Ikki enn eitt elastiskt alternativ, men sjálv orðini hjá Guði rætt definerað; einaferð fyri allar; hetta til Christus kemur aftur í ský


Føroyska King James kemur ikki at kappast við “bíbliur” anti-christs: Vaticanus, Sinaiticus, Alexandrinus, Westcott & Hort, UBS, … skrivaðar postmoderistiska gudloysinginum eftir munninum. Lat mannsleikjarar Laodicæansku endatíðarkirkjunnar sigla teirra egna sjógv. Er K. J. orðini hjá Guði, – hvat tey eru, – so eru tey ávegis til Føroya, – øll somul, so rætt og væl definerað á Føroyskum sum eg í øllum førum við Websters 1828 Dictionary, og málsligum kunnleika eri førur fyri, við tveimum øðrum reinum bíblium at styðja meg til (Luther og kong Christian VI). Tað er einkið nemt at lesa ensku King James tá ið ein fyrst byrjar, hví skuldi tað so verið barasta so flúgvandi nemt at lisið føroysku King James? Havi aldri lisið í eini flúgvandi nemmari bíbliu, sum ikki var botnkorrupt ið hvussu er. Hví skal orðið “nemt” vera lyklaorðið yvirhøvur? Hvat við at hava neyvleika og trúskap sum lyklaorð, og geva fólkinum høvi til at víðka sín heilakapasitet í staðinfyri at rokna tey sum býtt? Bíblian er millum 3600 og 2000 ára gomul, skrivað á klassiskum málum. Uttan at man oysir av øllum midlum í málinum, toyggir og tambar tað, og smíðar tað manni vantar, verður tað ógjørligt at endurgeva týdningin neyvt. Neyvleika og trúskap ímóti hvørjum orði Guðs havi eg roynt av øllum alvi at havt sum meginreglur. Fólk má so bara læra at lesa Bíbilskt mál, tí Bíblian hevur sítt egna mál, og orðini mugu týðast í allari síni fyllu, har eingin liður av skrivaða givna týdninginum verður mistur.


Ennvíðari..

Ístaðinfyri at fara at fíla av, fari eg at biðja fólk um at fara at lata upp síni blindu eygu og síni dølsku hjørtu, leggja forpestaðu dagbløðini frá sær, sløkkja helvitiskassan og lesa orðini hjá Guði. Føroyska málið stendur í fríum falli, og ístaðinfyri at fara at einfalda tað og lata eini 25 tons av málsligum forbergi enn einaferð detta fyri bakka, fari eg at siga: BEINT mótsatt, latum okkum halda enn fastari við alt sum er gott, rætt, gamalt og føroyskt.

Oysum av okkar keldu, verum stoltir, verum reystir, verum beinharðir; tó kanska roknaðir sum botnfrekir um so má vera. Men bøkkum ei, gevum ei upp.

Eg fari at siga sum er, tí tað verði eg noyddur til: Guðs orð, Heilaga Bíblian, hevur aldri enn verið útgivin á føroyskum, tí eingin enn hevur týtt røttu handritini, men einans Westcott & Hort og Rudolf Kittel. Eingin av hesum lærdu fer nakrantíð at gera tað heldur, tí teir eru opinbart allirsamlir mannsleikjarar, so tað kunnu vit bíða í allar ævir eftir. Men í King James Bíbliuni eru øll orðini rætt definerað á einum tá klassiskum enskum máli, sum hevði ógvuliga nógvar neyvleikar og fíntónar, sum eru neyðugir fyri at skilja tingini frá hvørjum øðrum.

Føroyskt kann enn sum er toyggja seg aftur í tað klassiska, tí bendingarkervið er ikki dottið burtur enn, og tí er tað NÚ, orðið má týðast væl og rætt. Týðing Victors hevur verið ein samanblanding av Textus Receptus og so korruptiónini, men nú koppa teir heilt út, sigst. Opinbart er eingin eftir í hesum landinum, sum elskar Guðs orð fyri tað tað er. Her situr so ein. Ein við tinnusteinsenni, sum ikki bakkar ein mikrometur. Anti-christi bukki eg so ikki fyri, fyri at kyssa hansara ring, nei, kyssi ikki Baals-mannin í Rom; tí eiginliga er tað Pávans perverteraðu handrit, sum alt verður dansað eftir í dag. Eg bíði eftir mínum dansi, honum við mínum Brúðgómi í himli, og hagartil ætli eg hans orð at varðveita, og ei til síðis kveita.

King James Bíblian er altso mín grundtekstur.

At fara at boyggja tað, sum verður sagt, bara tí at fólk í dag ikki skilja nakaðsumhelst, tað fáa tit ikki hendan mannin at gera. Eg skal geva Guði roknskap fyri tað, hann bað meg gera, og lønin skal ikki brenna upp, eiheldur sjálvur eg rodna av skomm.

So eins og enskt talandi menn í øldir hava verið noyddir at boygt seg niður í støvið eyðmjúktt fyri Guðs orðum og lisið tey sum tey ljóða, soleiðis verða føroyingarnir eisini noyddir til tess, um teir í hesi endatið yvirhøvur vilja hoyra orðini hjá Guði; tí ófrelstir gnostikarar í seyðaskinnum koma ikki at geva okkum nakaðsumhelst frá Guði várum. Teir munnu brenna í helviti, uttan teir nú venda um.

Tann, sum hoyrir rødd hirðans, man kenna, lesa og elska orðini hjá honum, øllsomul. Eg elski tey ennmeir, tá ið tey koma í einum sereginsligum búna. Ja, tuggumatur, kjøtbitar, gott í beinini, tað er tað, tað er. Og atskilt frá allari óhumskuligu, sleisku humanismu og positivismu hinna “geistligu”, sokallaðu. Vei teimum, sum boða ein annan gleðiboðskap enn tann, vit verða frelst við, ja vei og tvífalda forbanning yvir høgan og lágan, óansæð fromman búna og frosksliga rødd. Vei og aftur vei.

So at teir “geistligu” hava tað svart uppá hvítt, so kemur tað her:
8 Men tó at vit, ella ein eingil frá himni, prædiki tykkum nakran annan gleðiboðskap enn tann, sum vit hava prædikað tykkum, veri hann bannaður.
9 Eins og vit søgdu áður, so sigi eg nú aftur, Um nakar maður prædiki tykkum nakran annan gleðiboðskap enn tann, tit hava tikið við, veri hann bannaður.
( Gal. 1:8-9  FKJ )

Ja-ligur, positivur, tosemisligur eru orð út úr devulsins tranti, ei út úr munni Guðs várs, bókið tað!
Breyðprophetapakk!

Jamen, hvat vil fólkið hava? Fólkið fer ikki at dáma hatta har…
Fyri mær avdúka slík orð hvør ið IKKI er heilhjartaður fyri Guði! – Tey allarflestu!!

Nei tú, gev mær orðini hjá Guði rein og bein, og bið endatíðar pengagrísin venda um, einki annað. Guðs orð hevur EINKIÐSUMHELST við stíl og popularitet at gera.

Altso, er hetta eitt Judasar-ættarlið, vit liva í?

Og fólk skilur meir enn tú heldur.
Tann, sum leitar, hann finnur.

 


Banningin við Dynamic Equivalency, v/ D.A. Waite: