ONNUR MÓSEBÓK, EISINI KALLAÐ EXODUS



KAPITUL 1

Nú, hetta eru nøvn Ísraels barna, sum komu inn í Egyptaland; hvør maður og húshald hansara komu við Jákupi.

2 Reuben, Símeon, Levi, og Judah,

3 Issakar, Zebulon, og Benjamin,

4 Dán, og Naphtali, Gád, og Ásjer.

5 Og allar sálirnar, sum komu úr lendum Jákups, vóru sjeyti sálir: tí Jóseph var í Egyptalandi longu.

6 Og Jóseph doyði, og allir brøður hansara, og øll tann ættin.

7 ¶ Og Ísraels børn vóru fruktagóðir, og øktust avbera nógv, og marfaldaðust, og gjørdust avbera mektigir; og landið varð fylt við teimum.

8 Men tað reistist upp ein nýggjur kongur yvir Egyptalandi, sum ikki kendi Jóseph.

9 Og hann segði við fólk sítt, Sí, fólk Ísraels barna eru fleiri og mektigari enn vit:

10 Komið nú, latum okkum fara vísligani við teimum; at ikki teir margfaldist, og tað beri á, at tá ið tað falli út nakað kríggj, teir sameinist eisini at okkara fíggindum, og kríggi ímóti okkum, og soleiðis komi sær upp úr landinum.

11 Tí settu teir yvir teimum verkmeistarar til at níva teir við byrðum sínum. Og teir bygdu fyri Pharaoh goymslustaðir, Pithom og Raamses.

12 Men jú meira teir nívdu teir, jú meira margfaldaðust teir og vuksu. Og teir vórðu harmir uppá grund av Ísraels børnum.

13 Og Egyptarnir fingu Ísraels børn at tæna við harðrendni:

14 Og teir gjørdu lívini hjá teimum beisk við hørðum trældómi, í mørtli, og í múrsteini, og í alskyns tænastu í akrinum: øll teirra tænasta, sum teir fingu teir at tæna í, var við harðrendni.

15 ¶ Og kongur Egyptalands talaði til Hebráisku ljósmøðurnar, av hvørjum navnið hjá tí einu var Sjifrah, og navnið hjá hinari var Puah:

16 Og hann segði, Tá ið tit gera embætið hjá ljósmóður við Hebráisku kvinnurnar, og síggja tær uppiá stólunum; um tað tá veri sonur, so skulu tit drepa hann: men um tað veri dóttir, so skal hon liva.

17 Men ljósmøðurnar óttaðust Guð, og gjørdu ikki sum kongur Egyptalands beyð teimum, men bjargaðu dreingjabørnunum á lívi.

18 Og kongur Egyptalands rópaði ljósmøðurnar, og segði við tær, Hví hava tit gjørt henda lut, og hava bjargað dreingjabørnunum á lívi?

19 Og ljósmøðurnar søgdu við Pharaoh, Av tí at Hebráisku kvinnurnar eru ikki sum Egyptisku kvinnurnar; tí tær erulívligar, og eru útfríaðar áður enn ljósmøðurnar koma inn til teirra.

20 Tí fór Guð væl við ljósmøðrunum: og fólkið margfaldaðist, og varð sera mektugt.

21 Og tað bar á, av tí at ljósmøðurnar óttaðust Guð, at hann gjørdi teimum hús.

22 Og Pharaoh álegði øllum fólki sínum, og segði, Hvønn son, sum verður føddur, skulu tit kasta í ánna, og hvørjari dóttur skulu tit bjarga á lívi.


KAPITUL 2


Og ein maður av húsi Levis fór og tók til konu eina dóttur Levis.

2 Og kvinnan ól fram, og føddi son: og tá ið hon sá hann, at hann var frálíkt barn, fjaldi hon hann tríggjar mánaðir.

3 Og tá ið hon ikki longur kundi fjala hann, tók hon honum ørk av sevstavum, og bræddi hana við jarðlími og við biki, og koyrdi barnið harí; og hon legði tað í størini við áarbakkan.

4 Og systir hansara stóð langt burturifrá, at vita hvat fór at verða gjørt við hann.

5 ¶ Og dóttir Pharaohs kom oman at tváa sær við ánna; og hennara moyggjar gingu frameftir við áarbakkan; og tá ið hon sá ørkina millum størini, sendi hon ternu sína at heinta hana.

6 Og tá ið hon hevði opnað hana, sá hon barnið: og sí, pinkubarnið græt. Og hon hevði várkunn yvir hann, og segði, Hetta er eitt av børnum Hebreanna.

7 Tá segði systir hansara til dóttur Pharaohs, Skal eg fara og rópa tær eina daddu av Hebráisku kvinnunum, at hon má dadda barnið fyri teg?

8 Og dóttir Pharaohs segði til hennara, Far. Og moyggin fór og rópaði móður barnsins.

9 Og dóttir Pharaohs segði við hana, Tak hetta barnið burtur, og dadda tað fyri meg, og eg vil geva tær løn tína. Og kvinnan tók barnið, og daddaði tað.

10 Og barnið vaks, og hon førdi hann til dóttur Pharaohs, og hann gjørdist sonur hennara. Og hon kallaði navn hansara Móses: og hon segði, Av tí at eg dró hann úr vatninum.

11 ¶ Og tað hendi í teimum døgum, tá ið Móses var vaksin, at hann fór út til brøður sínar, og hugdi á teirra byrðar: og hann bar eyga við Egypta, sum sló ein Hebreara, ein av brøðrum sínum.

12 Og hann hugdi henda veg og handa veg, og tá ið hann sá at har var eingin maður, vá hann Egyptan, og fjaldi hann í sandinum.

13 Og tá ið hann fór út annan dagin, sí, klandraðust tveir menn av Hebreunum saman: og hann segði við hann ið gjørdi órættin, Hví slært tú felaga tín?

14 Og hann segði, Hvør gjørdi teg til ein prins og ein dómara yvir okkum? ætlart tú at drepa meg, eins og tú drapst Egyptan? Og Móses óttaðist, og segði, Víst er hesin lutur kunnur.

15 Men tá ið Pharaoh hoyrdi henda lut, søkti hann at vega Móses. Men Móses flýddi frá andliti Pharaohs, og dvaldist í landi Midians: og hann settist niður við ein brunn.

16 Nú, prestur Midians hevði sjey døtur: og tær komu og drógu vatn, og fyltu trogini til at vatna fylgi faðirs síns.

17 Og hirðarnir komu og róku tær burtur: men Móses stóð upp og hjálpti teimum, og vatnaði teirra fylgi.

18 Og tá ið tær komu til Reuels, faðir sín, segði hann, Hvussu er tað at tit eru komnar so skjótt í dag?

19 Og tær søgdu, Ein Egypti bjargaði okkum úr hondini á hirðunum, og dró eisini vatn nokk til okkara, og vatnaði fylgið.

20 Og hann segði við døtur sínar, Og hvar er hann? hví er tað at tit hava eftirlatið mannin? rópið hann, at hann má eta breyð.

21 Og Móses var nøgdur at búgva hjá manninum: og hann gav Mósesi Zippóruh, dóttur sína.

22 Og hon bar honum son, og hann kallaði navn hansara Gersjom: tí hann segði, Eg havi verið ein fremmandur í fremmandum landi.

23 ¶ Og tað hendi í framlíðing tíðarinnar, at kongur Egyptalands doyði: og børn Ísraels suffaðu uppá grund av trældóminum, og tey rópaðu, og teirra róp kom upp at Guði orsakað av trældóminum.

24 Og Guð hoyrdi teirra eymkan, og Guð mintist til sín sáttmála við Ábraham, við Ísaak, og við Jákup.

25 Og Guð hugdi á børn Ísraels, og Guð hevði fyrilit fyri teimum.


KAPITUL 3

Móses passaði nú fylgið hjá Jethro, verfaðir sínum, presti Midians: og hann leiddi fylgið til baksíðuna av oyðimørkini, og kom at fjalli Guðs, heilt til Hóreb.

2 Og eingil HARRANS birtist honum í eldsloga úr miðjuni av einum runni: og hann hugdi, og sí, runnurin brendi við eldi, og runnurin varð ikki upptærdur.

3 Og Móses segði, Nú vil eg venda til viks, og síggja hesa miklu sjón, hví runnurin ikki verður brendur.

4 Og tá ið HARRIN sá at hann vendi til viks at sjá, kallaði Guð á hann úr miðjum runninum, og segði, Móses, Móses. Og hann segði, Her eri eg.

5 Og hann segði, Dregst ikki nær higar: tak av tínar skógvar uttan av fótum tínum, tí at staðið, hvará tú stendurt, erheilag jørð.

6 Haraftrat segði hann, Eg eri Guð faðirs tíns, Guð Ábrahams, Guð Ísaaks, og Guð Jákups. Og Móses fjaldi sítt andlit; tí hann var ræddur at líta at Guði.

7 ¶ Og HARRIN segði, Eg havi vissuliga sæð nívdina hjá mínum fólki sum eru í Egyptalandi, og havi hoyrt teirra róp orsakað av teirra verkmeistarum; tí eg veit av teirra sorgum;

8 Og eg eri komin niður at fría teir út úr hond Egyptanna, og at føra teir upp úr hasum landi at góðum landi og stórum, at landi sum flýtur í mjólk og hunangi; at plássi Cánaanitanna, og Hittitanna, og Amoritanna, og Perizzitanna, og Hivitanna, og Jebusitanna.

9 Sí, tí er nú róp Ísraels barna komið at mær: og eg havi eisini sæð ta kúgan sum Egyptarnir kúga teir við.

10 Kom tí nú, og eg vil senda teg til Pharaohs, at tú mást føra fram fólk mítt, børn Ísraels, út úr Egyptalandi.

11 ¶ Og Móses segði við Guð, Hvør eri eg, at eg skuldi farið til Pharaohs, og at eg skuldi ført fram Ísraels børn út úr Egyptalandi?

12 Og hann segði, Vissuliga vil eg vera við tær; og hetta skal vera tær tekin, at eg havi sent teg: Tá ið tú hevurt ført fram fólkið út úr Egyptalandi, skulu tit tæna Guði á hesum fjallinum.

13 Og Móses segði við Guð, Sí, tá ið eg komi til Ísraels børn, og sigi við teir, Guð fedra tykkara hevur sent meg til tykkara; og teir munnu siga til mín, Hvat er navn hansara? hvat skal eg siga við teir?

14 Og Guð segði við Móses, EG ERI AT EG ERI: og hann segði, Svá skalt tú siga við børn Ísraels, EG ERI hevur sent meg til tykkara.

15 Og Guð segði haraftrat við Móses, Svá skalt tú siga við børn Ísraels, HARRIN Guð fedra tykkara, Guð Ábrahams, Guð Ísaaks, og Guð Jákups, hevur sent meg til tykkara: hetta er navn mítt um ævir, og hetta er mítt minni til allar ættir.

16 Far, og savna hinar elstu av Ísrael saman, og sig við teir, HARRIN Guð fedra tykkara, Guð Ábrahams, Ísaaks, og Jákups, birtist mær, og segði, Eg havi vissuliga vitjað tykkum, og sæð tað sum verður gjørt við tykkum í Egyptalandi:

17 Og eg havi sagt, Eg vil føra tykkum upp úr nívd Egyptalands at landi Cánaanitanna, og Hittitanna, og Amoritanna, og Perizzitanna, og Hivitanna, og Jebusitanna, at landi sum flýtur í mjólk og hunangi.

18 Og teir skulu geva gætur eftir rødd tíni: og tú skalt koma, tú og teir elstu av Ísrael, til kong Egyptalands, og tit skulu siga við hann, HARRIN Guð Hebreanna hevur møtst við okkum: og nú, lat okkum fara, vit bøna teg, tríggja daga ferð inn í oyðuna, at vit mega sláturofra til HARRANS Guðs várs.

19 ¶ Og eg eri vísur í at kongur Egyptalands vil ikki lata tykkum fara, nei, ikki við eini mektigari hond.

20 Og eg vil rætta út mína hond, og sláa Egyptaland við øllum mínum undrum sum eg vil gera í miðjum tí: og eftir tað vil hann lata tykkum fara.

21 Og eg vil geva hesum fólki góðvild í eygsjón Egyptanna: og tað skal bera á, at tá ið tit fara, skulu tit ikki fara tómhentir:

22 Men hvør kvinna skal læna frá sínum granna, og frá henni sum útisitur í húsi hennara, smúkkur av silvuri, og smúkkur av gulli, og klædnað: og tit skulu koyra tey uppá synir tykkara, og uppá døtur tykkara; og tit skulu ræna Egyptarnar.


KAPITUL 4

Og Móses svaraði og segði, Men sí, teir vilja ikki trúgva mær, ella geva gætur eftir rødd míni: tí at teir vilja siga, HARRIN hevur ikki birtst fyri tær.

2 Og HARRIN segði við hann, Hvat er hatta í tíni hond? Og hann segði, Ein stavur.

3 Og hann segði, Kasta hann á jørðina. Og hann kastaði hann á jørðina, og hann varð at høggormi; og Móses flýddi frammi fyri honum ífrá.

4 Og HARRIN segði við Móses, Koyr fram tína hond, og tak hann eftir halanum. Og hann koyrdi fram sína hond, og greip hann, og hann gjørdist ein stavur í hond hansara:

5 At teir mega trúgva at HARRIN Guð fedra teirra, Guð Ábrahams, Guð Ísaaks, og Guð Jákups, hevur birtst fyri tær.

6 ¶ Og HARRIN segði ennvíðari við hann, Koyr nú tína hond inn í barm tín. Og hann koyrdi sína hond í barm sín: og tá ið hann tók hana út, sí, tá var hond hansara spitølsk sum snjó.

7 Og hann segði, Koyr tína hond inn aftur í barm tín. Og hann koyrdi sína hond aftur í barm sín; og sleit hana út úr barmi sínum, og sí, hon var umskift aftur eins og hitt kjøt hansara.

8 Og tað skal henda, um teir vilji ikki trúgva tær, ikki heldur geva gætur eftir røddini á fyrsta tekninum, at teir vilja trúgva røddini á tí seinna tekninum.

9 Og tað skal bera á, um teir vilji ikki trúgva eisini hesum tveim teknunum, eiheldur geva gætur eftir rødd tíni, at tú skalt taka av vatninum úr ánni, og hella tað á turrlendið: og vatnið, sum tú tekurt úr ánni, skal gerast blóð á turrlendinum.

10 ¶ Og Móses segði við HARRAN, O Harri mín, eg eri ikki væltalandi, hvørki herframmanundan, ella síðan tú hevurt talað við tænara tín: men eg eri seinur í talu, og av eini seinari tungu.

11 Og HARRIN segði við hann, Hvør hevur gjørt munn mans? ella hvør ger hin málleysa, ella deyva, ella hin síggjandi, ella hin blinda? havi ikki eg HARRIN?

12 Far tí nú, og eg vil vera við tínum munni, og læra teg hvat tú skalt siga.

13 Og hann segði, O Harri mín, send, eg biði teg, við hendi hansara sum tú vilt senda.

14 Og HARRANS firtni varð kynd ímóti Mósesi, og hann segði, Er ikki Aaron, Levitin, bróðir tín? Eg veit at hann dugir at tala væl. Og eisini, sí, hann kemur út at hitta teg: og tá ið hann sær teg, verður hann glaður í sínum hjarta.

15 Og tú skalt tala við hann, og leggja orð í munn hansara: og eg vil vera við tínum munni, og við munni hansara, og vil læra tykkum hvat tit skulu gera.

16 Og hann skal vera talsmaður tín fyri fólkinum: og hann skal vera, enntá hann skal vera fyri tær ístaðin fyri munn, og tú skalt vera fyri honum ístaðin fyri Guð.

17 Og tú skalt taka henda stav í tína hond, sum tú skalt gera tekin við.

18 ¶ Og Móses fór og vendi aftur til Jethros, verfaðir sín, og segði við hann, Lat meg fara, eg biði teg, og venda aftur til brøður mínar sum eru í Egyptalandi, og sjá hvørt teir veri enn á lívi. Og Jethro segði við Móses, Far í friði.

19 Og HARRIN segði við Móses í Midian, Far, vend aftur til Egyptalands: tí at allir menninir eru deyðir sum søktu títt lív.

20 Og Móses tók konu sína og synir sínar, og setti tey uppá ein asna, og hann vendi aftur til Egyptalands: og Móses tók stav Guðs í sína hond.

21 Og HARRIN segði við Móses, Tá ið tú fert til at venda aftur til Egyptalands, síggj til at tú geri øll tey undrini frammi fyri Pharaoh, sum eg havi koyrt í tína hond: men eg vil herða hjarta hansara, at hann skal ikki lata fólkið fara.

22 Og tú skalt siga við Pharaoh, Svá sigur HARRIN, Ísrael er sonur mín, enntá mín frumborni:

23 Og eg sigi við teg, Lat son mín fara, at hann má tæna mær: og um tú sýti at lata hann fara, sí, vil eg bana syni tínum, enntá tínum frumborna.

24 ¶ Og tað hendi eftir vegnum í tilhaldinum, at HARRIN møtti honum, og søkti at drepa hann.

25 Tá tók Zippórah hvassan stein, og skar av forhúðina hjá syni sínum, og kastaði hana við føtur hansara, og segði, Víst ert tú blóðigur ektamaður fyri mær.

26 So hann læt hann fara: síðan segði hon, Ein blóðigur ektamaður tú ert, uppá grund av umskeringini.

27 ¶ Og HARRIN segði til Aarons, far inn í oyðuna at hitta Móses. Og hann fór, og hitti hann á fjalli Guðs, og kysti hann.

28 Og Móses segði Aaroni øll orðini hjá HARRANUM sum hevði sent hann, og øll teknini sum hann hevði boðið honum.

29 ¶ Og Móses og Aaron fóru og savnaðu saman allar teir elstu Ísraels barna:

30 Og Aaron talaði øll orðini sum HARRIN hevði talað við Móses, og gjørdi teknini í eygsjónini á fólkinum.

31 Og fólkið trúði: og tá ið teir hoyrdu at HARRIN hevði vitjað børn Ísraels, og at hann hevði litið at teirra nívd, tá boygdu teir síni høvur og tilbóðu.


KAPITUL 5

Og síðan fóru Móses og Aaron inn, og taldu Pharaoh, Svá sigur HARRIN Guð Ísraels, Lat fólk mítt fara, at teir mega halda høgtíð at mær í oyðuni.

2 Og Pharaoh segði, Hvør er HARRIN, at eg skuldi lýtt rødd hansara, at latið Ísrael farið? eg kenni ikki HARRAN, eiheldur vil eg lata Ísrael fara.

3 Og teir søgdu, Guð Hebreanna hevur møtst við okkum: lat okkum fara, vit biðja teg, tríggja daga ferð inn í oyðimørkina, og sláturofra HARRANUM Guði várum; at ikki hann falli á okkum við drepsótt, ella við svørðinum.

4 Og kongur Egyptalands segði við teir, Hvørsvegna, Móses og Aaron, forða tit fólkinum frá teirra arbeiðum? sleppið tykkum at tykkara byrðum.

5 Og Pharaoh segði, Sí, landsins fólk nú eru mangir, og tit fáa teir at hvíla frá teirra byrðum.

6 Og Pharaoh skipaði sama dagin verkmeistarum fólksins, og teirra yvirmonnum, og segði,

7 Tit skulu ikki meira geva fólkinum strá til at gera múrstein, sum herframmanundan: latið teir fara og savna strá til sín sjálvs.

8 Og talið á múrsteinunum, sum teir herframmanundan gjørdu, skulu tit leggja á teir; tit skulu ikki minka nakað av tí: tí at teir veri yrkisleysir; tí rópa teir, og siga, Latið okkum fara og sláturofra til Guðs várs.

9 Latið meira arbeiði verða lagt á menninar, at teir mega strevast í tí; og latið teir ikki geva gætur eftir fáfongdum orðum.

10 ¶ Og verkmeistarar fólksins fóru út, og teirra yvirmenn, og teir talaðu til fólkið, og søgdu, Svá sigur Pharaoh, Eg vil ikki geva tykkum strá.

11 Farið tit, fáið tykkum strá, har tit kunnu finna tað: tó skal ikki nakað av tykkara arbeiði verða minkað um.

12 So fólkini vórðu spjødd út umkring út ígjøgnum alt Egyptaland, at savna hálm ístaðin fyri strá.

13 Og verkmeistararnir skundaðu undir teir, og søgdu, Uppfyllið tykkara arbeiðir, tykkara dagligu setningar, sum tá ið strá var.

14 Og yvirmenninir hjá Ísraels børnum, sum Pharaohs verkmeistarar høvdu sett yvir teimum, vórðu bardir, og kravdir, Hví hava tit ikki uppfylt tykkara setning í at gera múrstein bæði í gjár og í dag, sum herframmanundan?

15 ¶ Tá komu yvirmenninir hjá Ísraels børnum og róptu á Pharaoh, og søgdu, Hví fert tú soleiðis við tænarum tínum?

16 Tað er einkið strá givið tænarum tínum, og teir siga til okkara, Gerið múrstein: og sí, tínir tænarar verða bardir; men feilurin er í tínum egna fólki.

17 Men hann segði, Tit eru yrkisleysir, tit eru yrkisleysir: tí siga tit, Latið okkum fara og inna sláturofran til HARRANS.

18 Farið tí nú, og arbeiðið; tí at tað skal einkið strá verða givið tykkum, tó skulu tit veita talið á múrsteinum.

19 Og yvirmenninir hjá Ísraels børnum sóu at teir vóru í eini óndari støðu, eftir at tað varð sagt, Tit skulu ikki minka um nakað frá tykkara múrsteinum av tykkara dagliga setningi.

20 ¶ Og teir møttu Mósesi og Aaroni, sum stóðu á vegnum, sum teir komu fram frá Pharaoh:

21 Og teir søgdu við teir, HARRIN líti at tykkum, og dømi; tí at tit hava fingið okkara anga at verða stiknaðan við í Pharaohs eygum, og í eygunum á tænarum hansara, til at koyra eitt svørð í teirra hond at bana okkum.

22 Og Móses vendi aftur at HARRANUM, og segði, Harri, hvørsvegna hevurt tú so illani farið við hesum fólki? hví ertað at tú hevurt sent meg?

23 Tí at síðan eg kom til Pharaohs at tala í tínum navni, hevur hann gjørt ilt við hetta fólk; eiheldur hevurt tú fríað út títt fólk yvirhøvur.


KAPITUL 6

Tá segði HARRIN við Móses, Nú skalt tú síggja hvat eg vil gera við Pharaoh: tí við sterkari hond skal hann lata teir fara, og við sterkari hond skal hann reka teir út úr landi sínum.

2 Og Guð talaði við Móses, og segði við hann, Eg eri HARRIN:

3 Og eg birtist at Ábrahami, at Ísaaki, og at Jákupi, við navninum Guð Almáttugur, men við mínum navni JEHÓVAH varð eg ikki kendur fyri teimum.

4 Og eg havi eisini grundlagt mín sáttmála við teir, at geva teimum Cánaans land, landið av teirra útlegd, sum teir vóru fremmandir í.

5 Og eg havi eisini hoyrt stynjan Ísraels barna, hvørjar Egyptarnir halda í trældómi; og eg havi minst til mín sáttmála.

6 Hvørsvegna sig við Ísraels børn, Eg eri HARRIN, og eg vil føra tykkum út undan byrðum Egyptanna, og eg vil bjarga tykkum úr teirra trældómi, og eg vil endurloysa tykkum við útrættum armi, og við miklum dómum:

7 Og eg vil taka tykkum til mín til eitt fólk, og eg vil vera fyri tykkum ein Guð: og tit skulu vita at eg eri HARRIN Guð tykkara, sum førir tykkum út undan byrðum Egyptanna.

8 Og eg vil føra tykkum inn at landinum, viðvíkjandi hvørjum eg svór at geva tað til Ábrahams, til Ísaaks, og til Jákups; og eg vil geva tykkum tað til arvaluts: eg eri HARRIN.

9 ¶ Og Móses talaði soleiðis við børn Ísraels: men teir góvu ikki gætur at Mósesi vegna angist av anda, og vegna grimman trældóm.

10 Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

11 Far inn, tala við Pharaoh kong av Egyptalandi, at hann lati børn Ísraels fara úr landi sínum.

12 Og Móses talaði frammi fyri HARRANUM, og segði, Sí, Ísraels børn hava ikki givið gætur at mær; hvussu skal tá Pharaoh hoyra meg, sum eri av óumskornum vørrum?

13 Og HARRIN talaði við Móses og við Aaron, og gav teimum álegging at Ísraels børnum, og at Pharaoh kongi av Egyptalandi, at føra børn Ísraels út úr Egyptalandi.

14 ¶ Hetta veri høvdini hjá húsum fedra teirra: Synirnir hjá Reubeni, Ísraels frumborna; Hánoch, og Pallu, Hezron, og Carmi: hetta veri familjurnar av Reubeni.

15 Og synirnir hjá Símeoni; Jemuel, og Jámin, og Óhad, og Jáchin, og Zóhar; og Sjául, sonurin hjá Cánaanitiskari kvinnu: hetta eru familjurnar av Símeoni.

16 ¶ Og hetta eru nøvnini hjá sonum Levis, samsvarandi ættunum hjá teimum; Gersjon, og Kóhath, og Merari: og árini av lívinum hjá Levi vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár.

17 Synirnir hjá Gersjoni; Libni, og Sjimi, samsvarandi teirra familjum.

18 Og synirnir hjá Kóhathi; Amram, og Izhar, og Hebron, og Uzziel: og árini av lívinum hjá Kóhathi vóru eitt hundrað ogtríati og trý ár.

19 Og synirnir hjá Merari; Máhali og Musji: hetta eru familjurnar av Levi, samsvarandi ættum teirra.

20 Og Amram tók sær Jochebed, systur faðirs síns, til konu; og hon bar honum Aaron og Móses: og árini av lívinum hjá Amrami vórðu eitt hundrað og tríati og sjey ár.

21 ¶ Og synirnir hjá Ishar; Kórah, og Nepheg, og Zichri.

22 Og synir Uzziels; Misjael, og Elzaphan, og Zithri.

23 Og Aaron tók sær Elisjebu, dóttur Amminadabs, systur hjá Náasjon, til konu; og hon føddi honum Nádab, og Ábihu, Eleázar, og Ithamar.

24 Og synirnir hjá Kórah; Assir, og Elkanah, og Ábjasaph: hetta eru familjurnar av Kórhitunum.

25 Og Eleázar, sonur Aarons, tók sær eina av døtrum Putiels til konu; og hon føddi honum Phinehas: hetta eru høvdini av fedrunum hjá Levitunum, samsvarandi teirra familjum.

