Signaðir eru teir sum gera boðini hjá honum,
at teir mega hava rætt til lívsins træ,
og mega ganga inn um portrini inn í staðin.
(Opb. 22:14 FKJ)
17 ¶ Hugsið ikki at eg eri
komin at oyða lógina, ella prophetarnar:
eg eri ikki komin at oyða, men at uppfylla.
18 Tí sanniliga sigi eg tykkum,
Til himin og jørð forganga, ein
smástavur ella ein stavkrókur skal
á ongum vísi forganga úr lógini,
til alt verði uppfylt.
19 Hvørsumhelst ið tessvegna
skal bróta eitt av hesum minstu
boðum, og skal læra menn so,
hann skal verða kallaður hin minsti
í kongadømi himins: men hvørsumhelst
ið skal gera og frálæra
tey, hin sami skal verða kallaður
mikil í kongadømi himins.
20 Tí eg sigi tykkum, At uttan
rættvísi tykkara skal bera av rættvísi
hinna skriftlærdu og Pharisearanna,
skulu tit í ongum føri ganga
inn í kongadømi himins.
( Matth. 5:17-20 FKJ )
21 ¶ Ikki hvør tann sum sigur
við meg, Harri, Harri, skal ganga
inn í kongadømi himins; men
hann ið ger vilja Faðirs míns sum
er í himni.
22 Mangir vilja siga við meg á
tí degi, Harri, Harri, hava vit ikki
propheterað í navni tínum? og í
navni tínum hava kastað út
djevlar? og í navni tínum gjørt
mong undurfull verk?
23 Og tá skal eg vátta teimum,
Eg kendi tykkum aldri: farið burtur
frá mær, tit ið virka misgerð.
( Matth. 7:21-23 FKJ )
TAÐ er tessvegna nú eingin
fordøming hjá teim sum eru
í Christi Jesusi, hvørjir ganga
ikki eftir kjøtinum, men eftir
Andanum.
( Rom. 8:1 FKJ )
Hvørsumhelst ið fremur synd
misbrýtur eisini lógina: tí synd er
misbrótingin av lógini.
( I. Jóh. 4:3 FKJ )
18 Flýggið siðloysi. Hvør synd
sum ein maður ger er uttanfyri
likamið; men hann sum fremur
siðloysi syndar ímóti sínum egna
likami.
19 Hvat? vita tit ikki at likam
tykkara er tempul Heilaga Andans
sum er í tykkum, sum tit hava av
Guði, og tit eru ikki tykkar egnu?
20 Tí tit eru keyptir við einum
virði : tessvegna dýrðmetið Guð í
likami tykkara, og í anda tykkara,
sum eru Guðs.
( I. Cor. 6:18-20 FKJ )
Vit vita at hvørsumhelst ið er
føddur av Guði syndar ikki; men
hann sum er gitin av Guði varðar
seg sjálvan, og hasin vondi nemur
hann ei.
( I. Jóh. 5:18 FKJ )
25 Ektamenn, elskið ektakonur
tykkara, enntá eins og Christus
eisini elskaði kirkjuna, og gav seg
sjálvan fyri hana;
26 At hann mátti halga og
reinsa hana við tváanini av vatni
við orðinum,
27 At hann mátti seta hana fram
fyri seg sjálvan ein dýrdsom kirkja,
ei havandi blett, ella rukku, ella
nakran slíkan lut; men at hon
skuldi vera heilag og uttan lýti.
( Eph. 5:25-27 FKJ )
6 Og eg hoyrdi sum var tað
røddin av eini miklari fjøld, og
sum røddin av mongum vøtnum,
og sum røddin av máttugum torum,
sigandi, Alleluia: tí Harrin
Guð alvaldur ræður.
7 Latum okkum vera glaðar og
fegnast, og geva heiður til hansara:
tí brúdleyp Lambsins er komið,
og vív hansara hevur gjørt seg
til reiðar.
8 Og til hennara varð givið at
hon skuldi verða klædd í fínt lín,
reint og hvítt: tí hitt fína línið er
rættvísi heilagra.
