Einkið smámál


Hevði tú tikið eina Jehova-vitni “bíbliu” upp í hendurnar og lisið hana sum um hon var Guðs orð? Eg hevði ikki! Eg veit, at har eru túsundvís av feilum í henni, at hon fyri tað fyrsta er týdd eftir korruptu Alexandriansku handritunum og er haraftrat týdd av fólki sum ikki er frelst og tí ikki hevur Guðs Anda, so NO WAY!. Hevði tú tikið eina “bíbliu” sum Guðs orð sum lá onkrastaðni ímillum Jehova-vitni bíbliuna og ta sonnu Heilagu Bíbliuna fyri Guðs orð? Eg hevði ikki! Í øllum førum ikki eftir at eg veit hvør bók ið ER Guðs orð!!.

Síðan eg klárt sá og skilti at Guð hevur varðveitt sítt reina orð í KJV, havi eg kastað NASB, NIV og NKJV í skrell og nerti tær aldri aftur. Eg kundi ikki gera annað enn fara so beint í holt við at týða KJV til føroyskt. Hinar gomlu reformatiónsbíbliurnar, so sum Luthers Heilige Schrift, gamlar danskar bíbliur, gamlar norskar bíbliur, gamla íslendska bíblian, gamla spanska bíblian, gamla franska bíblian, gamla italska bíblian … vóru allar týddar eftir Textus Receptus handritunum úr Byzantium, sum Erasmus útgav ein standard grikskan tekst eftir í 1516.

Lat meg líka viðmerkja, at Erasmus gjørdi ikki ein grikskan tekst; hann útarbeiddi ein standard grikskan tekst frá bestu og fullkomnastu Antiokiu handritunum hann kundi fáa fatur í. Tað finnast umleið 5300 heil handrit av Nýggja Testamentinum, og 99% av teimum eru einig við King James Bíbliuni. Tey korruptu handitini eru ógvuliga fá, faktiskt bara 45, so hví skuldu tey verið brúkt yvirhøvur?

Trupulleikin er tann, at 99% av teimum sum í dag koma framat bíbliutýðing, eru ófrelstir akademikarar. Og tann sum setir teir til arbeiðis er ikki Guð, ella hansara fólk, men onkrir pengagrískir mafiosar við dollarateknum í eygunum, sum eiga helvtina av New York, ølbullurnar íroknaðar, og ljótu bløðini í London. (Hetta er eitt faktum!!). Hetta er galdandi fyri til dømis tann, sum eigur rættindini til NIV. Hann eitur Rupert Murdock. Hann eigur Bart Simson, fleiri Amerikans ljót bløð, og ensk slatribløð og pornobløð. Tað kann ikki vera meiningin!!. Hesar nýggju “bíbliurnar” hava copyright til tekstin, og aloftast stendur at tað er bert loyvt at endurgeva ella prenta so og so nógv orð, annars mást tú skriva til pornomannin at biðja um loyvi at prædika gleðiboðskapin. Slíkt er Satans verk, gjørt fyri mammon, ikki fyri Guð!

So kemur King James Bíblian har, uttan copyright, fullkomiliga røtt, fullkomiliga bein, fullkomiliga rein. Guðs orð!. Og mong bara flenna og spotta. Hvussu við tær?

Guðs týðarar upp gjøgnum øldirnar hava fyri tað fyrsta verið frelstir menn, erligir menn, gudsóttandi menn, andsfyltir menn, sum hava elskað hansara orð, og mangir hvørjir doyð fyri tað eisini…

Nei, at hava Guðs reina varðveidda orð í hondunum, tað er einki smámál fyri ein sannan trúgvandi. Eg ráði tær til at hyggja eftir øllum filmsklippunum hjá Gail Riplinger og hinum eisini og at hyggja allar viðheftu pdf-traktatirnar væl ígjøgnum. Ikki mótmæla og siga at eg eri svakur, fyrr enn tú hevur hugt at hesum tingunum og kanst gera tær eina sakliga metan. Og eg vil biðja Heilaga Andan um at opna tíni hjartans eygu, tí tað er bara hann sum kann gera tað, eg fari ikki at royna tað, tí tað kann eg ikki.