26 Hesir eru tann Aaron og Móses, til hvørjar HARRIN segði, Førið út Ísraels børn frá Egyptalandi, samsvarandi teirra herum.

27 Hetta eru teir sum talaðu til Pharaohs kongs av Egyptalandi, at føra út Ísraels børn úr Egyptalandi: hetta eru tann Móses og Aaron.

28 ¶ Og tað hendi í tí degi tá ið HARRIN talaði við Móses í Egyptalandi,

29 At HARRIN talaði við Móses, og segði, Eg eri HARRIN: tala tú við Pharaoh kong av Egyptalandi alt sum eg sigi við teg.

30 Og Móses segði frammi fyri HARRANUM, Sí, eg eri av óumskornum vørrum, og hvussu skal Pharaoh geva gætur at mær?


KAPITUL 7

Og HARRIN segði við Móses, Sí, eg havi gjørt teg til ein gud fyri Pharaoh: og Aaron, bróðir tín, skal vera prophetur tín.

2 Tú skalt tala alt sum eg bjóði tær: og Aaron, bróðir tín, skal tala við Pharaoh, at hann sendi Ísraels børn út úr landi sínum.

3 Og eg vil herða hjarta Pharaohs, og margfalda míni tekin og míni undur í Egyptalandi.

4 Men Pharaoh skal ikki geva gætur at tykkum, at eg má leggja mína hond á Egyptaland, og føra fram mínar herar, ogmítt fólk Ísraels børn, út úr Egyptalandi við miklum dómum.

5 Og Egyptarnir skulu vita at eg eri HARRIN, tá ið eg rætti út mína hond yvir Egyptaland, og føri út Ísraels børn teirra millum ífrá.

6 Og Móses og Aaron gjørdu eins og HARRIN beyð teimum, soleiðis gjørdu teir.

7 Og Móses var fýrsinstjúgu ára gamalur, og Aaron fýrsinstjúgu og trý ára gamalur, tá ið teir talaðu við Pharaoh.

8 ¶ Og HARRIN talaði við Móses og við Aaron, og segði,

9 Tá ið Pharaoh fer at tala við tykkum, og siga, Sýnið eitt undur fyri tykkum: tá skalt tú siga við Aaron, Tak stav tín, og kasta hann framfyri Pharaoh, og hann skal gerast høggormur.

10 ¶ Og Móses og Aaron fóru inn til Pharaohs, og teir gjørdu so sum HARRIN hevði boðið: og Aaron kastaði niður stav sín frammi fyri Pharaoh, og frammi fyri tænarum hansara, og hann gjørdist høggormur.

11 Tá rópaði Pharaoh eisini vísmenninar og galdramenninar: nú, gandakallar Egyptalands, teir gjørdu eisini á líkan hátt við sínum rúnagandanum.

12 Tí at teir kastaðu niður hvør maður stav sín, og teir gjørdust høggormar: men stavur Aarons svølgdi upp teirra stavar.

13 Og hann herdi hjarta Pharaohs, so at hann gav teimum ikki gætur; eins og HARRIN hevði sagt.

14 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Pharaohs hjarta er hert, hann noktar at lata fólkið fara.

15 Far tær til Pharaoh í morginárið; sí, hann fer út at vatninum; og tú skalt standa við áarbakkan ímóti tí at hann komi; og stavin, sum varð umskiftur til høggorm, skalt tú taka í tíni hond.

16 Og tú skalt siga við hann, HARRIN Guð Hebreanna hevur sent meg at tær, sigandi, Lat fólk mítt fara, at teir mega tæna mær í oyðuni: og sí, higartil vildirt tú ikki hoyra.

17 Svá sigur HARRIN, Í hesum skalt tú vita at eg eri HARRIN: sí, eg vil sláa við stavinum, sum er í míni hond, á vøtnini sum eru í ánni, og tey skulu verða broytt í blóð.

18 Og fiskurin, sum er í ánni, skal doyggja, og áin skal stinka; og Egyptarnir skulu vamlast við at drekka av vatninum úr ánni.

19 ¶ Og HARRIN talaði við Móses, Sig við Aaron, Tak stav tín, og rætt út tína hond yvir Egyptalands vøtn, yvir teirra streymar, yvir teirra áir, og yvir teirra tjørnir, og yvir allar teirra hyljar av vatni, at teir mega verða til blóð; og at tað má verða blóð út ígjøgnum alt Egyptaland, bæði í kerjum av træi, og í kerjum av steini.

20 Og Móses og Aaron so gjørdu, sum HARRIN beyð; og hann lyfti upp stavin, og sló vøtnini, sum vóru í ánni, í Pharaohs eygsjón, og í eygsjónini á hansara tænarum; og øll vøtnini, sum vóru í ánni, vórðu broytt í blóð.

21 Og fiskurin, sum var í ánni, doyði; og áin stinkaði, og Egyptarnir kundu ikki drekka av vatninum úr ánni; og har var blóð út ígjøgnum alt Egyptaland.

22 Og gandakallar Egyptalands gjørdu so við sínum rúnagandanum: og Pharaohs hjarta varð hert, eiheldur gav hann teimum gætur; eins og HARRIN hevði sagt.

23 Og Pharaoh vendi og fór inn í hús sítt, eiheldur stillaði hann sítt hjarta fyri hesum eisini.

24 Og allir Egyptarnir gróvu rundan um ánna eftir vatni at drekka; tí at teir kundu ikki drekka av vatninum úr ánni.

25 Og sjey dagar fyltust upp, eftir at HARRIN hevði sligið ánna.


KAPITUL 8

Og HARRIN talaði við Móses, Far til Pharaohs, og sig við hann, Svá sigur HARRIN, Lat fólk mítt fara, at teir mega tæna mær.

2 Og um tú sýti at lata teir fara, sí, vil eg sláa øll tíni landamørk við froskum:

3 Og áin skal bera fram froskar í yvirflóð, sum skulu fara upp og koma inn í húsið hjá tær, og inn í seingjarkamarið hjá tær, og uppá seingina hjá tær, og inn í húsið hjá tænarum tínum, og uppá fólkið hjá tær, og inn í ovnarnar hjá tær, og inn í tíni knoðingartroð:

4 Og froskarnir skulu koma upp bæði á teg, og uppá fólk títt, og uppá allar tænarar tínar.

5 ¶ Og HARRIN talaði við Móses, Sig við Aaron, Rætt fram tína hond við stavi tínum yvir streymarnar, yvir áirnar, og yvir tjørnirnar, og volda froskum at koma upp yvir Egyptaland.

6 Og Aaron rætti út sína hond yvir Egyptalands vøtn; og froskarnir komu upp, og huldu Egyptaland.

7 Og gandakallarnir gjørdu so við sínum rúnagandanum, og førdu upp froskar yvir Egyptaland.

8 ¶ Tá rópaði Pharaoh á Móses og Aaron, og segði, Bønið HARRAN, at hann má taka burtur froskarnar frá mær, og frá fólki mínum; og eg vil lata fólkið fara, at teir mega gera HARRANUM sláturofran.

9 Og Móses segði við Pharaoh, Dýrd yvir mær: nær skal eg bøna fyri teg, og fyri tænarar tínar, og fyri fólk títt, at oyða froskarnar frá tær og tínum húsum, at teir mega bert verða verandi í ánni?

10 Og hann segði, Í morgin. Og hann segði, Veri eftir orði tínum: at tú mást vita at tað er eingin líkur HARRANUM Guði várum.

11 Og froskarnir skulu víkja frá tær, og frá húsum tínum, og frá tænarum tínum, og frá fólki tínum; teir skulu bert verða verandi í ánni.

12 Og Móses og Aaron fóru út frá Pharaoh: og Móses kallaði á HARRAN orsakað av froskunum ið hann hevði ført ímóti Pharaoh.

13 Og HARRIN gjørdi eftir orði Mósesar; og froskarnir doyðu úr húsunum, úr bygdunum, og úr akrunum.

14 Og teir savnaðu teir saman í rúgvur: og landið stinkaði.

15 Men tá ið Pharaoh sá at tað var frest, herdi hann sítt hjarta, og gav ikki gætur at teimum; eins og HARRIN hevði sagt.

16 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Sig við Aaron, Rætt út stav tín, og slá støv landsins, at tað má gerast lýs út ígjøgnum alt Egyptaland.

17 Og teir so gjørdu; tí Aaron rætti út sína hond við stavi sínum, og sló støv jarðarinnar, og tað gjørdist lýs í manni, og í djóri; alt støv landsins gjørdist lýs út ígjøgnum alt Egyptaland.

18 Og gandakallarnir gjørdu so við sínum rúnagandanum til at føra fram lýs, men teir kundu ikki: so tað vóru lýs á manni, og á djóri.

19 Tá søgdu gandakallarnir við Pharaoh, Hetta er Guðs fingur: og Pharaohs hjarta varð hert, og hann gav ikki gætur at teimum; eins og HARRIN hevði sagt.

20 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Rís upp tíðliga um morgunin, og statt frammi fyri Pharaoh; sí, hann kemur fram til vatnið; og sig við hann, Svá sigur HARRIN, Lat fólk mítt fara, at teir mega tæna mær.

21 Annars, um tú vilt ikki lata fólk mítt fara, sí, vil eg senda svermar av flugum yvir teg, og yvir tænarar tínar, og yvir fólk títt, og inn í hús tíni: og húsini hjá Egyptunum skulu verða full av svermum av flugum, og eisini lendið hvará teir eru.

22 Og eg vil atskilja í tí degi land Gósjens, í hvørjum fólk mítt býr, at eingir svermar av flugum skulu vera har; til tess endamáls at tú mást vita at eg eri HARRIN á miðjari jørðini.

23 Og eg vil seta skilnað ímillum fólk mítt og fólk títt: í morgin skal hetta tekin verða.

24 Og HARRIN so gjørdi; og tað kom herviligur svermur av flugum inn í húsið hjá Pharaoh, og inn í húsini hjá tænarum hansara, og inn í alt Egyptaland: landið varð spilt uppá grund av sverminum av flugum.

25 ¶ Og Pharaoh rópaði á Móses og á Aaron, og segði, Farið tit, sláturofrið til Guðs tykkara í landinum.

26 Og Móses segði, Tað er ikki sømiligt so at gera; tí vit munnu sláturofra andstygdina hjá Egyptunum til HARRANS Guðs várs: sí, skulu vit sláturofra andstygdina hjá Egyptunum frammi fyri eygum teirra, og vilja teir ikki steina okkum?

27 Vit vilja fara tríggja daga ferð inn í oyðuna, og sláturofra til HARRANS Guðs várs, eins og hann skal skipa okkum.

28 Og Pharaoh segði, Eg vil lata tykkum fara, at tit mega sláturofra til HARRANS Guðs tykkara í oyðuni; tit skulu bert ikki fara sera langt burtur: bønið fyri meg.

29 Og Móses segði, Sí, eg fari út frá tær, og eg vil bøna HARRAN, at svermarnir av flugum mega fara avstað frá Pharaoh, frá hansara tænarum, og frá fólki hans, í morgin: men lat ikki Pharaoh handla svikaliga meira í at ikki lata fólkið fara til tess at sláturofra til HARRANS.

30 Og Móses fór út frá Pharaoh, og bønaði HARRAN.

31 Og HARRIN gjørdi samsvarandi orði Mósesar; og hann tók burtur svermarnar av flugum frá Pharaoh, frá hansara tænarum, og frá fólki hans; verandi varð ikki ein.

32 Og Pharaoh herdi sítt hjarta á hesum sinni við, eiheldur vildi hann lata fólkið fara.


KAPITUL 9

Tá segði HARRIN við Móses, Far inn til Pharaohs, og sig honum, Svá sigur HARRIN Guð Hebreanna, Lat fólk mítt fara, at teir mega tæna mær.

2 Tí at um tú sýti at lata teir fara, og vilt halda teimum enn,

3 Sí, er HARRANS hond yvir tínum fenaði sum er í akrinum, yvir hestunum, yvir asnunum, yvir kamelunum, yvir oksunum, og yvir seyðinum: tað skal verða ein sera hervilig fenaðarsótt.

4 Og HARRIN skal skilja ímillum Ísraels fenað og Egyptalands fenað: og tað skal einkið doyggja av øllum sum erÍsraels barna.

5 Og HARRIN tilskilaði eina ásetta tíð, og segði, Í morgin skal HARRIN gera hetta tingið í landinum.

6 Og HARRIN gjørdi tað tingið á morgindegnum, og allur Egyptalands fenaður doyði: men av fenaði Ísraels barna doyði ikki eitt.

7 Og Pharaoh sendi, og sí, har var ikki eitt av Ísraelitanna fenaði deytt. Og Pharaohs hjarta varð hert, og hann læt ikki fólkið fara.

8 ¶ Og HARRIN segði við Móses og við Aaron, Takið at tykkum krummur av øskum úr bræðsluovninum, og lat Móses sletta tað ímóti himninum í Pharaohs eygsjón.

9 Og tað skal verða at smáum dusti í øllum Egyptalandi, og skal verða svullur, sum brýtur út við blæmum á manni, og á djóri, út ígjøgnum alt Egyptaland.

10 Og teir tóku øskur úr bræðsluovninum, og stóðu frammi fyri Pharaoh; og Móses sletti tað upp ímóti himni; og tað varð til ein svull, sum breyt út við blæmum á manni, og á djóri.

11 Og gandakallarnir kundu ikki standa frammi fyri Mósesi uppá grund av svullunum; tí at svullurin var uppiá gandakøllunum, og uppiá øllum Egyptunum.

12 Og HARRIN herdi hjarta Pharaohs, og hann gav ikki gætur at teimum; eins og HARRIN hevði talað við Móses.

13 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Far upp tíðliga um morgunin, og statt frammi fyri Pharaoh, og sig við hann, Svá sigur HARRIN Guð Hebreanna, Lat fólk mítt fara, at teir mega tæna mær.

14 Tí eg vil á hesum sinni senda allar mínar plágur yvir hjarta títt, og yvir tænarar tínar, og yvir fólk títt; at tú mást vita at tað er eingin líka sum eg á allari jørðini.

15 Tí at nú vil eg rætta út mína hond, at eg má sláa teg og títt fólk við drepsótt; og tú skalt verða skorin av frá jørðini.

16 Og í sjálvari roynd og veru, fyri hesa grund havi eg reist teg upp, fyri at sýna í tær mín mátt; og at mítt navn má verða kunngjørt út ígjøgnum alla jørðina.

17 Sum enn er upphevjart tú teg ímóti mínum fólki, at tú vilt ikki lata teir fara?

18 Sí, í morgin um hesa tíð vil eg elva tí at regna sera herviligan hegling, slíkur sum ikki hevur verið í Egyptalandi síðan grundlegging tess, alt inntil nú.

19 Send tí nú, og savna fenað tín, og alt sum tú hevurt í akrinum; tí uppá hvønn mann og hvørt djór, sum fara atfinnast í akrinum, og ikki eru førd heim, heglingurin fer at koma uppá tey, og tey skulu doyggja.

20 Hann, ið óttaðist HARRANS orð millum tænarar Pharaohs, fekk sínar tænarar og sín fenað at flýggja inn í húsini:

21 Og hann, ið ikki gav gætur eftir orði HARRANS, eftirlæt sínar tænarar og sín fenað í akrinum.

22 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Rætt fram tína hond ímót himni, at tað má verða heglingur í øllum Egyptalandi, yvir mann, og yvir djór, og yvir hvørja urt akursins, út ígjøgnum Egyptaland.

23 Og Móses rætti fram sín stav ímót himni: og HARRIN sendi toruslátt og hegling, og eldurin rann frameftir á jørðini; og HARRIN regnaði hegling yvir Egyptaland.

24 So har varð heglingur, og eldur, blandaður við heglið, sera herviligt, slíkt sum einkið var líka sum tað í øllum Egyptalandi, síðan tað gjørdist ein tjóð.

25 Og heglið drap út ígjøgnum alt Egyptaland alt sum var í akrinum, bæði mann og djór; og heglið drap hvørja urt akursins, og breyt hvørt træ akursins.

26 Bert í landi Gósjens, har Ísraels børn vóru, var eingin heglingur.

27 ¶ Og Pharaoh sendi, og rópaði á Móses og Aaron, og segði við teir, Eg havi syndað hesa ferðina: HARRIN errættvísur, og eg og mítt fólk eru vondir.

28 Bønið HARRAN, (tí at tað er nokk), at tað verði eingir fleiri mektigir torusláttir og heglingur; og eg vil lata tykkum fara, og tit skulu ikki steðga longur.

29 Og Móses segði við hann, So skjótt sum eg eri farin út úr staðinum, vil eg breiða útum mínar hendur at HARRANUM; og toruslátturin skal steðga, ikki heldur skal tað vera nakar meira heglingur; at tú mást vita hvussu ið jørðin er HARRANS.

30 Men hvat viðvíkur tær og tínum tænarum, eg veit at tit vilja ikki enn óttast HARRAN Guð.

31 Og línið og byggið vórðu sligin: tí at byggið var í aksinum, og línið var knappað.

32 Men hveitin og speltin vórðu ikki sligin: tí at tey vóru ikki vaksin upp.

33 Og Móses fór út úr staðinum frá Pharaoh, og breiddi útum sínar hendur at HARRANUM: og torurnar og heglið hildu uppat, og regnið varð ikki helt á jørðina.

34 Og tá ið Pharaoh sá at regnið og heglið og torusláttirnir vóru hildin uppat, syndaði hann enn meira, og herdi sítt hjarta, hann og hansara tænarar.

35 Og Pharaohs hjarta varð hert, eiheldur vildi hann lata Ísraels børn fara; eins og HARRIN hevði talað við Mósesi.


KAPITUL 10


Og HARRIN segði við Móses, Far inn til Pharaohs: tí at eg havi hert hjarta hansara, og hjartað hjá tænarum hansara, at eg mátti sýna hesi tekin míni frammi fyri honum:

2 Og at tú mást siga frá í oyru sonar tíns, og sonarsonar tíns, hvørji ting eg havi virkað í Egyptalandi, og míni tekin sum eg havi gjørt teirra millum; at tit mega vita hvussu ið eg eri HARRIN.

3 Og Móses og Aaron komu inn til Pharaohs, og søgdu við hann, Svá sigur HARRIN Guð Hebreanna, Hvussu leingi vilt tú sýta at eyðmýkja teg frammi fyri mær? lat fólk mítt fara, at teir mega tæna mær.

4 Annars, um tú sýti at lata fólk mítt fara, sí, í morgin vil eg føra ongspretturnar inn í bredda tín:

5 Og tær skulu dekka jarðarinnar ásjón, at ein ikki kann vera førur fyri at síggja jørðina: og tær skulu eta hitt eftirverandi av tí sum hevur komist undan, sum er eftir hjá tykkum frá heglinginum, og skulu eta hvørt træ sum veksur fyri tykkum úr akrinum:

6 Og tær skulu fylla húsini hjá tær, og húsini hjá øllum tænarum tínum, og húsini hjá øllum Egyptunum; sum hvørki fedrar tínir, ella fedrarnir hjá fedrum tínum hava sæð, síðan tann dag teir vóru á jørðini, at hesum degi. Og hann vendi sær, og fór út frá Pharaoh.

7 Og Pharaohs tænarar søgdu við hann, Hvussu leingi skal hesin maðurin vera ein snerra hjá okkum? lat menninar fara, at teir mega tæna HARRANUM Guði sínum: veitst tú ikki enn, at Egyptaland er oyðilagt?

8 Og Móses og Aaron vórðu aftur førdir til Pharaohs: og hann segði við teir, Farið, og tænið HARRANUM Guði tykkara: men hvørjir eru teir ið skulu fara?

9 Og Móses segði, Vit vilja fara við okkara ungu og við okkara gomlu, við okkara sonum og við okkara døtrum, við okkara smáfæafylgjum og við okkara stórfæafylgjum vilja vit fara; tí vit mugu halda HARRANUM hátíð.

10 Og hann segði við teir, Veri HARRIN so við tykkum, sum eg vil lata tykkum fara, og hini smáu tykkara: hyggið til tess; tí at ilt er frammanfyri tykkum.

11 Ikki so: farið nú tit sum eru menn, og tænið HARRANUM; tí at tað tráaðu tit. Og teir vórðu riknir út frá nærveru Pharaohs.

12 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Rætt út tína hond yvir Egyptaland fyri ongspretturnar, at tær mega koma upp uppá Egyptaland, og eta hvørja urt landsins, enntá alt sum heglið hevur eftirlatið.

13 Og Móses rætti fram sín stav yvir Egyptaland, og HARRIN førdi eystanvind omanyvir landið allan tann dagin, og alla ta náttina; og tá ið tað var morgun, kom eystanvindurin við ongsprettunum.

14 Og ongspretturnar fóru upp yvir alt Egyptaland, og hvíldu í øllum breddum Egyptalands: sera herviligar vóru tær;undan teimum vóru ongar slíkar ongsprettur sum tær, ikki heldur eftir tær skulu verða slíkar.

15 Tí at tær dekkaðu alla jarðarinnar ásjón, so at landið varð myrkjað; og tær ótu hvørja urt landsins, og allan ávøkst træanna sum heglingurin hevði eftirlatið: og tað varð eftir ikki nakað grønt ting í trøunum, ella í urtum markarinnar, ígjøgnum alt Egyptaland.

16 ¶ Tá læt Pharaoh rópa Móses og Aaron í skundi; og hann segði, Eg havi syndað ímóti HARRANUM Guði tykkara, og ímóti tykkum.

17 Fyrigev tí nú, eg biði teg, mína synd bert hesa einu ferðina, og bøna HARRAN Guð tykkara, at hann má taka burtur frá mær bert henda deyða.

18 Og hann fór út frá Pharaoh, og bønaði HARRAN.

19 Og HARRIN vendi mektiga sterkum vestanvindi, sum tók burtur ongspretturnar, og kastaði tær inn í Reyðahavið; tað varð eftir ikki ein ongspretta í øllum breddum Egyptalands.

20 Men HARRIN herdi hjarta Pharaohs, so at hann ikki vildi lata børn Ísraels fara.

21 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Rætt út tína hond ímót himni, at tað má verða myrkur yvir Egyptalandi, enntá myrkur sum kann verða merkt.

22 Og Móses rætti fram sína hond ímót himni; og tað varð eitt tjúkt myrkur í øllum Egyptalandi í tríggjar dagar:

23 Teir sóu ikki hvør annan, eiheldur reis nakar frá sínum plássi í tríggjar dagar: men øll børn Ísraels høvdu ljós í sínum býlum.

24 ¶ Og Pharaoh rópaði Móses, og segði, Farið, og tænið HARRANUM; latið bert tykkara smáfæafylgir og tykkara stórfæafylgir verða helmað: latið hini smáu tykkara eisini fara við tykkum.

25 Og Móses segði, Tú mást geva okkum eisini sláturoffur og brennioffur, at vit mega sláturofra at HARRANUM Guði várum.

26 Okkara fenaður skal eisini fara við okkum; tað skal ikki kleyv verða latin eftir; tí harav mugu vit taka at tæna HARRANUM Guði várum; og vit vita ikki hvat vit mugu tæna HARRANUM við, inntil vit komi hagar.

27 ¶ Men HARRIN herdi hjarta Pharaohs, og hann vildi ikki lata teir fara.

28 Og Pharaoh segði við hann, Slepp tær frá mær, ansa eftir tær, síggj ikki mítt andlit meira; tí at í degi tú sært mítt andlit, skalt tú doyggja.

29 Og Móses segði, Tú hevurt talað væl, eg vil ikki síggja títt andlit aftur meira.


KAPITUL 11


Og HARRIN segði við Móses, Enn vil eg føra eina plágu aftrat yvir Pharaoh, og yvir Egyptaland; síðani vil hann lata tykkum fara hiðani: tá ið hann fer at lata tykkum fara, skal hann vissuliga stoyta tykkum út hiðani fullkomiliga.

2 Tala nú í oyruni á fólkinum, og lat hvønn mann læna frá sínum granna, og hvørja kvinnu frá sínum granna, smúkkur av silvuri, og smúkkur av gulli.

3 Og HARRIN gav fólkinum tokka í eygsjón Egyptanna. Harafturat var maðurin Móses sera mikil í Egyptalandi, í eygsjónini á tænarum Pharaohs, og í eygsjón fólksins.

4 Og Móses segði, Svá sigur HARRIN, Um midnátt vil eg fara út í miðju Egyptalands:

5 Og allir hinir frumbornu í Egyptalandi skulu doyggja, frá hinum frumborna hjá Pharaoh sum situr á sínum hásæti, alt at tí frumborna hjá tænastugentuni sum er aftanfyri kvørnina; og allir hinir frumbornu hjá djórum.

6 Og verða skal mikið róp út um alt Egyptaland, slíkt sum einkið var líka sum tað, ella skal verða líka sum tað meira.

7 Men ímóti nøkrum av Ísraels børnum skal ikki hundur flyta sína tungu, ímóti manni ella djóri: at tit mega vita hvussu ið HARRIN setur greinarmun ímillum Egyptarnar og Ísrael.

8 Og allir hesir tænarar tínir skulu koma niður til mín, og boyggja niður seg sjálvar at mær, og siga, Slepp tær út, og alt fólkið sum fylgja tær: og eftir tað vil eg fara út. Og hann fór út frá Pharaoh í miklari firtni.

9 Og HARRIN segði við Móses, Pharaoh skal ikki geva gætur at tykkum; at míni undur mega verða margfaldað í Egyptalandi.

10 Og Móses og Aaron gjørdu øll hesi undrini frammi fyri Pharaoh: og HARRIN herdi hjarta Pharaohs, so at hann ikki vildi lata børn Ísraels fara út úr landi sínum.


KAPITUL 12


Og HARRIN talaði við Móses og Aaron í Egyptalandi, og segði,

2 Hesin mánaðurin skal vera hjá tykkum byrjanin av mánaðum: hann skal vera fyrsti mánaður ársins fyri tykkum.

3 ¶ Talið við alla samkomu Ísraels, og sigið, Í tíggjunda degi av hesum mánaði skulu teir taka til sín hvør maður eitt lamb, samsvarandi húsi fedra sína, eitt lamb til eitt hús:

4 Og um húskið veri ov lítið fyri lambið, lat hann og granna hansara næst húsi hansara taka tað samsvarandi talinum á sálunum; hvør maður samsvarandi síni eting skal inna tykkara teljing fyri lambið.

5 Tykkara lamb skal vera uttan lýti, eitt fyrsta árs veðurlamb: tit skulu taka tað út frá seyðunum, ella frá geitunum:

6 Og tit skulu goyma tað upp til fjúrtanda dagin av sama mánaðinum: og allur savnaðurin av samkomu Ísraels skal drepa tað um kvøldið.

