( Mai 2011 )
Og uttan umstríðing mikil
er loyndardómur gudiligleikans:
Guð varð givin til kennar í kjøtinum,
rættvísgjørdur í Andanum,
sæddur av einglum, prædikaður
Heidningunum, trúðin á í heiminum,
móttikin upp inn í dýrd.
( I. Tim. 3:16 FKJ )
Menniskjusonurin var í himlinum
(Hesa grein skrivaði eg í 2004, eftir at eg hoyrdi falslæruna, sum sigur, at Jesus varð skaptur, fyri fyrstu ferð í Glyvra Missiónshúsi, av falslærandi donskum “presti”, sokallaðum).
Tað koma av og til undarligar lærur fram millum teirra, sum boða orðið, eisini lærur, sum víkja heilt frá teimum grundleggjandi lærusetningunum um eitt nú tríeinigheitina. Tað hevur ein læra vunnið meiri og meiri frama í síðstuni, sum setir í iva sannleikan um, at tann tríeinigi Guð, Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin, altíð hevur verið, er, og altíð verður hin sami. Læran um, at Guð er tríeinigur, og at allir tríggir persónar í Guddóminum eru líka nógv Guð og líka ævigir, liggur heilt inni í mønuni í christnu læruni í øllum rættlærandi kirkjugreinum, til allar tíðir, og má og eigur at verjast, fyri at ikki skal berast av leið.
Tað ónda vil altíð pilka við Jesu Guddómleika. Falslærarar vilja hava hann niður á støði við heimsspekingarnar, – at hann var ein góður maður, ja ein prophetur, – men Guðs Sonur, – nei, tað krevur ov nógv, og tað ger Christindómin ov “ópopuleran”. Men, eydnast tað ikki at órógva hetta, so roynir man at siga, at Jesus varð skaptur sum Guðs fyrsta verk í forðum, – og tað er júst hetta, sum teir følsku prophetarnir í dag royna at spjaða í prædikustólum okkara.
Góðir og rættlærandi bíbliulærarar hava altíð sagt mær, alt tað eg minnist (nú eri eg 34 ár), at Guðs orð alt vitnar um Jesus. Jesus verður hjá Jóhannesi, fyrsta kapitli, kallaður Guðs orð. Gamla testamenti vitnar alt um hann; er ein skuggi av honum, sum koma skuldi í heimin, Messias, sum skuldi frelsa mannaættina við deyða sínum og gerast kongur í Ísrael. (vísandi t.d. til 1. Mós. 49:10 og Jes 53:1-5).
Essensurin í hesi vranglæruni er hesin: ein vil siga, at Jesus var skaptur av Faðirinum. Hetta er vranglæra, tí tað tekur Jesu ævigu tilveru sum Guð og Guðs Sonur burtur; hetta, at hann er annar persónurin í ævigu tríeinigheitini, at hann saman við Faðirinum og Heilaga Andanum er Guð. Hetta fáa teir m.a. burtur úr setninginum í Orðtøkunum, kap. 8: “Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað”. Jesus er Guðs vísdómur (2. Kor. 1, 30; Kol. 2, 3), og umrøddi kapitulin umtalar hann, Jesus, men sum ein skuggi, so sum alt gamla testamenti ger tað. Samstundis siga teir, at Sálomon sjálvur var hjástaddur við skapanina. Man vil niðurgera Jesu æviga eksistens sum Guðs Sonur, sum Guð, samstundis sum man upphevjar Sálomon til nakað meir enn hann var. Hetta er vandamikið, ja hetta líkist lærunum hjá eitt nú Jehova vitnum og Mormonum, sum siga, at Jesus var “ein guð”, ella “ein eingil”, sum Guð skapaði í forðum, kanska hægri enn aðrir einglar, men teir avnokta hann sum Guðs Son og sum Guð.
Hesi vranglæru vil eg nú vísa aftur.
Jesus segði hesi órannsakiligu orðini: “Áður enn Ábraham varð, EG ERI”. (Jóh 8:58. FKJ)
Guðs navn, Jehovah, merkir EG ERI. Guð segði við Móses, at hann skuldi siga við Ísraelsmenn: “Eg eri” hevur sent meg til tykkara. (2. Mós. 3:14)
Jesus hevur altíð verið, er og altíð verður. Meðan hann gekk á jørðini, gjørdi hann seg til eitt við Guð, segði seg vera Guðs Sonur og mótmælti ikki, tá ið Tummas segði við hann eftir uppreisnina: “Harri mín (Adonai) og Guð mín (Jehovah)”, (sí Jóh. 20,28).
Guð hevur altíð verið, er, og altíð verður, ein tríeinigur Guð: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Í gamla testamenti kendu
teir Sonin ikki við navninum Jesus, men orðið “sonur”, meint við sonur Guðs, kemur mangar staðir fyri.
Um faðirin og sonin stendur: Hvør er farin upp til himna og niður aftur komin? Hvør hevur savnað vindin í lúkur sínar? Hvør hevur bundið vatnið í skikkju sína? Hvør hevur reist allar endarnar á jørðini? Hvussu eitur hann, og hvussu eitur sonur hans – um tú veitst tað? (sí Orðt. 30:4. Dahl).
Um Jesus stendur tað prophetiska orðið, um tá hann skuldi føðast á jørðini: Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg. (Psálmur 2:7). Hetta er eitt orð, sum teir villast av, tí teir siga, at Jesus ikki varð Guðs Sonur, fyrr enn hann føddist í Betlehem; at hann tí ikki var Guðs Sonur í himlinum, áðrenn hann kom til jarðar. Um tað, at menniskjusonurin var í himlinum í sama líki áðrenn hann kom til jarðar, sum eftir at hann var farin upp aftur hagar, segði Jesus hesi sera kláru orðini í Jóhannes 3:13: Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, sum er í himlinum. Vit síggja púra klárt, at:
1) Menniskjusonurin var í himlinum
2) Menniskjusonurin fór niður av himlinum
3) Menniskjusonurin er í himlinum
Ja men so var Menniskjusonurin og Guðs Sonurin í himlinum, í sama líki áðrenn hann kom til jarðar, – ikki sum nakað annað, ella í einum øðrum formi, men sum tann hann er og einki minni og einki annað.
