Øll orðini hjá Guði eru í King James bíbliuni. Og vit hava ikki eingong eina ordiliga bíbliu á føroyskum, og hava aldri havt eina. Vit hava tvey Alexandisk svass, og ikki vænti eg heldur nakran sokallaðan prest fara at týða reina grikska nýggja testamentið hjá Erasmusi. Teir hata tað. Tosar tú við prestarnar, so HATA teir King James bíbliuna, tí hon “blows their hide”, sum onkur segði. Well, skal tað koma an uppá at vera prestur, so eri eg sjálvur sambært Guðs orði líkasovæl prestur sum nakar annar, og ein og hvør ófrelstur prestur er sum kunnugt IKKI prestur hjá Guði men hjá Satan. Og Satani fari eg so ikki at lurta eftir, eiheldur lata geva mær eina bíbliu.
Tað er ikki bara prestabíblian hjá Dahl sum er gjøgnumsúrgað av alexandrianismu, platonismu, katolisismu og gnostisismu; nei, tað er tann hjá Victor eisini. Til dømis standa orðini “vaksa til frelsu” (1. Pæt. 2:2) eisini í Victors bíbliu, og tey eru løgd afturat av Origen og kampaní í Alexandriu. Tey finnast ikki í Luthers bíbliu, eiheldur gomlu donsku bíbliunum, eldri enn ca. 1880. Vit vaksa ikki til frelsu!. Annaðhvørt ERU vit frelst ella IKKI! King James bíblian sigur bara “that ye may grow thereby.”, altso, “at tit mega vaksa harvið”, altso vaksa av orðinum, sum trúgvandi, tá ið man LONGU ER FRELSTUR! Aðrastaðni har tað stendur “verða frelst”, ella okkurt líknandi, sigur KJB “ARE saved!”. Nei tú, eg veit hvør bíblia er BÍBLIAN, og hana hava hvørki Dahl ella Victor givið okkum, og tað er TÍÐ UPPÁ at vit fáa eina ORDILIGA BÍBLIU á føroyskum, sum er HEILT ÁLÍTANDI, simpulthen týdd ORÐ FYRI ORÐ eftir henni, sum hevur ØLL ORÐINI hjá GUÐI, Guð-givna KJB.
Fært tú ilt av hesum? Tú burdi, tí tað er SANNHEIT. Eg hevði ikki funnið uppá at sagt tað, um eg ikki visti tað 100%, tí tað geri eg. Fært tú ikki ilt av tí, so burdu øll tey biðið fyri tær, sum fáa ilt av tí. Tí ein “christin”, sum ikki elskar Bíbliuna, er so ikki í mínum innara bróður-kringi, ja, fyri tans skuld, valla ein sannur trúgvandi. Nei tú, allar kontemporeru christnu bøkurnar í heiminum javnviga ikki við eitt vers í Bíbliuni, sama hvat vers ein velur.