7 Og teir skulu taka av blóðinum, og rýða tað á teir tveir síðustavirnar og á tann ovara durastavin av húsinum, sum teir skulu eta tað í.

8 Og teir skulu eta kjøtið í teirri náttini, steikt við eldi, og ósúrgað breyð; og við beiskum urtum skulu teir eta tað.

9 Etið ikki av tí rátt, ella soðið yvirhøvur við vatni, men steikt við eldi; høvur hans við leggjum hans, og við innvøli tess.

10 Og tit skulu einkið av tí lata verða eftir inntil morgunin; og tað, sum er eftir av tí inntil morgunin, skulu tit brenna við eldi.

11 ¶ Og soleiðis skulu tit eta tað; við tykkara lendum gyrdum, tykkara skógvum á tykkara fótum, og tykkara stavi í tykkara hond; og tit skulu eta tað í skundi: tað er umleyp HARRANS.

12 Tí at eg vil fara ígjøgnum Egyptaland hesa nátt, og vil sláa allar frumbornu í Egyptalandi, bæði mann og djór; og ímóti øllum Egyptalands gudum vil eg inna dóm: eg eri HARRIN.

13 Og blóðið skal vera hjá tykkum til eitt tekin á húsunum har tit eru: og tá ið eg síggi blóðið, vil eg leypa um tykkum, og plágan skal ikki vera yvir tykkum til at oyða tykkum, tá ið eg slái Egyptaland.

14 Og hesin dagurin skal vera tykkum til minni; og tit skulu halda hann sum hátíð fyri HARRANUM út ígjøgnum ættir tykkara; tit skulu halda hann sum hátíð eftir regluskipan um ævir.

15 Sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð; enntá fyrsta dagin skulu tit beina burtur súrdeiggj út úr húsum tykkara: tí hvørsumhelst etur súrgað breyð frá fyrsta degnum inntil sjeynda dagin, tann sál skal verða skorin av frá Ísrael.

16 Og í fyrsta degi skal vera heilag samankalling, og í sjeynda degi skal vera heilag samankalling hjá tykkum; einkið háttarlag av arbeiði skal verða gjørt í teimum, uttan tað sum hvør maður má eta, bara tað kann verða gjørt av tykkum.

17 Og tit skulu halda hátíð ósúrgaðs breyðs; tí at í sjálvum hesum sama degi havi eg ført tykkara herar út úr Egyptalandi: tí skulu tit halda henda dagin í ættarliðum tykkara við eini reglugerð um ævir.

18 ¶ Í fyrsta mánaði, á fjúrtanda degi mánaðarins um kvøldið, skulu tit eta ósúrgað breyð, inntil ein og tjúgunda dag mánaðarins um kvøldið.

19 Sjey dagar skal einkið súrdeiggj finnast í húsum tykkara: tí hvørsumhelst etur tað sum er súrgað, enntá tann sál skal verða skorin av frá samkomu Ísraels, hvørt hann veri fremmandur, ella føddur í landinum.

20 Tit skulu einkið súrgað eta; í øllum tykkara bústøðum skulu tit eta ósúrgað breyð.

21 ¶ Tá rópaði Móses á allar Ísraels elstu, og segði við teir, Drívið tykkum út og takið tykkum lamb samsvarandi familjum tykkara, og drepið umleypið.

22 Og tit skulu taka tyssi av ýsopi, og dyppa tað í blóðið sum er í karinum, og rýða á duratræið og teir báðar síðustavirnar við blóðinum sum er í karinum; og eingin av tykkum skal fara út um hurðina av húsi sínum, inntil morgunin.

23 Tí at HARRIN vil fara ígjøgnum til at sláa Egyptarnar; og tá ið hann sær blóðið uppiá duratrænum, og á báðum síðustavunum, vil HARRIN loypa um hurðina, og vil ikki loyva oyðaranum at koma inn at tykkara húsum at sláa tykkum.

24 Og tit skulu geva ans eftir hesum tingi til eina regluskipan til tín og til synir tínar um ævir.

25 Og tað skal bera á, tá ið tit veri komnir til landið sum HARRIN vil geva tykkum, samsvarandi sum hann hevur fyrijáttað, at tit skulu halda hesa tænastu.

26 Og tað skal bera á, tá ið tykkara børn fara at siga við tykkum, Hvat meina tit við hesi tænastu?

27 At tit skulu siga, Tað er sláturoffur umleyps HARRANS, sum leyp um húsini hjá Ísraels børnum í Egyptalandi, tá ið hann sló Egyptarnar, og fríaði húsini hjá okkum út. Og fólkið boygdi høvur og tilbað.

28 Og Ísraels børn fóru avstað, og gjørdu eins og HARRIN hevði boðið Mósesi og Aaroni, soleiðis gjørdu tey.

29 ¶ Og tað bar á, at á midnátt sló HARRIN allar hinar frumbornu í Egyptalandi, frá hinum frumborna hjá Pharaoh sum sat á sínum hásæti, at hinum frumborna hins fangaða sum var í fangatippinum; og allar teir frumbornu hjá fenaði.

30 Og Pharaoh reis upp um náttina, hann, og allir hansara tænarar, og allir Egyptarnir; og tað varð mikið róp í Egyptalandi; tí at tað fanst ikki hús, har tað ikki var ein deyður.

31 ¶ Og hann rópaði Móses og Aaron um náttina, og segði, Rísið upp, og sleppið tykkum út burturúr fólki mínum, bæði tit og børn Ísraels; og farið, tænið HARRANUM, eins og tit hava sagt.

32 Takið eisini tykkara smáfæafylgir og tykkara stórfæafylgir, eins og tit hava sagt, og verið farnir; og vælsignið meg eisini.

33 Og Egyptarnir vóru áskorandi á fólkið, at teir máttu senda teir út úr landinum í skundi; tí teir søgdu, Vit veri allir deyðir menn.

34 Og fólkið tók deiggj sítt áðrenn tað var súrgað, og teirra knoðitroð vóru ballað inn í teirra klæðir á teirra herðum.

35 Og Ísraels børn gjørdu samsvarandi orði Mósesar; og tey læntu frá Egyptunum smúkkur av silvuri, og smúkkur av gulli, og klædnað:

36 Og HARRIN gav fólkinum tokka í eygsjónini á Egyptunum, so at tey læntu teimum slík ting ið teim kravdist. Og tey rændu Egyptarnar.

37 ¶ Og Ísraels børn ferðaðust frá Rameses til Sukkoth, umleið seks hundrað túsund til fóts sum vóru menn, umframt børn.

38 Og ein blandað fjøld fór upp eisini við teimum; og smáfæafylgir, og stórfæafylgir, enntá sera nógvur fenaður.

39 Og tey bakaðu ósúrgaðar køkur av deignum sum tey førdu fram úr Egyptalandi, tí tað var ikki súrgað; tí at tey vórðu stoytt út úr Egyptalandi, og kundu ikki dvølja, eiheldur høvdu tey tilreitt sær nakra vist.

40 ¶ Men útisetur Ísraels barna, sum dvaldust í Egyptalandi, var fýra hundrað og tríati ár.

41 Og tað bar á við endan á teimum fýra hundrað og tríati árunum, enntá sjálvan hin sama dagin bar tað á, at øll herlið HARRANS fóru út úr Egyptalandi.

42 Tað er ein nátt at verða nógv givin ans eftir fyri HARRANUM, fyri at føra teir út úr Egyptalandi: hetta er hin nátt HARRANS at verða givin ans eftir av øllum Ísraels børnum í ættum sínum.

43 ¶ Og HARRIN segði við Móses og Aaron, Hetta er regluskipan umleypsins: Tað skal eingin fremmandur eta av tí:

44 Men hvørs mans tænari, sum er keyptur fyri pening, tá ið tú hevurt umskorið hann, tá skal hann eta av tí.

45 Útlendingur og leigaður tænari skal ikki eta av tí.

46 Í einum húsi skal tað verða etið; tú skalt ikki bera fram nakað av kjøtinum útum úr húsinum; eiheldur skulu tit bróta eitt bein hjá tí.

47 Allur savnaður Ísraels skal halda tað.

48 Og tá ið ein fremmandur man útisita hjá tær, og vil halda umleypið fyri HARRANUM, lat allar hansara hannar verða umskornar, og síðan lat hann koma nær og halda tað; og hann skal vera sum ein ið er føddur í landinum: tí at eingin óumskorin persónur skal eta av tí.

49 Ein lóg skal vera fyri hann sum er innborin, og hjá tí fremmanda sum útisitur tykkara millum.

50 Svá gjørdu øll Ísraels børn; eins og HARRIN skipaði Mósesi og Aaroni, soleiðis gjørdu teir.

51 Og tað bar á sjálvan hin sama dagin, at HARRIN førdi børn Ísraels út úr Egyptalandi eftir herum teirra.


KAPITUL 13


Og HARRIN talaði við Móses, ogsegði,

2 Halga mær allar teir frumbornu, hvatsumhelst opnar móðurlívið millum Ísraels børn, bæði av manni og av djóri: tað er mítt.

3 ¶ Og Móses segði við fólkið, Minnist henda dag, í hvørjum tit komu út úr Egyptalandi, úr trældómshúsinum; tí við handarstyrki førdi HARRIN tykkum út úr hesum plássi: tað skal einkið súrgað breyð verða etið.

4 Henda dag komu tit út, í mánaðinum Ábib.

5 ¶ Og tað skal verða, tá ið HARRIN skal føra teg inn í land Cánaanitanna, og Hittitanna, og Amoritanna, og Hivitanna, og Jebusitanna, sum hann svór tínum fedrum at geva tær, eitt land sum flýtur í mjólk og hunangi, at tú skalt halda hesa tænastu í hesum mánaðinum.

6 Sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, og í sjeynda degi skal vera hátíð fyri HARRANUM.

7 Ósúrgað breyð skal verða etið í sjey dagar; og tað skal einkið súrgað breyð verða sæð hjá tær, eiheldur skal súrdeiggj verða sæð hjá tær í øllum heraðshornum tínum.

8 ¶ Og tú skalt sýna syni tínum í tí degi, og siga, Hetta verður gjørt orsakað av tí sum HARRIN gjørdi mær, tá ið eg kom út úr Egyptalandi.

9 Og tað skal vera tær til eitt tekin uppiá tíni hond, og til eitt minni ímillum eygu tíni, at HARRANS lóg má vera í tínum munni: tí við sterkari hond hevur HARRIN ført teg út úr Egyptalandi.

10 Tú skalt tí halda hesa regluskipan í sínum tíðum frá ári til árs.

11 ¶ Og tað skal verða, tá ið HARRIN skal føra teg inn í land Cánaanitanna, eins og hann svór tær og fyri fedrum tínum, og skal geva tær tað,

12 At tú skalt seta HARRANUM fyri seg alt sum opnar móðurlívið, og hvørt frumavkom sum kemur av einum djóri sum tú hevurt; hannarnir skulu vera HARRANS.

13 Og hvørt frumavkom av einum asna skalt tú endurloysa við lambi; og um tú ikki vilt endurloysa hann, tá skalt tú bróta háls hansara: og allar teir frumbornu hjá manni, millum børn tíni, skalt tú endurloysa.

14 ¶ Og tað skal verða, tá ið sonur tín spyr teg í tíðini sum koma skal, og sigur, Hvat er hetta? at tú skalt siga við hann, Við handarstyrki førdi HARRIN okkum út úr Egyptalandi, úr trældómshúsinum:

15 Og tað bar á, tá ið Pharaoh vildi treyðugt lata okkum fara, at HARRIN vá allar teir frumbornu í Egyptalandi, bæði teir frumbornu hjá manni, og teir frumbornu hjá djóri: tí sláturofri eg HARRANUM alt sum opnar móðurlívið, sum eru hannar; men allar teir frumbornu av mínum børnum endurloysi eg.

16 Og tað skal vera til eitt tekin uppiá tíni hond, og til ennisbond ímillum eygu tíni: tí við handarstyrki førdi HARRIN okkum út úr Egyptalandi.

17 ¶ Og tað bar á, tá ið Pharaoh hevði latið fólkið fara, at Guð leiddi teir ikki ígjøgnum veg Philistalandsins, hóast hann var nær; tí Guð segði, At ikki møguligvís fólkið iðrist, tá ið teir síggja kríggj, og teir vendi aftur til Egyptalands:

18 Men Guð leiddi fólkið umkring, ígjøgnum veg Reyðahavs oyðunnar: og Ísraels børn løgdu avstað vígbúnir út úr Egyptalandi.

19 Og Móses tók beinini hjá Jósephi við sær: tí hann hevði strangligani svorið Ísraels børnum, og sagt, Guð vil vissuligani vitja tykkum; og tit skulu bera upp míni bein burtur hiðani við tykkum.

20 ¶ Og teir tóku sína ferð frá Sukkoth, og leiraðust í Etham, á tromini av oyðuni.

21 Og HARRIN fór frammanfyri teimum um dagin í skýstólpa, til at leiða teir vegin; og um náttina í eldstólpa, til at geva teimum ljós; til at fara um dagin og um náttina:

22 Hann tók ikki burtur skýstólpan um dagin, ella eldstólpan um náttina, frammi fyri fólkinum ífrá.


KAPITUL 14


Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

2 Tala við børn Ísraels, at teir snúgvi og leirist frammanfyri Pi-hahiroth, ímillum Migdol og sjógvin, áraka Báal-zephon: frammanfyri tí skulu tit leirast við sjógvin.

3 Tí Pharaoh vil siga um Ísraels børn, Teir eru innvavdir í landinum, oyðan hevur byrgt teir inni.

4 Og eg vil herða hjarta Pharaohs, at hann skal fylgja aftaná teimum; og eg vil verða ærdur á Pharaoh, og á øllum herliði hans; at Egyptarnir mega vita at eg eri HARRIN. Og teir so gjørdu.

5 ¶ Og tað varð sagt kongi Egyptalands at fólkið flýddi: og hjartað hjá Pharaoh og hjá hansara tænarum varð vent ímóti fólkinum, og teir søgdu, Hví hava vit gjørt hetta, at vit hava latið Ísrael fara frá at tæna okkum?

6 Og hann gjørdi tilreiðar sín vagn, og tók fólk sítt við sær:

7 Og hann tók seks hundrað útvaldar vagnar, og allar vagnar Egyptalands, og høvuðsmenn yvir hvørjum teirra.

8 Og HARRIN herdi hjarta Pharaohs, Egyptalands kongs, og hann elti eftir Ísraels børnum: og Ísraels børn fóru út við høgari hond.

9 Men Egyptarnir eltu eftir teimum, allir hestar og vagnar Pharaohs, og hestmenn hans, og herur hans, og innheintaðu teir, har teir leiraðust við sjógvin, við síðuna av Pi-hahiroth, frammanfyri Báal-zephon.

10 ¶ Og tá ið Pharaoh dróst nær, lyftu Ísraels børn upp eygum sínum, og sí, Egyptarnir hergingu eftir teimum; og teir vórðu sára ræddir: og Ísraels børn róptu út á HARRAN.

11 Og teir søgdu við Móses, Av tí at tað vóru ongar gravir í Egyptalandi, hevurt tú tikið okkum burtur til at doyggja í oyðuni? hvørsvegna hevurt tú farið soleiðis við okkum, at føra okkum út úr Egyptalandi?

12 Er ikki hetta orðið sum vit søgdu tær í Egyptalandi, sigandi, Lat okkum vera, at vit mega tæna Egyptunum? Tí at tað hevði verið betri hjá okkum at tænt Egyptunum, enn at vit skuldu doyggja í oyðuni.

13 ¶ Og Móses segði við fólkið, Óttist ikki, standið stillir, og síggið frelsu HARRANS, sum hann vil sýna fyri tykkum í dag: tí at Egyptarnar, sum tit hava sæð í dag, tit skulu ikki síggja teir aftur meira um ævir.

14 HARRIN skal berjast fyri tykkum, og tit skulu halda tykkum í frið.

15 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Hvørsvegna rópart tú á meg? tala við børn Ísraels, at teir fari frameftir:

16 Men lyft tú upp stav tín, og rætt út tína hond yvir sjógvin, og deil hann: og Ísraels børn skulu fara á turrari jørðígjøgnum miðjan sjógvin.

17 Og eg, sí, eg vil herða hjørtu Egyptanna, og teir skulu fylgja teimum: og eg vil fáa mær heiður á Pharaoh, og á øllum heri hans, á vagnum hans, og á hestmonnum hans.

18 Og Egyptarnir skulu vita at eg eri HARRIN, tá ið eg havi fingið mær heiður á Pharaoh, á vagnum hans, og á hestmonnum hans.

19 ¶ Og Guðs eingil, sum fór undan leiri Ísraels, flutti seg burt og fór afturum teir; og skýstólpin fór frammi fyri andliti teirra ífrá, og stóð aftanfyri teir:

20 Og hann kom ímillum leirin hjá Egyptunum og leirin hjá Ísrael; og hann var eitt skýggj og myrkur fyri teimum, men hann gav ljós um náttina fyri hesum: so at teir einu komu ikki nær hinum alla náttina.

21 Og Móses rætti út sína hond yvir sjógvin; og HARRIN fekk sjógvin at fara aftur við sterkum eystanvindi alla ta náttina, og gjørdi sjógvin til turt land, og vøtnini vórðu deild.

22 Og Ísraels børn fóru inn í miðjan sjógvin á tí turru jørðini: og vøtnini vóru veggur hjá teimum á teirra høgru hond, og á teirra vinstru.

23 ¶ Og Egyptarnir eltu, og fóru inn eftir teimum til miðjan sjógvin, enntá allir hestar Pharaohs, vagnar hans, og hestmenn hans.

24 Og tað bar á, at í morgunvøkuni hugdi HARRIN á herliðið hjá Egyptunum ígjøgnum stólpan av eldi og av skýnum, og órógvaði herliðið hjá Egyptunum,

25 Og tók av teirra vagnhjól, at teir óku teir tungligani: so at Egyptarnir søgdu, Latum okkum flýggja frá Ísraels ásjón; tí at HARRIN berjist fyri teir ímóti Egyptunum.

26 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Rætt út tína hond yvir sjógvin, at vøtnini mega koma aftur yvir Egyptarnar, yvir teirra vagnar, og yvir teirra hestmenn.

27 Og Móses rætti fram sína hond yvir sjógvin, og sjógvurin vendi aftur til sína styrki, tá ið morgunin birtist; og Egyptarnir flýddu ímóti honum; og HARRIN kollrendi Egyptarnar í miðjum sjónum.

28 Og vøtnini vendu aftur, og huldu vagnarnar, og hestmenninar, og alt herliðið hjá Pharaoh sum kom inn í sjógvin eftir teimum; tað varð ikki so mikið sum ein teirra eftir.

29 Men Ísraels børn gingu á turrari jørð í miðjum sjónum; og vøtnini vóru veggur hjá teimum á teirra høgru hond, og á teirra vinstru.

30 Svá frelsti HARRIN Ísrael tann dagin úr hondini á Egyptunum; og Ísrael sá Egyptarnar deyðar á sævarstrond.

31 Og Ísrael sá tað mikla verk sum HARRIN gjørdi á Egyptunum: og fólkið óttaðist HARRAN, og trúði HARRANUM, og hansara tænara Mósesi.


KAPITUL 15


Tá sungu Móses og børn Ísraels henda song at HARRANUM, og talaðu, og søgdu, Eg vil HARRANUM syngja, tí hann hevur dýrdsamliga stórsigrað: hestin og hansara reiðmann hevur hann kastað í sjógvin.

2 HARRIN er mín styrki og songur, og hann er vorðin mín frelsa: hann er mín Guð, og eg vil fyrireika honum ein bústað; faðirs míns Guð, og eg vil upphevja hann.

3 HARRIN er ein krígsmaður: HARRIN er navn hansara.

4 Pharaohs vagnar og hansara her hevur hann kastað í sjógvin: hans útvøldu høvuðsmenn eisini eru druknaðir í Reyðahavinum.

5 Dýpdirnar hava hult teir: teir sukku á botnin eins og steinur.

6 Tín høgra hond, O HARRI, er vorðin dýrdsom í kraft: tín høgra hond, O HARRI, hevur smekkað í stykkir fíggindan.

7 Og í mikilleikanum av tíni avbærni hevurt tú kollrent teir sum risu upp ímóti tær: tú sendirt fram tína vreiði, sum tærdi teir upp sum hálm.

8 Og við blástrinum av tínum nasum vórðu vøtnini savnaði saman, flóðirnar stóðu upprættar sum ein rúgva, ogdýpdirnar stívnaðust í hjarta havsins.

9 Fíggindin segði, Eg vil elta, eg vil innheinta, eg vil deila herfongin; mín girnd skal verða nøktað á teimum; eg vil bregða brandi mínum, mín hond skal oyða teir.

10 Við tínum vindi tú blástirt, sjógvurin huldi teir: teir sukku sum blýggj í teim mektigu vøtnunum.

11 Hvør er líkur tær, O HARRI, millum gudanna? hvør er líka sum tú, dýrdsamur í heilagleika, óttaligur í lovprísingum, gerandi undur?

12 Tú strektirt út tína høgru hond, jørðin svølgdi teir.

13 Tú, í tíni miskunn, hevurt leitt fram fólkið sum tú hevurt endurloyst: tú hevurt vegleitt teir í tíni styrki at tínum heilaga bústaði.

14 Fólkið skal hoyra, og vera bangið: sorg skal taka fatur á íbúgvum Palestinu.

15 Tá skulu hertogar Edóms ógvast; hinir mektigu menn Móabs, skjálvti skal taka fatur í teimum; allir íbúgvar Cánaans skulu bráðna burtur.

16 Ótti og ønskur skal falla yvir teir; við mikilleikanum av tínum armi skulu teir vera so stillir sum steinur; til títt fólk fari yvirum, O HARRI, til fólkið fari yvirum, sum tú hevurt keypt.

17 Tú skalt føra teir inn, og planta teir á fjalli arvs tíns, í tí plássi, O HARRI, sum tú hevurt gjørt til tín at dvøljast í, íHalgidóminum, O Harri, sum tínar hendur hava grundað.

18 HARRIN skal ríkja um aldur og ævir.

19 Tí at Pharaohs hestur fór inn við hansara vagnum og við hans hestmonnum í sjógvin, og HARRIN førdi aftur vøtn havsins omanyvir teir; men Ísraels børn fóru á turrari jørð í miðjum sjónum.

20 ¶ Og prophetinnan Mirjam, systir Aarons, tók tamburin í sína hond; og allar kvinnurnar fóru út aftaná henni við tamburinum og við dansum.

21 Og Mirjam svaraði teimum, Syngið til HARRANS, tí hann hevur dýrdsamliga stórsigrað; hestin og hansara reiðmann hevur hann kastað í sjógvin.

22 So Móses førdi Ísrael frá Reyðahavinum, og teir fóru út í Sjúrs oyðu; og teir fóru í tríggjar dagar í oyðuni, og funnu einkið vatn.

23 ¶ Og tá ið teir komu til Máruh, kundu teir ikki drekka av vøtnum Máruh, tí at tey vóru beisk: tí varð navnið á tí kallað Márah.

24 Og fólkið meylaði ímóti Mósesi, og segði, Hvat skulu vit drekka?

25 Og hann rópti á HARRAN; og HARRIN sýndi honum eitt træ, og tá ið hann hevði kastað tað í vøtnini, vórðu vøtnini gjørd søt: har gjørdi hann teimum eina áseting og eina regluskipan, og har royndi hann teir,

26 Og segði, Um tú vilt dúgligani geva gætur eftir rødd HARRANS Guðs tíns, og vilt gera tað sum er rætt í eygsjón hans, og vilt leggja oyra til boðini hjá honum, og halda allar hans ásetingar, so vil eg ongan av hesum sjúkdómunum leggja á teg, sum eg havi ført yvir Egyptarnar: tí at eg eri HARRIN sum grøðir teg.

27 ¶ Og teir komu til Elim, har tað vóru tólv keldur av vatni, og trísinstjúgu og tíggju pálmatrø: og teir leiraðust har við vøtnini.


KAPITUL 16


Og teir tóku sína ferð frá Elim, og øll samkoma Ísraels barna kom til oyðuna Sin, sum er ímillum Elim og Sinai, á fimtanda degi hins annars mánaðar eftir teirra avstaðfaring út úr Egyptalandi.

2 Og øll samkoma Ísraels barna meylaði ímóti Mósesi og Aaroni í oyðuni:

3 Og Ísraels børn søgdu við teir, Gævi Guð vit høvdu doyð fyri HARRANS hond í Egyptalandi, tá ið vit sótu við kjøtgrýturnar, og tá ið vit ótu breyð til fulnar; tí at tit hava ført okkum út í hesa oyðuna, til at drepa allan henda savnað við hungri.

4 ¶ Tá segði HARRIN við Móses, Sí, eg vil regna breyð av himni fyri tykkum; og fólkið skal fara út og savna ein ávísan skamt hvønn dag, at eg má royna teir, hvørt teir vilji ganga í míni lóg, ella ikki.

5 Og tað skal bera á, at á sætta degi skulu tey tilreiða tað sum tey føra inn; og tað skal vera tvær ferðir so nógv sum tey savna dagliga.

6 Og Móses og Aaron søgdu við øll børn Ísraels, Um aftan, tá skulu tit vita at HARRIN hevur ført tykkum út úr Egyptalandi:

7 Og í morginárið, tá skulu tit síggja dýrd HARRANS; tí hann hoyrir tykkara meylanir ímóti HARRANUM: og hvat eruvit, at tit meyla ímóti okkum?

8 Og Móses segði, Hetta skal verða, tá ið HARRIN fer at geva tykkum um kvøldið kjøt at eta, og um morgunin breyð til fulnar; tí HARRIN hoyrir tykkara meylanir sum tit meyla ímóti honum: og hvat eru vit? tykkara meylanir eru ikki ímóti okkum, men ímóti HARRANUM.

9 ¶ Og Móses talaði við Aaron, Sig við alla samkomu Ísraels barna, Komið nær framfyri HARRAN: tí hann hevur hoyrt tykkara meylanir.

10 Og tað bar á, sum Aaron talaði við alla samkomu Ísraels barna, at teir hugdu ímóti oyðuni, og sí, HARRANS dýrd birtist í skýnum.

11 ¶ Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

12 Eg havi hoyrt meylanir Ísraels barna: tala við teir, og sig, Um kvøldið skulu tit eta kjøt, og um morgunin skulu tit verða mettaðir við breyði; og tit skulu vita at eg eri HARRIN Guð tykkara.

13 Og tað bar á, at um kvøldið komu lynghøsnini upp, og huldu leirin: og um morgunin lá døggin rundan um herliðið.

14 Og tá ið døggin, sum lá, var farin upp, sí, uppiá ásjónini á oyðuni smátt, runt ting, so smátt sum rímfrostið á jørðini.

15 Og tá ið Ísraels børn sóu tað, søgdu tey hvør til annan, Tað er manna: tí at tey vistu ikki hvat tað var. Og Móses segði við tey, Hetta er breyðið sum HARRIN hevur givið tykkum at eta.

16 ¶ Hetta er tað tingið sum HARRIN hevur boðið, Savnið av tí hvør maður samsvarandi eting hans, ein ómer til hvønn mann, samsvarandi talinum á persónum tykkara; takið hvør maður til teirra sum eru í tjøldum hans.

17 Og Ísraels børn so gjørdu, og savnaðu, summir meira, summir minni.

18 Og tá ið teir mátaðu tað við einum ómer, hevði hann, ið savnaði mikið, einkið til yvirs; og hann, ið savnaði lítið, hevði einkið trot; teir savnaðu hvør maður samsvarandi eting síni.

19 Og Móses segði, Lat ongan mann eftirlata av tí til morgunin.

20 Kortini góvu teir ikki gætur eftir Mósesi; men summir av teimum eftirlótu av tí inntil morgunin, og tað ól ormar, og stinkaði: og Móses var vreiður við teir.

21 Og teir savnaðu tað hvønn morgun, hvør maður samsvarandi eting hans: og tá ið sólin varð heit, smeltaði tað.

22 ¶ Og tað bar á, at á sætta degi savnaðu teir tvær ferðir so nógv breyð, tveir ómerar til ein mann: og allir stjórnararnir av samkomuni komu og søgdu Mósesi.

23 Og hann segði við teir, Hetta er tað sum HARRIN hevur sagt, Í morgin er hvíld hins heilaga sabbats at HARRANUM: bakið tað, sum tit vilja baka, í dag, og sjóðið tað sum tit vilja sjóða; og tað sum verður til yvirs, leggið taðniðurfyri til tykkum at verða goymt inntil morgunin.

24 Og teir løgdu tað niðurfyri til morgunin, eins og Móses beyð: og tað stinkaði ikki, eiheldur var nakar ormur í tí.

25 Og Móses segði, Etið tað í dag; tí at í dag er ein sabbatur at HARRANUM: í dag skulu tit ikki finna tað í akrinum.

26 Seks dagar skulu tit savna tað; men á sjeynda degi, sum er sabbaturin, á honum skal einkið vera.

27 ¶ Og tað bar á, at tað fóru út summir av fólkinum á sjeynda degi til tess at savna, og teir funnu einkið.

28 Og HARRIN segði við Móses, Hvussu leingi nokta tit at halda boðini hjá mær og lógirnar hjá mær?

29 Síggið, vegna tað at HARRIN hevur givið tykkum sabbatin, tí gevur hann tykkum á sætta degi tveggja daga breyð; verðið tit hvør maður á sínum plássi, latið ongan mann fara út úr sínum plássi á sjeynda degi.

30 So fólkið hvíldi á sjeynda degi.

31 Og Ísraels hús kallaði navnið á tí manna: og tað var líka sum koriandur fræ, hvítt; og smakkurin á tí var líka sumvaflur, gjørdar við hunangi.

32 ¶ Og Móses segði, Hetta er tað tingið sum HARRIN beyð, Fyllið ein ómer av tí til at verða goymt til ættarliðir tykkara; at tey mega síggja breyðið sum eg havi føtt tykkum í oyðuni við, tá ið eg førdi tykkum út úr Egyptalandi.

33 Og Móses segði við Aaron, Tak eina krukku, og koyr fullan ómer av manna harí, og legg tað niðurfyri frammi fyri HARRANUM, at verða goymt til ættarliðir tykkara.

34 Eins og HARRIN skipaði Mósesi, soleiðis legði Aaron tað niðurfyri frammanfyri Vitnisburðin, til at verða goymt.

35 Og Ísraels børn ótu manna í fjøruti ár, inntil teir komu til eitt land sum var íbúgvið; teir ótu manna, inntil teir komu at mørkum Cánaans lands.

36 Men ein ómer er tíggjundipartur av eini efuh.


KAPITUL 17


Og øll samkoma Ísraels barna ferðaðist frá oyðuni Sin, eftir ferðum sínum, samsvarandi boði HARRANS, og slógu upp í Rephidim: og tað var einkið vatn hjá fólkinum at drekka.

2 Hvørsvegna fólkið skeldaði við Móses, og segði, Gev okkum vatn, at vit mega drekka. Og Móses segði við teir, Hví skelda tit við meg? hvørsvegna freista tit HARRAN?

3 Og fólkinum tyrsti har eftir vatni; og fólkið meylaði ímóti Mósesi, og segði, Hví er hetta, at tú hevurt ført okkum upp úr Egyptalandi, til at drepa okkum og okkara børn og okkara fenað við torsta?

4 Og Móses rópti á HARRAN, og segði, Hvat skal eg gera hesum fólkinum? teir veri nærum tilreiðar at steina meg.

5 Og HARRIN segði við Móses, Far áfram framfyri fólkið, og tak við tær av hinum elstu av Ísrael; og tín stav, við hvørjum tú slóst ánna, tak í tína hond, og far.

6 Sí, eg vil standa frammanfyri tær har uppiá klettinum á Hóreb; og tú skalt sláa klettin, og tað skal koma vatn út úr honum, at fólkið má drekka. Og Móses so gjørdi í eygsjónini á teimum elstu av Ísrael.

7 Og hann kallaði navnið á plássinum Massah, og Meribah, vegna skeldingina av Ísraels børnum, og av tí at teir freistaðu HARRAN, og søgdu, Er HARRIN okkara millum, ella ikki?

8 ¶ Tá kom Ámalek, og bardist við Ísrael í Rephidim.

9 Og Móses segði við Jósjua, Vel okkum út menn, og far út, og berst við Ámalek: í morgin vil eg standa á toppinum av heygnum við stavi Guðs í míni hond.

10 So Jósjua gjørdi sum Móses hevði sagt til hansara, og bardist við Ámalek: og Móses, Aaron, og Hur fóru niðan til toppin av heygnum.

11 Og tað bar á, tá ið Móses helt uppi síni hond, at Ísrael hevði yvirvág: og tá ið hann læt niður sína hond, hevði Ámalek yvirvág.

12 Men Móse hendur vórðu tungar; og teir tóku stein, og settu hann undir hann, og hann sat hará; og Aaron og Hur studdu uppi hondum hansara, tann eini á tí einu síðuni, og hin á hinari síðuni; og hansara hendur vórðu støðugar inntil niðurferð sólarinnar.

13 Og Jósjua avhólvaði Ámalek og hansara fólk við svørðseggini.

14 Og HARRIN segði við Móses, Skriva hetta til minnis í eina bók, og far yvir tað aftur í oyruni á Jósjua: tí at eg vil fullkomiliga strúka út minnið um Ámalek undan himni.

15 Og Móses bygdi altar, og kallaði navnið á tí Jehóvah-nissi:

16 Tí at hann segði, Av tí at HARRIN hevur svorið, at HARRIN vil hava kríggj við Ámalek frá ætt til ætt.


KAPITUL 18


Tá ið Jethro, prestur Midians, verfaðir Mósesar, hoyrdi um alt sum Guð hevði gjørt fyri Móses, og fyri Ísrael sítt fólk, ogat HARRIN hevði ført Ísrael út úr Egyptalandi;

2 Tá tók Jethro, verfaðir Mósesar, Zippóruh, konu Mósesar, eftir at hann hevði sent hana aftur,

3 Og báðar synir hennara; av hvørjum navnið hjá tí eina var Gersjom; tí at hann segði, Eg havi verið ein ókunnumaður í fremmandum landi:

4 Og navnið hjá hinum var Eliezer; tí at Guð faðirs míns, segði hann, var hjálp mín, og bjargaði mær frá svørði Pharaohs:

5 Og Jethro, verfaðir Mósesar, kom við sonum hansara og konu hansara til Mósesar inn í oyðuna, har hann leiraðist við fjall Guðs:

6 Og hann segði við Móses, Eg, verfaðir tín Jethro, eri komin til tín, og kona tín, og báðir synir hennara við henni.

7 ¶ Og Móses fór út at møta verfaðir sínum, og inti heiðurslútan, og kysti hann; og teir spurdu hvør annan um teirratrivnað; og teir komu inn í tjaldið.

8 Og Móses segði verfaðir sínum alt sum HARRIN hevði gjørt innat Pharaoh og við Egyptarnar fyri Ísraels skuld, og alt strevið sum var komið yvir teir eftir vegnum, og hvussu HARRIN útfríaði teir.

9 Og Jethro fegnaðist yvir alla ta góðsku sum HARRIN hevði gjørt við Ísrael, hvønn hann hevði útfríað út úr hondini á Egyptunum.

10 Og Jethro segði, Vælsignaður veri HARRIN, sum hevur útfríað tykkum út úr hondini á Egyptunum, og út úr hondini á Pharaoh, sum hevur útfríað fólkið frá at vera undir hondini á Egyptunum.

11 Nú veit eg at HARRIN er størri enn allir gudar: tí at í tí luti, sum teir handlaðu hugmóðiga í, var hann omanfyri teir.

12 Og Jethro, verfaðir Mósesar, tók eitt brennioffur og sláturoffur til Guðs: og Aaron kom, og allir teir elstu av Ísrael, at eta breyð við verfaðir Mósesar frammi fyri Guði.

13 ¶ Og tað hendi um morginárið, at Móses settist at døma fólkið: og fólkið stóð hjá Mósesi frá morgninum til kvøldið.

14 Og tá ið verfaðir Mósesar sá alt sum hann gjørdi við fólkið, segði hann, Hvat er hetta sum tú gert við fólkið? hví siturt tú sjálvur einsamallur, og øll fólkini standa hjá tær frá morgni til kvølds?

15 Og Móses segði við verfaðir sín, Tí at fólkini koma til mín at fregnast av Guði:

16 Tá ið teir hava eitt mál, koma teir til mín; og eg dømi ímillum ein og ein annan, og eg fái teir at kenna Guðs ásetingar, og hansara lógir.

17 Og verfaðir Mósesar segði við hann, Tað ting, ið tú gert, er ikki gott.

18 Tú vilt vissuliga slítast út, bæði tú, og hetta fólk ið hjá tær er: tí hetta er ov tungt hjá tær; tú ert ikki førur fyri at útinna tað sjálvur aleina.

19 Lýð nú á mína rødd, eg vil geva tær ráð, og Guð skal vera við tær: Vert tú fyri fólkið mótvegis Guði, at tú mást føra søkirnar til Guðs:

20 Og tú skalt læra teir regluskipanir og lógir, og skalt sýna teim vegin sum teir mugu ganga í, og tað verk ið teir mugu gera.

21 Haraftrat skalt tú skaffa burturúr øllum fólkinum førar menn, slíkar sum óttast Guð, sannleiksmenn, sum hata havisjúku, og set slíkar yvir teimum, at vera stjórnarar hjá túsundum, og stjórnarar hjá hundraðum, stjórnarar hjá fimmtium, og stjórnarar hjá tíggjum:

22 Og lat teir døma fólkið til allar tíðir: og tað skal verða, at hvørt stórt mál skulu teir føra til tín, men hvørt lítið mál skulu teir døma: so verður tað lættari hjá tær sjálvum, og teir skulu bera byrðina við tær.

23 Um tú gert henda lut, og Guð ábjóði tær so, tá skalt tú vera førur fyri at halda út, og alt hetta fólk skal eisini fara til pláss sítt í friði.

24 So Móses lýddi á rødd verfaðirs síns, og gjørdi alt sum hann hevði sagt.

25 Og Móses valdi førar menn burtur úr øllum Ísrael, og gjørdi teir til høvd yvir fólkinum, stjórnarar hjá túsundum, stjórnarar hjá hundraðum, stjórnarar hjá fimmtium, og stjórnarar hjá tíggjum.

26 Og teir dømdu fólkið til allar tíðir: tey torføru málini førdu teir til Mósesar, men hvørt lítið mál dømdu teir sjálvir.

27 ¶ Og Móses læt verfaðir sín fara avstað; og hann fór sín veg inn í egna land sítt.


KAPITUL 19


Í triðja mánaðinum, tá ið Ísraels børn vóru farnir út úr Egyptalandi, hin sama dag komu teir inn í Sinais oyðu.

2 Tí at teir vóru farnir avstað frá Rephidim, og vóru komnir til oyðimarkar Sinais, og høvdu sligið upp í oyðuni; og har leiraðist Ísrael frammanfyri fjallið.

3 Og Móses fór niðan til Guðs, og HARRIN kallaði á hann út av fjallinum, og segði, Svá skalt tú siga til Jákups hús, og siga børnum Ísraels;

4 Tit hava sæð hvat eg gjørdi Egyptunum, og hvussu eg bar tykkum á arnaveingjum, og førdi tykkum at mær sjálvum.

5 Um tit tí nú vilji lýða mína rødd í roynd og veru, og halda mín sáttmála, so skulu tit vera mær ein seregin dýrgripur uppum øll fólk: tí at øll jørðin er mín:

6 Og tit skulu vera mær eitt kongadømi av prestum, og heilag tjóð. Hetta eru orðini sum tú skalt tala við børn Ísraels.

7 ¶ Og Móses kom og rópaði hinar elstu fólksins, og legði framfyri teirra andlit øll hesi orð sum HARRIN bjóðaði honum.

8 Og alt fólkið svaraði tilsaman, og segði, Alt, sum HARRIN hevur talað, vilja vit gera. Og Móses bar aftur orðini hjá fólkinum at HARRANUM.

9 Og HARRIN segði við Móses, Sí, eg komi at tær í tjúkkum skýggi, at fólkið má hoyra tá ið eg tali við teg, og trúgva tær um ævir. Og Móses segði orðini hjá fólkinum við HARRAN.

10 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Far til fólkið, og halga tey í dag og í morgin, og lat tey tváa klæðir síni,

11 Og vera tilreiðar ímóti triðja degi: tí at triðja dagin vil HARRIN koma niður í eygsjónini á øllum fólkinum á Sinai fjall.

12 Og tú skalt seta fólkinum greinsur runt umkring, og siga, Gevið gætur um tykkum sjálvar, at tit fari ikki niðan á fjallið, ella nemi við markið á tí: hvørsumhelst nemur við fjallið, skal víst verða tikin av lívi:

13 Tað skal ikki hond nema við tað, men hann skal víst verða steinaður, ella skotin ígjøgn; hvørt tað veri seg djór ella maður, tað skal ikki liva: tá ið lúðurin ljóðar leingi, skulu teir koma niðan á fjallið.

14 ¶ Og Móses fór oman av fjallinum til fólkið, og halgaði fólkið; og tey tváaðu klæðir síni.

15 Og hann segði við fólkið, Verið tilreiðar ímóti triðja degi: komið ikki at tykkara konum.

16 ¶ Og tað hendi á triðja degi um morgunin, at tað vóru torusláttir og snarljós, og eitt tjúkt skýggj á fjallinum, og røddin av lúðri avbera hørðum; so at alt fólkið, sum var í leirinum, nøtraði.

17 Og Móses førdi fram fólkið út úr leirinum at møtast við Guði; og tey stóðu við niðara part av fjallinum.

18 Og Sinai fjall var aldeilis í einum royki, tí at HARRIN steig niður á tað í eldi: og roykurin harav steig upp sum roykurin av bræðsluovni, og alt fjallið skalv stórligani.

19 Og tá ið røddin av lúðrinum ljóðaði leingi, og varð harðari og harðari, talaði Móses, og Guð svaraði honum við eini rødd.

20 Og HARRIN kom niður á Sinai fjall, á toppin av fjallinum: og HARRIN kallaði Móses niðan til toppin á fjallinum; og Móses fór niðan.

21 Og HARRIN segði við Móses, Far oman, álegg fólkinum, at ikki teir bróti ígjøgn at HARRANUM at stara, og mangir teirra týnist.

22 Og lat prestarnar eisini, sum koma nær til HARRANS, halga seg, at ikki HARRIN bróti út yvir teir.

23 Og Móses segði við HARRAN, Fólkið kann ikki koma upp til Sinai fjals: tí at tú álegðirt oss, sigandi, Setið greinsur um fjallið, og halgið tað.

24 Og HARRIN segði við hann, Avstað, slepp tær oman, og tú skalt koma niðan, tú, og Aaron við tær: men lat ikki prestarnar og fólkið bróta ígjøgn til at koma niðan at HARRANUM, at ikki hann bróti út yvir teir.

25 Og Móses fór oman til fólkið, og talaði við teir.


KAPITUL 20


Og Guð talaði øll hesi orðini, og segði,

2 Eg eri HARRIN tín Guð, sum havi ført teg út úr Egyptalandi, úr trældómshúsinum.

3 Tú skalt ongar aðrar gudar hava undan mær.

4 Tú skalt ikki gera tær nakra rista mynd, ella nakran líkleika av nøkrum tingi sum er í himni fyri oman, ella sum er á jørðini fyri niðan, ella sum er í vatninum undir jørðini:

5 Tú skalt ikki boyggja niður teg sjálvan fyri teimum, ella tæna teimum: tí at eg, HARRIN tín Guð, eri ein ástbrellin Guð, sum heimsøki misgerð fedranna yvir børnini at triðja og fjórða ættarliði hjá teimum ið hata meg;

6 Og sýni miskunn at túsundum av teimum ið elska meg, og halda boðini hjá mær.

7 Tú skalt ikki taka navn HARRANS Guðs tíns til fánýtis; tí HARRIN vil ikki halda hann sakleysan sum tekur navn hansara til fánýtis.

8 Minst til sabbatsdagin, at halda hann heilagan.

9 Seks dagar skalt tú strevast, og gera alt títt arbeiði:

10 Men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guðs tíns: í honum skalt tú ikki gera nakað arbeiði, tú, ella sonur tín, ella dóttir tín, tænastusveinur tín, ella tænastugenta tín, ella fenaður tín, ella tín fremmandi sum er innanfyri portur tíni:

11 Tí á seks døgum gjørdi HARRIN himin og jørð, sjógvin, og alt sum í teimum er, og hvíldi sjeynda dagin: hvørsvegna HARRIN vælsignaði sabbatsdagin, og halgaði hann.

12 ¶ Æra faðir tín og móður tína: at tínir dagar mega verða langir uppiá landinum sum HARRIN tín Guð gevur tær.

13 Tú skalt ikki drepa.

14 Tú skalt ikki fremja hordóm.

15 Tú skalt ikki stjala.

16 Tú skalt ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.

17 Tú skalt ikki girnast hús næsta tíns, tú skalt ikki girnast konu næsta tíns, ella tænastusvein hans, ella tænastugentu hans, ella oksa hans, ella asna hans, ella nakað sum næsta tíns er.

18 ¶ Og alt fólkið sá torusláttirnar, og snarljósini, og lúðursljóðið, og fjallið rúkandi: og tá ið fólkið sá tað, fluttu tey seg burtur, og stóðu langt burturi.

19 Og teir søgdu við Móses, Tala tú við okkum, og vit vilja hoyra: men lat ikki Guð tala við okkum, at ikki vit doyggi.

20 Og Móses segði við fólkið, Óttist ikki: tí Guð er komin at royna tykkum, og at ótti hansara má vera frammi fyri andlitum tykkara, at tit syndi ikki.

21 Og fólkið stóð langt burturi, og Móses dró nær til tað tjúkka myrkrið, har Guð var.

22 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Svá skalt tú siga við Ísraels børn, Tit hava sæð at eg havi talað við tykkum av himni.

23 Tit skulu ikki gera hjá mær gudar av silvuri, eiheldur skulu tit gera tykkum gudar av gulli.

24 ¶ Eitt altar av jørð skalt tú gera mær, og skalt sláturofra hará tíni brennioffur, og tíni friðoffur, tínar seyðir, og tínar oksar: á øllum støðum, har eg skráseti mítt navn, vil eg koma til tín, og eg vil vælsigna teg.

25 Og um tú vilt gera mær altar av steini, skalt tú ikki byggja tað av høgdum steini: tí at um tú lyfti upp títt amboð á tað, hevurt tú óreinkað tað.

26 Eiheldur skalt tú fara upp eftir trappum at altari mínum, at tín nakni verði ikki avdúkað hará.


KAPITUL 21


Men hetta eru dómarnir sum tú skalt seta framfyri teir.

2 Um tú keypi Hebráiskan tænara, skal hann tæna í seks ár: og í tí sjeynda skal hann fara út fríur fyri einkið.

3 Um hann kom inn fyri seg sjálvan, skal hann fara út fyri seg sjálvan: um hann var giftur, so skal kona hansara fara út við honum.

4 Um hansara meistari havi givið honum konu, og hon havi føtt honum synir ella døtur; so skulu konan og hennara børn vera meistara hennara, og hann skal fara út fyri seg sjálvan.

5 Og um tænarin týðiliga sigur, Eg elski meistara mín, konu mína, og børn míni; eg vil ikki fara út fríur:

6 So skal hansara meistari føra hann til dómararnar; hann skal eisini føra hann til hurðina ella til durastavin; og hansara meistari skal bora hans oyra ígjøgn við eini sýl; og hann skal tæna honum um ævir.

7 ¶ Og um maður selji sína dóttur til at vera tænastugenta, so skal hon ikki fara út eins og tænastusveinarnir gera.

8 Um hon tokni ikki meistara sínum, sum hevur trúlovað hana til sín sjálvs, so skal hann lata hana verða endurloysta: at selja hana at ókunnugari tjóð skal hann ongan mátt hava, eftirsum hann hevur farið svikaligani við henni.

9 Og um hann havi trúlovað syni sínum hana, skal hann fara við henni eftir háttarlagi døtra.

10 Um hann taki sær aðra konu; so skal hann ikki minka um hennara mat, hennara klædnað, og hennara hjúnalagsskyldu.

11 Og um hann geri ikki hesi trý at henni, so skal hon fara út frí uttan pening.

12 ¶ Hann ið slær ein mann, so at hann doyggi, skal víst verða tikin av lívi.

13 Og um maður liggi ikki á lúri, men Guð gevi hann upp í hans hond; so vil eg útnevna tær eitt pláss, hvagar hann skal flýggja.

14 Men um maður ráðist framførnisligani á sín næsta, at vega hann við sviki; skalt tú taka hann frá mínum altari, at hann má doyggja.

15 ¶ Og hann ið slær faðir sín, ella móður sína, skal víst verða tikin av lívi.

16 ¶ Og hann ið stjelur ein mann, og selur hann, ella um hann verði funnin í hond hans, hann skal víst verða tikin av lívi.

17 ¶ Og hann ið bannar faðir sín, ella móður sína, skal víst verða tikin av lívi.

18 ¶ Og um menn stríði saman, og ein slái annan við steini, ella við sínum neva, og hann doyggi ei, men passar song sína:

19 Um hann rísi aftur, og gangi útium uppiá sínum stavi, so skal hann, ið sló hann, vera leysur: bert at hann skal gjaldafyri missin av hansara tíð, og skal fáa hann at verða grundiga grøddur.

20 ¶ Og um maður slái sín tænara, ella sína ternu, við stavi, og hann doyggi undir hond hansara; so skal hann vissuliga revsast.

21 Men um hann haldi fram ein dag ella tveir, so skal hann ikki revsast: tí hann er sín peningur.

22 ¶ Um menn stríði, og meiði konu við barn, so at hennara frukt víki frá henni, og tó einkið mein fylgi: so skal hann vissuliga revsast, samsvarandi sum maðurin hjá kvinnuni vil leggja uppá hann; og hann skal gjalda sum dómararnir avgera.

23 Og um nakað mein fylgi, so skalt tú geva lív fyri lív,

24 Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót,

25 Bruna fyri bruna, sár fyri sár, skeinu fyri skeinu.

26 ¶ Og um maður slái eyga tænara síns, ella eyga ternu sínar, at tað farist; so skal hann lata hann fara frían fyri eyga hansara skuld.

27 Og um hann slái út tonn tænastusveins síns, ella tonn tænastugentu sínar; so skal hann lata hann fara frían fyri tonn hansara skuld.

28 ¶ Um oksi stangi mann ella kvinnu, at tey doyggi: so skal oksin vissuligani steinast, og hansara kjøt skal ei verða etið; men eigarin av oksanum skal vera leysur.

29 Men um oksin var vanur at trýsta við sínum horni í lidnari tíð, og tað hevur verðið vitnað fyri eigara hans, og hann hevur ikki hildið hann inni, men at hann hevur dripið mann ella kvinnu; so skal oksin steinast, og hans eigari skal eisini verða tikin av lívi.

30 Um tað verði lagt á hann peningaupphædd, so skal hann geva fyri loysigjaldið av sínum lívi hvatsumhelst lagt verður á hann.

31 Hvørt hann havi stangað son, ella havi stangað dóttur, samsvarandi hesum dómi skal tað verða gjørt honum.

32 Um oksin trýstir ein tænastusvein ella tænastugentu; so skal hann geva teirra meistara tríati sjeklar av silvuri, og oksin skal steinast.

33 ¶ Og um maður opnar eina holu, ella um maður grevur eina holu, og ikki dekkar hana, og oksi ella asni detti harí;

34 So skal eigarin av holuni gera tað gott, og geva pening at eigara teirra; og tað deyða djórið skal vera hansara.

35 ¶ Og um oksin hjá einum manni skaði annans, at hann doyggi; so skulu teir selja hin livandi oksan, og býta peningin av honum; og tann deyða oksan skulu teir eisini býta.

36 Ella um tað veri vitað at oksin hevur verið vanur at trýst í lidnari tíð, og hans eigari ikki hevur hildið hann inni; soskal hann vissuliga gjalda oksa fyri oksa; og hin deyði skal vera hans egni.


KAPITUL 22


Um maður stjelur ein oksa, ella ein seyð, og drepur hann, ella selur hann; so skal hann endurbøta fimm oksar fyri oksa, og fýra seyðir fyri seyð.

2 ¶ Um tjóvur finnist í ferð við at bróta inn, og verði sligin, at hann doyggi, so skal einkið blóð verða úthelt fyri hann.

3 Um sól veri risin yvir hann, so skal blóð verða úthelt fyri hann; hann skuldi framt fulla endurbering; um hann einkið havi, so skal hann verða seldur fyri tjóvarí sítt.

4 Um tjóvagóðsið víst verði funnið í hond hans á lívi, hvørt tað veri seg oksi, ella asni, ella seyður; so skal hann endurbøta tvífalt.

5 ¶ Um maður elvir akri ella víngarði at verða etnum, og setur inn djór sítt, og hevur á biti á annars mans akri; so skal hann gera endurbøting av tí besta av sínum egna akri, og av tí besta av sínum egna víngarði.

6 ¶ Um eldur bróti út, og festi í tornir, so at bundini av korni, ella tað standandi kornið, ella akurin, verði tærd upp við tí; so skal hann, ið kyndi eldin, víst gera endurbøting.

7 ¶ Um maður flýggjar sínum næsta pening ella ting at varðveita, og tað verði stolið úr húsi mansins; um tjóvurin verði funnin, gjaldi hann tvífalt.

8 Um tjóvurin verði ikki funnin, tá skal meistarin av húsinum verða førdur at dómarunum, til tess at sjá hvørt hann havi lagt sína hond á góðsið hjá næsta sínum.

9 Fyri alt háttarlag av misgerð, hvørt tað veri fyri oksa, ella asna, fyri seyð, fyri klædnað, ella fyri okkurt háttarlag av mistum tingi, sum ein annar avbjóðar at vera hansara, skal søkin hjá báðum flokkum koma framfyri dómararnar; oghvønn dómararnir fordøma, hann skal gjalda næsta sínum tvífalt.

10 Um maður flýggi sínum næsta asna, ella oksa, ella ein seyð, ella nakað djór, til tess at varðveita; og tað doyggi, ella verði skatt, ella rikið burtur, og eingin maður sær tað:

11 skal ein eiður HARRANS vera ímillum teir báðar, at hann ikki hevur lagt sína hond á góðs næsta síns; og eigarin av tí skal góðtaka harav, og hann skal ikki gera tað gott.

12 Og um tað verði seg stolið frá honum, skal hann gera endurbøting at eigara tess.

13 Um tað verði skrætt í stykkir, lat hann føra tað sum vitni; og hann skal ikki gera gott tað sum varð skrætt.

14 ¶ Og um maður læni okkurt av sínum næsta, og tað verði skatt, ella doyggi, og tess eigari ikki er hjá tí, skal hann víst gera gott fyri tað.

15 Men um tess eigari veri seg hjá tí, skal hann ikki gera tað gott: um tað veri eitt leigað ting, kom tað fyri hansara leigu.

16 ¶ Og um maður lokki moyggj sum ikki er trúlovað, og liggi við henni, skal hann vissuliga brúðargjalda hana til at verða kona sín.

17 Um hennara faðir aldeilis sýti at geva honum hana, so skal hann gjalda pening samsvarandi brúðargjaldi jomfrúgva.

18 ¶ Tú skalt ikki loyva eini heks at liva.

19 ¶ Hvørsumhelst liggur við djóri, skal víst verða tikin av lívi.

20 ¶ Hann ið sláturofrar nøkrum gudi, uttan HARRANUM einans, hann skal verða aldeilis oyddur.

21 ¶ Tú skalt hvørki plága fremmandan, ella kúga hann: tí at tit vóru fremmandir í Egyptalandi.

22 ¶ Tit skulu ikki níva nakra einkju, ella faðirleyst barn.

23 Um tú nívi tey á nakran vís, og tey rópi yvirhøvur á meg, vil eg víst hoyra teirra róp;

24 Og mín vreiði skal vaksa heit, og eg vil drepa tykkum við svørðinum; og tykkara konur skulu verða einkjur, og tykkara børn faðirleys.

25 ¶ Um tú læni pening til nakran av mínum fólki sum er fátækur hjá tær, so skalt tú ikki vera honum sum okrari, eiheldur skalt tú leggja á hann okur.

26 Um tú yvirhøvur taki næsta tíns klædnað til pant, so skalt tú lata honum hann áðrenn ið sól fer til viða:

27 Tí tað er hansara dekking einans, tað er hansara klædnaður til hansara húð: hvørjum skal hann sova í? og tað skal bera á, tá ið hann rópar á meg, at eg vil hoyra; tí at eg eri náðisamur.

28 ¶ Tú skalt ikki útspilla gudarnar, ella bølbiðja stjórnara fólks tíns.

29 ¶ Tú skalt ikki fresta at ofra tað fyrsta av tínum stadnu fruktum, og av tínum vínvætum: hin frumborna av tínum sonum skalt tú geva mær.

30 Somuleiðis skalt tú gera við oksar tínar, og við seyð tín: í sjey dagar skal tað vera hjá mammu síni; á tí áttanda degi skalt tú geva mær tað.

31 ¶ Og tit skulu vera mær heilagir menn: eiheldur skulu tit eta nakað kjøt sum er skrætt av djórum í akrinum; tit skulu kasta tað til hundarnar.


KAPITUL 23


Tú skalt ikki reisa falskt ummæli: koyr ikki tína hond við tí vonda at vera eitt órættvíst vitni.

2 ¶ Tú skalt ikki fylgja fjøld at gera ilt; eiheldur skalt tú tala í eini søk at halda undan eftir mongum at avlaga dóm:

3 ¶ Eiheldur skalt tú ásjóna fátækan mann í hansara søk.

4 ¶ Um tú møti oksanum hjá tínum fígginda, ella hans asna, sum fer á strok, so skalt tú víst føra hann aftur aftur til hansara.

5 Um tú síggi asna hansara sum hatar teg liggja undir síni byrði, og vildirt latið vera við at hjálpa honum, so skalt tú víst hjálpa við honum.

6 Tú skalt ikki avlaga dómin hjá tínum fátæka í hansara søk.

7 Halt teg langt frá følskum máli; og tí óseka og rættvísa bani tú ei: tí eg vil ikki rættvísgera hin vonda.

8 ¶ Og tú skalt onga gávu taka: tí at gávan blindar hin vísa, og spillir orðini hjá teimum rættvísu.

9 ¶ Eisini skalt tú ikki kúga ein fremmandan: tí at tit kenna hjartað hjá einum fremmandum, við tað at tit vóru fremmandir í Egyptalandi.

10 Og seks ár skalt tú sáa jørð tína, og skalt savna inn ávøkstir hennara:

11 Men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja stilla; at hinir fátøku fólks tíns mega eta: og tað, sum teir lata eftir, skulu markarinnar djór eta. Á líkan hátt skalt tú fara við tínum víngarði, og við tínum olivingarði.

12 Seks dagar skalt tú gera títt arbeiði, og á sjeynda degi skalt tú hvíla: at tín oksi og tín asni mega hvíla, og sonurin at tíni tænastugentu, og hin fremmandi, mega endurfrískast.

13 Og í øllum tingum sum eg havi sagt við tykkum verið eftiransnir: og inn onga nevning av navni annara guda, eiheldur lat tað hoyrast úr tínum munni.

14 ¶ Tríggjar ferðir í árinum skalt tú halda mær hátíð.

15 Tú skalt halda hátíð ósúrgaðs breyðs: (tú skalt eta ósúrgað breyð sjey dagar, eins og eg beyð tær, í tí ásettu tíðini av Ábib mánaði; tí at í honum komst tú út úr Egyptalandi: og eingin skal birtast frammi fyri mær tómhentur:)

16 Og heysthátíðina, frumávøkstirnar av tínum strevum, sum tú hevurt sáað í akurin: og innsavningarhátíðina, sum ervið enda ársins, tá ið tú hevurt savnað inn tíni strev uttan av akrinum.

17 Tríggjar ferðir um árið skulu allir tínir hannar birtast frammi fyri Harranum GUÐI.

18 Tú skalt ikki ofra blóðið av mínum sláturofri við súrgaðum breyði; eiheldur skal feittið av mínum sláturofri verða verandi inntil morgunin.

19 Tað fyrsta av frumávøkstum lands tíns skalt tú føra inn í hús HARRANS Guðs tíns. Tú skalt ikki sjóða geitarlamb í mjólk móður hans.

20 ¶ Sí, eg sendi ein Eingil undan tær, at varðveita teg á vegnum, og at føra teg inn í staðið sum eg havi fyrireikað.

21 Ver varin fyri honum, og lýð rødd hansara, tirra hann ikki; tí hann vil ikki umbera tykkara misgerðir: tí navn mítt er í honum.

22 Men um tú manst veruliga lýða rødd hansara, og gera alt sum eg tali; so vil eg vera fíggindi hjá tínum fíggindum, og mótstandari hjá tínum mótstandarum.

23 Tí mín Eingil skal fara undan tær, og føra teg inn at Amoritunum, og Hittitunum, og Perizzitunum, og Cánaanitunum, og Hivitunum, og Jebusitunum: og eg vil skera teir av.

24 Tú skalt ikki lúta niður fyri teirra gudum, ella tæna teimum, ella gera eftir verkum teirra: men tú skalt fullkomiliga kollrenna teir, og heilt bróta niður teirra myndir.

25 Og tit skulu tæna HARRANUM Guði tykkara, og hann skal vælsigna breyð títt, og vatn títt; og eg vil taka sjúkdóm burtur frá miðjum tær.

26 ¶ Tað skal einkið kasta síni smáu, ella vera óburið, í landi tínum: eg vil uppfylla tal daga tína.

27 Eg vil senda mín ótta undan tær, og vil oyða øll tey fólkini sum tú fert at koma til, og eg vil fáa allar tínar fíggindar atvenda sínar ryggir at tær.

28 Og eg vil senda eiturvespur undan tær, sum skulu reka út Hivitan, Cánaanitan, Hittitan, frammanfyri tær ífrá.

29 Eg vil ikki reka teir út frammanfyri tær ífrá í einum ári; at ikki landið gerist oyði, og markarinnar villdjór margfaldist ímóti tær.

30 Smátt um smátt vil eg reka teir út frammanfyri tær ífrá, inntil tú verði øktur, og arvi landið.

31 Og eg vil seta tínar greinsur frá Reyðahavinum heilt til Philistahav, og frá oyðimørkini til ánna: tí at eg vil geva upp íbúgvar landsins inn í hond tykkara; og tú skalt reka teir út frammanfyri tær.

32 Tú skalt ongan sáttmála gera við teir, ella við teirra gudar.

33 Teir skulu ikki búgva í landi tínum, at ikki teir fái teg at synda ímóti mær: tí at um tú tæni teirra gudum, skal tað vissuliga vera tær ein snerra.


KAPITUL 24


Og hann segði við Móses, Kom niðan at HARRANUM, tú, og Aaron, Nádab, og Ábihu, og sjeyti av Ísraels elstu; og tilbiðjið langt burturifrá.

2 Og eina Móses skal koma nær HARRANUM: men teir skulu ikki koma í nánd; eiheldur skal fólkið fara niðan við teimum.

3 ¶ Og Móses kom og taldi fólkinum øll orðini hjá HARRANUM, og allar dómarnar: og alt fólkið svaraði við einari rødd, og segði, Øll orðini, sum HARRIN hevur sagt, vilja vit gera.

4 Og Móses skrivaði øll orðini hjá HARRANUM, og reis upp árla um morgunin, og bygdi altar undir heygnum, og tólv stólpar, samsvarandi teimum tólv ættargreinum Ísraels.

5 Og hann sendi ungar menn av Ísraels børnum, sum ofraðu brennioffur, og sláturofraðu friðoffur av oksum at HARRANUM.

6 Og Móses tók helmingin av blóðinum, og setti tað í kør; og helmingin av blóðinum sletti hann á altarið.

7 Og hann tók bók sáttmálans, og las í fólksins áhoyrn: og teir søgdu, Alt, sum HARRIN hevur sagt, vilja vit gera, og vera lýdnir.

8 Og Móses tók blóðið, og sletti tað á fólkið, og segði, Sí blóð sáttmálans, sum HARRIN hevur gjørt við tykkum viðvíkjandi øllum hesum orðum.

9 ¶ Tá fóru niðan Móses, og Aaron, Nádab, og Ábihu, og sjeyti av Ísraels elstu:

10 Og teir sóu Guð Ísraels: og undir hansara fótum var sum var tað steinsett verk av einum saffir steini, og sum var tað himins likamið í sínum klárleika.

11 Og á aðalsmenninar av Ísraels børnum legði hann ikki hond sína: teir eisini sóu Guð, og ótu og drukku.

12 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Kom niðan til mín á fjallið, og verð har: og eg vil geva tær talvur av steini, og lógina, og boð sum eg havi skrivað; at tú mást frálæra tey.

13 Og Móses reis upp, og hansara tænari Jósjua: og Móses fór niðan á fjall Guðs.

14 Og hann segði við hinar elstu, Bíðið tit her eftir okkum, inntil vit komi aftur at tykkum: og sí, Aaron og Hur eru hjá tykkum: um nakar maður havi nøkur mál at inna, komi hann til teirra.

15 Og Móses fór niðan á fjallið, og eitt skýggj huldi fjallið.

16 Og HARRANS dýrd dvaldi á Sinai fjalli, og skýggið huldi tað í seks dagar: og sjeynda dagin kallaði hann á Móses út úr miðjum skýnum.

17 Og ásýndin á dýrd HARRANS var eins og uppslúkandi eldur á toppinum av fjallinum í eygum Ísraels barna.

18 Og Móses fór inn í miðjuna av skýnum, og slapp sær niðan á fjallið: og Móses var á fjallinum fjøruti dagar og fjøruti nætur.


KAPITUL 25


Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

2 Tala við børn Ísraels, at teir føri mær eitt offur: av hvørjum manni, sum gevur tað villigani við sínum hjarta, skulu tit taka mítt offur.

3 Og hetta er ofrið sum tit skulu taka av teimum; gull, og silvur, og messing,

4 Og blátt, og purpur, og skarlaksreytt, og fínt lín, og geitahár,

5 Og veðraskinn litað reyð, og grevlingaskinn, og sjittim við,

6 Olju til ljósið, kryddaríir til salvingarolju, og til søtt roykilsi,

7 Ónyks steinar, og steinar til at verða settir í ephoduna, og í bringuskjøldurin.

8 Og lat teir gera mær ein halgidóm; at eg má búgva teirra millum.

9 Samsvarandi øllum sum eg sýni tær, eftir mynstrinum av tabernaklinum, og mynstrinum av øllum tess útbúnaðum, enntá soleiðis skulu tit gera tað.

10 ¶ Og teir skulu gera eina ørk av sjittim viði: tvær alnir og hálv skal vera longdin hará, og ein alin og hálv breiddin hará, og ein alin og hálv hæddin hará.

11 Og tú skalt yvirklæða hana við skírum gulli, innan og uttan skalt tú yvirklæða hana, og skalt gera á hana eina krúnu av gulli runt um.

12 Og tú skalt stoypa fýra ringar av gulli til hennara, og seta teir í tey fýra hjørnini av henni; og tveir ringar skulu vera í tí einu síðuni av henni, og tveir ringar í hinari síðuni av henni.

13 Og tú skalt gera stavir av sjittim viði, og yvirklæða teir við gulli.

14 Og tú skalt seta stavirnar inn í ringarnar eftir síðunum av ørkini, at ørkin má verða borin við teimum.

15 Stavirnir skulu vera í ringum arkarinnar: teir skulu ikki verða tiknir frá henni.

16 Og tú skalt seta inn í ørkina vitnisburðin, sum eg skal geva tær.

17 Og tú skalt gera náðistól av skírum gulli: tvær alnir og hálv skal vera longdin hará, og ein alin og hálv breiddin hará.

18 Og tú skalt gera tveir kerubimar av gulli, av slignum verki skalt tú gera teir, í teir báðar endarnar av náðistólinum.

19 Og ger ein kerub á tann eina endan, og hin kerubin á hin endan: enntá av náðistólinum skulu tit gera kerubimarnar á teir báðar endarnar hará.

20 Og kerubimarnir skulu strekkja fram sínar veingir til hæddar, so teir dekka náðistólin við sínum veingjum, og teirra andlit skulu líta hvørt móti øðrum; mótvegis náðistólinum skulu andlitini á kerubimunum vera.

21 Og tú skalt seta náðistólin í erva uppá ørkina; og í ørkina skalt tú seta vitnisburðin, sum eg skal geva tær.

22 Og har vil eg møtast við tær, og eg vil samtala við teg frá uppiyvir náðistólinum, frá ímillum teir báðar kerubimarnar sum eru á vitnisburðarørkini, um øll ting sum eg vil geva tær í ábjóðing at Ísraels børnum.

23 ¶ Tú skalt eisini gera borð av sjittim viði: tvær alnir skal vera longdin hará, og ein alin breiddin hará, og ein alin og hálv hæddin hará.

24 Og tú skalt yvirklæða tað við skírum gulli, og gera til tað eina krúnu av gulli runt um.

25 Og tú skalt gera tí eina rond á hondbreidd runt um, og tú skalt gera eina gylta krúnu til rond tess runt um.

26 Og tú skalt gera til tað fýra ringar av gulli, og seta ringarnar í tey fýra hjørnini sum eru á teimum fýra beinum tess.

27 Yvir av bordanum skulu ringarnir vera til støð til stavirnar at bera borðið.

28 Og tú skalt gera stavirnar av sjittim viði, og yvirklæða teir við gulli, at borðið má verða borið við teimum.

29 Og tú skalt gera føtini hjá tí, og sleivirnar hjá tí, og skeinkireiðini hjá tí, og skálirnar hjá tí, til at skeinkja við: avskírum gulli skalt tú gera tey.

30 Og tú skalt seta uppá borðið sýnisbreyð frammi fyri mær alveg.

31 ¶ Og tú skalt gera ein ljósastaka av skírum gulli: av slignum verki skal ljósastakin gerast: hansara skaft, og hansara greinar, hansara skálir, hansara knappar, og hansara blómur, skulu vera úr tí sama.

32 Og seks greinar skulu koma út úr síðunum á honum; tríggjar greinar á ljósastakanum út úr tí einu síðuni, og tríggjar greinar á ljósastakanum út úr hinari síðuni:

33 Tríggjar skálir, gjørdar líkar mandlum, við knappi og blómu á einari grein; og tríggjar skálir, gjørdar líka summandlur, í hinari greinini, við knappi og blómu: soleiðis á teimum seks greinunum sum koma út úr ljósastakanum.

34 Og á ljósastakanum skulu vera fýra skálir, gjørdar líkar mandlum, við knøppum sínum og blómum sínum.

35 Og tað skal vera knappur undir tveimum greinum av tí sama, og knappur undir tveimum greinum av tí sama, og knappur undir tveimum greinum av tí sama, samsvarandi teimum seks greinunum sum ganga út úr ljósastakanum.

36 Teirra knappar og teirra greinar skulu vera av tí sama: alt tað skal vera eitt sligið verk av skírum gulli.

37 Og tú skalt gera hinar sjey lampur hans: og tær skulu lýsna lampur hans, at tær mega geva ljós yvir av honum.

38 Og hansara veiktengur, og hansara skarpannur, skulu vera av skírum gulli.

39 Úr eini talent av skírum gulli skal hann gera hann, við øllum hesum reiðunum.

40 Og síggj til at tú geri tey eftir teirra mynstri, sum varð sýnt tær á fjallinum.


KAPITUL 26


Haraftrat skalt tú gera tabernaklið við tíggju dúkum av fínum tvinnaðum líni; og bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum: við kerubimum av hegnigum verki skalt tú gera teir.

2 Longdin á einum dúki skal vera átta og tjúgu alnir, og breiddin á einum dúki fýra alnir: og hvør einstakur av dúkunum skal hava eitt mát.

3 Teir fimm dúkarnir skulu verða koplaðir saman hvør til annan; og aðrir fimm dúkar skulu verða koplaðir hvør til annan.

4 Og tú skalt gera lykkjur av bláum uppá kantin á tí eina dúkinum frá eggjarkantinum í koplingini; og somuleiðis skalt tú gera í tí ytsta kantinum á einum øðrum dúki, í koplingini á hinum øðrum.

5 Fimmti lykkjur skalt tú gera í tí eina dúkinum, og fimmti lykkjur skalt tú gera í kantinum á dúkinum sum er í koplingini á hinum øðrum; at lykkjurnar mega taka fatur í hvør aðrari.

6 Og tú skalt gera fimmti krókar av gulli, og kopla dúkarnar saman við krókunum: og tað skal verða eitt tabernakkul.

7 ¶ Og tú skalt gera dúkar av geitahári til at vera dekking yvir tabernaklinum: ellivu dúkar skalt tú gera.

8 Longdin á einum dúki skal vera tríati alnir, og breiddin á einum dúki fýra alnir: og teir ellivu dúkarnir skulu allir vera av einum máti.

9 Og tú skalt kopla fimm dúkar fyri seg, og seks dúkar fyri seg, og skalt tvífalda hin sætta dúkin í frammistøðuni av tabernaklinum.

10 Og tú skalt gera fimmti lykkjur á kantin á tí eina dúkinum sum er uttast í koplingini, og fimmti lykkjur á kantin á dúkinum sum koplar hin annan.

11 Og tú skalt gera fimmti krókar av messing, og seta krókarnar inn í lykkjurnar, og kopla tjaldið saman, at tað má verða eitt.

12 Og leivdin sum verður eftir av tjalddúkunum, tann hálvi dúkurin sum verður eftir, skal hanga yvir baksíðuna av tabernaklinum.

13 Og ein alin á tí einu síðuni, og ein alin á hinari síðuni av tí sum verður eftir í longdini á tjalddúkunum, tað skal hanga yvir síðurnar av tabernaklinum hesumegin og hasumegin, til at dekka tað.

14 Og tú skalt gera eina dekking til tjaldið av veðraskinnum litaðum reyðum, og eina dekking uppiyvir avgrevlingaskinnum.

15 ¶ Og tú skalt gera tiljuborð til tabernaklið av sjittim viði, sum standa uppi.

16 Tíggju alnir skal vera longdin á einum borði, og ein alin og ein hálv skal vera breiddin á einum borði.

17 Tvær stellingar skulu vera í einum tiljuborði, settar til rættis hvør ímóti aðrari: soleiðis skalt tú gera til øll borðini av tabernaklinum.

18 Og tú skalt gera borðini til tabernaklið, tjúgu borð á suður síðuni suðureftir.

19 Og tú skalt gera fjøruti soklar av silvuri undir tey tjúgu borðini; tveir soklar undir eitt borð til tess tvær stellingar, og tveir soklar undir eitt annað borð til tess tvær stellingar.

20 Og til hina aðru síðuna av tabernaklinum á norður síðuni skulu vera tjúgu borð:

21 Og teirra fjøruti soklar av silvuri; tveir soklar undir einum borði, og tveir soklar undir einum øðrum borði.

22 Og til síðurnar av tabernaklinum vestureftir skalt tú gera seks borð.

23 Og tvey borð skalt tú gera til hjørnini av tabernaklinum í teimum tveimum síðunum.

24 Og tey skulu vera koplaði saman í neðra, og tey skulu vera koplaði saman uppiyvir høvdinum á tí at einum ringi: soleiðis skal tað vera fyri tey bæði; tey skulu vera til tey tvey hjørnini.

25 Og tey skulu vera átta borð, og teirra soklar av silvuri, sekstan soklar; tveir soklar undir einum borði, og tveir soklar undir einum øðrum borði.

26 ¶ Og tú skalt gera tvørtrø av sjittim viði; fimm til tiljuborðini á tí einu síðuni av tabernaklinum,

27 Og fimm tvørtrø til borðini á hinari síðuni av tabernaklinum, og fimm tvørtrø til borðini á síðuni av tabernaklinum, til tær báðar síðurnar vestureftir.

28 Og miðtvørtræið mitt á tiljuborðunum skal røkka frá enda til enda.

29 Og tú skalt yvirklæða borðini við gulli, og gera teirra ringar av gulli til støð til tvørtrøini: og tú skalt yvirklæða tvørtrøini við gulli.

30 Og tú skalt reisa upp tabernaklið samsvarandi sniði tess sum varð sýnt tær á fjallinum.

31 ¶ Og tú skalt gera eitt forhang av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni av hegnigum verki: við kerubimum skal tað verða gjørt:

32 Og tú skalt hanga tað uppá fýra stólpar av sjittim viði, yvirklæddir við gulli: teirra krókar skulu vera av gulli, uppiá teimum fýra soklunum av silvuri.

33 ¶ Og tú skalt hanga upp forhangið undir krókarnar, at tú mást føra inn hagar, innum fortjaldið, vitnisburðarørkina: og forhangið skal skilja hjá tykkum ímillum tað heilaga plássið og tað alra heilagasta.

34 Og tú skalt seta náðistólin yvir vitnisburðarørkina í tí alra heilagasta plássinum.

35 Og tú skalt seta borðið uttanfyri forhangið, og ljósastakan yvir av borðinum á síðuna av tabernaklinum ímóti suðuri: og tú skalt seta borðið á norður síðuna.

36 Og tú skalt gera tjaldváð til dyrnar á tjaldinum, av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni, virkað við nálararbeiði.

37 Og tú skalt gera til tjaldváðina fimm stólpar av sjittim viði, og yvirklæða teir við gulli, og teirra krókar skulu vera avgulli: og tú skalt stoypa fimm soklar av messing til teirra.


KAPITUL 27


Og tú skalt gera eitt altar av sjittim viði, fimm alnir langt, og fimm alnir breitt; altarið skal vera fýrkantað: og hæddin á tí skal vera tríggjar alnir.

2 Og tú skalt gera hornini hjá tí uppiá teimum fýra hjørnunum á tí: hans horn skulu vera av tí sama: og tú skalt yvirklæða tað við messing.

3 Og tú skalt gera hansara pannur til at taka ímóti øskum hans, og hansara skuplur, og hansara kør, og hansara kjøtkrókar, og hans eldpannur: øll íløtini harav skalt tú gera av messing.

4 Og tú skalt gera tí eina rimaverks grind av messing; og á netið skalt tú gera fýra messing ringar í tey fýra hjørnini á tí.

5 Og tú skalt seta tað undir umgirðingina av altarinum niðanvert, at netið má vera heilt til miðjuna av altarinum.

6 Og tú skalt gera stavir til altarið, stavir av sjittim viði, og yvirklæða teir við messing.

7 Og stavirnir skulu setast í ringarnar, og stavirnir skulu vera uppiá teimum tveimum síðunum av altarinum, til at bera tað.

8 Innanopið við borðum skalt tú gera tað: eins og sýnt varð tær á fjallinum, so skulu teir gera tað.

9 ¶ Og tú skalt gera forgarðin av tabernaklinum: til suður síðuna suðureftir skulu vera tjaldváðir til forgarðin av fínum tvinnaðum líni á hundrað alnir langar til eina síðu:

10 Og teir tjúgu stólparnir harav og teirra tjúgu soklar skulu vera av messing; krókarnir hjá stólpunum og teirra ásløg skulu vera av silvuri.

