Í Guðs bók er frelsan ein eingangs-hending (náði & trúgv); í PerVersjónunum er hon ein tilgongd (verk & sakramentir)


I. Cor. 1:18 FKJ:
Tí at krossar-prædikanin er fyri teimum, ið glatast, dárskapur; men okkum, sum eru frelstir, er hon kraft Guðs.

1. Kor. 1,18 J.Dahl:
Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

1. Kor. 1,18 V. Danielsen
Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.


Aja. Eg eri frelstur;
beint nú!
Hvussu við tær?


Fyri mítt viðkomandi: tað EINASTA, sum er framtíðarligt, er endurloysingin av likami mínum, (Róm. 8:23 FKJ), men FRELSAN, hon er føst, trygg, innsiglað; tí annaðhvørt ER man frelstur, ella IKKI.
Blóð míns elskaða Frelsara ger ALLAN MUNIN, borið inn um forhangið í himni.


18 At við tveimum óbrigdiligum tingum, í hvørjum tað var ómøguligt hjá Guði at lúgva, vit máttu hava eina sterka troystan, sum hava flýggjað í skjól fyri at leggja hald uppá vónina, sett frammanfyri okkum:
19 Hvørja vón vit hava sum eitt akker sálarinnar, bæði trygt og støðufast, og sum innfer inn í tað fyri innan forhangið;
20 Hvagar fyrirennarin er fyri oss innfarin, enntá Jesus, gjørdur høvuðsprestur um ævir eftir skipan Melchisedecs.
( Hebrearabrævið 6:18-20 FKJ )


Mín frelsa er longu í himni;
mín frelsa ER Jesu blóð;
avgreidd;
goldin til fulnar;
fullgjørd á krossinum;
tikin ímóti við trúgv.

Hansara verk er mítt akker.
Mítt verk er IKKI mín frelsa.