Guðs dómar

Guð letur fíggindan døma fyri seg; trúgv tí ella ei



VEI teimum sum løgskipa órættvísar løgskipanir, og sum skriva herviligsemi sum teir hava fyriskrivað;
2 At venda til viks hinar tørvandi frá dómi, og at taka burtur rættin frá hinum ørmu av fólki mínum, at einkjur mega vera teirra bráð, og at teir mega ræna hini faðirleysu!
3 Og hvat vilja tit gera í heimsøkingar-deginum, og í oyðingini sum skal koma fjarvegis frá?  til hvørs vilja tit flýggja eftir hjálp?  og hvar vilja tit eftirlata tykkara dýrd?
4 Uttan meg skulu teir lúta niður undir fangarnar, og teir skulu falla undir hinar vignu.  Fyri alt hetta er firtni hans ei vend burt, men hans hond er strekt út enn.
5 ¶ O Assýriari, sproti firtni mínar, og stavurin í teirra hond er mín harmavreiði.
6 Eg vil senda hann ímóti eini hyklariskari tjóð, og ímóti fólki vreiði mínar vil eg geva honum eina álegging, at taka herfongin, og at taka býtið, og at traðka teir niður sum evjuna í gøtunum.
( Esaiah 10:1—6  FKJ )


Guðs VEI-róp ljóðar her eisini ímóti Føroya Løgtingi. Vers 1-2 lýsa Føroya Løgting uppá ein prikk: skattalætta til tey ríku, meðan man snidrar frá pensjonistunum, einkjunum, fiskimanninum, teimum sjúku og faðirloysingunum.
Ja, VEI teimum, sum skriva órættvísar ásetingar!!!
Guð fer at døma slík. Guð í himninum fer fyrr ella seinni at hála tykkum niður aftur, tykkara órættvísa pakk. Takk og lov fyri, at hann ikki letur slíkt svans ganga fyri seg í allar ævir. Ja, halelujah!!!

Ja: HARRIN sendi Assýriaran, sín vreiðinnar koyril ímóti einum fólki, sum hevði vent honum bakið, og tænti Ba´-a-lim. Guð sendi ein fígginda ímóti teimum, sum IKKI KENDI HANN. Men GUÐ hevði tikið sína verjandi hond burtur frá eini uppreistrarsamari tjóð. So eg sigi: er tað so snedugt, at Guð LETUR sjia-muslimar gera seg inná ein vesturheim, sum hevur vent honum bakið? Nei, Guð verjir okkum ikki longur. Guðs vreiðinnar koyril fer nokk at koma ímóti okkum. Guðs rættvísu dómar standa fyri framman. Kom, Harri Jesus.


Ríkdómar gagna ikki á degi vreiðinnar: men rættvísi bjargar frá deyða.
( Orðtøkini 11:4  FKJ )


21 ¶  Ikki hvør tann, ið sigur við meg, Harri, Harri, skal ganga inn í kongadømi himins; men hann, ið ger vilja Faðirs míns, sum er í himni.
22 Mangir vilja siga við meg á hinum degi, Harri, Harri, hava vit ikki propheterað í navni tínum?  og í tínum navni hava kastað út djevlar?  og í tínum navni gjørt mong undurfull verk?
23 Og tá skal eg vátta teimum, Eg kendi tykkum aldri: farið burtur frá mær, tit ið virka misgerð.
( Matth. 7:21—23  FKJ )

… lógloysis-menniskjað kemur ikki til himmals. VEND UM og elska GUÐS LÓG! (til følsk trúgvandi)