11 Og líkaleiðis til norður síðuna í longd skulu vera tjaldváðir, hundrað alnir langar, og hansara tjúgu stólpar og teirra tjúgu soklar av messing; krókarnir hjá stólpunum og teirra ásløg av silvuri.

12 ¶ Og til breiddina á forgarðinum á vestur síðuni skulu vera tjaldváðir á fimmti alnir: teirra stólpar tíggju, og teirra soklar tíggju.

13 Og breiddin á forgarðinum á eystur síðuni eystantil skal vera fimmti alnir.

14 Tjaldváðirnar av einari síðu av portrinum skulu vera fimtan alnir: teirra stólpar tríggir, og teirra soklar tríggir.

15 Og á hinari síðuni skulu vera tjaldváðir, fimtan alnir: teirra stólpar tríggir, og teirra soklar tríggir.

16 ¶ Og til portrið av forgarðinum skal vera tjaldváð á tjúgu alnir, av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni, virkað við nálararbeiði: og teirra stólpar skulu vera fýra, og teirra soklar fýra.

17 Allir stólparnir rundan um forgarðin skulu hava ásløg av silvuri; teirra krókar skulu vera av silvuri, og teirra soklar avmessing.

18 ¶ Longdin á forgarðinum skal vera hundrað alnir, og breiddin fimmti allastaðni, og hæddin fimm alnir av fínum tvinnaðum líni, og teirra soklar av messing.

19 Øll íløtini av tabernaklinum í allari tess tænastu, og allir hælir tess, og allir hælirnir av forgarðinum, skulu vera avmessing.

20 ¶ Og tú skalt bjóða Ísraels børnum, at teir beri tær skíra olivinolju sligna til ljósið, at fáa lampuna at brenna altíð.

21 Í samkomutabernaklinum uttanfyri forhangið, sum er frammanfyri vitnisburðin, skulu Aaron og hansara synir hagreiða hana frá kvøldi til morgun frammi fyri HARRANUM: tað skal vera ein áseting um ævir hjá teirra ættum, Ísraels barna vegna.


KAPITUL 28


Og tak tú at tær Aaron, bróður tín, og hansara synir við honum, burturúr børnum Ísraels, at hann má tæna fyri mær í prestsembætinum, enntá Aaron, Nádab og Ábihu, Eleázar og Ithamar, synir Aarons.

2 Og tú skalt gera heilag klæðir til Aarons, bróður tíns, til dýrdar og til vakurleika.

3 Og tú skalt tala við allar sum eru víshjartaðir, sum eg havi fylt við vísdóms anda, at teir mega gera klæðini hjá Aaroni til at innvíga hann, at hann má tæna fyri mær í prestsembætinum.

4 Og hetta eru klæðini sum teir skulu gera; bróstskjøldur, og ephodu, og skikkju, og skreytaðan kyrtil, vavhúgvu, og gyrðil: og teir skulu gera heilag klæðir til Aarons, bróður tíns, og sona hans, at hann má tæna fyri mær í prestsembætinum.

5 Og teir skulu taka gull, og blátt, og purpur, og skarlaksreytt, og fínt lín.

6 ¶ Og teir skulu gera ephoduna av gulli, av bláum, og av purpuri, av skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni, við hegnigum verki.

7 Hon skal hava tey bæði akslastykkini av henni skoytt við teir báðar kantarnar av henni; og soleiðis skal hon verða skoytt saman.

8 Og hin kynstriligi gyrðilin hjá ephoduni, sum er uppiá henni, skal vera av tí sama, samsvarandi verkinum harav; enntá av gulli, av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni.

9 Og tú skalt taka tveir ónyks steinar, og rista á teir nøvnini hjá børnum Ísraels:

10 Seks av teirra nøvnum á ein stein, og hini seks nøvnini hjá restini á hin steinin, samsvarandi teirra føðing.

11 Við verkinum hjá einum íristara í stein, líka sum íristingarnar hjá eini signett, skalt tú írista teir báðar steinarnar við nøvnunum hjá børnum Ísraels: tú skalt gera teir til at verða settar í groypingar av gulli.

12 Og tú skalt seta teir báðar steinarnar uppá akslarnar av ephoduni til áminningarsteinar fyri Ísraels børnum: og Aaron skal bera teirra nøvn frammi fyri HARRANUM uppiá báðum sínum akslum til áminningar.

13 ¶ Og tú skalt gera groypingar av gulli;

14 Og tvær ketur av skírum gulli við endarnar; av snúraðum arbeiði skalt tú gera tær, og festa tær snúraðu keturnar til groypingarnar.

15 ¶ Og tú skalt gera dómsbróstskjøldurin við hegnigum verki; eftir verkinum hjá ephoduni skalt tú gera hann; av gulli, av bláum, og av purpuri, og av skarlaksreyðum, og av fínum tvinnaðum líni, skalt tú gera hann.

16 Fýrkantaður skal hann vera, og tvífaldaður; ein sponn skal vera longd hans, og ein sponn skal vera breidd hans.

17 Og tú skalt seta í hann setingar av steinum, enntá fýra røðir av steinum: fyrsta røðin skal vera ein sardis, ein tópaz, og ein karfunkul: hetta skal vera fyrsta røðin.

18 Og onnur røðin skal vera ein smaragdur, ein saffirur, og ein diamantur.

19 Og triðja røðin ein ligur, ein ágat, og ein ámetýst.

20 Og fjórða røðin ein beryllur, og ein ónyks, og ein jaspis: teir skulu verða settir í gull í innilokingum sínum.

21 Og steinarnir skulu vera við nøvnunum hjá børnum Ísraels, tólv, samsvarandi teirra nøvnum, líka sum íristingarnar hjá eini signett; hvør einstakur við sínum navni skulu teir vera samsvarandi teimum tólv ættargreinunum.

22 ¶ Og tú skalt gera uppá bróstskjøldurin ketur við endarnar av snúraðum verki av skírum gulli.

23 Og tú skalt gera uppá bróstskjøldurin tveir ringar av gulli, og skalt seta teir báðar ringarnar á teir báðar endarnar av bróstskjøldrinum.

24 Og tú skalt seta tær báðar snúraðu keturnar av gulli í teir báðar ringarnar sum eru á endunum av bróstskjøldrinum.

25 Og hinar báðar endarnar av teimum báðum snúraðu ketunum skalt tú festa í tær báðar groypingarnar, og seta tær á akslastykkini hjá ephoduni frammanfyri á henni.

26 ¶ Og tú skalt gera tveir ringar av gulli, og tú skalt seta teir uppá teir báðar endarnar av bróstskjøldrinum á hansara líning, sum er á síðuni av ephoduni inneftir.

27 Og tveir aðrar ringar av gulli skalt tú gera, og skalt seta teir á tær báðar síðurnar av ephoduni í neðra, ímóti frampartinum av henni, yvir av hinari koplingini av henni, omanfyri kynstriliga gyrðilin hjá ephoduni.

28 Og teir skulu binda bróstskjøldurin eftir hansara ringum at ringunum hjá ephoduni við festi av bláum, at hann má vera omanfyri kynstriliga gyrðilin hjá ephoduni, og at bróstskjøldurin ei verði loystur frá ephoduni.

29 Og Aaron skal bera nøvnini hjá Ísraels børnum í dómsbróstskjøldrinum uppiá sínum hjarta, tá ið hann fer inn til hitt heilaga plássið, til áminningar frammi fyri HARRANUM framhaldandi.

30 ¶ Og tú skalt seta í dómsbróstskjøldurin Urimin og Tummimin; og teir skulu vera uppiá hjarta Aarons, tá ið hann fer inn framfyri HARRAN: og Aaron skal bera dóm Ísraels barna uppiá sínum hjarta frammi fyri HARRANUM framhaldandi.

31 Og tú skalt gera skikkjuna hjá ephoduni alla av bláum.

32 Og eitt hol skal vera í toppinum av henni, á miðjuni av henni: hon skal hava binding av vovnum verki rundan um holið á henni, sum var tað holið á bróstbrynju, at tað ikki skræðist.

33 ¶ Og í neðra uppá faldin á henni skalt tú gera granateplir av bláum, og av purpuri, og av skarlaksreyðum, rundan um faldin á henni; og bjøllur av gulli ímillum tey runt um:

34 Gylt bjølla og granatepli, gylt bjølla og granatepli, uppiá faldinum á skikkjuni runt um.

35 Og hon skal vera uppiá Aaroni til at tæna: og hansara ljóð skal hoyrast tá ið hann fer inn til hitt heilaga plássiðframfyri HARRAN, og tá ið hann kemur út, at hann doyggi ei.

36 ¶ Og tú skalt gera plátu av skírum gulli, og rista uppá hana, líka sum íristingarnar hjá eini signett, HEILAGLEIKI FYRI HARRANUM.

37 Og tú skalt seta hana á blátt festi, at hon má vera uppiá vavhúgvuni; á frampartinum av vavhúgvuni skal hon vera.

38 Og hon skal vera uppiá pannu Aarons, at Aaron má bera misgerð hinna heilagu luta, sum Ísraels børn skulu halga í øllum sínum heilagu gávum; og hon skal altíð vera uppiá enni hans, at teir mega verða góðtiknir frammi fyri HARRANUM.

39 ¶ Og tú skalt skreytseyma kyrtilin av fínum líni, og tú skalt gera vavhúgvuna av fínum líni, og tú skalt gera gyrðilin av nálararbeiði.

40 ¶ Og sonunum hjá Aaroni skalt tú gera kyrtlar, og tú skalt gera teimum gyrðlar, og høvuðbúnar skalt tú gera teimum, til dýrdar og til vakurleika.

41 Og tú skalt koyra teir uppá Aaron tín bróður, og hansara synir við honum; og skalt salva teir, og innvíga teir, og halga teir, at teir mega tæna fyri mær í prestsembætinum.

42 Og tú skalt gera teimum lín brøkur at dekka teirra nakni; frá lendunum alt at lørunum skulu tær røkka:

43 Og tær skulu vera uppiá Aaroni, og uppiá sonum hansara, tá ið teir koma inn til samkomutabernaklið, ella tá ið teir koma nær at altarinum at tæna í tí heilaga plássinum; at teir beri ikki misgerð, og doyggi: tað skal vera ein áseting um ævir hjá honum og hansara sáði eftir hann.


KAPITUL 29


Og hetta er tað sum tú skalt gera við teir til at halga teir, til at tæna fyri mær í prestsembætinum: Tak ein ungan tarv, og tveir veðrar uttan lýti,

2 Og ósúrgað breyð, og køkur ósúrgaðar avstemmaðar við olju, og flatkøkur ósúrgaðar salvaðar við olju: av hveitimjøli skalt tú gera tær.

3 Og tú skalt koyra tey inn í eina tægu, og koma við teimum í tæguni, við ungtarvinum og báðum veðrunum.

4 Og Aaron og hansara synir skalt tú føra til hurðina á samkomutabernaklinum, og skalt tváa teimum við vatni.

5 Og tú skalt taka klæðini, og lata Aaron í kyrtilin, og skikkjuna hjá ephoduni, og ephoduna, og bróstskjøldurin, og gyrða hann við tí kynstriliga gyrðlinum hjá ephoduni:

6 Og tú skalt seta vavhúgvuna uppá høvur hansara, og seta hina heilagu krúnu uppá vavhúgvuna.

7 So skalt tú taka salvingaroljuna, og hella hana uppá høvur hansara, og salva hann.

8 Og tú skalt føra synir hansara, og koyra kyrtlar uppá teir.

9 Og tú skalt gyrða teir við gyrðlum, Aaron og synir hansara, og seta høvuðbúnarnar á teir: og prestsembætið skal vera teirra til viðvarandi áseting: og tú skalt innvíga Aaron og synir hansara.

10 Og tú skalt fáa ungtarv at verða førdan framfyri samkomutabernaklið: og Aaron og hansara synir skulu koyra sínar hendur uppá høvur ungtarvsins.

11 Og tú skalt drepa ungtarvin frammi fyri HARRANUM, við dyrnar á samkomutabernaklinum.

12 Og tú skalt taka av blóðinum av ungtarvinum, og koyra tað uppá hornini á altarinum við tínum fingri, og hella alt blóðið við síðuna av botninum á altarinum.

13 Og tú skalt taka alt feittið sum dekkar innvølirnar, og broddin sum er omanfyri livrina, og bæði nýruni, og feittið sum er uppiá teimum, og brenna tey uppiá altarinum.

14 Men kjøtið av ungtarvinum, og hans húð, og hansara mykju, skalt tú brenna við eldi uttanfyri leirin: tað er syndoffur.

15 ¶ Tú skalt eisini taka ein veðr; og Aaron og hansara synir skulu koyra sínar hendur uppá høvdið á veðrinum.

16 Og tú skalt vega veðrin, og tú skalt taka hansara blóð, og sletta tað runt umkring uppá altarið.

17 Og tú skalt skera veðrin í stykkir, og tváa hans innvølir, og hansara leggir, og seta teir at hansara stykkjum, og at høvdi hans.

18 Og tú skalt brenna allan veðrin uppiá altarinum: tað er eitt brennioffur at HARRANUM: tað er søtur angi, eitt offur gjørt við eldi at HARRANUM.

19 ¶ Og tú skalt taka hin veðrin; og Aaron og hansara synir skulu koyra sínar hendur uppá høvdið á veðrinum.

20 So skalt tú drepa veðrin, og taka av hansara blóði, og koyra tað uppá tippin á høgra oyranum hjá Aaroni, og uppá tippin á høgra oyranum hjá sonum hansara, og uppá tummilin av teirra høgru hond, og uppá stórutánna av teirra høgra fóti, og sletta blóðið uppá altarið runt umkring.

21 Og tú skalt taka av blóðinum sum er uppiá altarinum, og av salvingaroljuni, og sletta tað uppá Aaron, og uppá hansara klæðir, og uppá hansara synir, og uppá klæðini hjá hansara sonum við honum: og hann skal vera halgaður, og hansara klæðir, og hansara synir, og klæðini hjá hansara sonum við honum.

22 Eisini skalt tú taka av veðrinum feittið og feithalan, og feittið sum dekkar innvølirnar, og broddin omanfyri livrina, og bæði nýruni, og feittið sum er uppiá teimum, og høgra bógvin; tí at tað er innvígingarveðrur:

23 Og eitt heilbreyð, og eina køku av oljaðum breyði, og eina flatkøku úr tæguni av tí ósúrgaða breyðinum sum erframmi fyri HARRANUM:

24 Og tú skalt leggja alt í hendurnar hjá Aaroni, og í hendurnar hjá sonum hansara; og skalt reiggja tey til reiggioffur frammi fyri HARRANUM.

25 Og tú skalt móttaka tey av teirra hondum, og brenna tey uppiá altarinum til eitt brennioffur, til søtan anga frammi fyri HARRANUM: tað er eitt offur gjørt við eldi at HARRANUM.

26 Og tú skalt taka bringuna av veðrinum av Aarons innvíging, og reiggja hana til reiggioffur frammi fyri HARRANUM: og tað skal vera tín partur.

27 Og tú skalt halga bringuna av reiggiofrinum, og bógvin av hevjiofrinum, sum verður reiggjað, og sum verður hevjað upp, av innvígingarveðrinum, enntá av sum er fyri Aaron, og av sum er fyri synir hansara:

28 Og tað skal vera Aarons og sona hansara við eini áseting um ævir frá børnum Ísraels: tí at tað er eitt hevjioffur: og tað skal vera eitt hevjioffur frá børnum Ísraels av sláturofrinum av teirra friðofrum, enntá teirra hevjioffur at HARRANUM.

29 ¶ Og tey heilagu klæðini hjá Aaroni skulu vera sona hansara eftir hann, at verða salvaðir harí, og at innvígast í teimum.

30 Og tann sonurin, sum er prestur í hansara stað, skal lata seg í tey sjey dagar, tá ið hann kemur inn í samkomutabernaklið at tæna í tí heilaga plássinum.

31 ¶ Og tú skalt taka veðrin av innvígingini, og sjóða hansara kjøt í tí heilaga plássinum.

32 Og Aaron og hansara synir skulu eta kjøtið av veðrinum, og breyðið sum er í tæguni, við hurðina á samkomutabernaklinum.

33 Og teir skulu eta tey tingini sum sáttargerðin varð gjørd við, at innvíga og at halga teir: men ein fremmandur skal ikki eta av tí, tí at tey eru heilag.

34 Og um okkurt av kjøtinum av innvígingunum, ella av breyðinum, verði verandi til morgunin, so skalt tú brenna avlopið við eldi: tað skal ei verða etið, tí at tað er heilagt.

35 Og soleiðis skalt tú gera at Aaroni, og við hansara synir, samsvarandi øllum tingum sum eg havi skipað tær: sjey dagar skalt tú innvíga teir.

36 Og tú skalt ofra hvønn dag ein ungtarv til syndoffur til sáttargerð: og tú skalt reinsa altarið, tá ið tú hevurt gjørt eina sáttargerð fyri tað, og tú skalt salva tað, til at halga tað.

37 Sjey dagar skalt tú gera eina sáttargerð fyri altarið, og halga tað; og tað skal vera eitt háheilagt altar: hvatsumhelst nemur við altarið skal vera heilagt.

38 ¶ Men hetta er tað sum tú skalt ofra uppiá altarinum; tvey fyrsta árs lomb dag um dag framhaldandi.

39 Tað eina lambið skalt tú ofra um morgunin; og hitt lambið skalt tú ofra um kvøldið:

40 Og við tí eina lambinum tíggjunddeil av mjøli, blandað við fjórðingspartin av eini hin av slignari olju; og fjórðingspartin av eini hin av víni til drykkoffurs.

41 Og hitt lambið skalt tú ofra um kvøldið, og skalt gera við tað samsvarandi matofri morgunsins, og samsvarandi drykkofri tess, til søtan anga, eitt offur gjørt við eldi at HARRANUM.

42 Hetta skal vera eitt framhaldandi brennioffur út ígjøgnum ættir tykkara við hurðina á samkomutabernaklinum frammi fyri HARRANUM: har eg vil møta tykkum, at tala har innat tær.

43 Og har vil eg møtast við Ísraels børnum, og tabernaklið skal vera halgað av míni dýrd.

44 Og eg vil halga samkomutabernaklið, og altarið: eg vil eisini halga bæði Aaron og synir hansara, til at tæna fyri mær í prestsembætinum.

45 ¶ Og eg vil búgva millum Ísraels barna, og vil vera Guð teirra.

46 Og teir skulu vita at eg eri HARRIN teirra Guð, sum førdi teir út úr Egyptalandi, til tess at eg má búgva teirra millum: eg eri HARRIN teirra Guð.


KAPITUL 30


Og tú skalt gera altar at brenna roykilsi uppiá: av sjittim viði skalt tú gera tað.

2 Ein alin skal vera longdin á tí, og ein alin breiddin á tí; fýrkantað skal tað vera: og tvær alnir skal vera hæddin á tí: hornini hjá tí skulu vera av tí sama.

3 Og tú skalt yvirklæða tað við skírum gulli, toppin á tí, og síðurnar á tí runt umkring, og hornini hjá tí; og tú skalt gera tí eina krúnu av gulli runt um.

4 Og tveir gyltar ringar skalt tú gera til tað undir krúnuna hjá tí, við tey bæði hjørnini á tí, á tær báðar síðurnar av tí skalt tú gera tað; og teir skulu vera til støð til stavirnar at bera tað við.

5 Og tú skalt gera stavirnar av sjittim viði, og yvirklæða teir við gulli.

6 Og tú skalt seta tað frammanfyri forhangið sum er við vitnisburðarørkina, frammanfyri náðistólin sum er yvir vitnisburðinum, har eg vil møtast við tær.

7 Og Aaron skal brenna á tí søtt roykilsi hvønn morgun: tá ið hann hagreiðir lampurnar, skal hann brenna roykilsi uppiá tí.

8 Og tá ið Aaron kveikir lampurnar um aftan, skal hann brenna roykilsi á tí, eitt framhaldandi roykilsi frammi fyri HARRANUM út ígjøgnum ættir tykkara.

9 Tit skulu einkið fremmant roykilsi ofra hará, ella brennisláturoffur, ella matoffur; eiheldur skulu tit hella drykkoffur hará.

10 Og Aaron skal gera eina sáttargerð uppiá hornunum á tí eina ferð um árið við blóði sáttargerðasyndoffursins: eina ferð um árið skal hann gera sáttargerð uppiá tí út ígjøgnum ættir tykkara: tað er HARRANUM háheilagt.

11 ¶ Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

12 Tá ið tú tekurt samløguna av Ísraels børnum eftir teirra tali, tá skulu teir geva hvør maður loysigjald fyri sína sál at HARRANUM, tá ið tú upptelurt teir; at tað verði eingin plága teirra millum, tá ið upptelurt teir.

13 Hetta skulu teir geva, hvør tann ið ferðast millum teirra sum verða taldir upp, ein hálvan sjekul eftir sjeklinum hjá halgidóminum: (ein sjekul er tjúgu gerahir:) ein hálvur sjekul skal vera offur HARRANS.

14 Hvør tann ið ferðast millum teirra sum verða taldir upp, frá tjúgu ára gomlum og omanfyri, skal geva offur at HARRANUM.

15 Hin ríki skal ikki geva meira, og hin fátæki skal ikki geva minni enn hálvan sjekul, tá ið teir geva eitt offur at HARRANUM, til at gera eina sáttargerð fyri tykkara sálir.

16 Og tú skalt taka sáttargerðarpeningin av Ísraels børnum, og skalt tilskila hann til tænastu samkomutabernakkulsins; at hann má vera ein áminning at Ísraels børnum frammi fyri HARRANUM, til at gera eina sáttargerð fyri tykkara sálir.

17 ¶ Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

18 Tú skalt eisini gera tváttarker av messing, og hansara fót eisini av messing, at tváa við: og tú skalt seta tað ímillum samkomutabernaklið og altarið, og tú skalt koyra vatn harí.

19 Tí at Aaron og hansara synir skulu tváa sínar hendur og sínar føtur harhjá:

20 Tá ið teir fara inn í samkomutabernaklið, skulu teir tváa sær við vatni, at teir doyggi ei; ella tá ið teir koma nær til altarið at tæna, at brenna offur gjørt við eldi at HARRANUM:

21 So teir skulu tváa sínar hendur og sínar føtur, at teir doyggi ei: og tað skal vera ein áseting um ævir hjá teimum, enntá hjá honum og hjá hansara sáði út ígjøgnum ættir teirra.

22 ¶ Haraftrat talaði HARRIN við Móses, og segði,

23 Tak tú eisini at tær aðal kryddurtir, av skírari myrrhu fimm hundrað sjeklar, og av søtum kaneli helvtina so nógv, enntá tvey hundrað og fimmti sjeklar, og av søtum kalmus tvey hundrað og fimmti sjeklar,

24 Og av kassia fimm hundrað sjeklar, eftir sjekli halgidómsins, og av olivinolju eina hin:

25 Og tú skalt gera tað til heilaga smyrsilsolju, ein smyrsilblanding eftir apotekarans kynstri: tað skal vera ein heilag salvingarolja.

26 Og tú skalt salva samkomutabernaklið við tí, og vitnisburðarørkina,

27 Og borðið og øll reiðir hans, og ljósastakan og reiðir hans, og roykilsisaltarið,

28 Og brennioffuraltarið við øllum reiðum hans, og tváttarkerið og fót hans.

29 Og tú skalt halga tey, at tey mega vera háheilag: hvatsumhelst nemur við tey, skal vera heilagt.

30 Og tú skalt salva Aaron og hansara synir, og innvíga teir, at teir mega tæna fyri mær í prestsembætinum.

31 Og tú skalt tala við børn Ísraels, og siga, Hetta skal vera mær ein heilag salvingarolja út ígjøgnum ættir tykkara.

32 Uppá kjøt mans skal hon ei verða helt, eiheldur skulu tit gera nakra aðra líka sum hon, eftir samansetingini av henni: hon er heilag, og hon skal vera tykkum heilag.

33 Hvørsumhelst blandar nakra líka sum hon, ella hvørsumhelst koyrir nakað av henni uppá ein fremmandan, skal enntá skerast av frá fólki hans.

34 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Tak tær søtar kryddurtir, staktu, og ónyks skel, og galbanum; hesar søtu kryddurtir við skírum viraki: av hvørjum skal tað vera líka vekt:

35 Og tú skalt gera tað til angilsi, eina søtblanding eftir apotekarans kynstri, avstemmað saman, skírt og heilagt:

36 Og tú skalt mylja nakað av tí sera smátt, og seta av tí frammanvert við vitnisburðin í samkomutabernaklinum, har eg vil møtast við tær: tað skal vera tykkum háheilagt.

37 Og hvat viðvíkur angilsinum sum tú skalt gera, so skulu tit ikki gera tykkum sjálvum eftir samanseting tess: tað skal vera tær heilagt fyri HARRANUM.

38 Hvørsumhelst fer at gera líkt tí, at lukta hartil, skal enntá skerast av frá fólki hans.


KAPITUL 31


Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

2 Sí, eg havi kallað við navni Bezáleel Uris son, Hurs sonar, av ættargrein Judah:

3 Og eg havi fylt hann við anda Guðs, í vísdómi, og í skili, og í kunnleika, og í alskyns handverki,

4 Til at upphugsa hegnislig verk, til at virka í gulli, og í silvuri, og í messing,

5 Og í skering av steinum, at seta teir, og í telging av timbri, at virka í alskyns handverki.

6 Og eg, sí, eg havi givið við honum Ahóliab, son Ahisamachs, av ættargrein Dáns: og í hjørtuni á øllum, sum eru víshjartaðir, havi eg lagt vísdóm, at teir mega gera alt sum eg havi boðið tær;

7 Samkomutabernaklið, og vitnisburðarørkina, og náðistólin sum er haruppiá, og allan útbúnaðin hjá tabernaklinum,

8 Og borðið og útbúnað hans, og hin skíra ljósastaka við allari útgerð hans, og roykilsisaltarið,

9 Og brennioffuraltarið við øllum hans útbúnaði, og tváttarkerið og fót hans,

10 Og tænastupløggini, og tey heilagu klæðini til Aaron prest, og klæðini hjá sonum hansara, at tæna í prestsembætinum,

11 Og salvingaroljuna, og søtt roykilsi til tað heilaga plássið: samsvarandi øllum sum eg havi boðið tær skulu teir gera.

12 ¶ Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

13 Tala tú eisini við børn Ísraels, og sig, Sanniliga skulu tit halda mínar sabbatar: tí at tað er eitt tekin ímillum meg og tykkum út ígjøgnum ættir tykkara; at tit mega vita at eg eri HARRIN ið halgar tykkum.

