon líkist eini krympaðari rusinu,
  103. Lygnin sum sigur, at Guð ikki longur grøðir,
  104. Alt tvætl um at náðigávurnar doyðu út við ápostlunum,
  105. Alt tvætl um at náðigávurnar doyðu út eftir ár 300,
  106. Alt heilatómt tvætl um at tungutala av einum frelstum endurføddum Guðs-barni er frá Satan,
  107. Alt møsn um at Guð ikki ger undur uttanfyri Jødarnar,
  108. Tað heilatóma tvætlið sum sigur, at um ikki alt tú sigur er positivt og uppbyggjandi og gleðandi her og nú, so talar tú ikki frá Guði,
  109. Tann ótrúliga falslæran sum sigur, at vit ikki skulu lurta eftir tí sum Jesus segði áðrenn krossin, eiheldur tí sum Jóhannes Doyparin segði yvirhøvur,
  110. Tann ótrúliga lygnin sum sigur, at smali vegurin var Gamla Testamenti, og breiði vegurin er Nýggja Testamenti. Viðkomandi, sum fann uppá hatta, var annaðhvørt skeivur, ella lærdur av illum andum. Eg skjóti altso uppá tað seinna… (smb. I. Tim. 4:1),
  111. At tú, sum hetta hevur lisið, allarhelst er blivin fúkandi óður við meg fyri at siga øll hesi tingini, og ynskir mær alt ilt, ja kanska deyðan, og heldur vilt lúgva um meg og sverta meg út, meðan tú ikki vilt verða maður fyri at hyggja hesi tingini í eyguni og spyrja Guð: “Er hetta eg?”.