Og hvussu eigur ein, sum talar fyri Guð, at tala?
Jú, Guð sigur okkum sjálvur í sínum orði:
Um nakar maður tali,
lat hann tala sum oraklar Guðs;
(I. Pæt. 4:11)
( Orakkul: Orð frá Guði )
Tað vil tí so klárt siga at tann, sum talar Guðs orð, skal tala akkurát soleiðis so sum tað talar, alt sum tað talar, einkið broyta av tí sum Guð hevur sagt, men í prinsippinum fyrst boða Guðs frelsu, men eisini ávara um Guðs dóm, júst sum bæði apostulin Paulus gjørdi frammi fyri Felixi, og sum eisini Pætur gjørdi yvirfyri Símoni galdrara, tá ið hann vildi keypa Guðs gávu fyri pening.
So tá ið ein sigur, at praktiserandi sodomittar og drykkjumenn IKKI arva kongadømi Guðs, tvs. IKKI koma til himmals, so er tað eitt álítandi orð, sum GUÐ talar, og sum sendiboðið bert hevur boðað víðari. Eitt slíkt sendiboð og talirør vil eg vera, og lata endatíðarandaríðandi huma-nissurnar tala sum tær vilja. Um slík vilja siga, at eg havi ein illan anda, so sigi eg: tit spotta ikki meg, men Guðs Anda, so framt sum eg havi talað so sum skrivað stendur. Eitt vil eg siga slíkum, sum eg meti heilt álítandi: Tú og eg hava ikki sama Anda/anda. Hav tú so bara “heilagan anda”, um tú endiliga vilt, eg skal framvegis halda meg til Heilaga Andan.
Tað varð ein sundurdeiling
tessvegna aftur millum Jødanna
vegna hesara framsagna.
Og mangir av teimum søgdu,
Hann hevur ein djevul, og er óður;
hví hoyra tit hann ?
(Jóh. 10:19-20)
Vita tit ikki at hinir órættvísu
skulu ikki arva kongadømi Guðs?
verðið ikki villleiddir: hvørki leyslivarar,
ella avgudadýrkarar, ella
hordómsfremjarar, ella kvinnulátugir,
ella misbrúkarar av sær
sjálvum við mannkyni,
Ella tjóvar, ella gírigir, ella
drykkjumenn, ella illmælismenn,
ella peninganoyðarar, skulu arva
kongadømi Guðs.
(I. Cor. 6:9-10)
Hann sum yvirvinnur, hin
sami skal verða klæddur í hvítan búnað;
og eg vil ikki sletta út navn
hansara út úr lívsins bók, men
eg vil játta navn hansara frammi
fyri Faðir mínum, og frammi fyri
einglum hansara.
(Opb. 3:5)
Og allir sum dvøljast uppiá
jørðini skulu tilbiðja hann, hvørs
nøvn eru ikki skrivað í lívsins bók
hjá Lambinum slátrað frá grundlegging
veraldarinnar.
(Opb. 13:8)
Djórið sum tú sást var, og er ikki;
og skal stíga upp út úr hini
botnleysu avgrund, og fara inn í glatan:
og teir sum dvøljast á
jørðini skulu undrast, hvørs nøvn
vórðu ikki skrivað í lívsins bók
frá grundlegging veraldarinnar,
tá ið teir skoða djórið sum var, og
er ikki, og tó er.
(Opb. 17:8)
Og eg sá hinar deyðu, smáar
og miklar, standa frammi fyri Guði;
og bøkurnar vórðu upplatnar:
og ein onnur bók varð upplatin,
sum er lívsins bók: og hinir
deyðu vórðu dømdir út frá hasum
lutum sum vóru skrivaðir í
bókunum, samsvarandi við verkini
hjá teimum.
Og sjógvurin gav upp hinar
deyðu sum vóru í honum; og
deyði og helviti flýggjaðu upp
hinar deyðu sum vóru í teimum:
og teir vórðu dømdir hvør maður
samsvarandi við verkini hjá teimum.
Og deyði og helviti vórðu
kastað inn í eldsjógvin. Hesin er
hin annar deyði.
Og hvørsumhelst ið varð
ikki funnin skrivaður í lívsins bók,
varð kastaður inn í eldsjógvin.
(Opb. 20:12-15)
( Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T. )