Kvinnuráðstevnur endatíðarinnar lógloysings



Eg kenni tað sum mína skyldu at skriva eitt stutt bræv, ikki fyri at gera fortreð, ella vilja seta nakran uppá pláss, men fyri at vísa á onkur ting. Av heilum hjarta ynski eg bara at æra Guðs orð og at vísa á tær rætningslinjur, sum Guð hevur sett fyri familjuna.

Brøv Paulusar, apostuls várs Harra og Frelsara Jesu Christs, verða mangan og av mongum als ikki tikin í álvara. Hetta hóast hann sigur, at hann fekk evangeliið við opinbering, og at Jesus talar í honum. Paulus skrivar til nógvar meinigheitir, og Pætur skrivar tað sama, at maðurin er høvur konunnar og at konan skal vera manninum undirgivin. Hetta var ikki ein fremmandur tanki fyri teimum, sum kendu skriftina tá, tí hetta var tann dómur, Guð sjálvur talaði yvir kvinnuna í Edens urtagarði, beint áðrenn tey vórðu koyrd út; við konuna segði hann: Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær. Men við mannin segði Guð: Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða bannað tín vegna, við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar. Legg til merkis, at Guð talar við konuna um barnaføðing og at maðurin skal hava vald á henni, og við mannin sigur hann, at hann skal hava nógv stríð við at arbeiða fyri lívsins uppihald. Og soleiðis er tað, og soleiðis hevur tað verið frá skapanar morgni, at ein góð kona føðir og passar børnini, røkir heimið, og aktar høvd sítt, sín mann. Maðurin skal sum ein góður maður arbeiða fyri hús og føðslu, elska konu sína, ofra seg fyri hana o.s.v., men tað merkir ikki, at maðurin skal vera konuni sum ein onnur kona, meðan konan er manninum sum ein annar maður. Nei, konan skal vera manni sínum røtt kona, og maðurin skal vera konu síni rættur maður, á allan hátt. Hetta er rætt, av Guði skapað soleiðis at vera, og hetta broyta vit ikki, uttan at tað fær fylgjur.

Í dag, í síðstu tíð, tolir man ikki hina heilnæmu læruna, men tekur sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar ein í oyruni (smb 2. Tim. 4,3). Paulus skrivar í brævi sínum til Titusar: at gamlar konur somuleiðis skulu skikka sær, sum tað sømir heilagum, ikki baktala, ikki vera falnar til drykk, men vera lærarar í tí, sum gott er, fyri at tær mega upplæra hinar ungu konurnar til at elska menn sínar og at elska børn síni, at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar (King James sigur: keepers at home, t.e. røkjarar heima við hús), góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað. Tá ið tú lesur gamla testamenti, sært tú mangastaðni, at maðurin er úti og røkir síni størv, meðan konan passar heimið, børnini, og ger mat (t.d. Orðt. Kap. 31). Hetta er rætt í Guðs eygum. Hetta gjørdi Sára, tá ið Harrin kom at vitja í Mamrelund, meðan Ábraham sat uttanfyri og tosaði við hann. Ábraham bað konu sína gera teimum mat. Bíblian kallar Sáru eina heilaga kvinnu, og sigur um hana, at hon var prýdd við spakførum og stillum anda, setti vón sína til Guðs og var sínum egna manni undirgivin, og sigur framvegis: líkasum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra; og børn hennara eru tit vorðnar, um tit gera tað, ið gott er, og óttast onga ræðslu (les I. Pæt. 1:3-7).  Er hetta tað, man ynskir at savna tær ungu konurnar til ráðstevnur at læra í dag?

Heilt frá skapanar morgni og til, skulu vita siga 1960-65, vóru konurnar heima, gjørdu mat, ruddaðu, vaskaðu, løgdu klæðir saman og passaðu síni børn. Tá ið børnini komu heim, var tað fyrsta orðið tey søgdu: Mamma. Og mamman var har. Dóttir konu mína gongur í fyrsta flokki, og í lesibókini hjá henni, er tað pápin, sum hevur børnini í bað, gevur teimum, koyrir tey í skúla o.s.v., mamman sæst ongastaðni. Okkurt er koppað á høvdið, kæru vinir, og henda ávirkan er ikki komin omanífrá, men so beint úr neðra, tað vil eg vissa lesaran um, tí um tað eri eg fullvísur.