14 Tit skulu tí halda sabbatin; tí hann er tykkum heilagur: hvør tann ið dálkar hann skal víst verða tikin av lívi: tí hvørsumhelst ger nakað arbeiði harí, tann sál skal verða skorin av burturúr fólki hans.

15 Seks dagar kann arbeiði verða gjørt; men á sjeynda er hvíldarsabbaturin, heilagur fyri HARRANUM: hvørsumhelst ger nakað arbeiði á sabbatsdegnum, hann skal víst verða tikin av lívi.

16 Hvørsvegna Ísraels børn skulu halda sabbatin, til at geva ans eftir sabbatinum út ígjøgnum ættir sínar, til ein framhaldandi sáttmála.

17 Hann er eitt tekin ímillum meg og børn Ísraels um ævir: tí á seks døgum gjørdi HARRIN himin og jørð, og á sjeynda degi hvíldi hann, og varð endurfrískaður.

18 ¶ Og hann gav Mósesi, tá ið hann hevði lokið við at samtala við hann uppiá Sinai fjalli, tvær vitnisburðartalvur, steintalvur, skrivaðar við Guðs fingri.


KAPITUL 32


Og tá ið fólkið sá at Móses drálaði við at koma oman av fjallinum, savnaði fólkið seg saman at Aaroni, og segði við hann, Upp, ger okkum gudar, sum skulu fara undan okkum; tí hvat hesum Mósesi viðvíkur, manninum ið førdi okkum upp úr Egyptalandi, vit vita ikki hvat er vorðið av honum.

2 Og Aaron segði við teir, Brótið av hinar gyltu oyrnaringarnar, sum eru í oyrunum hjá konum tykkara, hjá sonum tykkara, og hjá døtrum tykkara, og berið teir til mín.

3 Og alt fólkið breyt av hinar gyltu oyrnaringarnar sum vóru í teirra oyrum, og bóru teir til Aarons.

4 Og hann móttók teir av teirra hond, og evnaði tað við ristingartóli, eftir at hann hevði gjørt tað til bræddan kálv: og teir søgdu, Hesir veri gudar tínir, O Ísrael, sum førdu teg upp úr Egyptalandi.

5 Og tá ið Aaron sá tað, bygdi hann altar frammanfyri honum; og Aaron gjørdi kunngerð, og segði, Í morgin er hátíð fyri HARRANUM.

6 Og teir risu upp árla um morginárið, og ofraðu brennioffur, og førdu friðoffur; og fólkið settist niður at eta og at drekka, og reistist upp at spæla.

7 ¶ Og HARRIN segði við Móses, Far, slepp tær oman; tí at fólk títt, sum tú førdirt út úr Egyptalandi, hava spilt seg:

8 Teir hava vent til viks snarligani út av vegnum sum eg beyð teimum: teir hava gjørt sær ein bræddan kálv, og hava tilbiðið hann, og hava sláturofrað harat, og sagt, Hesir veri gudar tínir, O Ísrael, sum hava ført teg upp úr Egyptalandi.

9 Og HARRIN segði við Móses, Eg havi sæð hetta fólk, og sí, tað er eitt harðsvírað fólk:

10 Lat meg tí nú vera, at mín vreiði má verða heit ímóti teimum, og at eg má tæra teir upp: og eg vil gera úr tær eina mikla tjóð.

11 Og Móses bønaði HARRAN sín Guð, og segði, HARRI, hví gerst tín vreiði heit ímóti tínum fólki, sum tú hevurt ført út úr Egyptalandi við miklari kraft, og við mektigari hond?

12 Hví skuldu Egyptarnir talað, og sagt, Til mein førdi hann teir út, at bana teimum á fjøllunum, og til at upptæra teir frá jarðarinnar ásjón? Vend frá tíni ógvisligu vreiði, og iðrast um hetta illa ímóti fólki tínum.

13 Minst til Ábrahams, Ísaaks, og Ísraels, tænara tína, hvørjum tú svórt við sjálvt teg sjálvan, og segðirt við teir, Eg vil margfalda sáð tykkara sum stjørnur himins, og alt hetta land, sum eg havi talað um, vil eg geva sáði tykkara, og teir skulu arva tað um ævir.

14 Og HARRIN iðraðist um hitt illa sum hann hugsaði at gera fólki sínum.

15 ¶ Og Móses vendi, og fór oman av fjallinum, og báðar vitnisburðartalvurnar vóru í hond hansara: talvurnar vóruskrivaðar á báðar sínar síður; á ta einu síðuna og á hina vóru tær skrivaðar.

16 Og talvurnar vóru verk Guðs, og skriftin var skrift Guðs, rist uppá talvurnar.

17 Og tá ið Jósjua hoyrdi ljóðið av fólkinum, sum tey róptu, segði hann við Móses, Tað er eitt ljóð av kríggi í leirinum.

18 Og hann segði, Tað er ikki røddin á teimum ið rópa um meistaraskap, eiheldur er tað røddin á teimum ið rópa um at vera vunnir á: men ljóðið á teimum ið syngja hoyri eg.

19 ¶ Og tað bar á, so skjótt sum hann kom nær leirinum, at hann sá kálvin, og dansingina: og Móse firtni varð heit, og hann kastaði talvurnar út úr hondum sínum, og breyt tær niðriundir fjallinum.

20 Og hann tók kálvin sum teir høvdu gjørt, og brendi hann í eldinum, og muldi hann til pulvur, og stroyddi tað á vatnið, og fekk Ísraels børn at drekka av tí.

21 Og Móses segði við Aaron, Hvat gjørdi hetta fólkið tær, at tú hevurt ført so mikla synd yvir teir?

22 Og Aaron segði, Lat ikki firtni harra míns verða heita: tú kennirt fólkið, at teir eru innstillaðir til ógerð.

23 Tí teir søgdu við meg, Ger okkum gudar, ið skulu fara undan okkum: tí hvat hesum Mósesi viðvíkur, manninum sum førdi okkum upp úr Egyptalandi, vit vita ikki hvat er vorðið av honum.

24 Og eg segði við teir, Hvørsumhelst hevur nakað gull, lat tey bróta tað av. So tey góvu mær tað: so kastaði eg tað inn í eldin, og út kom hesin kálvurin.

25 ¶ Og tá ið Móses sá at fólkini vóru nakin; (tí at Aaron hevði gjørt tey nakin, teimum til skammar millum fíggindar teirra:)

26 Tá stóð Móses í portrinum av leirinum og segði, Hvør er á HARRANS síðu? komi hann til mín. Og allir synir Levis savnaðu seg saman at honum.

27 Og hann segði við teir, Svá sigur HARRIN Guð Ísraels, Seti hvør maður svørð sítt við lið sína, og farið inn og út frá portri til portur út ígjøgnum leirin, og bani hvør maður bróður sínum, og hvør maður felaga sínum, og hvør maður næsta sínum.

28 Og Levis børn gjørdu eftir orði Mósesar: og tað fullu av fólkinum tann dagin umleið trý túsund menn.

29 Tí Móses hevði sagt, Vígið tykkum í dag til HARRANS, enntá hvør maður omanyvir son sín, og omanyvir bróður sín; at hann má skonkja yvir tykkum eina signing henda dag.

30 ¶ Og tað hendi um morginárið, at Móses segði við fólkið, Tit hava syndað eina mikla synd: og nú vil eg fara niðan at HARRANUM; møguliga man eg gera eina sáttargerð fyri tykkara synd.

31 Og Móses vendi aftur at HARRANUM, og segði, Á, hetta fólk hava syndað mikla synd, og hava gjørt sær gudar av gulli.

32 Tó nú, um tú vilt fyrigeva teirra synd—; og um ikki, sletta meg út, eg biði teg, úr tíni bók sum tú hevurt skrivað.

33 Og HARRIN segði við Móses, Hvønnsumhelst hevur syndað ímóti mær, hann vil eg sletta út úr míni bók.

34 Far tí nú, og leið fólkið til tað pláss sum eg havi talað við teg um: sí, mín Eingil skal fara undan tær: men í tí degi tá ið eg heimsøki, vil eg heimsøkja teirra synd yvir teir.

35 Og HARRIN plágaði fólkið, av tí at teir gjørdu kálvin, sum Aaron gjørdi.


KAPITUL 33


Og HARRIN segði við Móses, Far avstað, og far upp hiðani, tú og tað fólkið sum tú hevurt ført upp úr Egyptalandi, til landið sum eg svór Ábrahami, til Ísaaks, og til Jákups, og segði, Sáði tínum vil eg geva tað:

2 Og eg vil senda ein eingil undan tær; og eg vil reka út Cánaanitan, Amoritan, og Hittitan, og Perizzitan, Hivitan, og Jebusitan:

3 Til land sum flýtur í mjólk og hunangi: tí at eg vil ikki fara upp í miðjum tær; tí at tú ert eitt harðsvírað fólk: at ikki eg tæri teg upp á vegnum.

4 ¶ Og tá ið fólkið hoyrdi hesi illu tíðindini, harmaðust teir: og eingin maður koyrdi á seg prýðir síni.

5 Tí at HARRIN hevði sagt við Móses, Sig við Ísraels børn, Tit eru eitt harðsvírað fólk: eg vil koma upp í miðjan teg í tíðarbragdi, og tæra teg upp: koyr tí nú av tíni prýðir frá tær, at eg má vita hvat gera tær.

6 Og Ísraels børn avklæddu seg fyri síni prýðir við fjallið Hóreb.

7 Og Móses tók tabernaklið, og sló tað upp uttanfyri leirin, langt burturi frá leirinum, og kallaði tað Samkomutabernaklið. Og tað bar á, at hvør tann ið søkti HARRAN, fór út at samkomutabernaklinum, sum var uttanfyri leirin.

8 Og tað bar á, tá ið Móses fór út at tabernaklinum, at alt fólkið reis upp, og stóðu hvør maður við sínar tjalddyr, og hugdu eftir Mósesi, inntil hann var farin inn í tabernaklið.

9 Og tað bar á, sum Móses fór inn í tabernaklið, at skýggjuti stólpin steig niður, og stóð við dyrnar á tabernaklinum, og HARRIN talaði við Móses.

10 Og alt fólkið sá skýggjuta stólpan standa við tabernakkuldyrnar: og alt fólkið reis upp og tilbað, hvør maður ítjalddyrum sínum.

11 Og HARRIN talaði við Móses andlit til andlits, eins og maður talar við sín vin. Og hann vendi aftur inn í leirin: men hansara tænari Jósjua, sonur Nuns, ein ungur maður, veik ikki úr tabernaklinum.

12 ¶ Og Móses segði við HARRAN, Sí, tú sigurt við meg, Før upp hetta fólk: og tú hevurt ikki latið meg vita hvønn tú vilt senda við mær. Tó hevurt tú sagt, Eg kenni teg við navni, og tú hevurt eisini funnið náði í míni eygsjón.

13 Eg biði teg tí nú, um eg havi funnið náði í tíni eygsjón, sýn mær nú tín veg, at eg má kenna teg, at eg má finna náði í tíni eygsjón: og umhugsa at henda tjóð er títt fólk.

14 Og hann segði, Mín nærvera skal fara við tær, og eg vil geva tær hvílu.

15 Og hann segði við hann, Um tín nærvera fari ikki við mær, tá før okkum ikki upp hiðani.

16 Tí hvarí skal tað verða vitað her, at eg og títt fólk hava funnið náði í tíni eygsjón? er tað ikki í at tú fert við okkum? so skulu vit vera atskildir, eg og títt fólk, frá øllum fólkunum sum eru uppiá jarðarinnar ásjón.

17 Og HARRIN segði við Móses, Eg vil eisini gera hetta sum tú hevurt talað: tí at tú hevurt funnið náði í míni eygsjón, og eg kenni teg við navni.

18 Og hann segði, Eg bøni teg, vís mær tína dýrd.

19 Og hann segði, Eg vil lata alla mína góðsku ferðast frammi fyri tær, og eg vil kunngera navn HARRANS frammi fyri tær; og vil vera náðisamur við hann eg vil vera náðisamur, og vil sýna miskunn yvir hann eg vil sýna miskunn.

20 Og hann segði, Tú kanst ikki síggja mítt andlit: tí at tað skal eingin maður síggja meg, og liva.

21 Og HARRIN segði, Sí, tað er eitt pláss hjá mær, og tú skalt standa uppiá einum kletti:

22 Og tað skal bera á, meðan mín dýrd fer framvið, at eg vil seta teg í eina kliv av klettinum, og vil dekka teg við míni hond, meðan eg fari framvið:

23 Og eg vil taka burt mína hond, og tú skalt sjá mínar bakpartar: men mítt andlit skal ei síggjast.


KAPITUL 34


Og HARRIN segði við Móses, Høgg tær tvær talvur av steini, líkar teimum fyrstu: og eg vil skriva uppá hesar talvur orðini sum vóru í teimum fyrstu talvunum, sum tú breytst.

2 Og ver tilreiðar í morginárið, og kom niðan í morginárið á Sinai fjall, og framset teg har fyri mær á toppinum av fjallinum.

3 Og eingin maður skal koma niðan við tær, eiheldur lat nakran mann síggjast út ígjøgnum alt fjallið; eiheldur lat smáfæafylgini ella stórfæafylgini ganga á biti frammanfyri tí fjallinum.

4 ¶ Og hann høgdi tvær talvur av steini, líkar teimum fyrstu; og Móses reis upp árla um morgunin, og fór niðan á Sinai fjall, eins og HARRIN hevði skipað honum, og tók í sína hond báðar talvurnar av steini.

5 Og HARRIN steig niður í skýnum, og stóð hjá honum har, og kunngjørdi navn HARRANS.

6 Og HARRIN fór framvið frammanfyri honum, og kunngjørdi, HARRIN, HARRIN Guð, miskunnarfullur og náðisamur, langmóðigur, og ríkiligur í góðsku og sannleika,

7 Sum varðveitir miskunn fyri túsundir, fyrigevur misgerð og misbrot og synd, og sum á ongan hátt vil fríkenna hin seka; sum vitjar misgerðina hjá fedrunum yvir børnini, og yvir barnabørnini, til triðja og til fjórða ættarlið.

8 Og Móses gjørdi skjótt, og boygdi sítt høvur ímóti jørðini, og tilbað.

9 Og hann segði, Um eg nú havi funnið náði í tíni eygsjón, O Harri, lat Harra mín, eg biði teg, fara okkara millum; tí at tað er eitt harðsvírað fólk; og náða okkara misgerð og okkara synd, og tak okkum til arv tín.

10 ¶ Og hann segði, Sí, eg geri ein sáttmála: frammi fyri øllum tínum fólki vil eg gera undranir, slíkar sum ikki hava verðið gjørdar á allari jørðini, ella í nakrari tjóð: og alt fólkið, hvørja millum tú ert, skal síggja verk HARRANS: tí tað ereitt ræðuligt ting sum eg vil gera við tær.

11 Gev tú ans eftir tí sum eg bjóði tær henda dag: sí, eg reki út undan tær Amoritan, og Cánaanitan, og Hittitan, og Perizzitan, og Hivitan, og Jebusitan.

12 Gev ans eftir tær sjálvum, at ikki tú geri ein sáttmála við íbúgvarnar av landinum hvagar tú fert, at ikki tað verði til snerru í miðjum tær:

13 Men tit skulu oyðileggja teirra altar, bróta teirra myndir, og skera niður teirra lundir:

14 Tí at tú skalt tilbiðja ongan annan gud: tí at HARRIN, hvørs navn er Ástbrellin, er ein ástbrellin Guð:

15 At ikki tú geri ein sáttmála við landsins íbúgvar, og teir fari horandi eftir sínum gudum, og geri sláturofran at sínum gudum, og ein kalli teg, og tú eti av sláturofri hans;

16 Og tú taki av teirra døtrum til synir tínar, og teirra døtur fari horandi eftir sínum gudum, og fái tínar synir at fara horandi eftir sínum gudum.

17 Tú skalt ongar bræddar gudar gera tær.

18 ¶ Hátíðina av ósúrgaðum breyði skalt tú halda. Sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, eins og eg beyð tær, í tíðini av Ábib mánaði: tí at í Ábib mánaði komst tú út úr Egyptalandi.

19 Alt, sum opnar móðurlívið, er mítt; og hvørt frumavkom millum fenað tín, hvørt oksi ella seyður, sum er kallkyn.

20 Men frumavkomið hjá asna skalt tú endurloysa við lambi: og um tú ikki endurloysi hann, tá skalt tú bróta háls hansara. Allar frumburðarnar hjá sonum tínum skalt tú endurloysa. Og eingin skal birtast frammi fyri mær tómhentur.

21 ¶ Seks dagar skalt tú arbeiða, men á sjeynda degi skalt tú hvíla: í pløgitíð og á heysti skalt tú hvíla.

22 ¶ Og tú skalt geva ans eftir hátíðini av vikum, av frumávøkstum hveitiheysts, og innheystingarhátíðini við enda ársins.

23 ¶ Tríggjar ferðir um árið skulu øll tykkara dreingjabørn birtast frammi fyri Harranum GUÐI, Ísraels Guði.

24 Tí at eg vil kasta út tjóðirnar undan tær, og vaksa um tíni landamørk: eiheldur skal nakar maður tráa land títt, tá ið tú fert niðan at birtast frammi fyri HARRANUM Guði tínum tríggjar ferðir um árið.

25 Tú skalt ikki ofra blóðið av mínum sláturofri við súrdeiggi; eiheldur skal umleypshátíðarsláturofrið verða latið vera til morgunin.

26 Tað fyrsta av frumávøkstum lands tíns skalt tú føra til hús HARRANS Guðs tíns. Tú skalt ikki sjóða geitarlamb í mjólk móður hans.

27 Og HARRIN segði við Móses, Skriva tú hesi orð: tí eftir gongdini á hesum orðum havi eg gjørt ein sáttmála við teg og við Ísrael.

28 Og hann var har hjá HARRANUM fjøruti dagar og fjøruti nætur; hann hvørki át breyð, ella drakk vatn. Og hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, tey tíggju boðini.

29 ¶ Og tað bar á, tá ið Móses kom oman av Sinai fjalli við báðum vitnisburðartalvunum í hond Mósesar, tá ið hann kom oman av fjallinum, at Móses vitsti ikki at húðin á andliti hansara skein meðan hann talaði við hann.

30 Og tá ið Aaron og øll børn Ísraels sóu Móses, sí, skein húðin á andliti hansara; og teir vóru ræddir at koma nær honum.

31 Og Móses rópaði á teir; og Aaron og allir stjórnararnir av samkomuni vendu aftur at honum: og Móses talaði við teir.

32 Og síðan komu øll børn Ísraels nær: og hann gav teim í ábjóðan alt sum HARRIN hevði talað við hann á Sinai fjalli.

33 Og inntil Móses var liðugur at tala við teir, koyrdi hann eitt skýli á sítt andlit.

34 Men tá ið Móses fór inn framfyri HARRAN at tala við hann, tók hann skýlið av, inntil hann kom út. Og hann kom út, og talaði við børn Ísraels tað sum honum var boðið.

35 Og Ísraels børn sóu andlitið hjá Mósesi, at húðin á Móse andliti skein: og Móses koyrdi skýlið á sítt andlit aftur, inntil hann fór inn at tala við hann.


KAPITUL 35


Og Móses savnaði alla samkomu Ísraels barna saman, og segði við teir, Hetta eru orðini sum HARRIN hevur boðið, at tit skuldu gera tey.

2 Seks dagar skal arbeiði gerast, men á sjeynda degi skal vera hjá tykkum heilagur dagur, ein hvíldarsabbatur fyri HARRANUM: hvørsumhelst ger arbeiði harí, skal takast av lívi.

3 Tit skulu ongan eld kynda út ígjøgnum tykkara bústaðir á sabbatsdegnum.

4 ¶ Og Móses talaði við alla samkomu Ísraels barna, og segði, Hetta er tað sum HARRIN beyð, og segði,

5 Takið tykkara millum ífrá eitt offur at HARRANUM: hvørsumhelst ið er av villigum hjarta, lat hann koma við tí, eitt offur HARRANS; gull, og silvur, og messing,

6 Og blátt, og purpur, og skarlaksreytt, og fínt lín, og geitahár,

7 Og veðraskinn litað reyð, og grevlingaskinn, og sjittim við,

8 Og olju til ljósið, og kryddaríir til salvingarolju, og til tað søta roykilsið,

9 Og ónyks steinar, og steinar at verða settir til ephoduna, og til bringuskjøldurin.

10 Og hvør víshjartaður tykkara millum skal koma, og gera alt sum HARRIN hevur boðið;

11 Tabernaklið, tjald hans, og dekking hans, krókar hans, og tiljuborð hans, tvørtrø hans, stólpar hans, og soklar hans,

12 Ørkina, og stavirnar harav, við náðistólinum, og dekkingarforhanginum,

13 Borðið, og stavir hans, og øll reiðir hans, og sýnisbreyðið,

14 Ljósastakan eisini til ljósið, og útbúnað hans, og lampur hans, við oljuni til ljósið,

15 Og roykilsisaltarið, og stavir hans, og salvingaroljuna, og tað søta roykilsið, og tjaldváðina til hurðina við inngongdina av tabernaklinum,

16 Brennioffuraltarið, við tess messing rimaverki, stongum hans, og øllum reiðum hans, tváttarkerið og fót hans,

17 Tjaldváðirnar hjá forgarðinum, hansara stólpar, og teirra soklar, og tjaldváðina til hurðina av forgarðinum,

18 Hælirnar hjá tabernaklinum, og hælirnar hjá forgarðinum, og teirra bond,

19 Tænastupløggini, til at gera tænastu í tí heilaga plássinum, tey heilagu klæðini til Aaron prest, og klæðini hjá sonum hansara, til at tæna í prestsembætinum.

20 ¶ Og øll samkoma Ísraels barna fór avstað frá nærveru Mósesar.

21 Og teir komu, hvør tann hvørs hjarta vakti hann upp, og hvør tann hvønn hans andi gjørdi villigan, og teir komu við HARRANS ofri til verk samkomutabernakkulsins, og til alla tænastu hans, og til tey heilagu klæðini.

22 Og tey komu, bæði menn og kvinnur, so mong sum vóru fúshjartaði, og komu við armbondum, og oyrnaringum, og ringum, og prýðisplátum, øllum smúkkum av gulli: og hvør maður, sum ofraði, ofraði eitt offur av gulli at HARRANUM.

23 Og hvør maður, hjá hvørjum varð funnið blátt, og purpur, og skarlaksreytt, og fínt lín, og geitahár, og reyð skinn av veðrum, og grevlingaskinn, kom við teimum.

24 Hvør tann, sum ofraði eitt offur av silvuri og messing, kom við HARRANS ofri: og hvør maður, hjá hvørjum varð funnin sjittim viður til nakað arbeiði av tænastuni, kom við .

25 Og allar tær kvinnurnar, ið vóru víshjartaðar, spunnu við sínum hondum, og komu við tí sum tær høvdu spunnið, bæði av bláum, og av purpurlittum, og av skarlaksreyðum, og av fínum líni.

26 Og allar kvinnurnar, hvørs hjarta vakti tær upp í vísdómi, spunnu geitahár.

27 Og stjórnararnir komu við ónyks steinum, og steinum til at verða settir, til ephoduna, og til bróstskjøldurin;

28 Og kryddaríi, og olju til ljósið, og til salvingaroljuna, og til tað søta roykilsið.

29 Ísraels børn komu við villigum ofri at HARRANUM, hvør maður og kvinna, hvørs hjarta gjørdi tey villig at føra til alskyns verk, sum HARRIN hevði boðið at verða gjørt við hendi Móse.

30 ¶ Og Móses segði við børn Ísraels, Síggið, HARRIN hevur kallað við navni Bezáleel Uris son, Hurs sonar, av ættargrein Judah;

31 Og hann hevur fylt hann við anda Guðs, í vísdómi, í skili, og í kunnleika, og í alskyns handverki;

32 Og at upphugsa kynstrilig verk, at virka í gulli, og í silvuri, og í messing,

33 Og í skeringini av steinum, at seta teir, og í telging av træi, at gera hvørt háttarlag av hegnigum verki.

34 Og hann hevur lagt í hansara hjarta at hann kann frálæra, bæði hann, og Ahóliab, sonur Ahisamachs, av ættargrein Dáns.

35 Teir hevur hann fylt við hjartavísdómi, at virka alskyns verk, hjá íristaranum, hjá tí hegniga verkamanninum, og hjá skreytseymaranum, í bláum, og í purpuri, í skarlaksreyðum, og í fínum líni, og hjá vevaranum, enntá hjá teimum ið gera okkurt verk, og hjá teimum ið upphugsa hegnisligt verk.


KAPITUL 36


So arbeiddu Bezáleel og Ahóliab, og hvør víshjartaður maður, í hvønn HARRIN legði vísdóm og skil til at vita hvussu virka eigur alskyns arbeiði til tænastu halgidómsins, samsvarandi øllum sum HARRIN hevði boðið.

2 Og Móses rópaði Bezáleel og Ahóliab, og hvønn víshjartaðan mann, í hvørs hjarta HARRIN hevði lagt vísdóm, enntáhvønn tann hvørs hjarta vakti hann upp til at koma til verkið at gera tað:

3 Og teir móttóku av Mósesi alt ofrið, sum Ísraels børn vóru komin við til arbeiðið av tænastu halgidómsins, til at gera hann við. Og tey førdu honum enn frí offur hvønn morgun.

4 Og allir vísu menninir, sum virkaðu alt verk halgidómsins, komu hvør maður frá sínum arbeiði sum teir gjørdu;

5 ¶ Og teir talaðu við Móses, og søgdu, Fólkið kemur við nógv meir enn nokk til arbeiðstænastuna, sum HARRIN beyð at gera.

6 Og Móses gav boð, og teir fingu tað at verða kunngjørt út ígjøgnum leirin, sigandi, Lat hvørki mann ella kvinnu gera nakað meira arbeiði til offur halgidómsins. So fólkið varð hildið aftur frá at føra.

7 Tí at tilfarið, sum teir høvdu, var nóg mikið til alt arbeiðið at gera tað, og ov mikið.

8 ¶ Og hvør víshjartaður maður teirra millum, sum virkaði verk tabernakkulsins, gjørdi tíggju dúkar av fínum tvinnaðum líni, og bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum: við kerubimum av hegnigum verki gjørdi hann teir.

9 Longdin á einum dúki var tjúgu og átta alnir, og breiddin á einum dúki fýra alnir: dúkarnir vóru allir av einari stødd.

