Extreme grace (náði einans)



7 Hvat skulu vit tá siga?  Er lógin synd?  Guð sýti fyri.  Nei, eg hevði ikki kent synd, uttan við lógini: tí at eg hevði ikki kent girnd, uttan lógin hevði sagt, Tú skalt ikki girnast.
8 Men synd, takandi tilevni við boðinum, virkaði í mær alskyns girndarsemi.  Tí at uttan lógina var synd deyð.
( Róm 7:7-8 FKJ )


4 Hvørsumhelst ið fremur synd, misbrýtur eisini lógina: tí at synd er misbrótingin av lógini.
( I. Jóh. 3:4 FKJ )


.. far, og synda ikki meira.
( Jóh. 8:11b FKJ )

(Hvussu kundi hon vitað, hvat synd er, uttan lógin hevði sagt, Tú skalt ikki dríva hor?


32 Og tit skulu kenna sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.
( Jóh. 8:32 FKJ )


Teir gomlu søgdu, at vit skuldu boða lóg og náði.  Hóast tað sjálvandi ikki er lógin, sum frelsir, men náðin, so hevur lógin tó eitt týdningarmikið lutverk, nevniliga at vísa syndaranum hansara synd, áðrenn hann fær at hoyra, at Guð hevur, gjøgnum Jesus Christ, vunnið okkum náði fyri okkara synd.  Hetta vísir seg at vera vorðið fullkomiliga burturi í okkara tíð.  Tessvegna havi eg hugsað nógv um hesi tingini tey seinnu árini.

Mín niðurstøða er, at náðin gevur púrt onga meining, um tú fjernar lógina út úr øllum samanhanginum.  Náði er sum fríkenning.  Um eingin lóg fanst í einum landi, hvørjum skuldi so tann seki verðið fríkendur frá?

Um eingin lóg var, so var heldur eingin synd; og um eingin synd var, hvat skuldi syndarin so vent um frá, hvat skuldi hann vent um til?

Í ljósi av, hvussu álvarsom villleiðingin er, sum hevur gingið fyri seg tey síðstu 8-9 árini, so er henda fløgan og hetta brævið vorðið sent runt alt landið til allar møguligar forsprákarar fyri teirri sera vandamiklu falslæruni, sum teir kalla “extreme grace”, ella “nåde alene”, ella “náði einans”, gjørd “populer” gjøgnum falsboðan Áka Álakers í Noregi.  Henda falslæra framleiðir ikki frelst menniskju, sum elska Guðs lóg, og sum verða gerarar orðsins, men hon framleiðir eitt fangað, hyklariskt menniskja, sum livir eitt dupult lív, syndar uppá náðina, og følir ikki eingong í samvitskuni, at nakað er synd; tí hvat er synd, um lógin verður tikin burtur?

Um eitt menniskja ikki fyrst kemur í syndaneyð, so verður tað ikki frelst, er mín endaliga niðurstøða.

Christus kom IKKI at avtaka lógina, men at uppfylla hana, smb. Matth. 5:17.  Lógin er skúlameistari okkara at føra okkum til Christs, smb. Gal. 5:24.  Lógin hevur enn ein týdningarmiklan gerning, nevniliga at fyrireika hjartað til at hoyra um og móttaka náðina.  Uttan lógina gevur náðin simpulthen onga meining.

Allir, sum læra hesa falslæru, skulu hervið verða ávaraðir, og kallaðir til umvendingar.  Tað verður ræðuligt hjá tykkum at falla í hendur hins livandi Guðs.  So eg MÁ ávara tykkum.

Sannleikan beint framaná er einasti kærleiki, sum eg vil viðurkenna,
Sjúrður Højgaard.

( Sitatini eru úr aðrú útgávu av FKJ N.T. )