Svá veri; ja, enntá beint her og nú


veri :  ynskisháttur, ella hugsandi háttur av at vera; veri her og nú; t.e. veri ljós: ljós skal vera nú í hesi løtu, í mun til ikki at vera (til).

verði :  ynskisháttur, ella hugsandi háttur av at verða (blíva); “blívi” frá nú av og so líðandi frameftir. Verði hetta í framtíðini betri enn áður.

verið :  at vera í boðshátti fleirtal, t.d. “verið ávakstasom”: Adam og Eva, verið nú ávakstasom. Verið nú still. Ella at hava verið.

verðið :  blívið, ella at hava blivið, vera vorðin, ella “blívið” í boðshátti fleirtal. Verðið nú vaksin, t.e. blívið nú vaksin.