Fyrri almenni epistil Pæturs


1     I     2     I     3     I     4     I     5



KAPITUL 1

.
Pætur, ein ápostul Jesu Christs, til teir fremmandu sum eru spjaddir út ígjøgnum Pontus, Galatiu, Kappadókiu, Ásiu, og Bithýniu,

2 Útvaldir eftir fyrivitan Guðs Faðirs, ígjøgnum halgan av Andanum, til lýdnis og ásletting av blóði Jesu Christs: Náði at tykkum, og friður, veri margfaldað.

3 Vælsignaður veri Guð og Faðir várs Harra Jesu Christs, sum eftir síni ríkiligu miskunn hevur gitið okkum aftur til eina lívliga vón við uppreisn Jesu Christs frá teimum deyðu,

4 Til arv óspilluligan, og ódálkaðan, og sum ikki følnar burtur, lagdur av í himni til tykkara,

5 Sum verða varðveittir við Guðs kraft ígjøgnum trúgv fram at frelsu, sum er tilreiðar at verða opinberað í síðstu tíð.

6 Hvarí tit stórliga fegnast, hóast nú í eina tíð, um neyðugt veri, tit eru í tyngd ígjøgnum margfaldar freistingar:

7 Fyri at roynslan av tykkara trúgv, sum er nógv dýrabærari enn av gulli sum forgongur, tó at tað verði roynt við eldi, mátti verðið funnin til lovs og heiðurs og dýrdar við birting Jesu Christs:

8 Hvønn tit ikki hava sæð, men tó elska; á hvønn, hóast nú tit ikki síggja hann, tit tó trúgva, og fegnast við ósigandi frøi og fullari av dýrd:

9 Tá ið tit móttaka endalyktina av tykkara trúgv, enntá frelsuna av tykkara sálum.

10 Um hesa frelsu hava prophetarnir ídnisliga fregnað og kannað, sum propheteraðu um náðina ið skuldi koma til tykkara:

11 Í tí at teir kannaðu hvørja, ella hvat fyri tíð Andi Christs, sum í teimum var, uppmálaði, tá ið hann frammanundan vitnaði um Christi líðingar, og ta dýrd ið skuldi fylgja.

12 Hvørjum tað var opinberað, at ikki teimum sjálvum, men okkum tæntu teir teir lutir, sum nú eru fráboðaðir tykkum av teimum ið hava prædikað tykkum gleðiboðskapin, við Halga Andanum, sendum niður av himni; hvørjar lutir einglarnir tráa at líta inn í.

13 Hvørsvegna gyrðið upp tykkara sinnis lendar, verið edrúir, og vónið til endan eftir teirri náði sum eigur at verða borin tykkum við opinbering Jesu Christs;

14 Sum lýðin børn skulu tit ikki móta tykkum eftir hinum undanfarnu girndunum í tykkara vankunnu:

15 Men eins og hann, ið hevur kallað tykkum, er heilagur, soleiðis verið tit heilagir í øllum hátti av atferð;

16 Tí at skrivað stendur, Verið tit heilagir; tí at eg eri heilagur.

17 Og um tit kalla á Faðirin, sum uttan persónsmetan dømir eftir verki hvørs mans, ferðist tíðina av tykkara útlegd her í ótta:

18 Við tað at tit vita, at tit ikki vórðu leyskeyptir við forgongiligum lutum, so sum silvuri og gulli, frá tykkara fáfongdu atferð sum varð móttikin við siði frá tykkara fedrum;

19 Men við dýrabæra blóði Christs, sum av einum lambi uttan lýti og uttan blett:

20 Sum sanniliga varð fyrifram tilskilaður áðrenn grundlegging veraldarinnar, men varð eyðsýndur í hesum síðstu tíðum fyri tykkum,

21 Sum av honum trúgva á Guð, sum reisti hann upp frá teimum deyðu, og gav honum dýrd; fyri at tykkara trúgv og vón skuldu vera á Guð.

22 Við tað at tit hava skírgað tykkara sálir í at lýða sannleikan, ígjøgnum Andan, til ófalsaðan alsk av brøðrunum, tá síggið til at tit elska hvør annan inniliga við skírum hjarta:

23 Tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum sáði, men av óforgongiligum, við Guðs orði, sum livir og verður um ævir.

