( Hetta varð skrivað í 2008/9 )
Tú fært ta hina røttu Bíbliu við einfaldliga at týða hana, sum er røtt, og sum tú skilur fullkomiliga, og tað er King James Bíblian. Men á, sum tað eigur at pína hjá endatíðarinnar villleiddu til at lurta eftir ófrelstum “lærdum”.
Lat meg siga sum er: Kemur ein fullkomiliga rein og røtt King James Bíblia út á føroyskum, so er Guðs orð komið til Føroya, og arbeiðið liðugt, frá nú av og inntil Jesus Christus kemur í ský. Og er hon tann rætta, so kemur hon at verða upplatin tann eina dag, og kemur at døma meg og teg. Guðs orð finst og er grundfest í himli um ævir, og ei trúgvi eg, at Guð liggur inni við hebraiskum og griksum pappírsprekum, men tað finst altso í himli, og ei trúgvi eg, at KJV stendur á kjølinum heldur, tí Guðs orð er ikki ein “versjón” men Guðs orð. Skilur tú enskt, trúgvi eg, at tú verður dømdur eftir orðunum í King James Bíbliuni, tí hon er hon. Danir verða dømdir eftir reinu kong Christians bíbliuni frá 1732. Spaniólar hava eisini eina reina bíbliu, sama hvat fleirtalið er villleitt til at brúka í dag.
Grundarbeiðið í grikskum handritum er longu gjørt, tað er liðugt, grundarbeiðið gjørdi Erasmus frá Rotterdam, og varð liðugur við sítt arbeiði í 1516; Stephanus fínpussaði arbeiðið hjá Erasmusi og tað er hansara útgáva av Grikska tekstinum sum varð nýttur í týðingini av King James A.V.1611. Orðini hjá Guði finnast fullkomiliga rein á Enskum, einans í King James Bíbliuni, og tann, sum skilur málið í King James Bíbliuni, og sum dugir Føroyskt, kann føra orðini hjá Guði yvir á Føroyskt reint og rætt.
Vit hava YVIRHØVUR IKKI BRÚK fyri ófrelstum lærdum at siga okkum nakað sum helst. Allar minst um Guðs orð!!
Hesi trúviltu róthøvdini, sum enn liggja og svansa í korrupteraðum griksum pappíri út Alexandriu og Vaticaninum eru vilstir villleiðarar allir samlir. Tað besta av tí besta, créme de la créme, er longu samlað og útgivið á griksum, og enskum, og snemmligu reformatións bíbliunum. Og tó tað kosti mín síðsta droyrdropa, verður tað útkomið á móðurtungu míni við.
Einkið rót við alternativum lesiháttum í endaleysar banar, sum altsamalt er sniðað til tess at tøla og hugspjaða og sáa vantrúgv. Tá ið nærmasti og besti lesiháttur er funnin, so letur man alt annað vera. Ein text-only Cambridge King James Holy Bible hevur ongar fótnotur, men bert Guðs orð. Á dett vælsignilsi!
ja, latið Guð vera sannorðaðan,
men hvønn mann ein lygnara;
men hvønn mann ein lygnara;
( Róm. 3:4 FKJ )