Satans sacramentir, ella Guðs Christus?






 

Lítur tú á okkurt sokallað “sacramenti” at frelsa teg?
So ert tú líka so fortaptur sum Satan sjálvur!

Eg trúgvi IKKI, at vit eta likam Jesu Christs og drekka blóð Jesu Christs BÓKSTAVLIGA, sjálvt um Jesus segði at breyðið er hansara likam og vínið er hansara blóð. Harrans borð er ikki kanibalisma. Annars hevði Harrin Jesus Christus ikki sagt, at vit skuldu gera hetta Í ENDURMINNING um seg. Í hesum síðst nevndu orðunum trúgvi eg, at essensurin í Harrans borði liggur, júst hetta, at hann, sum longu ER FRELSTUR, kann við Harrans borði MINNAST (Lukas 22:19) verk Jesu Christs á Golgata krossi fyri seg persónliga. Eisini sigur apostulin Paulus, at vit við Harrans borði BOÐA deyða Jesu Christs inntil hann kemur (I. Cor. 11).

Transsubstantiatión er ein katólsk falslæra, sum tíverri kom inn í Luthersku kirkjuna, men sum ikki samsvarar við doctrinu bíbliunnar. Henda falslæra sigur, at breyðið og vínið broytast til at vera Jesu bókstavliga likam og blóð tá ið “presturin” sigur onkur hokuspokus orð yvir teimum, og at tað at eta og drekka hetta gevur frelsu, og at um man ikki trýr hesi falslæru, so er man anathema. Tað er ein SERA vandamikil falslæra, tí hon letst geva ófrelstum syndarum frelsuna við at hann etur og drekkur nakað FYSISKT uttanum evangeliska boðan, umvending og haravleiðandi SANNA FRELSU. Ein persónur, sum ikki longu ER FRELSTUR, fær einkið við Harrans borð, og átti av røttum ikki at sloppið har. Tí rokni eg ikki longur altarborðið í Luthersku kirkjuni sum verandi Harrans borð, men saman við barnadópinum sum nakað av tí vandamiklasta og falskasta sum til er, og sum gevur fólki eina FALSKA VÓN um frelsu, men sum ikki er nøkur frelsa yvirhøvur. Skuldu vit trúð Luthersku kirkjuni, so vóru allir barna-“doyptir”, fermdir, til-altars-farandi, faðir-vár-biðjandi føroyingar frelstir, tá ið einkið kundi verið fjarri frá sannleikanum. Persónliga meti eg, at gott og væl 80% av sokallaðu “prestunum” eru ÓFRELSTIR, teir eiga ongan persónligan vitnisburð um einaferð Jesus Christus møtti teimum og frelsti teirra sál; teir fara tí so lúkst í helviti við sínum kraga, kjóla og teologi-prógvi. Var tað bara at fara út og doypa fólk og geva teimum ein mola og ein sjatt í munnin og biðja tey trúgva á og halda seg til “dópsnáðina”, hvat skuldu vit so hildið evangelisk møtir til? Trýr man tí, sum hesir baals-prestar siga, so eru ØLL frelst, tá ið einkið kundi verið longri frá sannleikanum. Spyr meðal kirkjufólkið um tey eru FRELST, og tey siga, at tey hopa tað, tey royna, omma og abbi vóru “øgiliga” trúgvandi, ella tey siga: “vit eru kirkjufólk”, men tey kunnu IKKI siga beint fram at tey ERU FRELST, hví?, tí tað eru tey IKKI. “Øgiliga trúgvandi”, og “eg eri kirkjufólk” er IKKI TAÐ SAMA SUM AT VERA FRELSTUR. Kirkjan frelsir ikki eitt menniskja, men tað ger Harrin Jesus Christus; og hann kemur til hvørs og eins, sum av sonnum, brotnum hjarta ákallar hann. Er ein persónlur ikki FRELSTUR, ja so er hann ikki FRELSTUR, tað mugu vit nú loksins fara at tora at síggja í eyguni. Sjálvur var eg bæði barnadoyptur og konfirmeraður áðrenn eg bleiv frelstur. FRELSTUR bleiv eg á einum SANN-EVANGELISKUM MØTI, har eg hoyrdi krossins evangelium boðað í síni fyllstu fylling, bleiv sannførdur um at eg var ein fortaptur syndari sum fór í helviti um eg ikki vendi um, tók við persónligari trúgv á Jesus Christ sum mínum persónliga Frelsara, og vendi um til hansara. TÁ bleiv eg frelstur. Tað var tann 26. januar 1986 á Sjómansheiminum í Runavík, kl. 21:15. Inntil tá var eg STEINDEYÐUR. Men religiøsur sum sjálvasti pávin. Gekk í kirkju við ommu hvønn sunnudag, bað altíð faðirvár, skikkaðu mær heilt fyrimyndarliga, leyg ALDRI, stjól ALDRI, fór eisini til “altars” við ommuni, men móttók ikki ein pinn. Tað farligasta var tað, at eg HELT, at eg móttók okkurt, eg hopaði tað, men eftir at eg var vorðin av sonnum ENDURFØDDUR, GITIN AV GLEÐIBOÐSKAPINUM, FRELSTUR, – tástaðni sá eg, at eg hevði altso verið líka steindeyður sum ein steindeyð, maðketin kirkjurotta á kirkjutrappuni.

Grundin til, at eg kann vera so beintframligur í orð’ og tal’ hesum viðvíkjandi er tann, at eg fyri nøkrum árum síðan var tíverri skeiklaður frá trúnni í 6 ár. Tá gleið eg aftur í hasa steindeyðu holuna sum eitur fólkakirkjan. Men steindeyður sum kavmodna kirkjurottan var eg, inntil Jesus Christus møtti mær á stovugólvinum, várið 2003. Ja, steindeyður kirkjugangandi, transsubstantierandi, til-altars-farandi, faðir-vár-biðjandi ófrelstur heidningur, sum hevði farið LÚKST Í HELVITI í EINUM LOGA, um upprisni Christus ikki hevði krasjað frontalt við meg á stovugólvinum.

VITNA og BOÐA GLEÐIBOÐSKAPIN fyri ófrelstum kirkjugangandi heidningum meðan dagur er. Vit hava nokk at gera, um vit leggja í mannasálir, tí ungur sum eldri fara í helviti hvønn ein dag.

Sjúrður.