Misbrúkarar av sær sjálvum við mannkyni arva ikki kongadømi Guðs: jamen tað sigur Guðs orð



9 Vita tit ikki, at hinir órættvísu skulu ikki arva kongadømi Guðs?  verðið ikki villleiddir: hvørki siðloysingar, ella avgudadýrkarar, ella hordómsfremjarar, ella kvinnulátigir, ella misbrúkarar av sær sjálvum við mannkyni,
10 Ella tjóvar, ella gírigir, ella drykkjumenn, ella illmælismenn, ella peninganoyðarar, skulu arva kongadømi Guðs.
11 Og slíkir vóru summir av tykkum: men tit eru tváaðir, men tit eru halgaðir, men tit eru rættvísgjørdir í navni Harrans Jesu, og við Anda Guðs várs.
( I. Cor. 6:9-11 FKJ )

Hesi arva altso ikki kongadømi Guðs:

1) Siðloysingar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum íðka kynslív uttanfyri hjúnarband.
(Hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

2) Avgudadýrkarar,
t.e. fólk, sum tilbiðja nakran annan gud, ella ting, í staðin fyri Jehovah Guð, Faðir várs Harra og Frelsara Jesu Christs.
(Hetta er brot á Guðs 1., 2., og 3. boð)

3) Hordómsfremjarar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum slíta hjúnarbandið uttan Bíbilska grund, t.e. siðloysi, har ið tú ert tann óskyldigi parturin (Matth. 19:9), og
sum so gifta seg uppaftur, ella helst bara liva í siðloysi.
(Eisini hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

4) Kvinnulátigir,
t.e. menn, sum ikki vilja vera menn, men láta sum kvinnur, t.e. transvisitar, pervertar.
(Eisini hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

5) Misbrúkarar av sær sjálvum við mannkyni,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum hava ónáttúrliga kynsliga samveru við fólki av sama kyni, og harundir alt annað misbrúk, t.e. kynsligur
perversitetur og óreinleiki.
(Eisini hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

6) Tjóvar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum stjala ella avpressa ting frá øðrum.
(Hetta er brot á Guðs 8. boð: Tú skalt ikki stjala)

7) Gírigir,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum ikki elskar sín næsta, men sum bara livir fyri at gleðast í marglæti hvønn dag.
(Hetta er brot á Guðs 1., 2., og 3. boð, tí hesin elskar og tilbiður mammon, ikki Guð)

8) Drykkjumenn,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum drekka rúsandi løg, gersat drukkin, og gera syndir, sum tey ikki eingong vita av sjálvi, men sum tey hóast hetta eru teir seku gerararnir av
(Ein drukkin maður brýtur øll Guðs Guðs 10 boð, – uttan nakra umbering)

9) Illmælismenn,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum uppfinna og/ella spreiða lygnir og søgur um onnur, sum ikki eru sannar.
(Hetta er brot á Guðs 9. boð)

10) Peninganoyðarar
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum avpressa pening av øðrum við makt og órættvísi.
(Eisini hetta er brot á Guðs 8. boð)


(Legg til merkis, at hesi tingini eru synd, tí at øll eru brot á GUÐS LÓG, tey 10. boðini, sum eru DEFINITIÓNIN av, hvat synd til allar tíðir er (sí I. Jóh. 3:4 FKJ ), og sum standa í Exodus kap 20:1-17)

– Guðs lóg skal ikki forvekslast við alla ta Levitisku lógina. Hon er dottin úr gildi við fullkomna ofrinum okkara høvuðspresti Jesusi Christi einaferð fyri allar, men Guðs lóg stendur við enn og dømir synd sum synd.

Vers 11 sigur, at “slíkir vóru summir av tykkum”. Ein trúgvandi, frelsur persónur livir IKKI í hesum lutum: hann er
tváaður, hann er halgaður, og hann er rættvísgjørdur frá hesum lutum og hevur ikki hesar lutir sum sín lívsháttarlag.

Tvs., at tann, sum hevur omanfyri nevndu tingini sum sín almindiliga lívsháttarlag, ER IKKI eitt Guðs barn, og KANN tí
ikki arva kongadømi Guðs.

Vendir man um, so vendir man altso um.


Her kemur Guðs lóg, Guðs heilagu 10 boð, sum tú elskart og heldurt um tú ert eitt endurføtt, frelst Guðs barn:

OG Guð talaði øll hesi orðini, sigandi,
2 Eg eri HARRIN Guð tín, sum havi ført teg út úr Egyptalandi, út úr trældóms-húsinum.
3 Tú skalt ongar aðrar gudar hava undan mær.
4 Tú skalt ikki gera tær nakra rista mynd, ella nakran líkleika av nøkrum tingi sum er í himni fyri oman, ella sum er á jørðini fyri niðan, ella sum er í vatninum undir jørðini:
5 Tú skalt ikki boyggja niður teg sjálvan fyri teimum, ella tæna teimum: tí at eg, HARRIN Guð tín, eri ein ástbrellin Guð, heimsøkjandi misgerð fedranna omanyvir børnini at hinum triðja og fjórða ættarliði hjá teimum sum hata meg;
6 Og sýnandi miskunn at túsundum av teimum sum elska meg, og halda boðini hjá mær.
7 Tú skalt ikki taka navn HARRANS Guðs tíns í fáfongd; tí at HARRIN vil ikki halda hann sakleysan, sum tekur navn hans í fáfongd.
8 Minst til sabbatsdagin, at halda hann heilagan.
9 Seks dagar skalt tú streva, og gera alt títt arbeiði:
10 Men hin sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guðs tíns: í honum skalt tú ikki gera nakað arbeiði, tú, ella sonur tín, ella dóttir tín, tænastusveinur tín, ella tænastugenta tín, ella fenaður tín, ella tín fremmandi sum er innan portra tína:
11 Tí at á seks døgum gjørdi HARRIN himin og jørð, sjógvin, og alt sum í teim er, og hvíldi hin sjeynda dagin: hvørsvegna HARRIN vælsignaði sabbatsdagin, og halgaði hann.
12 ¶ Æra faðir tín og móður tína: at tínir dagar mega verða langir uppiá landinum sum HARRIN Guð tín gevur tær.
13 Tú skalt ikki drepa.
14 Tú skalt ikki fremja hordóm.
15 Tú skalt ikki stjala.
16 Tú skalt ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.
17 Tú skalt ikki girnast hús næsta tíns, tú skalt ikki girnast konu næsta tíns, ella tænastusvein hans, ella tænastugentu hans, ella oksa hans, ella asna hans, ella nakað ting sum næsta tíns er.
( Exodus 20:1-17 FKJ )