Hjá Guði er familjan ógvuliga, ógvuliga ovarliga í rang; tí hevur hann givið okkum long avsnitt í orði sínum, sum siga okkum, hvussu hon rætt hongur saman. Hon er grundarsteinurin í samfelagnum, siga vit mangan, og tað er rætt. Djevulin vil gjarna, at konurnar skulu verða so upptiknar av sær sjálvum, at tær ikki hava tíð til at elska síni egnu børn og mann, so sum tær eiga. Hann ynskir at oyðileggja familjuna, trúgvið mær, og í dag er hann úti eftir kristnu familjuni, tí hini hevur hann longu oytt. Tað er djevulin, sum vil hava okkum at renna og terska fyri at realisera okkara egnu dreymar, søkja karieru fyri okkara egna stoltleika skyld, og halda okkum vera super-menn og super-kvinnur, men tað eru vit ikki í Guðs eygum, um familjan má bløða fyri tað. Her má fokus vera rætt, kæru vinir. Ja, tú finnur onkrar megnar kvinnur í Guðs orði, sum Guð brúkti til mektigar lutir, men eg eri vísur í, at um tær vóru giftar, so vóru tær sínum egnu monnum undirgivnar, hildu hús, elskaðu síni børn, elskaðu sín mann, og … stóðu við grýturnar hvønn dag og tilreiddu dagsins føði til síni elskaðu børn og mann. Eg eri bangin fyri, at vit kristnu surfa á eini aldu, sum Sátans humanisma hevur sett í gongd, tá ið vit vilja skipa fyri kvinnuráðstevnum fyri at hjálpa kvinnunum at leysríva seg frá sínum hægstu Guð-givnu skyldum fyri at stremba eftir at vera okkurt super-menniskja, sum Guð ikki biður um í sínum orði. Super-kvinnan í Guðs orði er tann, sum tænir sínum manni og børnum; hitt kann koma út um tað. Í Guði er hvíld og harmoniur, har er náði og friður. Har nýtist ongum at streva, tí stríðið er strítt, sigurin er vunnin.

Hevði ápostulin Paulus skipað fyri eini ráðstevnu, so hevði familjan verið í fokus. Og hvat hevði hann talað? Dagsins popp boðskap? Nei! Hann hevði hildið seg til Guðs æviga og reina orð, sum gongur í beina linju frá fyrstu síðum í Bíbilbók okkara og gjøgnum øll brøvini, hvussu familjan av Guði er sett saman. Hjá konuni at vera sínum egna manni undirgivin er nemmiliga als ikki so ræðuligt sum heimurin heldur tað vera, tí um maðurin er gudsóttandi og rættiligur, so vil hann gera so sum Harrin gjøgnum apostulin sigur honum, nevniliga at elska konu sína sum sítt egna likam, føða og klæða hana, og ofra seg fyri hana (smb. Efes. 5,22-33). Ein kona, sum hevur ein gudligan mann, hevur tað gott: mikið betri enn tann leysrivna, sum ikki støðast heima.

Bíblian er øll Guðs orð. Vit kunnu ikki siga, at soleiðis hugsaði man tá og tíðirnar eru broyttar, tí Paulus skrivaði til meinigheitirnar hvussu tingini áttu at vera, ikki hvussu tey longu vóru. Tey høvdu nevniliga somu trupulleikar, sum dagsins fráfall frá sannari kristnari siðalæru hevur ført við sær, har fólk elska pening og æru meir enn rættvísi og meir enn sína familju. Tit skulu trúgva mær, at tá ið fólk eru farin at elska sínar egnu lystir og dreymar meir enn Guð og síni egnu, tá er fráfallið komið langt, og ein umvending stórliga fyri neyðini, hvørki meir ella minni. Hvat er tað fyri nakað sum verður gjørt, at lokka heimin í Guðs hús við skitnum agni? Nei, eg sigi sum er, at gyklarar, klovnar, verðslig dansiband og vælkomstdrykkir, tað er so beint úr helviti komið og eigur og má rekast niður har tað hoyrir heima og ongantíð ov skjótt. For Guðs sakir vaknið, mínir brøður og systrar, tit hava longu koyrt útav, eftir mínum erliga tykki. Eg líti ikki mína sál upp í tykkara varðveitslu og hevði ikki biðið ein, sum eg vitnaði fyri á gøtuni farið til tykkara fyri heilnæma undirvísing. Tað sanna og reina evangeliið hoyrist ikki, ikki eingang á eini páskastevnu, og tað er altso langt úti, eg verði altso noyddur at siga tað.

