Huldubøkur og gandakallar hoyra IKKI heima millum Guðs fólk!!! Hatta er djevulskapur!!!



18 Og mong, sum trúðu, komu, og játtaðu, og sýndu sínar gerðir.
19 Mong av teimum eisini, sum brúktu dularfull kynstur, førdu bøkur sínar saman, og brendu tær frammi fyri øllum monnum: og teir taldu virðið á teimum, og funnu tað fimti túsund stykkir av silvuri.
20 So mektigani vaks Guðs orð og sigraði.
( Gern. Áp. 19:18—20  FKJ )


16 ¶  Og tað bar á, sum vit fóru til bønar, ein ávís genta, heltikin við einum spásagnaranda, møtti okkum, sum veitti sínum meistarum miklan vinning við spásøgn:
17 Hin sama fylgdi Paulusi og okkum, og rópti, sigandi, Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guðs, sum sýna okkum frelsuvegin.
18 Og hetta gjørdi hon mangar dagar.  Men Paulus, verandi nívdur, vendi sær og segði til andan, Eg skipi tær í navni Jesu Christs at koma út úr henni.  Og hann kom út hina somu stund.
( Gern. Áp. 16:16—18  FKJ )


Tí at eftir at í vísdómi Guðs, heimurin við vísdómi kendi ikki Guð, líkaði tað Guði, við prædikanar-dárskapinum at frelsa tey sum trúgva.
( I. Corinthararnir 1:21  FKJ )


9 Tá ið tú ert komin inn í landið sum HARRIN tín Guð gevur tær, tú skalt ikki læra at gera eftir andstygdunum hjá teimum tjóðunum.
10 Tað skal ikki finnast tykkara millum nakar sum fær son sín ella dóttur sína at fara ígjøgnum eldin, ella sum brúkar spásøgn, ella ein gáari eftir tíðum, ella ein gandakvøðari, ella ein heks,
11 Ella ein rúnabindari, ella ein ráðførari við vælkunnugar andar, ella ein gandakallur, ella ein andamanari.
12 Tí at allir, sum gera hesar lutir, eru ein andstygd at HARRANUM: og uppá grund av hesum andstygdum rekur HARRIN tín Guð teir út frammi undan tær.
13 Tú skalt vera fullkomin við HARRANUM Guði tínum.
14 Tí at hesar tjóðirnar, sum tú skalt taka til ognar, góvu gætur at gáarum eftir tíðum, og at spásigarum: men hvat tær viðvíkur, HARRIN tín Guð hevur ikki loyvt tær soleiðis at gera.
( Devteronomion 18:9—14  FKJ )


Tí at okkara Guð er ein upptærandi eldur.
( Hebr. 12:29  FKJ )


Tað er eitt ræðuligt ting at falla inn í hendur hins livandi Guðs.
( Hebr. 10:31  FKJ )


Hvussu kunnu “trúgvandi” menn í dag vera farnir at spæla við tað, sum Guð í sínum orði kallar ANDSTYGD?  Tað, sum Guð einaferð sigur er andstygd í hansara eygum, er altíð andstygd, eisini í náðitíðini.  Synd er synd; andstygd er andstygd: tí at Guð er Guð; altíð!.