10 Og hann koplaði teir fimm dúkarnar ein at øðrum: og hinar fimm dúkarnar koplaði hann ein at øðrum.

11 Og hann gjørdi lykkjur av bláum á rondina á einum dúki frá eggjarkantinum í koplingini: somuleiðis gjørdi hann í tí ytstu síðuni á einum øðrum dúki, í koplingini á hinum øðrum.

12 Fimmti lykkjur gjørdi hann í einum dúki, og fimmti lykkjur gjørdi hann í kantinum á dúkinum sum var í koplingini á hinum øðrum: lykkjurnar hildu ein dúk at øðrum.

13 Og hann gjørdi fimmti krókar av gulli, og koplaði dúkarnar ein at øðrum við krókunum: so tað gjørdist eitt tabernakkul.

14 ¶ Og hann gjørdi dúkar av geitahári til tjaldið yvir tabernaklið: ellivu dúkar gjørdi hann teir.

15 Longdin á einum dúki var tríati alnir, og fýra alnir var breiddin á einum dúki: teir ellivu dúkarnir vóru av einari stødd.

16 Og hann koplaði fimm dúkar fyri seg, og seks dúkar fyri seg.

17 Og hann gjørdi fimmti lykkjur uppá ytsta kantin á dúkinum í koplingini, og fimmti lykkjur gjørdi hann uppá kantin á dúkinum sum koplar hin annan.

18 Og hann gjørdi fimmti krókar av messing til at kopla tjaldið saman, at tað mátti verða eitt.

19 Og hann gjørdi dekking til tjaldið av veðraskinnum litaðum reyðum, og eina dekking av grevlingaskinnum uppiyvir .

20 ¶ Og hann gjørdi tiljuborð til tabernaklið av sjittim viði, sum stóðu uppi.

21 Longdin á einum borði var tíggju alnir, og breiddin á einum borði hálvaaðru alin.

22 Eitt borð hevði tvær stellingar, javnligani fjarstaddar ein frá aðrari: svá gjørdi hann til øll borðini av tabernaklinum.

23 Og hann gjørdi borð til tabernaklið; tjúgu borð til suður síðuna suðureftir:

24 Og fjøruti soklar av silvuri gjørdi hann undir tey tjúgu borðini; tveir soklar undir eitt borð til hans tvær stellingar, og tveir soklar undir eitt annað borð til hans tvær stellingar.

25 Og til hina síðuna av tabernaklinum, sum er ímóti norður hjørninum, gjørdi hann tjúgu borð,

26 Og teirra fjøruti soklar av silvuri; tveir soklar undir eitt borð, og tveir soklar undir eitt annað borð.

27 Og til síðurnar av tabernaklinum vestureftir gjørdi hann seks borð.

28 Og tvey borð gjørdi hann til hjørnini av tabernaklinum á teimum tveimum síðunum.

29 Og tey vóru koplaði í neðra, og koplaði saman við høvdið á tí, til ein ring: svá gjørdi hann við bæði av teimum í báðum hjørnunum.

30 Og tað vóru átta borð; og teirra soklar vóru sekstan soklar av silvuri, undir hvørjum borði tveir soklar.

31 ¶ Og hann gjørdi tvørtrø av sjittim viði; fimm til borðini á tí einu síðuni av tabernaklinum,

32 Og fimm tvørtrø til borðini á hinari síðuni av tabernaklinum, og fimm tvørtrø til borðini av tabernaklinum til síðurnar vestureftir.

33 Og hann gjørdi miðtvørtræið til at skjóta ígjøgnum borðini frá tí eina endanum til hin.

34 Og hann yvirklæddi borðini við gulli, og gjørdi teirra ringar av gulli til at vera støð til tvørtrøini, og yvirklæddi tvørtrøini við gulli.

35 ¶ Og hann gjørdi forhang av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni: við kerubimum gjørdi hann tað av hegnigum verki.

36 Og hann gjørdi tí fýra stólpar av sjittim viði, og yvirklæddi teir við gulli: teirra snatar vóru av gulli; og hann stoypti til teir fýra soklar av silvuri.

37 ¶ Og hann gjørdi tjaldváð til tabernakkuldyrnar av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni, av nálararbeiði;

38 Og teir fimm stólparnar hjá tí við teirra snatum: og hann yvirklæddi stólpahøvdini hjá teimum og ásløgini hjá teimum við gulli: men teirra fimm soklar vóru av messing.


KAPITUL 37


Og Bezáleel gjørdi ørkina av sjittim viði: hálvatriðju alin var longdin á henni, og hálvaaðru alin breiddin á henni, og hálvaaðru alin hæddin á henni:

2 Og hann yvirklæddi hana við skírum gulli innan og uttan, og gjørdi krúnu av gulli til hana runt umkring.

3 Og hann stoypti henni fýra ringar av gulli, at verða settar við tey fýra hjørnini á henni; enntá tveir ringar uppá ta einu síðuna av henni, og tveir ringar uppá hina síðuna av henni.

4 Og hann gjørdi stavir av sjittim viði, og yvirklæddi teir við gulli.

5 Og hann setti stavirnar inn í ringarnar eftir síðunum á ørkini, til at bera ørkina.

6 ¶ Og hann gjørdi náðistólin av skírum gulli: hálvatriðju alin var longdin á honum, og hálvaaðru alin breiddin á honum.

7 Og hann gjørdi tveir kerubimar av gulli, slignar úr einum stykki gjørdi hann teir, á teir tveir endarnar av náðistólinum;

8 Ein kerub á endan á hesari síðuni, og ein annan kerub á hin endan á hasari síðuni: burtur úr náðistólinum gjørdi hann kerubimarnar á teir tveir endarnar av honum.

9 Og kerubimarnir breiddu út sínar veingir til hæddar, og dekkaðu við sínum veingjum yvir náðistólin, við sínum andlitum hvør móti øðrum; enntá mótvegis náðistólinum vóru andlitini á kerubimunum.

10 ¶ Og hann gjørdi borðið av sjittim viði: tvær alnir var longdin á tí, og ein alin breiddin á tí, og hálvaaðru alin hæddin á tí:

11 Og hann yvirklæddi tað við skírum gulli, og gjørdi tí eina krúnu av gulli runt um.

12 Hann gjørdi tí eisini eina brún á hondbreidd runt umkring; og gjørdi krúnu av gulli til brúnina hjá tí runt umkring.

13 Og hann stoypti tí fýra ringar av gulli, og setti ringarnar uppá tey fýra hjørnini sum vóru í teimum fýra beinunum hjá tí.

14 Yvir av brúnini vóru ringarnir, støðini til stavirnar at bera borðið.

15 Og hann gjørdi stavirnar av sjittim viði, og yvirklæddi teir við gulli, til at bera borðið.

16 Og hann gjørdi íløtini sum vóru á borðinum, føt hans, og sleivir hans, og skálir hans, og hansara skeinkireiðir til at skeinkja við, av skírum gulli.

17 ¶ Og hann gjørdi ljósastakan av skírum gulli: av slignum verki gjørdi hann ljósastakan; skaft hans, og grein hans, skálir hans, knappar hans, og blómur hans, vóru úr tí sama:

18 Og seks greinar sum fóru út úr síðunum á honum; tríggjar greinar á ljósastakanum út úr tí einu síðuni á honum, og tríggjar greinar á ljósastakanum út úr hinari síðuni á honum:

19 Tríggjar skálir, gjørdar eftir sniðinum á mandlum, á einari grein, ein knapp og eina blómu; og tríggjar skálir, gjørdar líkar mandlum, í eini aðrari grein, ein knapp og eina blómu: soleiðis út ígjøgnum tær seks greinarnar, farandi út úr ljósastakanum.

20 Og í ljósastakanum vóru fýra skálir, gjørdar líka sum mandlur, knappar hans, og blómur hans:

21 Og ein knappur undir tveimum greinum av tí sama, og ein knappur undir tveimum greinum av tí sama, og ein knappur undir tveimum greinum av tí sama, samsvarandi teimum seks greinunum, farandi út úr honum.

22 Teirra knappar og teirra greinar vóru av tí sama: alt samalt var eitt sligið verk av skírum gulli.

23 Og hann gjørdi hansara sjey lampur, og hansara veiktengur, og hansara skarpannur, av skírum gulli.

24 Úr einari talent av skírum gulli gjørdi hann hann, og øll reiðir hansara.

25 ¶ Og hann gjørdi roykilsisaltarið av sjittim viði: longdin á tí var ein alin, og breiddin á tí ein alin; tað var fýrkantað; og tvær alnir var hæddin á tí; hornini hjá tí vóru av tí sama.

26 Og hann yvirklæddi tað við skírum gulli, bæði toppin á tí, og síðurnar á tí runt íkring, og hornini hjá tí: eisini gjørdi hann tí eina krúnu av gulli runt íkring.

27 Og hann gjørdi tveir ringar av gulli til tað undir krúnuna hjá tí, við tey tvey hjørnini á tí, uppiá báðum síðunum av tí, til at vera støð til stavirnar at bera tað við.

28 Og hann gjørdi stavirnar av sjittim viði, og yvirklæddi teir við gulli.

29 ¶ Og hann gjørdi heilagu salvingaroljuna, og tað skíra roykilsið av søtum kryddurtum, samsvarandi apotekarans arbeiði.


KAPITUL 38


Og hann gjørdi brennioffuraltarið av sjittim viði: fimm alnir var longdin á tí, og fimm alnir breiddin á tí; tað var fýrkantað; og tríggjar alnir hæddin á tí.

2 Og hann gjørdi hornini hjá tí á tey fýra hjørnini á tí; hornini hjá tí vóru av tí sama: og hann yvirklæddi tað við messing.

3 Og hann gjørdi øll reiðini hjá altarinum, pottarnar, og skuplurnar, og kørini, og kjøtkrókarnar, og eldpannurnar: øll reiðini hjá tí gjørdi hann av messing.

4 Og hann gjørdi til altarið eina messing rimaverks grind undir umgirðingina á tí í neðra til miðju tess.

5 Og hann stoypti fýra ringar til teir fýra endarnar á grindini av messing, at vera støð til stavirnar.

6 Og hann gjørdi stavirnar av sjittim viði, og yvirklæddi teir við messing.

7 Og hann koyrdi stavirnar inn í ringarnar á síðunum av altarinum, til at bera tað við; hann gjørdi altarið opið innan úr borðum.

8 ¶ Og hann gjørdi tváttarkerið av messing, og fótin á tí av messing, av skoðiglarunum hjá kvinnunum ið savnaðust, sum savnaðust við dyrnar á samkomutabernaklinum.

9 ¶ Og hann gjørdi forgarðin: á suður síðuni suðureftir vóru tjaldváðirnar av forgarðinum av fínum tvinnaðum líni, eitt hundrað alnir:

10 Teirra stólpar vóru tjúgu, og teirra messing soklar tjúgu; krókarnir av stólpunum og ásløgini hjá teimum vóru avsilvuri.

11 Og til norður síðuna vóru tjaldváðirnar hundrað alnir, teirra stólpar vóru tjúgu, og teirra soklar av messing tjúgu; krókarnir av stólpunum og teirra ásløg vóru av silvuri.

12 Og til vestur síðuna vóru tjaldváðir á fimmti alnir, teirra stólpar tíggju, og teirra soklar tíggju; krókarnir av stólpunum og teirra ásløg av silvuri.

13 Og til eystur síðuna eystureftir fimmti alnir.

14 Tjaldváðirnar av tí einu síðuni av portrinum vóru fimtan alnir; teirra stólpar tríggir, og teirra soklar tríggir.

15 Og til hina síðuna á forgarðsportrinum, við hesa hondina og við hina hondina, vóru tjaldváðir á fimtan alnir; teirra stólpar tríggir, og teirra soklar tríggir.

16 Allar tjaldváðirnar av forgarðinum runt íkring vóru av fínum tvinnaðum líni.

17 Og soklarnir til stólparnar vóru av messing; krókarnir av stólpunum og teirra ásløg av silvuri; og yvirklæðingin av teirra stólpahøvdum av silvuri; og allir stólparnir av forgarðinum fingu ásløg við silvuri.

18 Og tjaldváðin til portrið av forgarðinum var nálararbeiði, av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni: og tjúgu alnir var longdin, og hæddin í breiddini var fimm alnir, svarandi til tjaldváðirnar av forgarðinum.

19 Og teirra stólpar vóru fýra, og teirra soklar av messing fýra; teirra krókar av silvuri, og yvirklæðingin av teirra stólpahøvdum og teirra ásløg av silvuri.

20 Og allir hælirnir hjá tabernaklinum, og hjá forgarðinum runt umkring, vóru av messing.

21 ¶ Hetta er samanteljingin av tabernaklinum, enntá av vitnisburðartabernaklinum, sum tað varð talt, samsvarandi boði Mósesar, til tænastuna hjá Levitunum, við hendi Ithamars, syni hjá Aaron presti.

22 Og Bezáleel Uris sonur, Hurs sonar, av Judah ættargrein, gjørdi alt sum HARRIN skipaði Mósesi.

23 Og við honum var Ahóliab, sonur Ahisamachs, av ættargrein Dáns, ein ígravari, og ein hegnigur arbeiðsmaður, og ein skreytseymari í bláum, og í purpuri, og í skarlaksreyðum, og fínum líni.

24 Alt gullið sum var handhavt til arbeiðið í øllum arbeiðinum hjá tí heilaga plássinum, enntá gullið av ofrinum, var níggju og tjúgu talentir, og sjey hundrað og tríati sjeklar, eftir sjeklinum hjá halgidóminum.

25 Og silvurið av teimum sum vórðu taldir upp av samkomuni, var eitt hundrað talentir, og eitt túsund og sjey hundrað og trísinstjúgu og fimtan sjeklar, eftir sjeklinum hjá halgidóminum:

26 Ein bekah til hvønn mann, tað er, hálvan sjekul, eftir sjeklinum hjá halgidóminum, til hvønn tann ið fór at verða taldur upp, frá tjúgu ára gomlum og uppeftir, fyri seks hundrað túsund og trý túsund og fimm hundrað og fimmti menn.

27 Og av teimum hundrað talentunum av silvuri vórðu stoyptir soklarnir hjá halgidóminum, og soklarnir hjá forhanginum; eitt hundrað soklar av teimum hundrað talentunum, ein talent til ein sokkul.

28 Og av teimum túsund og sjey hundrað og sjeyti og fimm sjeklunum gjørdi hann krókar til stólparnar, og yvirklæddi stólpahøvdini hjá teimum, og gjørdi ásløg til teirra.

29 Og messingurin av ofrinum var sjeyti talentir, og tvey túsund og fýra hundrað sjeklar.

30 Og við tí gjørdi hann soklarnar til hurðina av samkomutabernaklinum, og messing altarið, og messing grindina til tað, og øll reiðini av altarinum,

31 Og soklarnar av forgarðinum runt umkring, og soklarnar av forgarðsportrinum, og allar hælirnar hjá tabernaklinum, og allar hælirnar hjá forgarðinum runt umkring.


KAPITUL 39


Og av tí bláa, og purpurinum, og skarlaksreyða, gjørdu teir tænastupløgg, til at gera tænastu í tí heilaga plássinum, og gjørdu heilagu klæðini til Aarons; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

2 Og hann gjørdi ephoduna av gulli, bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni.

3 Og teir slógu gullið í tunnar plátur, og skóru tað í strengur, til at virka tað í tað bláa, og í purpurið, og í tað skarlaksreyða, og í tað fína línið, við hegnigum verki.

4 Teir gjørdu akslastykkir til hana, til at kopla hana saman: við báðar kantarnar varð hon koplað saman.

5 Og kynstriligi gyrðilin av ephodu hennara, sum var uppiá henni, var av tí sama, samsvarandi arbeiðinum av tí; avgulli, bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

6 ¶ Og teir virkaðu ónyks steinar, innslúsaðar í groypingar av gulli, ristar, sum signettir verða ristar, við nøvnunum hjá børnum Ísraels.

7 Og hann setti teir á akslarnar av ephoduni, at teir skuldu vera steinar til áminningar hjá børnum Ísraels; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

8 ¶ Og hann gjørdi bróstskjøldurin av hegnigum verki, líka sum verkið hjá ephoduni; av gulli, bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og fínum tvinnaðum líni.

9 Hann var fýrkantaður; teir gjørdu bróstskjøldurin tvífaldan: ein sponn var longdin á honum, og ein sponn breiddin á honum, tá ið hann var tvífaldaður.

10 Og teir settu í hann fýra røðir av steinum: fyrsta røðin var ein sardis, ein tópaz, og ein karfunkul: hetta var fyrsta røðin.

11 Og onnur røðin, ein smaragdur, ein saffirur, og ein diamantur.

12 Og triðja røðin, ein ligur, ein ágat, og ein ámetýst.

13 Og fjórða røðin, ein beryllur, ein ónyks, og ein jaspis: teir vóru innslúsaðir í groypingar av gulli í innslúsingum sínum.

14 Og steinarnir vóru samsvarandi nøvnunum hjá Ísraels børnum, tólv, samsvarandi teirra nøvnum, líkt viðíristingarnar hjá eini signett, hvør einstakur við sínum navni, samsvarandi teimum tólv ættargreinunum.

15 Og teir gjørdu uppá bróstskjøldurin ketur við endarnar, av snúraðum verki av skírum gulli.

16 Og teir gjørdu tvær groypingar av gulli, og tveir gullringar; og settu báðar ringarnar í báðar endarnar av bróstskjøldrinum.

17 Og teir settu báðar tær snúraðu keturnar av gulli í báðar ringarnar á endunum av bróstskjøldrinum.

18 Og teir báðar endarnar á báðum ketunum festu teir í báðar groypingarnar, og settu tær á akslastykkini hjá ephoduni, frammanvert á henni.

19 Og teir gjørdu tveir ringar av gulli, og settu teir í báðar endarnar av bróstskjøldrinum, uppá líningarnar av honum, sum var á síðuni av ephoduni inneftir.

20 Og teir gjørdu tveir aðrar gullringar, og settu teir á báðar síðurnar av ephoduni í neðra, ímóti frampartinum av henni, yvir av hinari koplingini hjá henni, omanvert við kynstriliga gyrðilin hjá ephoduni.

21 Og teir bundu bróstskjøldurin eftir hansara ringum at ringunum hjá ephoduni við festi av bláum, at hann mátti vera omanvert við kynstriliga gyrðilin hjá ephoduni; og at bróstskjøldurin mátti ei verða loystur frá ephoduni; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

22 ¶ Og hann gjørdi skikkjuna hjá ephoduni av vovnum verki, alt av bláum.

23 Og eitt hol var í miðjuni av skikkjuni, sum holið á bróstbrynju, við einum borda rundan um holið, at tað skuldi ikki skrædna.

24 Og teir gjørdu uppá faldarnar á skikkjuni granateplir av bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, og tvinnaðum líni.

25 Og teir gjørdu bjøllur av skírum gulli, og settu bjøllurnar ímillum granateplini uppá faldin á skikkjuni, rundan um ímillum granateplini;

26 Bjølla og granatepli, bjølla og granatepli, rundan um faldin á skikkjuni til at tæna í; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

27 ¶ Og teir gjørdu kyrtlar av fínum líni av vovnum verki til Aaron, og til synir hansara,

28 Og vavhúgvu av fínum líni, og glæsiligar høvuðbúnar av fínum líni, og lín brøkur av fínum tvinnaðum líni,

29 Og ein gyrðil av fínum tvinnaðum líni, og bláum, og purpuri, og skarlaksreyðum, av nálararbeiði; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

30 ¶ Og teir gjørdu plátuna av heilagu krúnuni av skírum gulli, og skrivaðu uppá hana skrift, líkt við íristingarnar hjá eini signett, HEILAGLEIKI FYRI HARRANUM.

31 Og teir bundu at henni festi av bláum, til at festa hana til hæddar á vavhúgvuna; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

32 ¶ Svá varð alt verkið av samkomutjaldstabernaklinum fullført: og Ísraels børn gjørdu samsvarandi øllum sum HARRIN beyð Mósesi, soleiðis gjørdu teir.

33 ¶ Og teir førdu tabernaklið til Mósesar, tjaldið, og allan útbúnaðin hjá tí, krókarnar hjá tí, tiljuborðini hjá tí, tvørtrøini hjá tí, og stólparnar hjá tí, og soklarnar hjá tí,

34 Og dekkingina av veðraskinnum litaðum reyðum, og dekkingina av grevlingaskinnum, og fortjaldið av dekkingini,

35 Vitnisburðarørkina, og stavirnar hjá henni, og náðistólin,

36 Borðið, og øll reiðini hjá tí, og sýnisbreyðið,

37 Hin skíra ljósastakan, við lompunum hjá honum, enntá við lompunum til at verða settar til rættis, og øll reiðini hjá honum, og oljuna til ljós,

38 Og hitt gylta altarið, og salvingaroljuna, og tað søta roykilsið, og tjaldváðina til tabernakkulshurðina,

39 Messing altarið, og rist hans av messing, stavir hans, og øll reiðir hans, tváttarkerið og fót hans,

40 Tjaldváðir forgarðsins, stólpar hans, og soklar hans, og tjaldváðina til forgarðsportrið, bond hans, og hælir hans, og øll reiðini av tænastu tabernakkulsins, til samkomutjaldið,

41 Tænastupløggini til at gera tænastu í tí heilaga plássinum, og heilagu klæðini til Aaron prest, og klæðini hjá sonum hansara, at tæna í prestsembætinum.

42 Samsvarandi øllum sum HARRIN skipaði Mósesi, soleiðis gjørdu Ísraels børn alt arbeiðið.

43 Og Móses hugdi at øllum verkinum, og sí, teir høvdu gjørt tað so sum HARRIN hevði boðið, enntá soleiðis høvdu teir gjørt tað: og Móses vælsignaði teir.


KAPITUL 40


Og HARRIN talaði við Móses, og segði,

2 Á fyrsta degi fyrsta mánaðar skalt tú seta upp samkomutjaldstabernaklið.

3 Og tú skalt seta harinn vitnisburðarørkina, og dekka ørkina við forhanginum.

4 Og tú skalt føra inn borðið, og seta til rættis tingini, sum eiga at verða sett til rættis, uppá tað; og tú skalt føra inn ljósastakan, og kveikja lampur hans.

5 Og tú skalt seta gull altarið til roykilsið frammanfyri vitnisburðarørkina, og seta tjaldváðina av hurðini til tabernaklið.

6 Og tú skalt seta brennioffuraltarið frammanfyri dyrnar á samkomutjaldstabernaklinum.

7 Og tú skalt seta tváttarkerið ímillum savnaðartjaldið og altarið, og skalt koyra vatn harí.

8 Og tú skalt seta upp forgarðin runt umkring, og hanga upp tjaldváðina við forgarðsportrið.

9 Og tú skalt taka salvingaroljuna, og salva tabernaklið, og alt sum er harí, og skalt halga tað, og øll reiðini hjá tí: og tað skal vera heilagt.

10 Og tú skalt salva brennioffuraltarið, og øll reiðini hjá tí, og halga altarið: og tað skal vera eitt háheilagt altar.

11 Og tú skalt salva tváttarkerið og fót hans, og halga tað.

12 Og tú skalt føra Aaron og hansara synir at dyrnum á samkomutabernaklinum, og tváa teimum við vatni.

13 Og tú skalt koyra uppá Aaron tey heilagu klæðini, og salva hann, og halga hann; at hann má tæna fyri mær í prestsembætinum.

14 Og tú skalt koma við sonum hans, og klæða teir við kyrtlum:

15 Og tú skalt salva teir, sum tú salvaðirt faðir teirra, at teir mega tæna fyri mær í prestsembætinum: tí teirra salving skal víst vera ævigtvarandi prestadømi út ígjøgnum ættir teirra.

16 Svá gjørdi Móses: samsvarandi øllum sum HARRIN beyð honum, soleiðis gjørdi hann.

17 ¶ Og tað hendi í fyrsta mánaðinum í øðrum árinum, á fyrsta degi mánaðarins, at tabernaklið varð reist upp.

18 Og Móses reisti upp tabernaklið, og festi soklar hans, og setti upp tiljuborðini harav, og setti inn tvørtrøini harav, og reisti upp stólpar hans.

19 Og hann breiddi útum tjaldið yvir tabernaklið, og setti tjaldsdekkingina uppiyvir uppá tað; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

20 ¶ Og hann tók og setti vitnisburðin inn í ørkina, og setti stavirnar á ørkina, og setti náðistólin uppiyvir uppá ørkina:

21 Og hann førdi ørkina inn í tabernaklið, og setti upp dekkingarforhangið, og dekkaði vitnisburðarørkina; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

22 ¶ Og hann setti borðið í samkomutjaldið, á síðuna av tabernaklinum norðureftir, uttanfyri forhangið.

23 Og hann setti breyðið til rættis uppá tað frammi fyri HARRANUM; eins og HARRIN hevði boðið Mósesi.

24 ¶ Og hann setti ljósastakan í samkomutjaldið, yvir av borðinum, á síðuna av tabernaklinum sunnanvert.

25 Og hann kveikti lampurnar frammi fyri HARRANUM; eins og HARRIN skipaði Mósesi.

26 ¶ Og hann setti hitt gylta altarið í samkomutjaldið frammanfyri forhangið:

27 Og hann brendi søtt roykilsi hará; eins og HARRIN beyð Mósesi.

28 ¶ Og hann setti upp tjaldváðina við dyrnar á tabernaklinum.

29 Og hann setti brennioffuraltarið við dyrnar á samkomutjaldstabernaklinum, og ofraði á tí brenniofrið og matofrið; eins og HARRIN beyð Mósesi.

30 ¶ Og hann setti tváttarkerið ímillum samkomutjaldið og altarið, og koyrdi vatn har, til at tváa við.

31 Og Móses og Aaron og hansara synir tváaðu sínar hendur og sínar føtur harhjá:

32 Tá ið teir fóru inn í samkomutjaldið, og tá ið teir komu nær altarinum, tváaðu teir sær; eins og HARRIN beyð Mósesi.

33 Og hann reisti upp forgarðin rundan um tabernaklið og altarið, og setti upp tjaldváðina av forgarðsportrinum. So Móses fullgjørdi verkið.

34 ¶ Tá huldi eitt skýggj samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.

35 Og Móses var ikki førur fyri at fara inn í samkomutjaldið, tí skýggið varð verandi hará, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.

36 Og tá ið skýggið varð tikið upp yvir tabernaklinum ífrá, fóru Ísraels børn áfram á øllum ferðum sínum:

37 Men um skýggið ikki varð tikið upp, tá ferðaðust teir ikki til tann dag ið tað varð tikið upp.

38 Tí at skýggj HARRANS var uppiá tabernaklinum um dagin, og eldur var á tí um náttina, í eygsjónini á øllum Ísraels húsi, út ígjøgnum allar teirra ferðir.