Tað er púra greitt, at Jesus var í himlinum sum Menniskjusonurin, áðrenn hann fór niður av himlinum, annars hevði Jesus her talað ósannindi, – og tað gjørdi hann ikki.
Guðs Sonur var aldri føddur, eiheldur skaptur. Nei, sum Mika sigur: “…frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum”. (Micah 5:1. Dahl).
Allir tríggir persónarnir í Guddóminum hava altíð verið, hóast vit í skriftini fáa eina gradvís vaksandi opinbering av hesum sannleika, at Guð er ein, men samstundis tríggir. Á skapanarmorgni segði Guð: “Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar”. Orðið “vær” á hebráiskum er í pluralis (ikki dualis) hátti, sum merkir, at tríggir (ella fleiri) persónar vóru til staðar. Men vit hava ljósið frá orðinum til at kunna siga, at Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin vóru allir til staðar, tí Guð ER Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin, og ikki bara Faðirin, ella Faðirin og einglarnir og Andin, ella nakað annað. Vit síggja jú, at Guðs Sndi sveimaði yvir vøtnunum (I. Mós. 1:2), so vóru Faðirin og Andin har til staðar, ja so er eingin grund til at siga, at Sonurin ikki var har eisini.
Ta ferðina, fólkið hevði bygt Bábelstornið, stendur, at Harrin mælti: “…komið tí og latum okkum stíga
oman og fløkja tungumál teirra.” Ikki vóru tað fleiri gudar, men hin ævigi tríeinigi Guð, ið talan var um.
Ella ta ferðina, Harrin birtist fyri Ábrahami í Mamrelund, men tá ið Ábraham sá Harran, sá hann tríggjar mans. Hetta var ein skuggi og prophetisk mynd av tí æviga sannleika, at hin ævigi, sjálveksisterandi, óbroytiligi Guð, er Faðirin, Sonurin og Halgi Andin, tríggir persónar.
Ella skulu vit minnast mannin, sum birtist fyri Jósva í Gilgal, høvdingin fyri herliði Harrans, og sum Jósva tilbað og slapp at tilbiðja. Hevði maðurin verið ein eingil, so hevði tað verið honum noktað, so sum Jóhannesi á oynni Patmos (sí Opb. 22:8-9). Nei, maðurin var og er Jesus Christus, harri herliðanna, einglanna, sum hann hevur fagrari og hægri navn enn, hann sum er hin ævigi, hálovaði Sonur hins hægsta, Menniskjusonurin, Guðs Sonurin, Jesus.
Ella hvør var tað, sum Ezekiel sá sita uppi á hásætinum,” eins og mynd at síggja í mannalíki”…? Jú tað var menniskjusonurin sjálvur, hann sum segði um seg sjálvan: “og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, …” (sí Jóh. 3:13; Ezek. 1:26).
Ella vit hugsa um tann fjórða mannin í eldovninum, sum “hevði ásjón eins og ásjón Sonur Guðs (KJB)”. Hvør er Sonur Guðs, sum kundi frelsa Sjadrak, Mesjak og Ábed-Nego úr gløðandi eldovninum? Jú, tað var Sonurin sjálvur, annar persónur í æviga, tríeiniga Guddóminum. (sí Dán. 3:25).
Vit kundu hildið áfram gjøgnum alt gamla testamenti, men eingin ivi man vera í, at vit kunnu vera einigir í, at Jesus og Faðirin og Heilagi Andin eru líka nógv Guð, ja, tað er neyvan nakað, sum kann sigast um Faðirin og Heilaga Andan, sum ikki kann sigast um Sonin somuleiðis.
Áðrenn orðið varð gjørt kjøt (Jóh. 1:14), kendu vit hann sum orðið, sum var hjá Guði og sum var Guð, prophetiska orðið og Guðs orðið í gamla testamenti, men at siga, at hann bara var orðið og ikki Guðs Sonur, veruligur Sonur og Guð, áðrenn hann kom til jarðar, tað er falslæra.
Philippibrævið 2, v. 6-11 lærir okkum heilt greitt, at Jesus var í Guðs mynd, áðrenn hann avklæddi seg hana og gjørdist monnum líkur, og síðan er hann hevjaður upp aftur, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus er Harri, til dýrdar Guðs Faðirsins. Jesus er Guð, komin í kjøti at frelsa okkum, og er farin aftur til himmals í somu dýrd, sum hann kom úr.
Í himlinum er alt ævigt. Har síggja vit Jesus sum Lambið, sum varð dripið áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, altso var lambið eisini í himlinum hin dagin, meðan tað varð slaktað úti á Golgata, tí himmalin er ævigur, eins og Guð er ævigur, óbroytiligur, hevur verið, er og altíð verður…
Einasti munurin á Menniskjusyninum fyri og eftir vitjanina til jarðar, eru sárini, sum hann fekk, tá ið hann keypti teg og meg við deyða sínum á krossinum. Hin upprisni Menniskjusonurin í dýrdarlikami hevði sár í hondum, fótum og í síðuni (Jóh. 20:27).
Ævigt lov og tøkk fái hann, Jesus Christus, Guðs ævigi Sonur, sum var lýðin Faðirsins vilja, at lata seg føða, og lata seg doyggja fyri okkum.
Sjúrður Højgaard.