Góðu tit, fyllið tykkum við Guðs orði, øllum orðinum, ikki bara bommunum og tí sum passar til at brúka inn í tað sum man sjálvur ynskir, ella tað sum fólkið gjarna vildi hoyrt, ella tað sum er uppi í tíðini. Boðið alt Guðs orð, og SERLIGA EVANGELIIÐ SJÁLVT, OG HVAT ER TAÐ? JÚ TAÐ ER JESU KRISTI DEYÐI OG UPPREISN Í SÍNI FULLU FYLLU (smb. 1. Kor. 15, 1-4.) Evangeliið er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr. Evangeliið er nevniliga ikki ein og hvør tala um Jesus, men tað er ein heilt ávísur boðskapur sum er grundiga sentreraður um krossin. Lærið tað sum Paulus av Guðs náði lærdi, soleiðis sum hann lærir tað, hvørki meir ella minni. Farið ikki og rívið ting úr samanhangi, brúka onkrar kvinnur í gamla testamenti til tað, sum man hugsar í dag, tí tað er tað sum verður gjørt, og tað luktar ikki av Guðs Anda, men av djevlinum. Vendið um, vendið um, vendið um. Tí Guðs orð kemur at døma tykkum, um tit ikki læra tykkum at taka tingini í álvara. Hava tit gloymt, at Guð okkara er oyðandi eldur?

Alt er ein endaleysur “feel good” karosellu túrur. Man tosar um gleði, men vil ikki hoyra um rættvísi. Sonn Christi gleði er ikki til uttan rættvísi (1), sum førir til frið (2), sum førir til gleði (3), (sí Rom. 14:17). Her hava tit altso ein sjáldsaman, sum bara vil hava sannleikan. Kann tað hugsast, at tit spotta Guð við øllum tykkara svansi, og standa so við upprættum hondum og sigast elska hann so heitt? Og tað er yvirhøvur ikki kærleiki bara at tiga tingini burtur, nei, høvdu teir elstu verið uppgávuna vaksnir, so høvdu teir langt síðani talað at so um munaði, men hví gera teir ikki tað? Ja, munnu teir ikki vera fullir av humanismunnar anda eins og dagsins humanist-socialistisku Føroyar? Okkara gomlu sann-kristnu forfedrar høvdu øtast um sirkus tilstandin í meinigheitini í dag, teir sum lógu á knæ í missiónshúskjallarum og bønaðu við tárum um tykkara umvending. Vendið um frá hesum gerningum tykkara og gerið hinar fyrru gerningarnar, segði Jesus. Um vit ikki taka ávaringar í álvara, um tær koma frá honum (Jesusi), so trúgvi eg, at hann vil flyta ljósastakan, og tá er lítið eftir.


Kanska nakað djarvliga, men drivin av Kristi kærleika og Anda ótta Harrans, sum hann ruddaði templið við,

Sjúrður Højgaard.


Tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, og hann slær harðliga hvønn tann son, sum hann tekur at sær. (Heb. 12,6)


(Hetta varð skrivað einaferð umleið 2007; og sent Kelduni, sum hartan fyri, at teir høvdu eina heila opnu í Dimmalætting, lokkandi okkara konur burtur frá kalli sínum, við eini yvirskrift, ljóðandi nakað sum: “Konur í Bíbliuni vóru ikki nakrar kúgaðar konur, sum bara stóðu við grýturnar”. Tað er aldeilis rangt, tí at standa við grýturnar er fyrsta uppgáva hjá eini og hvørjari giftari ektakonu; men tað vil fólk ikki longur hoyra taling um, tí geva tey teimum tað tey vilja hava. Svikaprophetapakk!.)