HÁTTELSKAÐU, trúgvið
ikki hvørjum anda, men
roynið andarnar hvørt teir eru av
Guði: tí mangir falskir prophetar
eru farnir út inn í heimin.
2 Herav kenna tit Anda Guðs:
Hvør andi sum játtar at Jesus
Christus er komin í kjøtinum er
av Guði:
3 Og hvør andi sum játtar
ikki at Jesus Christus er komin
í kjøtinum er ikki av Guði: og
hesin er hasin andi an´-ti-christ-s,
um hvønn tit hava hoyrt at hann
skuldi koma; og enntá nú longu
er hann í heiminum.
4 Tit eru av Guði, lítlu børn,
og hava yvirvunnið teir : av tí at
størri er hann sum er í tykkum,
enn hann sum er í heiminum.
5 Teir eru av heiminum : tessvegna
tala teir av heiminum, og
heimurin hoyrir teir.
6 Vit eru av Guði: hann sum
kennir Guð hoyrir okkum; hann
sum er ikki av Guði hoyrir ikki
okkum. Herav kenna vit sannleiks-
andan, og villfaringar-andan.
( I. Jóh. 4:1—6 FKJ )
Í BYRJANINI var Orðið, og
Orðið var hjá Guði, og Orðið
var Guð.
( Jóh. 1:1 FKJ )
Og Orðið varð gjørt kjøt, og
dvaldist okkara millum, (og vit
skoðaðu dýrd hansara, dýrdina
sum av hinum eingitna av Faðirinum,)
fulla av náði og sannleika.
( Jóh. 1:14 FKJ )
Og uttan umstríðing mikil
er loyndarsómur gudiligleikans:
Guð varð givin til kennar í kjøtinum,
rættvísgjørdur í Andanum,
sæddur av einglum, prædikaður
Heidningunum, trúðin á í heiminum,
móttikin upp inn í dýrd.
( I. Tim. 3:16 FKJ )
Tá álegði hann lærusveinum
sínum at teir ongum manni
skuldu siga at hann var Jesus hin
sjálvasti Christus.
( Matth. 16:20 FKJ )
Og vit vita at Sonur Guðs
er komin, og hevur givið okkum
eina fatan, at vit mega kenna hann
sum er sannur, og vit eru í honum
sum er sannur, enntá í Syni hansara
Jesusi Christi. Hesin er hin
sanni Guð, og ævigt lív.
( I. Jóh. 5:20 FKJ )
(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)