Gnostisisman skreið inn í nýmótans “bíbliurnar”

( King James prát, hin 5. Februar 2011 )


Báðar tær núverandi føroysku bíbliurnar frálæra gnostiskar falslærur; hetta tí tær vóru og eru partur av Alexandriska streyminum av “bíblium” sokallaðum.  Við at týða King James Heilagu Bíbliuna, verða allar hesar gnostisku ávirkanirnar loksins reinsaðar út.  Serliga eru tað fyrisetingarnar, sum ikki nakrantíð hava verið rætt valdar í gnostiskum “bíblium” sokallaðum.


Tilvísingar:

Menniskjusonurin í Gamla Testamenti:
( Ezek. 1:26 )

Líkklæðini og sveittadúkurin:
( Jóh. 20:6—4 )

Tummas nemur við Jesus:
( Jóh. 20:27 )

Menniskjusonurin í himni (1), á jørð (2), aftur í himni (3):
( Jóh. 3:13  FKJ )

Gnostiska fellan nr 1:
( I. Pæt. 3:18 )

Berandi saman andaligar lutir við andaligar:
( I. Cor 2:11—13 )

Andi hansara sum vakti upp Jesus:
( Róm. 8:11 )

Harrin (Jesus) stígur niður við lúðri Guðs (Faðirs):
( I. Thess. 4:16—18 )

Umbroyttir í einum viðbragdi:
( I. Cor. 15:51—54 )

Gnostiska fellan nr 2:
( II. Cor. 4:14 )

Jesu upprisna likam er av holdi og beini (ikki blóði):
( Luk. 24:39 )


Rættingar:

Um nakar maður tali, lat hann tala sum oraklar Guðs;
– stendur ikki í Jákob 4:11, men í I. Pætur 4:11

Eg meinti at siga “germanska mál ættin” sum heild, ikki “vestur-germanska mál ættin”.


Tá ið Katólska skøkjan varð fødd í ár 311 e. Chr., og skuldi hava eina bíbliu, fekk Alexander hin Mikli ein mann kallaðan Evsebius úr Cæsareu at gera sær 300 eintøk “bíbliur” sokallaðar.  Og hvaðan skaffaði Evsebius sær handritini frá?  Jú, gita!  Ikki úr Guðs Antiochiu, men úr Devulsins Alexandriu!  … og forfylgingin av teim sonnu Christnu tók alvorliga dyk á seg; nú undir øðrum skyni; eisini forfylgingin av teirri sonnu Bíbliuni.  Nei tú, hasin Alexander Mikli var eingin endurføddur christin, tað kanst tú bóka, og hasin tvætlandi stoddarin Augustinus, sum er grundleggjandi stovnarin og sokallaði kirkjufaðirin hjá Romversku skøkjukirkjuni (og hjá ófrelstum gnostiskum, platon-elskandi ófrelstum “prestum” í Luthersku kirkjuni), var eiheldur tað allar fjernasta endurføddur, men sjálvasti spírin til hetta møsnandi prestapakkið vit hava í landinum í dag, sum standa og spýggja platoniska, teosophiska philosophi niðurí síni fylgir; svassandi um hægri ljós, at Guð frelsti kosmos, noktandi at Jesus Christus er sjálvastur Guð komin í holdi, og so hatta vælkenda møsnið um at halda seg til “dópsnáðina”.


Hvat er ein Gnostikari?

GNOS’TIKARI, k. [L. gnosticus; Gr. at vita.]
Gnostikararnir vóru ein sekt av philosophum sum risu í fyrstu øldunum av christindóminum, hvørjir lótust vera teir einastu menninir sum høvdu ein sannan kunnleika um christna átrúnaðin.  Teir myndaðu til sín sjálvs eina gudfrøðisskipan, í samsvari við philosophiina hjá Pythagoras og Plato, til hvørja teir tillagaðu sínar tulkingar av skriftini.  Teir fasthildu, at allar náttúrur, fatiligar, vitbornar og evnisligar, eru framrunnar við leypandi útstreymingum frá endaleysu kelduni av guddómleika.  Hesar útstreymingarnar kallaðu teir oeonir.  Hesar følsku, anti-christiligu, devulsku doctrinur vórðu tiknar frá eysturlendskari philosophi.

( Kelda: e-Sword )