24 Tí at alt kjøt er sum gras, og øll dýrdin hjá manni sum blóman á grasi. Grasið følnar, og tess blóma fellur burtur:

25 Men Harrans orð varir um ævir. Og hetta er tað orðið sum við gleðiboðskapinum er prædikað tykkum.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 2

.
Hvørsvegna leggið til viks allan illvilja, og alt fals, og hyklaríir, og øvundanir, og allar illmælanir,

2 Og sum nýfødd pinkubørn, tráið hina falsleysu mjólk orðsins, so at tit mega vaksa harav:

3 Um so veri, at tit hava smakkað at Harrin er náðigur.

4 Til hvørs komið, sum at einum livandi steini, víst vrakaður av monnum, men útvaldur av Guði, og dýrabærur,

5 Tit eisini, sum lívligir steinar, verða bygdir upp eitt andligt hús, eitt heilagt prestadømi, at ofra upp andlig sláturoffur, góðtakilig hjá Guði við Jesusi Christi.

6 Hvørsvegna tað eisini er innihildið í skriftini, Sí, eg leggi í Sion ein aðalhyrnisstein, útvaldan, og dýrmætan: og hann, ið trýr á hann, skal ikki verða til skammar.

7 Tykkum tí, sum trúgva, er hann dýrmætur: men teimum, sum eru ólýdnir, er hin sami steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, gjørdur til høvuðs hornsteinin,

8 Og ein snávingarstein, og ein meinbogaklett, enntá hjá teimum ið snáva um orðið, við tað at teir eru ólýdnir: til hvat teir eisini vórðu útnevndir.

9 Men tit eru ein útvøld ætt, kongligt prestadømi, heilag tjóð, eitt seregið fólk; fyri at tit skuldu sýna fram lovprísanir hansara sum hevur kallað tykkum út úr myrkri inn í sítt undrunarsama ljós:

10 Sum í farnari tíð ikki vóru eitt fólk, men nú eru Guðs fólk: sum ikki høvdu fingið miskunn, men nú hava fingið miskunn.

11 Kært elskaðu, eg bøni tykkum sum fremmandar og pílagrímar, haldið tykkum frá kjøtligum girndum, sum kríggjast ímóti sálini;

12 Og havið tykkara framferð ærliga millum Heidningarnar: til tess at, hvar ið teir tala ímóti tykkum sum illgerðarmenn, teir mega, av tykkara góðu verkum sum teir skulu sjá, dýrðmeta Guð á vitjunardegnum.

13 Undirgevið tykkum fyri hvørji mannligari fyriskipan, Harrans vegna: hvørt tað veri fyri kongi, sum hægsta;

14 Ella yvirfyri landsstjórum, sum yvirfyri teimum sum eru sendir av honum til revsingina av illgerarum, og til rósingina av teimum ið gera væl.

15 Tí at so er Guðs vilji, at við at gera væl, mega tit teppa fákunnu dársamra manna:

16 Sum frælsir, og ikki sum teir sum brúka sítt frælsi sum skálkaskjól fyri illviljaskap, men sum tænarar Guðs.

17 Ærið allar menn. Elskið brøðraskapin. Óttist Guð. Ærið kongin.

18 Tit tænarar, verið undirgivnir fyri tykkara meistarum við øllum ótta; ikki bara fyri teimum góðu og mildu, men eisini fyri teimum rangvørgu.

19 Tí hetta er tøkk vert, um einhvør av samviti við Guð útheldur kvøl, og líður órættliga.

20 Tí hvat rós er í tí, um tit, tá ið tit verða bardir fyri tykkara feilir, tit taka tað við toli? men um, tá ið tit gera væl, og líða fyri tað, tit taka tað við toli, hetta er góðtakiligt hjá Guði.

21 Tí at enntá hertil vórðu tit kallaðir: av tí at Christus eisini leið fyri okkum, og eftirlat okkum eitt fyridømi, fyri at tit skuldu fylgja hansara fótafetum:

22 Sum gjørdi onga synd, ikki heldur varð svik funnið í hansara munni:

23 Sum, tá ið hann varð deildur, deildi ikki aftur; tá ið hann leið, hótti hann ikki; men leit seg upp til hansara sum dømir rættvísliga:

24 Sum sjálvasti sjálvur bar okkara syndir í sínum egna likami á træið, fyri at vit, deyðir mótvegis syndum, skuldu liva fyri rættvísini: við hvørs skeinum tit vórðu grøddir.

25 Tí at tit vóru sum seyðir, sum fóru á strok; men eru nú vendir aftur at Hirðanum og Biskupinum hjá tykkara sálum.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 3

.
Somuleiðis, tit konur, verið í undirgivni fyri tykkara egnu monnum; til tess at, um nakrir ikki akta orðið, teir so eisini uttan orðið mega verða vunnir við atferðini hjá konunum;

2 Meðan teir skoða tykkara kýsku atferð, samkoplaða við ótta.

3 Hvørs prýðing, lat hana ikki vera handa útvortis prýðing av at flætta hárið, og av at vera í gulli, ella av ílating í stásklæði;

4 Men lat hana vera hin duldi maður hjartans, í tí sum er ikki forgongiligt, enntá prýðingin av einum eyðmjúkum og stillum anda, sum í Guðs eygsjón er av miklum virði.

