Christi likam er yvirsvomið við Alexandraniskum “bíbliu-rættarum”, sum hava slagorð so sum “Upprunaligi lesihátturin er …”, ella “Her eigur í veruleikanum at standa …”, ella “Upprunaligi teksturin sigur í veruleikanum …”, og so sitera teir okkurt tilvildarligt svass, sum passar til teirra egna kramm, sum teir hava eftir onkran ófrelstan stoddara av einum professara á onkrum steindeyðum sokallaðum teologiseminarii. Hetta eru nútíðar Nicolaiitarnir, sum eru sjúkir eftir at ráða yvir tær og mær; enntá um tað merkir, at teir brúka lygnina til at gera tað. Hetta verður alt gjørt fyri at gjøgnumføra teirra egnu lúnsku agendair so sum hatta andstyggiliga “prosperity gospel”, “eydnu evangelium”, “náði-einans evangelium”, ella botnfalska liberalistiska teologi o.a. Guð stendur ikki aftanfyri alt hetta, men sjálvasti Djevulin. Soleiðis sáða teir IVA um Guðs orð, at tað, sum gjøgnum allar øldir stóð í Guðs orði, ikki var tað rætta, men nú koma teir endiliga við tí sum átti at havt staðið. Soleiðis brúkar Djevulin slíkar bjølgar til at rykkja Guðs orð út úr hondunum á Guðs fólki. Ja, Djevulin arbeiðir undir høgum trykki í dag fyri at rykkja svørðið út úr hondunum á Guðs fólki við at geva út eina “nemmari” útgávu av “bíblium” fyri og aðra eftir. TÍ havi eg givið meg til at týða KING JAMES BÍBLIUNA A.V.1611 til føroyskt, fyri at fáa ta HEILT 100% røttu BÍBLIUNA YVIRÁ FØROYSKT EINAFERÐ FYRI ALLAR, og blaka hatta Alexandriska skvattpjattskrellið av páávanogtil aftur til Alexandria og Vaticanið, haðan tað kom frá. Dahls bíblia er HEIL-Alexandrisk, Victors ein cocktail av ØLLUM, bæði reinum og skitnum, men altso hvørgin av føroysku bíbliunum er heilt eftirfarandi, tíverri. Spell, at man ikki kann lesa Guðs orð á føroyskum, uttan at hava eina King James hjá sær; tað MÁ gerast okkurt við, og tað skjótt eisini. Vit halda okkum óvikiliga til ta reinu Antiochisku linjuna av Bíblium, Textus Receptus, t.e. Byzantisku tekst typuna, sum er fult-polerað í KING JAMES A.V. 1611, konginum yvir øllum reformatións Bíbliunum. Við rætt og slætt at týða øll orðini í henni rætt og beint yvirá føroyskt, fáa vit LOKSINS eina reina Bíbliu á Føroyskum, sum IKKI er ætlað er vera barasta so fljúgvandi NEMM at lesa, men RØTT og ÁLÍTANDI og so púrasta EFTIRFARANDI. Eg havi so IKKI í kvittanum at snýta nakran, allarminst meg sjálvan.
Trúgvi ikki eina løtu, at NAKAR av hesum Alexandrisku róthøvdunum í dag veit betri um NAKAÐ orð ella NAKAÐ vers í Bíbliuni enn teir 54 høgt lærdu, fult yvirgivnu King James týðararnir gjørdu í 1611. Nei, Ikki eitt sekund.