.
Paulus, ein fangi Jesu Christs, og Timotheus, bróðir okkara, til Philemons, okkara kært elskaða, og arbeiðsfelaga,
2 Og til okkara elskaðu Appiu, og Arkippusar, okkara hermannafelaga, og til kirkjuna í tínum húsi:
3 Náði til tykkara, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi.
4 Eg takki Guði mínum, í tí eg altíð nevni teg í mínum bønum,
5 Av tí at eg hoyri um tín kærleika og trúgv, sum tú hevurt mótvegis Harranum Jesusi, og mótvegis øllum heilagum;
6 At samfelag trúar tínar má gerast árinamikið, við viðurkenningini av hvørjum góðum tingi sum er í tykkum í Christi Jesusi.
7 Tí vit hava mikla gleði og troyst í kærleika tínum, tí at innangoymslur teirra heilagu eru endurfrískaðar við tær, bróðir.
8 Hvørsvegna, hóast eg kundi verið mikið djarvur í Christi at álagt tær tað sum er hentugt,
9 Tó fyri kærleikans skuld heldur bøni eg teg, verandi ein slíkur sum Paulus hin gamli, og nú eisini ein fangi Jesu Christs.
10 Eg bøni teg fyri mín son Onesimus, sum eg havi gitið í mínum bondum:
11 Sum í farnari tíð var ógagnligur hjá tær, men nú gagnligur hjá tær og hjá mær:
12 Hann havi eg sent aftur: tak tú tí ímóti honum, tað er, mínum egnu innangoymslum:
13 Hann hevði eg viljað hildið aftur hjá mær, fyri at hann í tín stað kundi tænt mær í bondum gleðiboðskaparins:
14 Men uttan tín huga vildi eg einkið gera; fyri at tín góðgerð skuldi ikki vera sum var tað av neyðsyn, men villiga.
15 Tí at møguliga fór hann tessvegna burtur í eina tíð, at tú skuldirt móttaka hann um ævir;
16 Ikki nú sum ein tænara, men omanfyri ein tænara, ein elskaðan bróður, serliga hjá mær, men hvør mikið meira tær, bæði í kjøtinum, og í Harranum?
17 Um tú rokni meg tí ein lagsmann, tá tak ímóti honum sum mær sjálvum.
18 Um hann hevur órættað teg, ella skyldar tær okkurt, tá set tað á mína rokning;
19 Eg, Paulus, havi skrivað tað við míni egnu hond, eg vil endurgjalda tað: kortini sigi eg tær ikki hvussu tú skyldart mær enntá teg sjálvan umframt.
20 Ja, bróðir, lat meg hava frøi av tær í Harranum: endurfríska mínar innangoymslur í Harranum.
21 Havandi álit á títt lýdni, so skrivaði eg tær, og eg veit at tú vilt eisini gera meir enn eg sigi.
22 Men fyrireika mær hartil eitt tilhald eisini: tí eg líti á, at ígjøgnum tykkara bønir skal eg verða givin tykkum.
23 Tað lata heilsa tær Epaphras, mín samfangi í Christi Jesusi;
24 Marcus, Aristarkus, Demas, Lucas, mínir starvfelagar.
25 Náði várs Harra Jesu Christs veri við anda tykkara. Amen.
¶ Skrivaður frá Róm til Philemons av Onesimusi, einum tænara.