Sí, hetta einans havi eg funnið, at Guð hevur gjørt mannin reiðiligan; men teir hava uppsøkt mangar uppfinningar.
( Prædikarin 7:29 FKJ )
Og Guð sá hvørt ting sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og kvøldið og morgunin vórðu hin sætta dagin.
( Genesis 1:31 KJB )
21 Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikki sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í sínum ímyndanum, og teirra fávitskuta hjarta varð myrkjað.
22 Váttandi seg sjálvar at vera vísar, gjørdust teir dárar,
23 Og broyttu dýrd hins óforgongiliga Guðs yvirí eina mynd, gjørd lík forgongiligum manni, og fuglum, og ferføttum djórum, og skriðkyktum.
24 Hvørsvegna Guð eisini gav teir upp til óreinsku, gjøgnum girndirnar av teirra egnu hjørtum, at vanæra síni egnu likam sín ámillum:
25 Hvørjir broyttu sannleika Guðs yvirí eina lygn, og tilbóðu og tænaðu skapninginum meiri enn Skaparanum, sum er vælsignaður um ævir. Amen.
26 Av hesi grund gav Guð teir upp at ringum lystum: tí at sjálvt teirra kvinnur broyttu tað náttúrliga brúkið yvirí hatta sum er ímóti náttúru:
27 Og somuleiðis eisini menninir, farandi frá tí náttúrliga brúkinum av kvinnuni, brendu í síni girnd hvør móti øðrum; menn við monnum virkandi hatta sum er ósømiligt, og móttakandi í sær sjálvum tað viðurlag villu sínar sum var hóskiligt.
28 Og enntá sum teim líkaði ei at afturhalda Guð í kunnleika sínum, gav Guð teir yvir til eitt afturkastiligt sinni, at gera hasar lutir sum eru ikki sømiligir;
29 Verandi fyltir við allari órættvísi, siðloysi, vondsku, ágirnd, illviljaskapi; fullir av øvund, morði, trætnaði, sviki, óndskapi; teskarar,
30 Bakbítarar, hatarar av Guði, hatursfullir, hugmóðigir, reyparar, uppfinnarar av illum tingum, foreldrum ólýdnir,
31 Uttan skil, sáttmálabrótarar, uttan náttúrligan alsk, ósemjiligir, ómiskunnsamir:
32 Hvørjir, kennandi dóm Guðs, at teir, sum fremja slíkar lutir, eru verdigir til deyða, ikki einans gera hinar somu, men hava hugnað í teimum sum gera teir.
( Róm. 1:21—32 FKJ )