Trúgvandi í Onglandi fara undir jørð



Ein ráðgevi hjá Church of England væntar forfylging fyri trúgvandi í Onglandi.

Sum limur í kirkjuráðunum í Canterbury og York, var Jayne Ozanne, í januar 2006 spurd um at skriva eina meting um, hvussu hon sá framtíðina hjá Church of England. Svarið varð meira radikalt enn erkabispurin hevði væntað, og eftir at miðlarnir fingu hendur á tí, hevur tað fingið nógva umrøðu í Onglandi.

Kjakið um homoseksuellar prestar og líknandi fara at oyða samkomurnar, stendur í svarinum, sum Ozanne skrivar. Tað verður stór forfylging og samkomurnar í vesturheiminum fara undir jørð, leggur hon afturat.

Forfylgingin verður fyri tað mesta sosial og økonomisk, við tað, at trúgvandi, sum hava frímóð ikki fáa týðandi størv, verða hildin til gjøldur fyri sína trúgv og noydd at hava trúnna fyri seg sjálv.

Samkomurnar verða, vegna innanhýsis mál, býttar sundur í smærri eindir, sigur hon við Magazinet. Mannaótti kemur at hava størri týdning enn gudsótti og trúgvin á alt Guds orð hvørvur. Tí verður roynt at gera eitt evangelium, ið verður sosialt viðurkent av øllum, sigur Jayne Ozanne.

Forfylgingin fer at fáa eina nýggja samkomu at reisa seg, har einstakir húsbólkar koma at mynda samkomuna, har øll verða samd í trúnni á náðina og sannleikan. Hetta fer alt at fara fram í tí dulda, sum ein mótstøðurørsla. Samkoman fer at hava greiða visjón, felagsmál og limirnir vilja verða sannførdir um ikki at elska seg og sítt egna lív, líka til deyðan, endar Ozanne.

Oyvin Kleiveland, Magazinet.no