Vit hava øll verið lærd hesar innantómu ramsurnar í fólkaskúlanum, sum ikki læra okkum at skilja samanhangið í nøkrumsumhelst, til dømis at “einki hevur einki ð”. Eg eri ikki samdur.
Eftir í mong ár at hava havt illgruna um, at Hammershaimb og kompaní hava tikið feil í hesum og óivað einstøkum øðrum lutum við, hetta í mínum føri orsakað av einum frítt hugsandi sinni, sum ikki góðtekur alt fyri góða vøru, bara tí okkurt fróðskaparmenniskja stendur frammanfyri mær og sigur tað, havi eg loksins tikið avgerð um, at í Føroysku King James fer einkið loksins at fáa sítt ð.
Føroyska skriftmálið er jú bygt upp eftir orðaupprunafrøðiligum meginreglum. Sum kunnugt er føroyska málið ein grein av norrønum, og tá ið ein sær, at orðini fyri einkið í hinum norrønu málunum øll hava eitt “t” í endanum, svarandi til okkara ljóðleysa ð, bæði fyri eystan og fyri vestan, ja allan ringin, ja so fær so eingin meg at gloypa hasari ramsuni.
Hygg bara her:
Norskt : intet
Danskt : intet
Svenskt : inget
Ískenskt : ekkert
Føroyskt : einkið
Fyri mær er tað púra klárt og heilt innlýsandi, at einkið eigur at hava sítt ð, tí annars høvdu systkinamálini hjá Føroyskum ikki havt síni “t”, hvat tey jú øll hava!.
Hevði t.d. svenskt ikki havt eitt “t” í inget, so hevði eg treyðugt keypt hasa ramsuna, men tá ið tað so haraftrat hevur eitt “g” mitt í orðinum, sum svarar til okkara “k”, so dettur ramsan heilt á gólv, tí tað er eitt ósvitaligt prógv um, saman við øllum hinum norðurlandamálunum, at inget og einkið hava ein felags forfedra, sum allarhelst var “einkit”. Tað íslenska “ekkert” liggur nevniliga ikki langt frá “einkit”, og endar eisini við einum “t”. Teir sum duga íslenkst vita, at har er ein háttur sum eitur “til einskis”, sum er tað sama sum okkara “til einkiðs”, men tað broytir tó ikki mína sannføring og støðu um at einkið eigur at hava ð, tí øll norrønu málini vitna jú fyri at tað hevur, – ja heili fýra ímóti einum. Tað at íslendingar skriva “til einskis” við ongum t ella ð, broytir einkið í hesum høpi, tí sum kunnugt broyttu teir “ts” og “ds” og “ðs” ljóðini fyrst til “z” (einaferð framborið sum ts, sum á týskum), og síðan loksins til eitt einfalt “s” í 1974; dømi: betst > bezt > best. Eg trúgvi at teir einaferð hava skrivað “til einskiðs”, síðan møguliga “til einskiz” og so loksins “til einskis”, men hetta er einans mín illgruni, hugsan, … ástøði, um tú vilt.
Hvussu so við tí føroyska “til einkis”? Ja, tað skrivi eg náttúrliga “til einkiðs”, tí føroyskt varðveitir ð’ið í øllum øðrum líknandi orðum, t.d. herða > áherðsla, hvar ið íslendskt sleppir ð’inum, soleiðis: herða > áhersla (men var áður áherzla, og eldri áherðsla).
Eg haldi, at teir sum hava gjørt føroyska skriftmálið mugu hava roknað fólkið sum býtt, haldandi at fólkið fór at ørkymlast av hugsanini um tað mundi vera bundið ella ikki, av tí at orðið einkið tilvildarliga endar við “ið”, – sum um “hið” (norr.) ella “hitt” hevði nakaðsumhelst við tað at gera. Tað hevur tað sjálvandi ikki!. So kundu danir og norðmenn líkasovæl spurt seg um “det” hevði nakaðsumhelst við “intet” at gera, hvat jú hevði verið púra burturvið.
