( Uml. 1328 — 1384 )
Hondskrivaðu Bíbliurnar hjá John Wycliffe, í 1380’unum, vóru tær fyrstu heilu Bíbliurnar á Enskum. Wycliffe, ein Guðfrøðingur við Oxford Universitetið í Onglandi, týddi úr Latínsku Vulgate úr fjórðu øld, við tað at Griksku og Hebraisku tungumálini vóru honum ikki atgongilig.
Wycliffe brúkti mong ár av sínum lívi at skriva og læra ímóti siðum og dogmum Rómversku kirkjunnar, sum hann sá at vera andstødd hini heilagu skrift. Hóast hann doyði vanligan deyða, varð pávastólurin so østur av læru hans, at 44 ár eftir at Wycliffe var deyður, beyð pávin bein hans at verða grivin upp, knúst, og stroydd í ánna Swift. Soleiðis vildi hann oyða út minni hans av foldum, men úrslitið varð júst hitt øvugta. Áin Swift rennur út í aðrar sjey áir, og síðan út á hav, og hetta royndist verða úrslitið, tí Wycliffe kom at hava stóra ávirkan á heimin allan í øldir framyvir.
Hondskrivað Wycliffe Bíblia; (tað finnast ikki minni enn 150 av teimum í dag):
John Wycliffe sendi út Lollardar (sínar eftirfylgjarar), við hondskrivaðari Bíbliu í hond, at prædika og syngja skriftina og at deila út eintøk av evangeliunum út ígjøgn Ongland alt. Teir vórðu nógv atsóktir av kirkju anti-christs, sum enn hevur sæti í Róm, og bara hevur skift masku, men hevur sama kolsvarta hjarta, men krógvar seg enn handan sama tjúkka hvíttvaskaða seyðaskinn sítt. John Wycliffe lýsti ótvítýðugt, at pávin er anti-christ. Tað sama sigi eg.