MEININGIN HJÁ MÆR OG TEIRRI 88 ÁRA GOMLU: “Bið tær fara aftur til menninar”



Var og vitjaði eina 88 ára gamla konu í Runavík í dag. Sum eg blaðaði gjøgnum bløðini, sá eg eina grein um hvussu ringt leysgangara-konurnar í Føroyum skulu hava tað. Tá ið eg vísti teirri gomlu konuni blaðið, læt í skilakonuni: Bið tær fara aftur til menninar!.

Og tað vil eg hervið lata ljóða víðari til mína gudleysu, ótrúgvu, horfiknu, pengagrísku, sjálvsøknu samtíð; við ONGARI framtíð, uttan hon vendir við 180 gradir aftur til Guðs, og hansara orð, av HEILUM HJARTA!

Ikki gav Guð børnunum peddagoggar at passa seg, men mjúkar, bleytar mammur, við eymari rødd, specail-designaðar av Skaparans hond at passa børnini og heimið. Ikki gav Guð konunum tað almenna at breyðføða seg, men menn, sum eru 25% sterkari enn tær, specail-designaðir av Skaparans hond til at arbeiða og forsyrgja konu og børnum. Men sovorið siga tey er for primitivt fyri dagsins svingandi droymarar og idolir.

Men í dag má annarhvør special-designaður arbeiðsmaður bert av við pengarnar, uttan at hava sína konu og síni børn, tí konurnar rýma uppá strípu, so tilforgandaðar, stokkdeyvar og tilforblindaðar av kvinnufrígering, demokratia, sosialráðgevum, peddagoggum, falslærarum og eini langari teyggju av djevulsins amboðum, sum í dag eru smoygd inn í hvørja sprekku í landinum, – ja, sita enntá á tingi!, sum ikki kunnu lata eina familju vera í frið, tá ið hon er í ordan, tí í ordan er ikki í ordan eftir teirra høvdi. Og nú er hetta svassið enntá komið inn í kristnu rekkjurnar við hesum sokallaðu Kvinnuráðstevnunum, sum ikki lata gudsóttandi Sáru vera í friði, tá ið hon er sum hon eigur, men øsa hana upp til at vilja líkjast Deboruh og Esther. Ja, stórar vilja tær vera. Uppblást, sjálv-fokuserað, sjálv-“realiserandi”, mann-svíkjandi pakk!

So konur: Aftur til menninar!

Men tað vilja tit ikki. Eg veit. Tit vilja heldur verða drignar eftir nøsini eftir øllum tí sum glitrar av djevlinum, sum mutlar í oyruni átykkum “allar hesar lutir vil eg geva tær, um tú vilt falla niður og tilbiðja meg” (Matt. 4:9). Fráfallið má sigast vera komið langt, tá ið sjálvt tey trúgvandi eru farin at svíkja sín maka, ja, enntá stuðlað av sínum “meinigheitum”, sum skiftivís steina (við baktali og lygnum) ella forgifta og niðurdoyva hinar sonnu prophetarnar, sum boða teimum totala andstygd fyri heiminum og afturhvarv til Guðs. Ja, hin reyði drekin hongur sera tungt yvir slíkum.


13 Og við øllum læra tær at vera yrkisleysar, flakkandi um frá húsi til húss; og ikki bert yrkisleysar, men sleygarar eisini og sneyti-vætti, talandi lutir sum tær áttu ikki.
14 Eg vil tessvegna at hinar yngru kvinnur gifti seg, eigi børn, leiði húsið; gevi einkið føri til mótstandarans at tala háðisliga.
15 Tí summar eru longu vendar til síðis aftaná Satani.
(1. Tim. 5, 13-15. FKJ)


ALT ER BLIVIÐ SO STOKKDEYVT FYRI SANNLEIKANUM. Tit hava ikki bara fingrarnar í oyrunum, men hava óivað eisini illar andar fljúgvandi íkring tykkum í legjónavís!.

Men tey gomlu í landinum øøøøtast við!. Og tann, sum ikki øøøøtast við, hann er símpulthen ikki í ordan!. Soleiðis meti eg støðuna, heilt erligt.

Eitt villleitt, tilforheksað, tilforherdað, útforgrenjað pakk er hvat hetta ættarliðið er sum vit síggja í dag; – mong sum kalla seg “trúgvandi” íroknað.

Paulus segði um spiltu menniskjuna soleiðis:
28 Og enntá sum teimum líkaði ikki at afturhalda Guð í kunnleika sínum, gav Guð teir yvir til eitt afturkastiligt sinni, at gera hasar lutir sum eru ikki sømiligir;
29 Verandi fyltir við allari órættvísi, siðloysi, vondsku, ágirnd, illviljaskapi; fullir av øvund, morði, trætnaði, sviki, óndskapi; teskarar,
30 Bakbítarar, hatarar av Guði, hatursfullir, hugmóðigir, reyparar, uppfinnarar av illum lutum, foreldrum ólýdnir,
31 Uttan skil, sáttmálabrótarar, uttan náttúrligan alsk, ósemjiligir, miskunnarleysir:
32 Hvørjir, kennandi dóm Guðs, at teir sum fremja slíkar lutir eru verdigir til deyða, ikki einans gera hinar somu, men hava hugnað í teimum sum gera teir.


TOTAAALT GUDLEYST!