( Opb. 19:6-8 FKJ )
OG einglinum hjá kirkjuni í
Sar´-dis skriva; Hesar lutir
sigur hann sum hevur hinar sjey
Andar Guðs, og hinar sjey stjørnur;
Eg veit verk tíni, at tú hevurt
eitt navn at tú livirt, og ert deyður.
2 Ver árvakin, og styrk teir lutir
sum eru eftir, sum eru til reiðar
at doyggja: tí eg havi ikki funnið
verkini hjá tær fullkomin frammi
fyri Guði.
3 Minst til tessvegna hvussu
tú hevurt tikið ímóti og hoyrt,
og halt fast, og vend um. Um
tessvegna tú skalt ikki vaka, eg vil
koma á teg sum ein tjóvur, og tú
skalt ikki vita hvønn tíma eg vil
koma uppá teg.
4 Tú hevurt nøkur fá nøvn enntá
í Sar´-dis, sum hava ikki óreinkað
klæðir síni ; og teir skulu ganga við
mær í hvítum : tí teir eru verdigir.
5 Hann sum yvirvinnur, hin
sami skal verða klæddur í hvítan
búnað; og eg vil ikki sletta út navn
hansara út úr lívsins bók, men
eg vil játta navn hansara frammi
fyri Faðir mínum, og frammi fyri
einglum hansara.
6 Hann sum hevur oyra, lat
hann hoyra hvat Andin sigur við
kirkjurnar.
( Opb. 3:1-6 FKJ )
9 Vita tit ikki at hinir órættvísu
skulu ikki arva kongadømi Guðs?
verðið ikki villleiddir : hvørki siðloysingar,
ella avgudadýrkarar, ella
hordómsfremjarar, ella kvinnulátigir,
ella misbrúkarar av sær
sjálvum við mannkyni,
10 Ella tjóvar, ella gírigir, ella
drykkjumenn, ella illmælismenn,
ella peninganoyðarar, skulu arva
kongadømi Guðs.
11 Og slíkir vóru summir av
tykkum: men tit eru tváaðir, men
tit eru halgaðir, men tit eru rættvísgjørdir
í navni Harrans Jesu,
og við Anda Guðs várs.
( I. Cor. 6:9-11 FKJ )
29 Og um høgra eyga títt meinbogi
teg, slít tað úr, og kasta tað
frá tær : tí tað er gagnligt hjá tær
at ein av limum tínum skuldi glatast,
og ikki at heila likam títt
skuldi verðið kastað inn í helviti.
30 Og um høgra hond tín meinbogi
teg, sker hana av, og kasta
hana frá tær : tí tað er gagnligt hjá
tær at ein av limum tínum skuldi
glatast, og ikki at heila likam títt
skuldi verðið kastað inn í helviti.
( Matth. 5:29-30 FKJ )
23 Tí um nakar veri ein hoyrari
orðsins, og ikki ein gerari, hann er
líkur manni skoðandi sítt náttúrliga
andlit í einum glari:
24 Tí hann skoðar seg sjálvan,
og fer leið sína, og beinanvegin
gloymir hvørsháttar maður hann
var.
25 Men hvøriðso lítur inn í hina
fullkomnu lóg frælsis, og heldur
áfram harí, hann verandi ikki ein
gloymin hoyrari, men ein gerari
verksins, hesin maður skal vera
signaður í gerð síni.
26 Um nakar maður tykkara
millum tykist at vera trúrøkin, og
heldur ikki tungu síni í teymum,
men villleiðir sítt egna hjarta, trúrøkni
hesa mans er fáfongd.
27 Rein trúrøkni og ódálkað
frammi fyri Guði og Faðirinum
er henda, At vitja hini faðirleysu
og einkjur í líðing teirra, og at
varðveita seg sjálvan óblettaðan
frá heiminum.
( Jácob 1:23-27 FKJ )
(Sitatini eru úr aðru útgávu av FKJ N.T.)