Kallaður at týða, ikki at rætta


Í út við tvey ár rættaði eg í tekstinum hjá Jákupi Dahl. Eg brúkti bøkur sum vísa á versini, har feilirnir eru, og eg rættaði hesi versini til at samsvara við King James Bíbliuna. Fyrst vitsti eg feilirnar at vera í umleið 1500 versum, men so vaks talið meira neyvt til 8000 vers, altso í 3. hvørjum versi í bíbliuni. Síðan sá eg, at nógvir sera týðandi munir vóru heilt niður í hvørt einstakt orð, og úrslitið kom aldri at verða nøktandi við bert at rætta. Til dømis er ein moyggj ikki neyðsýnliga ein jomfrú, men kann vera tað. Ein JOMFRÚ er tað, Maria var, og lat okkum fáa tað sligið fast einaferð fyri allar.

Eg sá eisini, at báðar tær norsku bíbliurnar, sum rópa seg King James bíbliur, livdu hvørgin upp til hetta navn. Tú mást fínstilla hvørt orð, ikki bara fanga tankan í setninginum, fyri at fáa eina rætta týðing. Bíblian er Guðs orð, ikki Guðs setningar, ella Guðs tankar. Til dømis sá eg í Mattæus 17,23, at allar uttan King James og tann danska frá 1732 siga: “skal rísa upp aftur á triðja degi”. King James sigur: “skal verða reistur upp aftur”, og tann danska sigur: “skal rejses op igen”. Ja men, er tað ikki nær nokk?, vildi onkur spottari viðmerkt. Nei, og aftur nei. At “verða reistur” sigur at tað var ein ávísur agentur sum útførdi handlingina at reisa Jesus Christ upp aftur, meðan “rísa upp aftur” er tómt fyri hesa dýpd, ja opnar enntá fyri lagnutrúgv; at tað sum hendi, hendi bara av sjálvum sær, men so var ikki.