Tá ið vit tosa um ð, vil eg annars eisini vísa á, at “aleinaur” og “modernaur” einkið ð hava, hvat vit annars verða lærd at tey hava. Hvar skuldu tvey vanlig lýsingarorð fingið eina veikt-bendingar “aður” ending frá? Onkur má vera vorðin púra hol í høvdið! Um eg skuldi verið aleinaður, so hevði eg máað spurt: Hvør gjørdi tað? Hvør aleinaði meg? Somuleiðis um vit skrivaðu modernaður, so hevði eg máað spurt: Hvør modernaði meg? Modernaður, um tað skuldi verið skrivað soleiðis, hevði í nærmasta føri merkt “moderniseraður”. Nei tú, eitt ð er ikki bara ein tómur, meiningsleysur prýðislutur, men tað umboðar nakað ítøkiligt. Tú mást vita, hvar stavirnir koma frá, kenna upprunan, leita eftir stovninum. Á norrønu málunum fyri eystan eita hesi orðini alene og moderne, – einkið t nakrastaðni í endanum, sum annars hevði svarað til eitt ð í føroyskum. Hevði tú sagt við danan: “Hvor er det blevet modernet”, so hevði danin spurt: “Hvem gjorde det?”
Dømi:
Báturin er málaður av abbanum (abbin útførdi sagnorðið, at “mála”)
Maðurin er aleinaður (hvør kann útføra lýsingarorðið at vera aleinaur? Tað letur seg jú ikki gera at útføra eitt lýsingarorð, men bert at vera tað!!)
Nei tú. Um tað var okkurt vanligt svass eg fekst við at skriva, so hevði eg lagt líka lag í um tað var heilt hundrað prosent rætt ella ikki. Men tá ið tað er Hin Heilaga Bíblian, sum um er at tala, Guðs egna orð, so lati eg einkið fara framvið borðinum, sum eg veit hvussu rættast er at skriva, og tí gevi eg “einkið” sítt ð, og aleinaur verður at standa so púra aleina uttan nakað ð, tíverri.
Spottið so og kallið meg svakan í høvdinum. Fyri mær er tað nóg mikið, at eg sjálvur veit at eg sjálvur veit, hvat eg sjálvur tosi um. Hvar skuldi eg annars staðið? Hingið í leysari luft?. Fær onkur ilt av hesum, og vildi sæð meg hongdan í gálgan, so come on, give it your best shot!. Eg havi einkið petti ímóti at fara heim til himmals bara beinanvegin.
Eitt aftrat: hví skriva “fyrstur” (kemur frá fyrri”), men so skriva “tystur” (kemur frá turrur). Vita teir ikki av, at tyrstur kemur frá turrur? Í føroysku King James verður hetta skrivað ty(r)stur (við r), sjálvandi, sum í øllum málunum íkring okkum, enskt íroknað!
Samanberið eisini “einkið” við orðið “nakað”. Hesi bæði orðini eru sum fjaðrar lið við lið á somu vong (lítið er eitt heilt annað slag av orði, tilhoyrandi aðrari stigbending osv). Á eystaru norrønu málunum er hetta: intet og noget, og á íslendskum: ekkert og nokkuð. Legg til merkis, at hesi bæði orðini bæði hava eitt “t” líknandi ljóð í endanum bæði á eystur norrønum og á vestur norrønum; – men so ikki á føroyskum?? Tí nokti eg at trúgva! Um einkið einkið ð skuldi havt, hví hevur nakað so eitt ð í endanum? “Tí at nakað hevur nakað ð?” Hatta hongur ikki saman!
At einkið hevur ð í Føroysku King James hóttir ikki rættskrivingarreglur fólkaskúlans, tí tær eru og verða sum tær eru. Ein røtt Bíblia, hinvegin, bukkar ikki fyri menniskjum. Latum mannaorð vera mannaorð, og Guðs orð vera Guðs orð. Um tað so sær tápuligt út fyri heiminum, ja, so ongantíð betur! Vísdómur Guðs ER heiminum fávitska (smb. 1. Cor. 2:14). Tað er og verður heimurin, sum skal avdúkast sum totalt tollutur í mun til Guðs vísdóm, og aldeilis aldri yvirhøvur hinvegin, sama hvat hvør deyðiligur, andleysur heili sigur.
Í ensku King James Bíbliuni eru mong orð, sum hava øðrvísi stavseting enn verður nýtt í dag, t.d. musick og traffick > music og traffic, men hetta verður IKKI broytt í Bíbliuni, bæði av tí at hon er rættari enn svassið, og av tí at tað er GOTT og SØMILIGT, at Bíblian hevur eitt mál sum KENNIST FRÁ øllum øðrum sum finst í heiminum. Júst sum høvuðsprestur okkara er “atskildur frá syndarum” (Heb. 7:26), so er orð hansara atskilt frá gabbinum; tí “Orð Harrans eru rein orð: sum silvur roynt í einum moldovni, edlaði sjey ferðir” (Ps. 12:6), og tey eru feilafrí, enntá tá ið tað kemur niður til minsta smástav, ja, sjálvt ð’ið !