Hví tað er rætt, at Hin Heilaga Bíblia hevur heilt og aldeilis sítt egna mál


Teir sum halda, at Bíblian skal førkast so tætt uppat snakkimálinum sum barasta yvirhøvur møguligt, (fyri at endatíðarinnar gudloysingurin betri skal “tíma” at lesa hana), vita ikki ein tann einasta pinn hvat teir tosa um.
Hóast Bíblian skal vera á málinum hjá ávísa fólkinum, so eigur hon at koyra fullkomiliga sína egnu breyt.  Hon skal vera atskild frá øllum øðrum; brúka orð, sum líkasum eru dottin niðurímillum, og við vilja lata vera við at nýta orð og vendingar, sum á onkun hátt eru misnýtt í málinum, ella kunnu leiða hugsanirnar óhepnar vegir.

Tað skal vera tign yvir hvørji reglu í Guðs orði.

Orðini hjá HARRANUM eru skír orð …
(Psálmur 12:6).

Hetta avdúkar spottaran, og atskilur hin eyðmjúka heilt til Harrans.


27 Men Guð hevur útvalt hinar fávitskutu lutir heimsins fyri at fjamska hinar vísu; og Guð hevur útvalt hinar veiku lutir heimsins fyri at fjamska teir lutir sum eru mektigir;
28 Og niðarligu lutir heimsins, og lutir sum eru vanvirdir, hevur Guð útvalt, ja, og lutir sum eru ei, at gera til einkiðs lutir sum eru:
29 Til tess at einkið kjøt skuldi rósa sær í hansara nærveru.
(I. Cor. 1:27-29) 


Tað einasta rætta er, at Guðs orð er so serstakt, og so margháttgávug eginháttsliga samansett, at eingin Guðs-forlatin darwinistiskur UBS spottari skal kunna so mikið sum prøva uppá at koma pilkandi at bókini, uttan at tann av sonnum andaligi skal kunna síggja tað næstan blundandi, og blaka lortið í skrell umgangandi.  Og hetta er ikki eingang ov kantut sagt.

So hann hvør hesar dagar týðandi er, verður framvegis talandi eins og hann her ger.

Onkur sigur, at hetta er ikki føroyskt, onkur sigur ov íslendskt, onkur sigur ov enskur setningsbygnaður.  Ja, sum eg segði, heilt sítt egið.  Ein kennir tað langan veg.  Og jú, tú skilur tað útmerkað.  Men tað ger teg smædnan.  Gott!!  Tað hevur tú brúk fyri, tú stolti.

King James bíblian hevur skapt Enska málið.  Ikki øvugt; sama hvat hvør sigur.

Ei verður tað Føroyamálsdeildin sum kemur at sita í dómi yvir Guðs orði, men so tvørøvugt.