Eg pástandi, at ein ið dugir væl enskt, og kennir sína King James Bíbliu, og dugir føroyskt væl, og er frelstur, er í betri standi at gera eina rætta týðing av Bíbliuni, enn 30 flestallir ófrelstir, grikst og hebraiskt talandi lærdir menn á Guð-leysum sokallaðum teologiseminarii, har teir hava til fragd at spotta og petta Guðs orð sundur. Hetta av tí at King James Bíblian er so nógv tann rættasta og besta, og tá hon nú er tað, so má tað lata seg gera at gera eina føroyska javnt-tilsvarandi Bíbliu.
Fram til 1881 var vanligt, at trúboðarar í heidningalondunum týddu King James Bíbliuna til tað málið, sum varð talað har teir vóru. Síðan tað hava setningarnir “elstu og bestu handritini siga”, og “meiri álítandi keldur hava..”, sagdir av flestum hvørjum ófrelstum akademikarum gjørt alt Guðs fólk lammað, tí tey ikki duga grikskt og hebraiskt.
Havi tosað við føroyskan prestlærling á Guð-leysum skúla í avkristnaðu Danmørk, so væl sum íslendskan prest, og teir siga, at prestarnir í dag yvirhøvur ikki duga grikskt og hebraiskt. Teir læra nøkur orð, duga eitt sindur av mállæru, og duga so dánt at lesa og týða ein tekst við orðabókum og lexikonum, men at tosa og hugsa koino-grikskt og hebraiskt duga bert nakrir heilt fáir í heiminum í dag. Í 1611 var støðan ein heilt onnur, tí eg havi hoyrt fyri víst, at teir ið týddu King James Bíbliuna, høvdu til fragdar og stuttleika at tosa grikskt saman á kømrunum á Cambridge, Oxford og Westminster. Lesur tú um teir lærdu menninar í miðøldini, so vóru teir heilt ótrúliga klókir, tosaðu eini 7-8-10 mál, spældu á ymisk ljóðføri, íðkaðu nógvar listir, skrivaðu latín osv.
Nei, lærdómur í dag er í veruleikanum eitt ófatuliga útvatnað hugtak. Orsøkin til tað ger Guðs orð okkum rættiliga greitt, tí tað sigur: “Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin Heilaga er vitska” (Orðt. 9,10). Tá ið eitt samfelag hevur koyrt Guð frá sær, tey tíggju boðini og morgunandakt, tá er eingin sannur vísdómur eftir, og tað er tað, vit eru í ferð við at síggja í dag.
Diggist so við tykkara teldur, kreditkort, triðju-generatións fartelefonir, partabrøv og allar hinar luftkastellurnar; tað skal alt samalt skrambla og brenna.