Um King James týðararnar


Í mótsetningi til Westcott & Hort og R.V. nevndina, so fór James kongur ígjøgnum íðuligar royndir at verja 1611 týðingina frá feilum. Legg til merkis fylgjandi:

  1. Í 1604 kunngjørdi James kongur, at 54 lærdir í Hebraiskum og Grikskum høvdu verðið útnevndir at týða nýggja Bíbliu til tað Enskt talandi fólkið. Talið varð minkað til 47, tá ið arbeiðið alment byrjaði í 1607.
  2. Heldur enn at arbeiða saman allir á einum staði, vórðu hesir menn deildir sundur í seks atskildar bólkar, sum arbeiddu á trimum atskildum støðum. Tveir bólkar vóru í Westminster, tveir í Oxford, og tveir í Cambridge.
  3. Hvørjum bólki varð givið eitt úrvalt stykki av skriftini at týða.
  4. Hvør lærdur gjørdi sína egnu týðing av eini bók, og læt tað síðan víðari at verða endurskoðað av hvørjum limi í sínum bólki.
  5. Allur bólkurin gjøgnumgekk síðan bókina saman.
  6. Tá ið ēin bólkur var liðugur við eina bók í Bíbliuni, sendu teir hana at verða endurskoðaða av hīnum fimm bólkunum.
  7. Øll ivasom týðing varð sett merki við, og varð síðan send aftur til upprunaliga bólkin til umhugsanar.
  8. Serstøk nevnd varð gjørd, við at velja ēin leiðara úr hvørjum bólki. Henda nevnd útarbeiddi allar munirnar, sum eftir vóru, og legði fram eitt liðugt eintak til prentararnar í 1611.
  9. Hetta merkir, at King James Bíblian mátti fara ígjøgnum í minsta lagi FJÚRTAN kanningar, áðrenn hon fór til prentingar.
  10. Ígjøgnum alla hesa mannagongdina varð ēin og hvør lærdur einstaklingur í landinum heittur á, fyri at geva sína metan, og kirkjurnar vórðu hildnar kunnugar við gongdina.

SPURNINGUR: Ljóðar HETTA sum eitt ERLIGT arbeiði hjá Guði, ella sum eitt ÓERLIGT arbeiði hjá djevlinum?


Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.