5 Tí á henda hátt í hini gomlu tíð, hinar heilagu kvinnur eisini, sum litu á Guð, prýddu seg sjálvar, og vóru í undirgivni fyri sínum egnu monnum:

6 Enntá sum Sára aktaði Ábraham, kallandi hann harra: hvørs døtur tit eru, so leingi sum tit gera væl, og eru ikki ræddar við nøkrum ovfarni.

7 Somuleiðis, tit menn, búgvið við teimum samsvarandi kunnleika, gevandi konuni heiður, sum tí veikara kerinum, og sum arvingar saman til náði lívsins; fyri at tykkara bønir ikki skulu hindrast.

8 At enda, verið allir av einum huga, havandi várkunn hvør við øðrum, elskið sum brøður, verið samkenslufullir, kurteisligir:

9 Og lønið ikki ilt fyri ilt, ella deilan fyri deilan: men tvørturímóti signing; vitandi, at til tess eru tit kallaðir, at tit skuldu arva eina signing.

10 Tí hann ið vil elska lív, og síggja góðar dagar, hann haldi síni tungu aftur frá illum, og sínar varrar, at tær tali einkið fals:

11 Hann skýggi ilt, og geri gott; hann søki frið, og stundi eftir honum.

12 Tí Harrans eygu eru yvir hini rættvísu, og hans oyru eru opin fyri teirra bønum: men Harrans andlit er ímóti teimum ið gera ilt.

13 Og hvør er hann ið vil granda tykkum, um tit veri eftirfylgjarar av tí sum er gott?

14 Men og um tit líða fyri rættvísis skuld, tá eru tit sælir: og ræðist ikki teirra ræðslu, eiheldur órógvist;

15 Men halgið Harran Guð í tykkara hjørtum: og verið altíð klárir at geva eitt svar til hvønn mann ið biður tykkum um frágreiðing fyri ta vón sum í tykkum er, við eyðmýkt og ótta:

16 Havandi góða samvitsku; so at, hvar ið teir tala ilt um tykkum, sum um illgerðarmenn, teir mega skammast ið falskt ákæra tykkara góðu atferð í Christi.

17 Tí at tað er betri, um Guðs vilji so veri, at tit líða fyri vælgering, enn fyri illgering.

18 Tí Christus eisini hevur eina ferð liðið fyri syndir, hin rættláti fyri hinar órættlátu, fyri at hann mátti føra okkum til Guðs, verðandi tikin av lívi í kjøtinum, men livandigjørdur av Andanum:

19 Við hvørjum hann eisini fór og prædikaði fyri andunum í varðhaldi;

20 Sum onkuntíð vóru ólýdnir, tá ið einaferð Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóah, meðan ørkin stóð í fyrireiking, hvarí fáar, tað er átta sálir, vórðu frelstar við vatni.

21 Hin líka mynd við hvat enntá dópur eisini nú frelsir okkum, (ikki burturtøkan av óreinsku kjøtsins, men aftursvarið av eini góðari samvitsku mótvegis Guði,) við uppreisn Jesu Christs:

22 Sum er farin inn í himin, og er við Guðs høgru hond; men einglar og myndugleikar og máttir eru honum gjørdir undirgivnir.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 4

.
Eftirsum at Christus hevur liðið fyri okkum í kjøtinum, tá brynjið tykkum á sama hátt við sama sinni: tí at hann, ið hevur liðið í kjøtinum, er hildin uppat frá synd;

2 So at hann ikki longur skuldi liva restina av síni tíð í kjøtinum mótvegis mannagirndum, men mótvegis vilja Guðs.

3 Tí hin lidna tíðin av okkara lívi má vera okkum nóg mikið at hava virkað vilja Heidninganna, tá ið vit gingu í skendsku, girndum, ovurnøgd av víni, ólátaskapum, festingum, og andstyggiligum avgudadýrkingum:

4 Í hvørjum teir halda tað vera undarligt, at tit ikki renna við teimum til tað sama ovurleyslætið, og teir tala ilt um tykkum:

5 Sum geva skulu roknskap til hansara sum er tilreiðar at døma hinar livandi og hinar deyðu.

6 Tí fyri hesa grund varð gleðiboðskapurin prædikaður eisini fyri teimum ið eru deyðir, at teir máttu verða dømdir samsvarandi monnum í kjøtinum, men liva samsvarandi Guði í andanum.

