Enska málið í 1611


King James bíblian varð týdd tá enska málið var á sínum hægstu hæddum. William Shakespeare skrivaði síni leikrit um júst somu tíð, prenttøknin var tilsvarandi nýliga komin, og bókmentir vóru nógv útbreiddar og lisnar.

Eitt sum tú skjótt vilt gerast varur við, tá tú lesur nógv í King James Bíbliuni er, at enska málið tá líktist meira teimum gomlu málunum, eitt nú føroyskum, íslendskum og týskum. King James Bíblian varð týdd í eini tíð, tá enska málið var við at stabiliserast, og tók tann form, tað stórt sæð hevur havt síðan. Um vit til dømis hugdu at enskum máli 400 ár eldri enn 1611, altso í 1211, so høvdu vit næstan ikki skilt nakað.

Hóast enskt er nógv einklað síðan 1611, so er gamla málið enn væl skilligt.

Tá ið eg byrjaði at týða King James 1611 til Føroyskt, sá eg skjótt, at flestallir setningar kunnu týðast so gott sum orðarætt, ella tá við lítlum orðamunum. Hóast enskt tá ikki hevði eitt so fullfíggjað bendingarkervi sum føroyskt hevur, so eru líkheitirnar størri í gomlum enskum enn tær eru nú.

Eg havi altíð tveir stuttar orðalistar hjá mær, tá eg lesi: “The King James Bible Companion” (David W. Daniels) og “King James Version Glossary” (Liberty Prison Ministries).