6 Tí hevurt tú yvirgivið fólk títt, hús Jákobs, av tí at teir veri seg fyltir upp úr eystri (1), og eru spásagnarmenn (2) eins og Philistarnir, og teir nøkta seg í børnum fremmandra (3).
7 Teirra land eisini er fult av silvuri og gulli (4), eiheldur er nakar endi á dýrgripum (5) teirra; teirra land er eisini fult av hestum (6), eiheldur er nakar endi á vagnum (7) teirra:
8 Teirra land eisini er fult av avgudum (8); teir tilbiðja verk (9) egnu handa sína, tað sum teirra egnu fingrar hava gjørt (10):
9 Og hin meinigi (11) maðurin boyggir seg niður, og hin mikli (12) maðurin eyðmýkir seg: tessvegna fyrigev teimum ikki.
( Esaiah 2:6—9 FKJ )
- Geva gætur eftir eysturlendskari hugsan, heimsspeki og trúgv; t.d. yoga og católskar kleystursdisplinir frá svartastu miðøld, áðrenn gleðiboðskapar ljósið kom fram við Lutheri (Beintframligt skot til Baals prestin Debes í grumsaðu Lindini)
- Spásigarí, spiritisma, clairvoyance og annar tessháttar devulskapur
- Giftast við fremmandum (heidnum), fremja hordóm, sodomi, enntá barnamisbrúk osv.
- Materialisma er teirra metta
- Dýrgripir eru teirra fragd
- Landið er ovurfult av bilum, (minst ein til hvønn íbúgva)
- Aldri nøgdir við bilarnar og JEEParnar, sum teir hava; ongantíð nóg flottir
- Landið fult av avgudum: rokk stjørnur, Oprah, Joel Osteen líknandi úlvar, fótbólts stjørnur, flatskermar, films stjørnur osv.
- Teir tilbiðja sítt egna arbeiði, teirra háttelskaða starv, og teirra agnu avrik
- Teir tilbiðja tað, teir sjálvir gera, “eg gjørdi hetta”, er teirra hægsta mál
Meinigi maðurin (húsbóndin) stendur ikki sterkur, men boyggir seg undir trýst frá demoniseraða, brølandi reyðsokkinum í SS styvlum og ..
- .. teir, sum skuldu verið miklir leiðarar í samfelagnum, eyðmýkja seg sjálvar, í staðin fyri at standa sterkir í leiðsluni; og soleiðis fer eitt land út í fráfall og avgudatilbiðjan, sum Harrin víst yvirgevur; (sí vers 6).