7 Men endin á øllum tingum er við hondina: verið tí edrúir, og vakið til bøn.

8 Og framum øll ting havið inniliga vælvild tykkara millum: tí vælvild fjalir fjøld av syndum.

9 Brúkið gestablídni hvør móti øðrum uttan knarran.

10 So sum ein og hvør hevur móttikið gávuna, enntá soleiðis tænið hina somu hvør til annan, sum góðir húshaldarar av hini margfaldu náði Guðs.

11 Um einhvør talar, tá tali hann sum oraklar Guðs; um einhvør tænir, tá geri hann tað sum av førleikanum ið Guð gevur: fyri at Guð í øllum tingum má verða dýrðmettur ígjøgnum Jesus Christ, honum veri lov og harradømi um aldur og ævir. Amen.

12 Elskaðu tit, haldið tað ikki vera undarligt viðvíkjandi tí eldsligu roynsluni sum er fyri at royna tykkum, sum um okkurt undarligt hendi tykkum:

13 Men fegnist, eftirsum at tit eru luttakarar í Christi líðingum; fyri at tit, tá ið hansara dýrd skal opinberast, eisini mega gleðast við avberari frøi.

14 Um tit verða háðaðir fyri Christi navn, fegnir eru tit; tí at andi dýrdarinnar og Guðs hvílir á tykkum: fyri teirra part verður hann ilt talaður um, men fyri tykkara part verður hann dýrðmettur.

15 Men lat ongan av tykkum líða sum manndrápari, ella sum tjóvur, ella sum illgerðarmaður, ella sum sneytidólgur í annara manna málum.

16 Men um onkur líðir sum ein Christin, tá skal hann ikki skammast; men lat hann dýrðmeta Guð vegna hetta.

17 Tí at tíðin er komin, at dómur má byrja við Guðs húsi: og um hann fyrst byrji við okkum, hvat skal so endin verðahjá teimum sum ikki akta gleðiboðskap Guðs?

18 Og um hin rættvísi nóg illa frelsist, hvar skal so hin ógudiligi og syndarin birtast?

19 Lat tí teir, sum líða eftir Guðs vilja, líta upp varðveitsluna av sínum sálum til hansara við at gera gott, sum einum trúføstum Skapara.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 5

.
Teir elstar, sum eru tykkara millum, formani eg, sum eisini eri ein elsti, og eitt vitni til líðingar Christs, og eisini ein luttakari í teirri dýrd ið skal verða opinberað:

2 Føðið tað Guðs fylgi sum er tykkara millum, og takið umsjónina yvir tí, ikki av tvingsli, men villigani; ikki fyri skitnan vinning, men av fúsum huga;

3 Ikki heldur sum at tit eru harrar yvir Guðs arvaluti, men at tit eru fyridømir fyri fylginum.

4 Og tá ið høvuðs Hirðin fer at birtast, skulu tit fáa dýrdarkrúnu sum ikki følnar burtur.

5 Somuleiðis tit yngru, undirgevið tykkum tey eldru. Ja, allir av tykkum verið undirgivnir hvør fyri øðrum, og verið klæddir við eyðmýkt: tí at Guð stendur dramblátum ímóti, og gevur eyðmjúkum náði.

6 Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs mektigu hond, fyri at hann má upphevja tykkum í tøkum tíma:

7 Og kastið alla tykkara sorg á hann; tí hann hevur umsorgan fyri tykkum.

8 Verið edrúir, verið árvaknir; tí tykkara mótstandari djevulin, sum ein ýlandi leyva, gongur um, og søkir hvønn hann kann slúka:

9 Standið honum ímóti, støðufastir í trúnni, vitandi at somu líðingar verða fullførdar í tykkara brøðrum sum eru í heiminum.

10 Men Guð alrar náðar, sum hevur kallað okkum til sína ævigu dýrd við Christi Jesusi, eftir at tit hava liðið eina stund, hann geri tykkum fullkomnar, grundfesti, styrki, støðufesti tykkum.

11 Honum veri dýrd og harradømi um aldur og ævir. Amen.

12 Við Silvánusi, einum trúføstum bróðuri hjá tykkum, sum eg haldi, havi eg skrivað stutt, og formani, og vitni at hetta er hin sanna náði Guðs, ið tit standa í.

13 Kirkjan sum er í Bábylon, útvøld saman við tykkum, letur heilsa tykkum; og tað ger eisini Marcus, sonur mín.

14 Heilsið hvør øðrum við einum vælvildarkossi. Friður veri við tykkum øllum sum eru í Christi Jesusi. Amen.


↑ upp